Skriviligu próvtøkurnar í vár og í summar eru nú lagdar, so øll á gymnasialum miðnámi og á FHS kunnu seta krossar í kalendaran. Niðanfyri sæst yvirlit yvir dagarnar, tá ymsu próvtøkurnar eru. Yvirlitið er eisini tøkt sum PDF-skjal á knøttinum í høgra borði – ella á leinkinum her.

Seinasta undirvísingardagur hjá øllum breytaflokkum og FHS er 16. mai 2019. Tá verður próvtøkuætlanin (lutakastið) hjá øllum flokkum kunngjørd. Ársroyndir vera kunngjørdar seinni.

Vit skulu minna á, at tað er møtiskylda til allar próvtøkur og ársroyndir, sum eru fyriskipaðar. Tú ert tískil sum næmingur IKKI leysur av skúlanum fyrr enn seinasta skúladag, sum altíð er síðst í juni (gevið gætur, seinasti skúladagur er 16. mai og seinasti undirvísingardagur er umleið 25. juni). Um tú ikki møtir til skúlatongt virksemi eftir seinasta undirvísingardag, herundir ársroyndir og próvtøkur, flytur tú ikki upp í næsta flokk.