Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Fjarundirvísing á miðnámi

Eftir Tórður Johannesarson og Olav Absalonsen í miðnámsrit 19, juni 2020

Tórður Johannesarson og Olav Absalonsen

Um miðjan mars 2020 bleiv øll undir­vísing løgd um til fjarundirvísing. Lærarar og leiðslur vóru ikki væl fyrireikað til hetta, men skjótt blivu Teams og onnur amboð brúkt í undirvísingini. Hetta var ein av­bjóðing bæði fyri lærarar og fyri næmingar. Vit hava spurt lærarar á miðnámi og næmingar í trimum flokkum á Glasi, hvussu teir hava upplivað hesa tíðina. 

Teams-fundir

Ein Teams-fundur er egnaður til beinleiðis (synkront) samskifti. Hann kann nýtast til allan flokkin ella til færri næmingar. Til ber at hava PowerPoint fyri næmingunum á fundinum, meðan tú greiðir frá. Eisini ber til hjá fundar­luttakarunum at skriva og senda tekstboð sínámillum. Nakrir lærarar nýta fundarháttin allan undirvísingarblokkin, men aðrir nýta fundin sum ”Meet & Greet”, har man heilsast, tá ið tímin byrjar, skrivar fráveru og greiðir frá, hvussu tímin er skipaður.

Ein Teams-fundur er eisini egnaður at vegleiða einstakar næmingar ella bólkar. Um gingið verður eftir einari tíðarætlan, kunnu næmingarnir ”koma inn á fundin” eftir hesari ætlan. Tað er sum at hava kontórtíð eftir viðtalu. Tað ber eisini til at lata næmingar hava fram­løgur á Teams-fundi. Alt hetta, og nógv annað kann gerast við einari fundarinnkalling.

Hvat siga lærarar?

Lærarar, ið hava børn í barnagarðs- og skúlaaldri, høvdu ta avbjóðing, at undirvísingin skuldi lagast til heimalívið. Teir kundu geva næmingun­um uppgávur, sum skuldu latast inn. Tað gevur næmingunum venjing at skriva og at arbeiða sjálv­støðugt. Í øðrum førum skuldi bólkaarbeiði latast inn, har næmingarnir býttu spurningarnar millum sín, og tá sá lærarin, hvør hevði gjørt hvat. Eingin slapp at spæla fríspæl, tí at hini í bólkinum vóru skjót at boða frá, um onkur ikki tó lut í bólka­arbeiði­num.

Ein blokkur kundi vera ein læraraframløga, har lærarin gjøgnumgekk eitt evni á Teams. Næmingarnir høvdu høvi at seta spurningar so hvørt. Nakrir blokkar vórðu skipaðir sum tekstaviðgerð, har næmingarnir fingu tveir tekstir at lesa og gera sær tankar um, og í seinnu helvt av blokkinum vórðu tekstirnir gjøgnumgingnir og næmingar­nir fingu lærarans notur til tekstin.

Í einum blokki nýtti lærarin interaktivu møguleikarnar í sBók, har næmingar­nir vórðu bidnir um at fara inn á sBókina at lurta og hyggja at video’um (næmingarnir fingu leinki til síður), loysa interaktivar uppgávur og annars lesa og lurta sjálvstøðugt. Seinastu tveir blokkarnar skuldu næmingarnir gera eitt skrivligt avrik, sum varð sent læraranum.

Námsfrøðiliga bygdi undirvísingin nógv á álit á næmingarnar; skrivligu avrikini undan­tikin var lætt fyri næmingar at vera passivar og fráverandi stóran part av tíðini. Næmingarnir vórðu tó hvønn blokk bidnir um at geva til kennar, at teir vóru til staðar.

Summir lærarar í føroyskum lótu næmingarnar arbeiða við eini bók. Teir gjørdu spurningar og settu næmingar í bólkar. Næmingarnir fingu góðar stundir at arbeiða, reflektera og hugsavna seg, og teir sluppu undan at at sita framman fyri telduni alla tíðina. Summir lærarar fóru hvønn tíma inn og spurdu, hvussu gekk, meðan aðrir boðaðu næmingunum frá, at teir altíð kundu spyrja gjøgnum Teams, teldupost, telefon ella annað. Framløgurnar skuldu avdúka innsatsin – ábyrgd fyri egnari læring var aðalhugsanin.  

