Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Joseph Alois Schumpeter - um íverksetaran

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 4, desember 2014

Schumpeter varð føddur 8. februar 1883 í Trest í táverandi Eysturríki-Ungarn, nú Kekkia. Hann las løgfrøði frá 1901-1906. Í 1909 bleiv hann pro­fessari í mannfrøði á fróðskaparsetrinum í Czernowits í núverandi Ukraina. Hann fekk síðan arbeiði á fróðskaparsetrinum í Graz frá 1911-1918. Eftir fyrra heimsbardaga sat hann sum fíggjarmálaráðharri í 1919-1920. Eitt skifti var hann bankastjóri. Schumpeter starv­aðist frá 1925 til 1932 á fróðskaparsetri­num í Bonn, tá ið hann flutti til USA og undirvísti á Harward, til hann andaðist 8. januar 1950.

Búskaparvøkstur um aldaskiftið 1900

Íverksetarahugtakið bleiv lýst av m.a. Jean Baptiste Say (1767 – 1832), men hann fór ikki í dýpdina við hugtakinum. Grundfatanin av hugtakinum íverksetari fekk eitt gjøgnumbrot um 1900. Orsøkin var búskaparvøksturin, sum hevði verið seinast í 19. øld. Ástøðingar royndu at greina henda vøkstur. Um hesa tíðina fóru einstaklingar í hópatali at stovna nýggj virki, sum vuksu og skaptu búskaparvøksturin. Ein av hesum ástøðingum, sum royndi at skilja bú­skap­arvøksturin um aldaskiftið, var Schumpeter.

Hugtøkini adaptiv/kreativ og íverksetarin

Í 1911 gav Schumpeter út bókina “The Theory of Economic Development.” Hann hevði ikki nomið sær útbúgving í búskapi, men verður mettur sum týðandi og nýmótans national­bú­skap­arfrøðingur. Hann tók útgangsstøði í neoklassisku læruni. Tann klassiska national­bú­skap­ar­frøðin og seinni ein stórur partur av neoklassisku búskaparfrøðingunum høvdu í búskaparligu greiningini tríggjar aktørarar, jarðeigarar, kapitalistar og arbeiðarar. Schumpeter legði ein aktør afturat, nevniliga íverksetaran, sum eg vendi aftur til.

Í bókini “The Theory of Economic Development” kom hann við tveimum ástøðum. Tað fyrra snúði seg um hugtøkini kreativ/adaptiv og kreativa destruktión. Hann helt, at tað eru tveir mátar, sum vit bera okkum at uppá, tá ið ein broyting/menning hendir. Hann kallar hesar hættir fyri adaptiv ella kreativ. Við adoptiv meinast, at vit bera okkum siðbundið at, tá ið broytingar henda – vit passa okkum til broytingarnar. Vit kunnu eisini velja at svara aftur upp á broytingar kreativt. Tá hátta vit okkum øðrvísi, enn vit plaga at gera. Eitt kreativt svar upp á eina broyting kann ikki síggjast frammanundan, og hetta vil broyta komandi hendingar í allar ævir. Hann nevnir eisini hugtakið kreativ destruktión. Hetta merkir, at vit oyðileggja/bróta niður gamlan hugsanarhátt, tí at vit hava funnið ein nýggjan máta at gera tingini uppá.

Seinna ástøðið hjá Schumpeter í bókini frá 1911 var íverksetarahugtakið. Sum sagt legði hann tann fjórða aktørin aftur at teimum trimum, nevniliga íverksetaran. Hesin var tann innovativa megin í búskapinum og hevði evnini at síggja og gjøgnumføra tær nýggju samansetingarnar, sum ofta førdu til minkaðan kostnað í búskapinum og sum síðan kundu skapa búskaparvøkstur.

Schumpeter sá íverksetaran sum tann praktiska aktørin, sum handlaði. Hesin vildi skapa arbeiði ella virksemi við at seta í verk eina ella fleiri nýskapanir út frá egnari hugsan ella hugsanum hjá øðrum. Tað kundi eisini verið frá uppfinningum, sum hann sjálvur ella onnur høvdu funnið uppá.

Íverksetarin var øðrvísi enn kapitalisturin. Í mun til henda átti íverksetarin einki og mátti aloftast fíggja síni hugskot við lánum frá bankunum.

