Eins og undanfarin ár bjóðar Granskingarráðið næmingum og starvsfólki á miðnámsskúlum til Vísindavøku.
Í ár verður hon í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin tann 22. september frá kl. 8.30 til áleið 16.00.
Framløgur vera í Kongshøll eins og tiltøk inni og uttanfyri allan dagin.
Tað er ikki er neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Tey, sum koma fyrst, fáa tøku plássini. Tað er rúm fyri sløkum 300 fólkum í senn. Allar framløgur verða eisini stroymdar beinleiðis, eins og KVF tekur tær upp og sendir tær seinni.
Skráin fyri Vísindavøkuna 2023 sæst her: https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoeka/visindavoeka-2023/skrain-2023
Vísindavøka verður eisini á ferð kring landið. Hesi tiltøkini eru almenn. Skráin fyri hetta finst her:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoeka/visindavoeka-2023/visindavoeka-a-ferd-2023
Umframt hetta verða onkrar framløgur sambært avtalu á nøkrum skúlum í tíðarskeiðnum 11.-20. september.