Tíðindaskriv, 14. august 2026
Ókeypis frítíðartilboðið Vísindaklubbin verður aftur á Glasi í heyst. Í ár verður pláss fyri enn fleiri forvitnum børnum og ungum.
Eigur tú eitt barn ella barnabarn, sum er hugtikið av at gera royndir, seta spurningar og finna út av, hvussu heimurin hongur saman? So er aftur møguligt at ganga til vísindi í frítíðini við at luttaka í Vísindaklubbanum á Glasi í heyst í viku 43 til 49.
Í 2025 var Vísindaklubbin í Føroyum fyri fyrstu ferð við einum evnafrøðiklubba. Tilboðið var so væl umtókt, at meira enn 50 børn stóðu á bíðilista. Tí verður tilboðið nú víðkað frá einum til trý klubbatilboð, so tað bæði verður evnafrøði og heimsspeki fyri 4.-5. flokk og materialifysikk fyri 5.-6. flokk.
”Vit eru sera fegin um, at so nógv børn og ung ynskja at luttaka í Vísindaklubbanum her á Glasi. Tað er frálíkt, at vit nú kunnu geva enn fleiri møguleikan at luttaka í einum frítíðartilboði, har tey kunnu lata teirra forvitni sleppa framat saman við øðrum. Tað er bæði fyri tey, sum hava áhuga fyri náttúruvísindum, og tey, sum elska at hugleiða um stóru spurningarnar í lívinum,” sigur Eyðstein Simonsen, útbúgvingarleiðari á Glasi, sum saman við Brynjálvi Johansen, lærara, samskipar Vísindaklubban á Glasi.
Ein klubbi fyri øll forvitin børn
Í Vísindaklubbanum verða luttakararnir nevndir „minigranskarar“, og tey fáa undirvísing frá sjálvbodnum miðnámsskúlanæmingum. Skeiðini hjá Vísindaklubbanum eru ment í samstarvi við granskarar á donskum universitetum og eru námsfrøðiliga tillagað børnunum, so virksemið bæði er stuttligt, áhugavert og læruríkt.
Samstundis er hetta eitt læringsrúm uttan karakterir og kapping. Stundir og pláss eru fyri, at børn kunnu lata forvitni sleppa framat og vera júst tann, tey eru.
”Vit eru sera ovfarin av stóru undirtøkuni hjá børnum og ungum í Føroyum, sum ynskja at fordjúpa seg í vísindi í frítíðini. Tað er týdningarmikið, at frítíðartilboð eru til øll børn og ung – eisini tey, sum elska at kanna heimin rundan um tey. Tí eru vit sera fegin um, at vit í samstarvi við Glasir kunnu geva enn fleiri føroyskum børnum og ungum møguleika at gerast partur av einum vísindaklubba,” sigur Rikke Schmidt Kjærgaard, stjóri í Vísindaklubbanum.
Mælt verður til, at foreldur sita til reiðar við telduna, tí tey, sum eru fyrstur at melda til, fáa pláss, og væntandi verður stórur áhugi fyri plássunum. Tilmeldingin er á donskum og verður gjørd umvegis www.videnskabsklubben.dk
Tilmeldingin letur upp sunnudagin 30. august kl. 9.00 føroyska tíð.
Um Vísindaklubban
Vísindaklubbin er ein danskur felagsskapur, sum gevur børnum møguleika at ganga til vísindi í frítíðini – eins og tey ganga til hondbólt ella badminton. Børnini verða undirvíst av sjálvbodnum miðnámsskúlanæmingum, og saman kanna tey heimin við støði í vísindaligu háttaløgum, kritiskari hugsan og nógvum stuttligum royndum. Klubbar eru í øllum Danmark og í Føroyum.
Vísindaklubbin fær millum annað stuðul frá Novo Nordisk Fonden og Villum Fonden (náttúruvísindaligu klubbar) og A.P. Møller Fonden (humanistisku klubbar).
Í Føroyum hevur Lív stuðul til Vísindaklubbin á Glasi.
Les meira á www.videnskabsklubben.dk