Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Talblindir næmingar - hvat, hví og hvussu?

Eftir Rakul Napoleonsdóttir í miðnámsrit 24, mars 2022

Í hesi grein verður ljós varpað á teir næmingar, ið hava serligar avbjóðingar í støddfrøði og øðrum lærugreinum, har tøl og talmongdir hava týdning. Fyri nøkrum árum síðan var vanlig fatan, at næmingar, ið ikki dugdu at rokna, høvdu lágan intelligens og vóru ikki skikkaðir til miðnám ella hægri lestur. Nú er vísindin samd um, at talblindni (dyskalkuli) og orðblindni (dysleksi) ikki standast av avmarkaðum evnum at hugsa, skilja og læra, men eru harafturímóti íbornir neurologiskir veikleikar, ið skúlaskipanir víða hvar eiga at taka í álvara.

Støddfrøði verður roknað sum ein tann størsta og týdningarmiklasta lærugreinin í skúlaskipanini. Allir næmingar hava ikki eins góðan hug til støddfrøði, og allir næmingar hava ikki eins lætt við at læra støddfrøði. Soleiðis hevur tað altíð verið, og hetta hevur verið roknað sum púra vanligt.

Tey, ið hava kannað próvtøkuúrslit í støddfrøði í ymiskum londum farnu árini, siga, at millum 15 og 22 prosent av øllum næmingum hava trupulleikar við at læra støddfrøði, og at henda laka læruúrtøkan kemur til sjóndar í ársroyndum og próvtøkuúrslitum.

Tey, ið hava granskað í sernámsfrøðiligum spurningum á fólkaskúla- og miðnámsskúla­økinum, siga, at teir næmingar, ið ikki duga støddfrøði eins væl og javnaldrar, skulu ikki setast í sama bólk, men harafturímóti skiftast sundur í tveir ymiskar bólkar. Hesir bólkar eru:

  • Næmingar, ið eru talblindir; enska heitið er “developmental dyscalculia”
  • Næmingar, ið hava trupulleikar við støddfrøði av øðrum orsøkum; enska heitið er “mathematical learning difficulties”

Niðanfyri verða bólkarnir viðgjørdir hvør sær.

Næmingar, ið eru talblindir

Leiðandi granskarar siga, at millum 5 og 7 prosent av øllum næmingum eru talblindir. Lutfallið millum gentur og dreingir er 1:1. Hetta merkir, at í hvørjum skúlaflokki kunnu sita ein, tveir ella tríggir næmingar, sum ikki megna teir mest grundleggjandi førleikarnar í støddfrøði og tískil hava trupult við:

  • at leggja tøl saman
  • at draga frá
  • at falda
  • at býta
  • at skyna klokkuna
  • o.s.fr.

Tá ið næmingarnir ikki megna grundleggjandi aritmetikk, sigur tað seg sjálvt, at teir eru púra fyri ongum, tess longri teir koma í skúlaskipanini.

Tað, ið eyðkennir næmingar, ið eru talblindir, er, at teir á øðrum økjum og fakligum mótum eru eins væl fyri og javnaldrarnir. Teir hava eins lætt við at læra mál og onnur. Teir duga eins væl at lesa, greiða og greina tekstir. Teir hava eins stórt innlit í søgulig og samfelagslig viðurskifti. Teir standa seg eins væl í skapandi lærugreinunum og í ítrótti. Teir hava eins nógvar vinir og eru eins virknir á sosialu miðlunum, o.s.fr. Tað er bara, tá ið teir skulu fáast við tøl, at teir smokka niðurímillum og krevja serligt námsfrøðiligt uppmerksemi.

Talblindni var fyrr í tíðini sett í samband við lágan intelligens og uppfatað sum eitt tekin um menningartarn. Mongu søgurnar um, at talblind fólk hava skarað framúr á mongum øðrum økjum, hava punkterað hesa mytuna, og í 21. øld verður talblindni lýst sum ein psykiatrisk diagnosa, sum hevur síni egnu sjúkueyðkenni.

