Millum tær 68 søgurnar, sum komu inn til stuttøgukappingina í ár, eru nú tríggir vinnarar funnir. Á bókmentatiltakinum á bókasavninum mikukvøldið lósu vinnararnir søgur sínar upp og fingu virðislønirnar handaðar.

Vinnarar eru:

Nummar 1: Løstur á línuni. Dóra Joensen

Grundgeving: Løstur á línuni er ein væl skrivað og hegnisliga samansett stuttsøga við løttum máli og góðum realistiskum umhvørvislýsingum. Hóast tunga evnið, kritisku lýsingarnar og heldur vónleysu framtíðarútlitini í søguni, er hon skrivað í einum løttum og ironiskum tóna, har afturgangandi orðingar skapa heild og fynd í tekstinum.
Les søguna her.

Nummar 2. Vegur teirra vónleysu. Alvi Jespersen

Grundgeving:  Í hesi søguni eru tað tær stóru frásagnirnar, sum verða viðgjørdar. Tað verður gjørt í brotum, ið eru hegnisliga flættað saman til eina samanhangandi søgu. Vit eru á ferð út í heim, inn í okkum sjálv, aftur í okkara fortíð og okkara felags mentanararv. Royndin Fría skapar rammuna um teir nógvu leikpallarnar.
Les søguna her.

Nummar 3: Vinur mín, mr. Daniels. Birgir Ferjá Heldarskarð

Grundgeving: Vinur mín, Mr. Daniels er ein heilskapað stuttsøga, ið á skemtiligan hátt viðger eitt álvarsamt evni. Søgan er um ein nýliga fráskildan mann, ið roynir at skapa sær ein nýggjan veruleika við loyndarfulla vininum, Mr. Daniels, sum miðdepli. Sambandið teirra millum  verður so líðandi avdúkað, men rithøvundurin letur pláss verða eftir til lesaran frítt  at nýta sítt hugflog.
Les søguna her.
 

Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum á bókasavninum á Glasi. Marianna Hoydal, sum er ein av fyriskiparunum og eldsálunum handan stuttsøgukappingina, beyð vælkomin. Malan Poulsen úr dómsnevndini greiddi frá arbeiðinum hjá dómsnevndini og Steinbjørn Hardlei, virkandi rektari, legði í stuttari røðu dent á týdningin av at hava slík tiltøk. Tær tríggjar vinnarasøgurnar vórðu lisnar upp, virðislønir handaðar og ein góður drekkamunnur aftaná. Dóra Joensen, sum vann kappingina, hevði forfall, so hon er ikki við á felagsmyndini og Marianna Hoydal las hennara søgu. Men Dóra hevur í dag fingið virðislønina, sum sæst á myndini, har hon saman við fitta piltinum heldur vinninginum.