Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 2
Um blaðið
Góðu lesarar!
Hesuferð er blaðið merkt av søguligum tilfari; men annað tilfar er eisini. Í vetur var hátíðarhald á Føroya Handilsskúla í sambandi við, at tað vóru 30 ár eru síðan, at bygningurin á Marknagili bleiv bygdur. Heðin Samuelsen helt røðu til hátíðarhaldið. Røðan hjá honum er prentað í blaðnum.
Vit hava brot úr søguni hjá føroysku fakfeløgunum fyri miðnámsskúlalærarar. Jákup í Gerðinum hevur skrivað um YF (Yrkisfelagið), Eyðgunn Samuelsen hevur skrivað um FTL (Føroya Tekniska Lærarafelag) og Tórður Johannesarson hevur skrivað um LH (Lærarafelag Handilsskúlan).
Tvær greinir eru um námsfrøðiligu útbúgvingina fyri miðnámsskúlalærarar; Búgvi Poulsen og Tórður hava skrivað hvør sína. Í fimm ár hava lærarar á Føroya Handils- skúla havt námsfrøðilig tiltøk, sum Tórður hevur skrivað um. Alex Ocampo hevði eitt upplegg í vár og hann hevur skrivað um evnið, sum hann umrøddi.
Olav Absalonsen hevur tvær greinir. Tann fyrra er ein týðing av grein hjá Robert Frank um, hví undirvísing í búskapi ger so lítlan mun. Vit ætla framyvir at skriva um búskaparlig evni. Hesuferð hevur Olav skrivað um Jules Dupuit og cost benefit greiningar av almennum verkætlanum.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Tak niður sum PDF