Eins og undanfarin ár bjóðar Granskingarráðið næmingum og starvsfólki á miðnámsskúlum til Vísindavøku í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin tann 27. september frá kl. 8.30 til kl. 16.00.

Hetta er dagurin, har granskarar og onnur koma at leggja fram vitan og úrslit, so øll kunnu vera við.

Høvi verður at uppliva ymisk tiltøk og royndir á Svalanum og í teltum á p-økinum uttanfyri. Ein miðlafagnaður verður frá kl. 15.30 við snarrøðukapping, framløgu um fuglar og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

Tiltakið er alment og ókeypis, tað er ikki neyðugt við tilmelding.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. Kringvarpið tekur framløgurnar upp og fer at senda tær seinni í vetur og í vár.

Skrá og meiri kunning er at finna á visindavoka.fo.