Ein lærari kom inn á, at á Teams hoyrdi og sá man, at næmingarnir vóru loggaðir á, men man sá ikki, um teir fylgdu við. Tað var eisini tungt at lurta, tí at ljóðið á Teams er so vána­ligt í mun til natúrligu ljóðini. Tí skipaði hann undirvísingina soleiðis, at hann hevði ein inngang ella kunning um eitt evni og síðan eina skrivliga uppgávu, sum næmingarnir skuldu lata inn. Hann hevur annars ikki lagt dent á tann skrivliga formin, tí próvtøkan er munn­lig. Upp­gávurnar hava verið hóskandi hjá næmingunum at svara innan blokkurin var liðugur. Tær smærri skrivligu uppgávurnar í lærugreinunum við ongari næmingatíð hava gjørt teir stillu næmingarnar sjónligar.

Í summum blokkum royndi hann at hava dialog/kjak í undirvísingini. Her brúktu tey kjatt-rásina, tá ið tey vildu siga okkurt. Tað riggaði, men tað vóru tey somu, sum vanliga buðu seg fram og komu framat í kjakinum. Ein vandi var, at summir næmingar ikki vildu sleppa orðinum, tá ið teir komu framat. Hann helt, at Teams sum heild riggaði væl til keldugreiningar og myndagreiningar. Men aktiviteturin var lítil fyrsta tíma á degnum, javnan komu geisp, og hann hevði mistanka um, at summir næmingar enn lógu í songini.

Avbjóðingin í ítrótti á C stigi hevur verið at varðveita tann praktiska og kropsliga partin av lærugreinini. Næmingarnir skuldu velja millum: At fara út at ganga, renna ella súkkla,  gera styrki­venjingar – sjálvvaldar ella onkrar, sum ein venjari hevur givið teimum. At gera eina dansiseriu á YouTube, sum bleiv heft upp í teldupostin. At finna upp á annan ítróttar­aktivitet. Fyri at dokumentera luttøku skuldu tey taka eina sjálvsmynd (selfie), og leggja á Moodle saman við stuttari frásøgn/frá­greiðing av teirra ítróttarvali. Tey fingu einar 3-4 dagar til frítt at velja, nær tey gjørdu uppgávuna; bara tey hildu seg til tíðarfreistina.

Tað hevur verið ein fragd at staðfesta, at luttøkan hevur verið at kalla 100%. Eisini hevur verið stuttligt at lesa teirra frágreiðingar um, hvat tey hava gjørt, tí nógvar hava verið góðar og seriøsar, men eisini skemtiligar. Nógvir av næmingunum hava upplivað hetta sum eitt kærkomið avbrot í “vanligu” video ella upp­gávuundirvísingini, sum hann eisini sjálvur hevur brúkt í aðrari lærugrein.

Hann kannaði ikki eftir, um næmingarnir søgdu satt – kanska onkur er farin útum at taka eina selfie, onkur annar lagt eitt kopi av venjingarætlan. Men náms­frøðiliga og fakliga hevur hetta givið meining fyri næmingarnar, og teir vita, at tað byggir á álit og ábyrgd. Naivur hugsunarháttur? Kanska, men við at geva næmingun­um frælsi at arbeiða uttan ov nógv eftirlit, vaksa flestu teirra og ásanna, at ábyrgdin av læringini er teirra. Sjálvandi má havast í huga, at metodufrælsið hjá okkum sum lærarar er týdningarmikið, tí at tað er ógjørligt at finna ta røttu loysnina til, hvussu undir­vísing skal fremjast. Fjarundir­vísingin er einki undantak.

Hvat siga næmingar?

Næmingar vísa á fleiri fyrimunir við fjarundirvísing, tá ið ræður um tað sosiala. Tvey nevndu, at tað, at man hoyrdi øll á Teams, virkaði eins og tey vóru í skúlanum. Nógvir næmingar nevna, at teir fingu meira svøvn, meðan fjarundirvísingin var, tí at teir ikki skuldu so tíðliga upp. Tey, sum búgva á bygd, sluppu undan at koyra aftur og fram. Summi vístu á, at tað er deiligt at vera heima leingi. Tey nevndu eisini, at tey spardu sera nógvar pengar, tí at teir sluppu undan at keypa úr kantinuni. Tá ið fríkorterini vóru, kundu tey fáa sær ein lúr ella ganga ein túr. Fleiri nevndu, at tað ikki er neyðugt at vera væl klæddur hesar dagarnar. Eisini segði onkur, at tað er vælsignað at sita í náttklæðum og drekka kaffi allan morgunin. Meðan undirvísingin var, kundu næmingar gera ymiskt, ganga túrar og hava telefonina við, liggja í songini og lurta eftir undirvísing, keypa inn, fara í bað, til lækna ella leggja seg at sova. Fleiri nevna, at tey vóru minni strongd av skúlagongd undir fjarundirvísing. Tey svóvu meir, meðan fjar­undir­vísingin var. Onkur helt, at tey hava lært meir hesar vikurnar, tí at tey vóru útsvøvnt. Onnur fortaldu, hvussu troytt tey vóru mentalt og høvdu ikki mót at ganga meira í skúla.

