Mikukvøldið 31. oktober, varð skipað fyri vinnukvøldi á Glasi. Endamálið við kvøldinum var m.a at fáa betur samstarv og orðaskifti í lag millum vinnu og skúla.

Um 220 fyritøkur og stovnar hava lærlingar, innan fyristing, handil og handverk, sum taka skúlapartin á Glasi. Harumframt samstarva vit við fyritøkur og einstaklingar í kreativu vinnuni. Umboð fyri á leið 100 av hesum fyritøkum og stovnum møttu til tiltakið. Umframt hesi vóru umboð frá Vinnuhúsinum, Yrkisdeplinum, yrkisnevndini, yrkisútbúgvingarráðnum og Depilsráðnum boðin við. Samlaða talið av luttakarum var 275.

Skráin var henda:
Kl. 18.00: Nátturði
Kl. 19.00: Vælkomin v/Magna á Lakjuni, útbúgvingarstjóra
Kl. 19.05: Um Glasir v/Boga Bech Jensen, rektara
Kl. 19.10: Leikluturin hjá Depilsráðnum á Glasi v/Sigurð Ó. Vang, depilsráðsformanni
Kl. 19.15: Um endurskoðanararbeiðið av yrkisútbúgvingunum v/Randi Frederiksberg, leiðara     á Yrkisdeplinum

Eftir hetta var farið í bólkar, býttir eftir vinnuøki, s.s. timbur, handil, skrivstovu, el, metal o.s.fr. Læraratoymini greiddu frá innihaldinum í útbúgvingunum, galdandi námsætlanum og kunngerðum.

Síðan varð lagt upp til kjak, har vit ynsktu íkast frá vinnuni, ynski í mun til útbúgvingargongdir og uppskot um møguligar broytingar. Fleiri nýttu høvi at seta spurningar og kjakast varð dúgliga. Skrivari varð settur til hvønn bólk. Tilfarið verður savnað saman og nýtt sum íblástur og grundarlag fyri, at vit, í mest møguligan mun, kunnu tillaga skúlan eftir ynski og tørvi frá vinnuni.

Tiltakið var sera væl eydnað og verður avgjørt afturvendandi. Góða undirtøkan og góðar afturmeldingar bera boð um, at slík tiltøk, har vinna og skúli hittast og fáa høvi at tosa saman, eru neyðug, og ein týðandi liður í arbeiðinum at menna og tillaga lærlingaútbúgvingarnar.