Í hesi vikuni byrjar skúlaárið aftur eftir summarfrítíðina.

Á Glasi var fyrsti skúladagur í dag, mikudagin 16. august, har væl omanfyri 500 næmingar høvdu teirra fyrsta skúladag.

360 næmingar byrjaðu á gymnasialum miðnámi á einum av fimm breytunum, ið Glasir hevur. Breytirnar eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og skapandi fyrireikingarbreyt.

170 næmingar byrjaðu á yrkisbreytunum, sum eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt og klædnaatstøði.

24 lesandi byrjaðu á hægri nám innan byggifrøði.

6 næmingar byrja eisini á serbreytini hetta skúlaárið.

Felagssangur rungaði í atrium tá næmingar og lærarar sungu vakra sangin hjá Martin Joensen, Ró

Talið av næmingum á Glasi er nakað tað sama sum undanfarin ár. Umleið 1500 næmingar eru knýttir at Glasi hetta skúlaárið. Í mun til fólkatalið í Føroyum so ganga gott og væl tveir triðingar av samlaða føroyska ungdóminum í miðnámsaldri á Glasi.

Breytirnar á Glasi eru tær somu í ár sum í fjør. Skapandi fyrireikingarbreytin, ið varð sett á stovn í fjør, heldur fram. Nýggir næmingar byrjaðu á breytini mikudagin.

Eitt nýtt átak er, at Glasir hevur í samstarvi við ÍSF sett sjóneykuna á rørslu. Næminum verður sett í boði eitt rørsluskeið í ítróttargreinunum soft-tennis, bogaskjóting, kurvabólt og inniróður, har næmingarnir fáa innlit í og roynt hesar ítróttargreinarnar í einum góðum felagsskapi, samstundis sum at pulsurin kemur upp. Les meira um átakið her.

Niðanfyri eru myndir frá fyrsta skúladegi og nýggja rørsluátakinum.