Næmingar vístu eisini á avbjóðingar við fjarundirvísingini. Teir saknaðu felags­skapin, teir kendu seg einsamallar og isoleraðar. Tað var torført at halda frí, tí at skúli og frítíð vóru á sama staði, og onkursvegna var einki mark millum skúla og frítíð. Fyri summi er einsemið nívandi, og tað elvdi til strongd at sita heima einsamøll framman fyri telduni allan dagin. Ein næmingur sigur, at tað kendist ósunt at sita við telduna alla tíðina, tí at undirvísingin fór fram á netinum, og samstundis spældu teir telduspøl, so hann kundi sita framman fyri eina teldu 15 tímar um dagin. Ein nevndi, at fjarundirvísingin var ein sonn roynd fyri sálarheilsuna og vælferðina sum heild. Nógvir næmingar nevndu, at teir høvdu lyndi til at missa fokus. Fleiri vístu á, at tað var rættiliga lætt at skulka undir fjarundirvísingini. Av tí, at teir sótu so nógv inni, byrjaðu teir at eta meir og samstundis røra seg minni.

Næmingar siga, at fjarundirvísing er ein góð fyribils loysn, sum støðan í samfelagnum var. Onkur helt, at fjarundirvísingin eydnaðist sum heild væl. Lærarar fáa rós fyri, hvussu teir skipaðu undirvísingina. Tað besta var, tá ið uppgávurnar vórðu lagdar út dagin fyri, tí at tað gav teimum møguleikan at fyrireika seg og gera sær ætlanir um, hvat teir ætlaðu at gera til tíman. Tað kendist summum eitt sindur fríari, tí at í nøkrum lærugreinum kundu tey sjálv gera av, nær tey ”høvdu tíman”, bara uppgávan varð svarað fyri evsta mark. Tí kundu tey í summum lærugreinum gera upp­gávurnar, áðrenn tímin var. Fjarundirvísingin hevur sett mark fyri, hvussu nógv man kann gera ein tíma, soleiðis at tey sum oftast fingu eina uppgávu ístaðin fyri fleiri, og hetta gjørdi, at næmingarnir fingu betri stundir at svara. Sjálvt um tað ikki varð gjørt so nógv hvønn tíma, var arbeiðið betri, hildu fleiri. Tær smáu uppgávurnar motiveraðu summar næmingar, tí at teir einans fingu grønar blokkar, um teir sendu uppgávur inn hvønn blokk; tað gjørdi, at teir arbeiddu harðari enn tá ið teir vóru í skúlanum. Fleiri nevndu, at tað hevði týdning at fáa grønar blokkar (onga fráveru). Onkur segði eisini, at teir savnaðu seg betur um tíma-innlatingarnar, tí at teir vóru einsamallir heima og burtur frá larmi og gangi. Nøkur nevndu, at tey lærdu nógv av at arbeiða sjálvstøðugt við uppgávum, og tað at arbeiða á henda mátan hevur lært tey at taka ábyrgd, tí at tað ikki var so lætt at sleppa sær undan. Teimum dámar væl, at teir kundu skriva til læraran um hjálp, og at teir fingu hjálp næstan beinanvegin, har man í skúlanum er noyddur bíða til lærarin er tøkur.

Tveir næmingar nevna, at tað var lættari at fylgja við, hóast teir vóru illa fyri, tí at teir kundu liggja í songini og fylgja við undirvísingini. Teir nevndu, at hetta var ein møguleiki, sum skúlarnir kundu nýta framyvir, um ein næmingurin ikki fær komið í skúla, til dømis vegna sjúku. Fleiri nevna, at teir høvdu Teams frá, men vóru ikki mentalt til staðar, tí teir gjørdu okkurt annað ella løgdu seg at sova. Onkuntíð var torført at fáa orðið, tí at tað bara vóru tey somu, sum tosaðu. Serliga tey smædnu hildu seg aftur at tosa í Teams.

