Aftur í heyst verður møguleiki hjá børnum í 4. til 6. flokki at ganga til vísindaklubba á Glasi. Í ár verður vísindaklubburin víðkaður til tríggjar greinar: Evnafrøði, Materialifysikk og Heimspeki.
Vísindaklubbin er eitt samstarv millum Glasir og Videnskabsklubben í Danmark. Glasir er ein av mongu miðnámsskúlum, sum samstarva við Videnskabsklubben um at bjóða børnum eitt frítíðartilboð innan vísindi.
Endamálið við vísindaklubbanum er at fremja áhuga og forstáilsi fyri vísindi hjá børnum og ungum við stuttligum, samansjóðandi aktivitetum.
Tað eru miðnámsnæmingar á Glasi, ið eru undirvísarar í vísindaklubbunum.
“Vit eru fegin um at kunna vera við til at bjóða eitt øðrvísi og spennandi frítíðartilboð til børn í Føroyum. Vísindaklubbin setur sjóneykuna á nøkur av teimum fakunum, sum vit undirvísa í á Glasi, og á henda hátt kann vísindaklubbin vera við til at kveikja áhuga fyri hesum fakum. Eisini fáa nakrir av okkara næmingum royndir í at undirvísa børnum í sínum fakum,” sigur Eyðstein Simonsen, útbúgvingarleiðari á Glasi, sum saman við Brynjólfi Johansen samskipar vísindaklubban á Glasi.
Áhugin fyri vísindaklubbanum á Glasi var ovurstórur í fjør. Pláss er fyri 12 børnum á hvørjum holdi. Í fjør stóðu yvir 50 børn á bíðilista. Í ár verður so møguleiki at velja seg inn á 3 hold.
Vísindaklubburin verður í viku 43 til 49. Umsóknarfreist at søkja inn á vísindaklubban er 30. august. Tað er Videnskabsklubben í Danmark, sum stendur fyri tilmelding og samskifti hesum viðvíkjandi.
Meiri verður at frætta um hetta seinni í vár, tá tilmelding letur upp.