Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 24
Um blaðið
Umleið 20% av øllum næmingum hava tørført við at læra at rokna, og ein triðingur av hesum er talblindur. Fyrr varð hildið, at tey, ið ikki dugdu at rokna, høvdu lágan intelligens, men so er ikki. Tað er vanliga góðtikið at halda, at støddfrøði er trupul og ómøgulig at læra, men eisini tað er ein myta.
Ikki er neyðugt, at allir tímar í skúlanum skulu haldast inni í einari skúlastovu. Nógvir møguleikar eru uttan fyri skúlan. At vitja Listasavnið er ein.
Miðnám skal byggja brúgv millum fólkaskúla og víðari útbúgving. Tí eigur samstarv á miðnámi at vera minni kooperativt og meiri kollaborativt.
Lærutilfarið í føroyskum miðnámsskúlum er sum heild danskt. Ein kanning vísir, at næmingar á miðnámi hungra eftir føroyskum tilfari.
Hvør ger av, hvørji evni verða tikin fram í undirvísingini, og hvussu tey verða viðgjørd? Hvussu er vorðið við sokallaða metodufrælsinum hjá lærarum?
Galdandi skipan á miðnámi er frá 2013. Forkvinnan í YF heldur, at tíðin er búgvin at enduskoða bæði kunngerðir og sáttmála.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit:
Talblindir næmingar – hvat, hví og hvussu? Rakul Napoleonsdóttir.
Støddfrøði er komin í ringt orð. Tórður Johannsearson.
Listasavn Føroya – eitt ríkt tilfeingi á miðnámi. Solveig Hanusardóttir Olsen.
Samstarv í undirvísing og læring. Olav Absalonsen.
Næmingar á miðnámi sakna føroyskt lærutilfar. Tórður Johannesarson.
Er metodufrælsið hótt? Jón í Haraldsstovu.
Miðnámsskúlaútbúgvingin má endurskoðast. Birna Heinesen.
Tak niður sum PDF