Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Hví ger undirvísing í búskapi so lítlan mun?

Eftir Robert H. Frank, Týðing: Olav Absalonsen í miðnámsrit 2, juni 2014

Henda grein stóð í New York Times tann 12. august 2007

Robert H. Frank

Týðing: Olav Absalonsen

Tá ið eg byrjaði at undirvísa í búskapi í 1970’unum, legði eg til merkis, at fólk hugdu undarliga upp á meg, tá ið tey hoyrdu, hvørjum eg undirvísti í. Tá ið eg spurdi tey hví, svaraðu fleiri teirra nakað so: “Eg hevði grundleggjandi búskap í skúlanum fyri mongum árum síðani, og har vóru allar hesar løgnu líkningarnar og kurvurnar.”

Hesi keðiligu minni høvdu helst sínar orsøkir. Kanningar hava víst, at tá ið næming­ar fóru til roynd í grundleggjandi búskapi seks mánaðir eftir, at teir høvdu verið ígjøgnum eitt skeið í innleiðandi búskapi, kláraðu teir seg ikki frægari í miðal enn tey, sum ongantíð høvdu havt búskap í skúlanum. Í øðrum pørtum av samfelagnum hevði ein sovorðin staðfesting ført til endur­skoðan. Men í skúlaverkinum góðtaka næmingar og foreldur hesa støðu ár eftir ár.

Hví eru innleiðandi skeið í búskapi so ineffektiv? Eitt møguligt svar er, at lærarar royna at læra næmingarnar alt ov nógv. Eitt týpiskt skeið grýtir næmingarnar undir í hundraðtals evnum, og nógv av teimum byggja á fløktar líkningar og kurvur. Sum Nobelprístakarin George J. Stigler skrivaði fyri meira enn 40 árum síðani: “Tann stutta gjøgnumgongdin av hvørjum einstøkum av mongum teknikkum og problem­um gevur ikki næminginum nakran grundleggjandi búskparligan logikk, sum hann kann nýta at greina búskaparligar spurningar, ið hann møtir sum borgari.” Tann støddfrøðiliga formalisman, sum er blivin aðal­merki í búskaparligari gransking, hevur givið okkum nógv, men hon hevur ikki hjálpt næmingum á byrjanarstigi at læra grundleggjandi búskaparligar reglur.

Tey góðu tíðindini eru, at lærihættir, sum hava kollvelt undirvísing í fremmanda­máli, eisini kunnu gera sama mun í búskapi og øðrum lærugreinum. Eg hevði spanskt í 4 ár í high school, men hevði sera trupult at fáa spaniólar at skilja meg, tá ið eg var í Spania og ferðaðist. Tá var nógvur dentur lagdur á grammatiskar smá­lutir, sum svarar til tað tekniska tilfarið, sum plágar næmingar, ið taka búskap á byrjanar­stigi. Í málundirvísing í dag verður roynt at nýta ta organisku til­gongd­ina, sum børn nýta, tá ið tey læra sítt egna mál.

Fyrstu ferð eg upplivdi henda nýggja mátan var, tá ið eg skuldi undirvísa í stødd­frøði og náttúruvísind í Nepal. Vit lærdu at málbera okkum grammatiskt rætt, men vit fingu onga undirvísing í grammatiskum reglum. Vit skuldu læra málið frá grundini og skuldu duga at undirvísa á nepali bara 13 vikur seinni. Tað, sum vit lærdu, var grundleggjandi, men tað bar til.

Eins og bara nakrir fáir einfaldir setningar gera smá børn før fyri at greiða frá nógv­um ymiskum hugsanum, so kunnu nakrar fáar grundleggjandi reglur lyfta nógv í búskapi. Tann, sum leggur dent á hesar fáu reglur og lærir at nýta tær aftur og aftur í dømum, sum næmingurin kennir aftur, kann gerast kønur í teimum eftir einum semestri.

Mátin, sum ein ognar sær lærdóm, hevur týdning. Av tí at vit hava eina siðvenju at siga frá søgum, hevur mannaheilin ein íbornan eginleika at taka ímóti, tá ið onkur sigur frá. Fyri nógvum árum síðani kom eg út fyri einari uppgávu, sum nýtir júst hesa styrki.

Tvær ferðir hvørt semestur biði eg næmingarnar seta ein spurning, ið er grund­aður á okkurt, sum tey persónliga hava sæð ella lagt til merkis. Við 500 orðum í mesta lagi skulu tey nýta gundleggjandi búskaparligar reglur at svara spurningi­num.

Ein stórur partur av næmingunum nýtir cost-benefit regluna, sum sigur, at ein rationellur persónur tekur avgerðir eftir, um inntøkan av avgerðini er størri enn kostnaðurin. Henda regla kann forklára avgerðir hjá myndugleikum, sum annars kunnu tykjast løgnar. Ein fyrrverandi næmingur, Greg Balet, spurdi, hvussu tað bar til, at foreldur skulu binda smábørn í barnastól, tá ið tey fara eitt stutt ørindi við bili, men hava loyvi at flúgva úr New York til Los Angeles við smábørnum í fanginum.

Eitt svar kundi verið, at um flogfarið dettur niður, ger tað lítlan mun, um barnið er íbundið ella ikki. Men Balet førdi fram, at av tí at tann veruligi vinningurin av at hava trygdarbelti í flogførum er at forða fyri skaða av turbulensi, skuldu barna­stólar verið líka nýtiligir í flogførum sum í bilum.

Forkláringin má finnast á kostnaðarsíðuni, segði hann. Tá ið tú fyrst hevur sett ein barnastól í bilin, kostar tað einki at brúka hann. Men um tú fert við flogfari úr New York til Los Angeles, mást tú keypa ein ferðaseðil afturat, sum kanska kostar $ 1.000.

Barnastólar klára tískil oftari cost-benefit testina í bilum enn í flogførum. (Bú­skap­ar­frøðingar hava eitt einfalt svar til tey, sum ikki halda, at kostnaður hevur nakað at siga í avgerðum um trygd: “Fært tú bremsurnar í bilinum eftir­kannaðar hvønn morgun á veg til arbeiðis?”) Tá ið vit hugsa um týdningin av búskaparligum avgerðum, vit skulu taka, bæði sum einstaklingar og sum samfelag, mugu vit sanna, at effektivari venjing í bú­skapi hevði loyst seg. Og tá ið vit síggja, hvussu lítið undirvísing í búskapi nyttar, sum er, váða vit einki, um vit royna okkurt nýtt.

Aðrar greinar í miðnámsrit 2