Schumpeter helt tað vera sera týðandi fyri búskaparligu menningina, at bankarnir stuðlaðu íverk­setaranum. Teir skuldu lata honum váðafúsan kapital og máttu sleppa vanahugsanini um ta gomlu framleiðsluna, har vinningurin er útgangsstøðið.

Munurin millum siðbundna handilsmannin og íverksetaran

Hann helt, at tann vanligi handilsmaðurin, sum fæst við handil við vinningsmotivi, ikki er tann, sum kemur við nýggjum og slóðbrótandi framleiðsluháttum. Hjá siðbundna handils­manninum er vanliga vinningsmotivið altíð knýtt at tí roknandi ella tí, sum kann roknast út. Hann velur heldur tann lítla og trygga vinningin enn tann stóra og ótrygga. Tá onkur kemur við einum nýggjum framleiðsluhátti, merkir tað eisini ofta, at ein nýggj vøra spyrst burturúr. Hetta kann geva møguleika fyri stórum vinningi; men samstundis er eitt slag av happadrátti í hesum. Tað órokniliga ger, at tað mugu serligar týpur av fólki til at seta slíkt í verk. Íverksetarar seta fram­leiðslufaktorar saman á nýggjan hátt og skapa nýggjar vørur. Teir kunnu tí ikki metast við van­ligar handilsmenn. Teir virka óheftir av gamlari fram­leiðslu og spreingja rammuna fyri vanlig­um vinningsmotivi. Grundtankin hjá íverksetara­num kann verða stýrdur av dreyminum um framtíðar samfelagið, av tøkniligum eldhugi ella reinum ævintýrhugi.

Íverksetarin kann enda sum kapitalistur

Schumpeter helt ikki, at íverksetarar vóru leiðarar. Teir høvdu ikki serligt tev fyri at fáa fólk at fylgja sær. Tað er ikki heilt greitt hjá honum, um drívmegin hjá íverksetaranum er vinningur. Summastaðni sigur hann, at íverksetarin ikki søkir vinning. Motivini hjá íverksetaranum eru sambært honum:

1. Ynskið um at vera sjálvstøðugur.

2. Viljin til at sigra.

3. Gleðin við at loysa trupulleikar og við at skapa okkurt nýtt.

Hóast alt, so greinar Schumpeter íverksetaravinningin. Hann sigur, at vinningurin ikki er ein serstøk løn fyri avrikið, men kemur bert av monopolstøðuni á marknaðinum, sum ger tað gjørligt fyri íverksetaran at taka ovurprís fyri vøruna.

Íverksetarin er ein persónur, sum vil realisera seg sjálvan og vil uppnáa eina sjálvstøðuga støðu. Hann søkir ikki neyðturviliga váða, tvørturímóti vil hann minka um váðan sum mest. Inno­vatiónin er knýtt at eini vissari mongd av váða, sum ikki slepst undan, og henda førir við sær broyting í búskaparligu skipanini. Við síni hugsan órógva íverksetararnir javnvágina og skapa kaos. Hetta kaos er tó nakað, sum førir búskaparligu skipanina framá og verður nevnt kreativ destruktión.

Sambært Schumpeter komu íverksetararnir ongantíð at gerast ein serstøk samfelagsstætt. Hann vísti á, at tá ið tað eydnaðist hjá íverksetaranum, so bleiv hann ofta kapitalistur. Tá ið hann kom til pengar, so vildi hann heldur røkja sín kapital enn at broyta og at menna. Aðrar kreftir tóku við og drógu íverksetaravirksemið framá.

Á eldri árum ivaðist Schumpeter í, um íverksetarin hevði sama leiklut, sum hann áður hevði havt, tí sum kapitalisman mentist, tóktist tað, sum at framburður og nýhugsan stavaðu alt meira frá skipaðari gransking og menningararbeiði á stórum virkjum enn frá fríum framtakssemi. Íverksetaraástøðið fánaði í 1930’unum, men varð uppafturtikið í 1980’unum og ment av m.a. Kent, Sexton og Vesper. Eisini nú á døgum eru nøkur av gandaorðunum í sambandi við búskaparvøkstur íverksetan og íverksetari.

Keldur

Jørgen Ravn Elkjær, “Entreprenørbegrebet,” https://tidsskrift.dk/index.php/nationaloekonomisktidsskrift/article/view/25735/49538

Lage Rosengren, “Schumpeter åter aktuell,” www.ne.se/rep/schumpeter-åter-aktuell-nyutgiven-antologi-om-kreativ-förstörelse

Aðrar greinar í miðnámsrit 4