Yrkisnám 3: Virkisvitjan á Havsbrún

2. november 2018

Birgir Petersen, leiðandi lærari á EL-deildini greiðir frá um virkisvitjan, lærlingar, sum í næstum fara at taka sveinastykkið, gjørdu á Havsbrún í sambandi við PLC og stýringstøkni:

“Fríggjardagin 5. oktober vóru vit á vitjan hjá Havsbrún har Jan Joensen tók væl ímóti okkum. Uppi í fundarrúminum fingu vit fortalt um alla tí stóru el skipanina. Skipanin í verður nýtt eitur PLC (Programmable logic controller). Tað er ein sera snild skipan sum verður brúkt nógv til automation av produktiónsmaskinum í industri heiminum. Runt í virkinum sita eini 8000 følarar sum vera stýrdir av PLCum. Aftan á fingu vit eina rundvísning á virkinum. Har sóu vit hvussu fiskafóðri verður gjørt frá byrjani har fiskamjøl og annað verður blanda saman til endan har tað blívur til smáar fiska pillar. Her fingu vit eisini møguleikan at royna tær og smakkurin var positivt yviraskandi. Aftan á pillarnar eru gjørdar skulu tær pakkast og verður síðani lagt á lagri hjá teimum. Av tí at mongdirnar, sum teir gera eru so stórar mugu teir hava stórar goymslur. Tí hava teir bora eina tunnil inn í fjallið, sum liggur beint við síðurnar av virkinum. Í tunnilinum eru tvær gongdir sum eru 250 metrar hvør og ein gjøgnumkoyring.”