ALMENNIR FYRILESTRAR Á GLASI Í HOYDØLUM

Í sambandi við Vísindavøkuna hava lærarar á Náttúruvísindadeildini á Glasi bílagt seks fyrilestarar, sum eru partur av tilboðnum “Vísindavøkan á ferð”. Fyrilestrarnir, sum eru almennir, verða í samkomuhøllini á Glasi í Hoydølum í døgunum áðrenn vísindavøkuna. Fyrilestrarnir eru hesir:

19. september kl. 15.20:

Sjóvarfalsrákið á snildfon
Bogi Magnussen & Knud Simonsen, Fiskaaling

20. september kl. 15.20:

Nýtt Sundsverk. Tungolja ella LNG
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

25. september kl. 10.00:

Hormonórógvandi árin av dálkingarevnum – støðan í grindahvali. Ávirkan av PCB, kloreraðum týningarevnum og bromeraðum flammutálmarum á vitamin, hormon og ensymskipanir.
Katrin Hoydal, Umhvørvisstovan

26. september  kl. 10.00:

Framtíðar elmarknaður
Ari Johanneson, Umhvørvisstovan

27. september  kl. 10.00:

Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum?
Sólvá K. Eliasen, Havstovan

27. september  kl. 10.00:

Sekvensering av bakteriusamfeløgum
Ása Jacobsen, Fiskaaling