Talblindni er ein nógv nýggjari diagnosa enn orðblindni, og av somu orsøk vita granskarar ikki eins nógv um talblindni, sum teir vita um orðblindni. At granskingarøkið er nýtt, merkir eisini, at mongdin av hjálparamboðum, sum eru ment til næmingar, ið eru talblindir, er lutfalsliga avmarkað og fábroytt.

Leiðandi granskarar eru samdir um, at orsøkin til at nakrir næmingar eru talblindir er, at teir hava ein viðføddan, neurologiskan veikleika í heilanum. Hetta merkir, at teir partar av heilanum, ið eru serliga virknir, tá ið ein fæst við talviðgerð, hava niðursett virkisføri ella eru ikki mentir eins væl og aðrir partar av heilanum.

Ein hevur kunnað staðfest, hvørjir partar av heilanum eru ávirkaðir, við at nýta neurologiskar kanningarhættir. Ein hevur bæði:

  • kannað heilan hjá fólki, ið hava fingið heilaskaða og hareftir hava mist ein førleika – nevniliga førleikan at skilja tøl og at fáast við tøl
  • skannað heilan hjá næmingum, ið eru talblindir, meðan teir loysa eina uppgávu í støddfrøði, og samanborið heilavirksemið hjá hesum somu næmingum við heilavirksemið hjá næmingum, ið ikki eru talblindir, tá ið hesir loysa somu uppgávu

Ein stórur partur av teimum næmingum, ið eru talblindir, hava talblindni sum høvuðstrupulleika – og sum einasta psykiatriska trupulleika. Men kanningar vísa, at talblindir næmingar kunnu eisini hava samdiagnosur. Tær mest vanligu eru:

  • ADHD
  • orðblindni
  • epilepsi

Næmingar, ið hava trupulleikar við støddfrøði av øðrum orsøkum

Kanningar vísa, at umframt teir næmingar, ið hava trupulleikar við støddfrøði, tí teir eru talblindir, hava millum 10 og 15 prosent av øllum næmingum trupulleikar við støddfrøði av øðrum orsøkum. Høvuðsorsøkirnar eru:

  • at teir ikki hava havt nóg góðar lærarar í støddfrøði gjøgnum skúlagongdina og hava tískil ikki lært grundleggjandi støddfrøðiførleikar
  • at foreldur teirra hava lítla og onga útbúgving og hava tískil ikki verið før fyri at stuðla teimum gjøgnum skúlagongdina og hjálpt teimum við heimaarbeiði
  • vantandi motivatión
  • angist fyri støddfrøði

Sum sæst omanfyri, eru tað ikki neurologiskar orsakir, ið gera, at hesir næmingar ikki standa mát í støddfrøði. Og hesir næmingar hava av somu orsøk tørv á einum øðrum pedagogiskum stuðli enn næmingar, ið eru talblindir.

Talblindni – hvussu verður diagnosan sett?

Tey, ið undirvísa í støddfrøði, gerast rættuliga skjótt varug við, hvørjir næmingar hava serligar avbjóðingar í lærugreinini. Í londum, ið hava givið talblindni ans seinnu árini, hevur ein ment fýra sjálvstøðugar og tó samanhangandi kanningartilgongdir í royndini at fáa eyga á henda málbólkin so tíðliga í skúlagongdini sum gjørligt:

  • Ein screeningstest: Allir næmingar í einum flokki verða bidnir um at loysa einfaldar rokniuppgávur, har teir skulu telja tøl, leggja saman, draga frá, falda, býta, o.s.fr.
  • Einstaklingsrættað test: Teir næmingar, ið hava stórar trupulleikar í screeningstestini, fáa eina serliga test, har teir skulu loysa fleiri ítøkiligar uppgávur, ið skulu vísa, hvør høvuðstrupulleikin er
  • Eygleiðing: Ein serkønur persónur fer inn í støddfrøðitíma at eygleiða viðkomandi næmingar, meðan undirvísingin er. Endamálið er at fáa eyga á, hvussu næmingurin tekur lut í undirvísingini, og at finna fram til, hvørjar mannagongdir hann hevur ment fyri at fjala út yvir avbjóðingarnar
  • Ein samrøða við allar teir lærarar, ið undirvísa næminginum, fyri at kunna staðfesta í hvørjum lærugreinum næmingurin stríðist

