Ein sonn yvirflóð av lívi, samstarvi, kapping, látri og gleði skolaði yvir skúlan, tá árligi ítróttadagurin var á Glasi í dag, fríggjadagin 2. sepmtember 2022. Á hesum stóra felagsdegi vóru 1.500 næmingar, lesandi og lærlingar úr 54 flokkar við í eini ørgrynnu av ítrottaligum ítrivum, sum fevndu breiðari enn tær mest vanliga ítrottagreinarnar. Dagurin eydnaðist sera væl, serliga takkað verið ítrottalærarunun, sum høvdu skipað dagin sera væl.
Evnið fyri dagin var landalæra. Hvør flokkur fekk eitt land sum sítt eyðkenni, og tey gjørdu nógv burturúr at umboða londini, við bæði herrópum, klædnabúnum, litum og mati. Ein av síðstu uppgávunum var at borðreiða og prýða eitt borð við tjóðarrættunum og tjóðareyðkennum fyri londini.
Flokkarnir fingu stig fyri hvørja uppgávu ella ítriv. Hesi stigini vórðu so tald saman, tá dagurin var liðugur. Spenningur var um fremstu plaseringarnar – og serliga um fyrsta pláss. Eftir fyrstu samanteljing stóð flokkurin 20m ovast á sigurspallinum. Tó mátti fínteljing til. Tá hon var liðug otaðu næmingarnir í 20u seg framum og ognaðu sær 1. plássið á ítróttadegnum 2022. T1 (Timbur 1) stríddu seg til eitt heiðurligt 3. pláss aftanfyri 20m.
VINNANDI FLOKKARNIR:
1. pláss: 20u – land: Bhutan
2. pláss: 20m – land: Barbados
3. pláss: Y2211T1 – land Venesuela
Tað vóru tó ikki bert hesir flokkarnir, sum sigraðu hendan dagin. Felagskenslan, stríðsandin og samanhaldið vóru teir heilt stóru sigursharrarnir á ítrottadegnum. Allar flokkarnir hugnaðu sær stórliga og skaptu óføran og lívsjáttandi róm og larm, so bæði glas og betong fingu lív á stóra skúlanum í Marknagilli. Her var lív í – frá felagsupphitingini, sum dagurin byrjaði við, til síðstu high-five heilsanirnar eftir væl frágingin avrik. Her var týdningurin av at vera við størri enn týdningurin av at vinna. Andin í orðunum hjá stovnaranum av olympisku leikinum, Pierre de Coubertin, merktist á Glasi:
“The essential thing in life is not conquering but fighting well” (leystliga umsett: “Tað týdningarmesta er ikki at vinna, men at gera sítt besta”)
Vit ynskja 20u og restina av Glasi til lukku við ítrottadegnum!