Næmingar vístu á, at lærarar góvu fleiri uppgávur enn vanligt, serliga í byrjanini; teir skuldu næstan altíð lata inn í endanum av blokkinum, so tá ið teir høvdu fýra blokkar, sótu teir ein heilan skúladag og næstan bara gjørt uppgávur. Hetta gjørdi skúladagarnar strævnar og keðiligar, tí at tað ikki var nógv variatión í blokkunum. Teir sótu onkran dag upp í 12 tímar út í eitt, tí at teir eisini skuldu gera innlatingar til dagin eftir. Onkur nevndi, at tað kendist hugtungt og deprimerandi at sita tíma eftir tíma á Teams. Tí var tað ov lætt at gera okkurt annað. Ein skrivar, at tað var tað reina rukkulív við øllum uppgávunum, sum skuldu latast inn. Alt snúði seg bara um at fáa grønar blokkar, men lærdómurin var eingin. Hetta at undir­vísingin gerst so ópersónlig, gjørdi, at teir fóru heldur Face­book ella Youtube. Hetta við mongu uppgávunum gjørdi, at tey sum eru orðblind høvdu torført at fáa nakað burtur úr. Men eftir páskir kom vend í, tá ið lærarar byrjaðu at geva færri skriv­ligar innlatingar eftir hvønn blokk. Fleiri gramdu seg um, at teir fingu ov lítla hjálp við uppgávunum og fingu í fleiri umførum ikki nakrar afturmeldingar frá lærarunum, so teir vistu hvørki út ella inn. Næmingar gramdu seg eisini um, at tað var torført at betra um ársmetini, kanska serliga í munnligum.

Kjak og hugskot

Tann 7. apríl kunnger løgmaður lóg, sum gevur landsstýrimanninum heimild at víkja frá galdandi reglum um próvtøkur. Og 13. mai kunnger landsstýrismaðurin reglur um próv­tøkur á sumri 2020, har millum annað verður gjørt av, at næmingar á seinna ári á fyri­reikingar­breytini skulu hava ársmet, og skulu bara til 4 próvtøkur. Hesar ásetingar eru kopi av donskum ásetingum, og gjørdar í teirri trúgv, at so man tað vera í lagi. Men er hetta í lagi? Tað er lógligt, men er tað skilagott? Tað var eins og teppið bleiv skrykt undan næmingunum. Teir hava onkurs­vegna gingið í skúla undir skeivum fortreytum, tað hevur ikki verið neyðugt hjá teimum at lifra fyri lærarum ella at hugtaka teir, tí at teir vistu, at teir ikki skuldu hava ársmet. Tí bleiv tann seinasti mánaðurin av fjarundirvísingini merktur av, at fokus fór frá læring til karakterir.

Ein etisk regla er, at lærarar hava opinleika um, hvussu ársmet verða givin, og til dømis á Glasi ber hetta í sær, at lærarar kunna næmingar við skúlaársbyrjan, hvussu ársmet verða givin. Á fyrireikingar­breytini eru eingi ársmet, og tískil heldur eingin kunning. Men nú krevur undantaksreglan, at ársmet skulu gevast. Hetta setir lærararnar í eina keðiliga støðu. Tað at geva ársmet er ein tíðar­krevjandi uppgáva, sum eisini er ein sam­vitsku­spurningur. Lærarar fáa ikki løn fyri at geva ársmet (og onnur støðumet). Ársmet eru ikki nevnd á YF-sáttmálanum, ið hevur sum grundreglu, at lærarar skulu bara hava løn fyri tað, sum teir gera, men í hesum føri ikki fyri alt, sum teir gera.

Tá ið fjarundirvísing skuldi setast í verk í skundi, mátti hon vera synkron eftir tímatalvuni, tí tað er møtiskylda á miðnámi, og skúlin skal halda eftirlit við, at næmingar møta upp og lata kravdar uppgávur inn. Tað er ivasamt, hvussu effektivt hetta eftirlit hevur verið. Til dømis siga næmingar, at tað er lætt at gera okkurt annað í tímanum, tí lærarin sær tað ikki. At tosa um álit í sambandi við fjarundirvísing, ljóðar væl, men tað, sum eyðkennir miðnáms­útbúgvingar er eftirlit – og ikki álit. Næmingar skulu vera lestrarvirknir, og tí skráseta vit fráveru og innlatingar, ið verður brúkt sum prógv í hesum sambandi.