Tað finnast nógvar screeningstestir, ið hava til endamáls at sálda tey, ið hava trupulleikar við støddfrøði, frá øðrum. Men fáar av hesum testum eru autoriseraðar – tað er, at tær eru mentar av fakfólki og eru av slíkum slagi, at tær kunnu sigast at vera eftirfarandi (validar) í sernámsfrøðiligum høpi.

Tær screeningstestir, ið eru á marknaðinum, eru eisini eitt sindur ymiskar frá landi til land. Og alt hetta ger screeningsarbeiðið eitt sindur fløkt og trupult at fáast við og at seta í verk.

Hvønn pedagogiskan stuðul hava talblindir næmingar tørv á?

Tey, ið granska í talblindni, eru samd um, at tess fyrri diagnosan verður sett, tess størri møguleikar eru til at hjálpa og vegleiða teir næmingar, ið eru talblindir.

Mælt verður tí til, at ein longu í barnagarðs- og forskúlaaldri skal fremja screeningar av øllum børnum.

Tað pedagogiska tilboðið, ið verður veitt, eigur bæði at verða tongt at aldursbólki og at næminginum sjálvum. Næmingar eru ymiskir – teir hava ymiskar læristílar og læristrategiir.

Tey pedagogisku tilboð, ið verða givin, eru ofta tongd at hesum leiðreglum:

  • Næmingalagað undirvísing. Tú byrjar undirvísingina á tí stigi, næmingurin er á – og ikki á tí floksstigi, hann hoyrir til
  • Stuðulstímar, sum hava neyvt endamál. Ein arbeiðir bæði við ávegismálum og endamálum
  • Uppgávur, ið talblindir næmingar fáa, skulu vera sera neyvt orðaðar. Næmingurin sær ítøkiliga og stigvíst, hvat verður væntað av honum

Afturat hesum roynir ein at menna amboð og funkur, ið kunnu stuðla talblindum næmingum at sleppa inn í støddfrøðiliga heimin, og at síggja veruleikan við støddfrøðiligum brillum. Á hesum móti hevur ein øll tey hjálpitól, ið seinnu árini eru ment á dysleksi-økinum, sum fyridømi.

Hvussu eru útlitini, um einki verður gjørt til at stuðla talblindum?               

Av tí at talblindni er ein lutfalsliga nýggj diagnosa, hava vit avmarkaða vitan um, hvussu tað gongur hjá hesum málbólki á útbúgvingar- og starvsleiðini seinni í lívinum.

Tey, ið eru serkøn á økinum, vísa tó á, at talblindir næmingar trívast verri enn floksfelagarnir í fólkaskúlanum og á miðnámi, tí tað er so svárt og eyðmýkjandi at kenna seg sum ein sibba í hvørjum einasta støddfrøðitíma.

Somu serfrøðingar vísa á, at fólk, ið eru talblind, eru í størri vanda fyri ikki at gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving og eina víðari útbúgving, tí førleikin at fáast við tøl er so grundleggjandi í allari skúlaskipanini. Og endar ein uttan fyri skúlaskipanina, er øktur vandi fyri, at ein seinni í lívinum endar uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Hetta merkir, at talblindni kann verða (og er ofta) ein trupulleiki, ið ávirkar alla lívsleiðina.

Keldur

Mononen, R. & Lopez-Pedersen, A. (2019): Matematikkvansker. Í: Specialpædagogik. Cappelen Damm Akademisk.

Price G. R. & Ansari, D. (2003): Dyscalculia. Characteristics, causes ans treatments. Numeracy 6 (1).

Shalev, R. (2004): Developmental dyscalculia. Journal of Child Neurology, 19 (10).

Aðrar greinar í miðnámsrit 24