Flokkarnir á 1. ári hava kappast um at gera bestu sáttmálar, sum skulu tryggja trivna og arbeiðslag í flokkunum. Um vinnandi uppskotið sigur dómsnevndin:

“Flokkurin 20p hevur lagt seg eftir at gera eitt uppskot, ið á sera kreativan hátt tvinnar fagurfrøði og boðskap saman. Við sínum mongu litføgru ballónum, ið við hvør sínum orði lyfta “húsið”, ið vit øll búgva í, leggja tey í 20p dent á, at góð floksmentan byggir á samanhald, og at vit mugu lyfta í flokk fyri at fáa góða undirvísing. Teirra plakat er eitt frískt og litríkt boð uppá, hvussu vit fáa eitt undirvísingarumhvørvi har øll trívast og har virðing, hjálpsemi og samanhald eru kjarnin.”

Her er mynd av tveimum av sáttmálunum, sum flokkarnir hava gjørt