Hugtakið álit er ikki so einfalt. Gamalt var at hava álitismenn í álitisstørvum. Í hesum liggur, at vit hava størri álit á summum fólkum enn á øðrum, og álit er nakað, sum verður bygt upp gjøgnum langa tíð, har viðkomandi í verki vísir, at hann er álítandi. At lata næmingarnar taka ábyrgd er nakað annað. Orðið ábyrgd er nógv misnýtt, og meiningin við tí í undirvísing og læring má vera, at næmingurin stendur til svars fyri tað, sum hann ger. Tá ið ein álítandi persónir fær ábyrgd, veksur hann við uppgávuni. Miðnám hevur sum høvuðsendamál at venja næmingarnar at taka størri ábyrgd.

Meðan næmingar høvdu fjarundirvísing, ger Mentamálaráðið av, at undir­vísingin á fyrsta og øðrum ári skuldi leingjast við tveimum vikum. Orsakir­nar fyri hesi avgerð fekk eingin, men vit á Miðnámsriti spurdu Yrkisfelagið, sum upplýsti, at høvuðs­orsøkin var, at fjar­undirvísingin ikki riggaði nóg væl. Í boðum frá Menta­málráðnum um próvtøkur og annað verður fjarundivísingin eisini kallað neyðundirvísing, sum vísir, hvussu myndug­leikarnir fataðu hesa undirvísing. At skera alt yvir ein kamb var ikki so heppið, tí at summir lærarar høvdu gjørt eitt gott og miðvíst arbeiði, og næmingar føldu eisini, at undirvísingin var nøktandi.

Hinvegin kann vera, at neyðin í fjarundirvísingini er, at stórur partur av næmingunum er ikki búgvin til hesa undirvísing, og at eftirlitið við næmingunum er truplari enn í vanligari undirvísing. Hjá nógvum næmingum snýr tað seg mest um at fáa grønar blokkar (ikki fráveru), og karakterøðin hevur flutt seg úr skúlastovuni inn í Teams. Í fjarundir­vísing síggja vit ikki, um fólk eru glað, kedd, ill ella frustrerað, sum er natúrligur partur av samskiftinum í vanligari undirvísing.

Neyðin lærir nakna kvinnu at spinna, og okkurt hava vit lært av fjarundirvísingini, sum vit kunnu brúka, tá ið umstøðurnar koma aftur í ta gomlu leguna. Fara vit framyvir at kunna hava fjarundirvísing av neyð? Lærlingar, sum eru uttanlands á skeið, kunnu fylgja undir­vísingini, meðan teir eru burtur. Og fólk, ið eru noydd at vera við hús, kunnu fylgja undir­vísingini in absentia.

Meðan korona var, hava vit kanska verið eitt sindur snævur­skygd, og ikki verið opin fyri ymiskum amboðum í fjarundirvísing. Nógv bendir á, at tað, sum er mest brúkt, eru Teams-fundir og uppgávur, sum skulu latast inn í seinasta lagi, tá ið tímin endar. Men onnur amboð eru til taks, og kunnu undir ávísum umstøðum vera betur egnað. Moodle er sum gjørt til fjarlestur. Sum nú er, kunnu fólk, ið ætla at taka einstaka lærugrein á mið­námi, vera antin staklesandi við møtiskyldu ella sjálvlesandi. Her hevði fjarlestur verið ein gyltur millumvegur. Spell, at ein korona-kreppa skal til, áðrenn at vit síggja tað.

Neyðin kann hava lært okkum nógv. Eftir samrøðunum at døma hevur hon lært okkum at sleppa okkum av við óhepna vanahugsan, til dømis ta at næmingar ikki skulu skriva í læru­grein, sum bara hevur munnliga próvtøku. At skriva um tað, sum tú lærir, fremur læring, tí tú skalt seta orð á tað, sum tú hugsar. Og skrivligt arbeiði, sum er gjørt í skúla­num, kann latast inn til læraran, sum kann taka tað upp í næsta tíma. Hesin arbeiðsháttur er framman­undan ikki óvanligur, og hann hevur riggað væl. Tað avgerandi er, at vit í undir­vísingini flyta fokus frá undirvísing til læring.

Aðrar greinar í miðnámsrit 19