Vinnarin av FM í Ungum Virki 2019 gjørdist ÖDN frá Glasi, sum framleiðir regnklæðir og taskur úr endurnýttum teltum. Genturnar, sum manna bólkin, eru Borgarhjørt Hammer, Heidi Lindenskov Róadóttir, Nanna Djurhuus og Súsanna Tindskarð Jacobsen. Dómsnevndin legði dent á, at genturnar hava megnað at gagnnýtt eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Bólkurin hevur sniðgivið vørur, ið eru kul og avspegla rákið, sum er upp í tíðini. Genturnar høvdu eisini seymað prototypur av bæði regnjakkum og taskum.
Nummar tvey gjørdist Mýla frá Glasi, sum framleiðir og selur sera vælsmakkandi og heilsugott fiskachips.
Nummar trý gjørdist SpringFish frá Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hava ment ein fiskakassa við serligum fjaðrum í botninum, soleiðis at botnurin lyftist upp, so hvørt sum fiskakassin tømist.
Vinnandi bólkurin fekk umframt ein kekk á kr. 5.000 frá Betri eina ferð við uppihaldi í Keypmannahavn, har bólkurin fer at umboða Føroyar til DM í Ungum Virki, sum verður tann 24. apríl.
Tilsamans 500 miðnámsskúlanæmingar hava luttikið í tiltøkum, sum Ungt Virki hevur verið við til at fyriskipað skúlaárið 2018-2019. Níggju bólkar luttóku til FM í Ungum Virki, sum er endabresturin fyri miðnámsskúlanæmingar, ið hava arbeitt við íverksetan hetta skúlaárið.
Í dómsnevndini sótu Dánial Hoydal og Gunnvør Brekkstein frá Betri, Rói B. Poulsen frá Hey, Dánjal Samuelsen frá KT-húsinum, Árni Skaale frá LookNorth, Sigrun Jónsveinsdóttir frá Íverksetarahúsinum og Súsanna Laursen frá Hugskotinum. Regin W. Dalsgaard Býlings- og marknaðarstjórií SMS var høvuðsdómari.
Ungt Virki arbeiðir støðugt við at menna undirvísing í íverksetan og at seta fokus á skapanarevnini og eldhugan hjá teimum ungu í Føroyum. Tey ungu læra at menna hugskot til nýggjar vørur og tænastur og at fremja hugskotini í verki. Harafturat fáa tey royndir í at stovna og reka egna fyritøku, skapa netverk, loysa trupulleikar og síggja møguleikar. Soleiðis menna tey ungu førleikar, sum skulu til fyri at megna framtíðar størv bæði sum íverksetar, leiðarar og starvsfólk.
Niðanfyri eru myndir av teimum báðum bólkunum av Glasi – fyrst Mýla og síðani ÖDN