Nú er greitt, hvør hevur skrivað tríggjar tær bestu søgurnar í stuttsøgukappingini hjá Glasi.

Í matarsteðginum fríggjadagin 6. desember verður eitt tiltak á bókasavninum, har vinnararnir verða avdúkaðir og søgur teirra lisnar upp.

Hetta boðar dómsnevndin fyri kappingina frá.

Tiltakið byrjar kl. 11:40. Øll eru vælkomin.

Tríggjar tær bestu søgurnar fáa vinning á ávikavist 5.000, 3.000 og 2.000 kr.

Heili 51 handrit komu inn til kappingina í ár.

Í dómsnevndini sita: Marianna Hoydal, Paula Gaard, Sámal Soll, Margreta Knudsen og Signa Joensen.