Onki úrslit

Miðnámsrit 23

Um blaðið

Undirvísing snýr seg ikki um at fylla spannir – altso ikki bara at bera vitan víðari – men at birta í, at skapa og læra at læra. Læring millum javnlíkar (peer learning á eingilskum) er eitt týðandi ískoyti í hesum sambandi. Góð viðurskifti millum lærara og næming elva eisini til eitt gott læringsumhvørvi. Kanningar vísa, at tað motiverar næmingar, at teir verða sæddir og viðurkendir. 

Tað hevur stóran týdning, at eftirmetingar ella viðmerkingar til næmingar eru neyvar og ítøkiligar, soleiðis at næmingar kunnu brúka tær og læra av teimum. Hetta er ein avbjóðing hjá nógvum lærarum á miðnámi. At afturmeldingar eisini eru karakterleysar, er umráðandi. Men enn eru lærarar, sum halda, at vit eiga at geva karakterir fyri øll avrik, meðan næmingurin lærir.

Á miðnámi manglar nógv lærutilfar á føroyskum. Vit hava bara føroyskt tilfar til einar 10  av 83 námsætlanum á økinum. Restin av tilfarinum er danskt, og hetta ger, at næmingar, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, og sum ikki skilja danskt, eru fyri vanbýti. Tað var ein glotti, at nýggj lærubók í samfelagsfrøði C kom út á sumri 2021.  

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Innihaldsyvirlit

Kreativitetur í undirvísing, Paula Gaard

Læring millum javnlíkar, Olav Absalonsen

Relatiónir millum lærara og næming, Diana Skoradal

Hvussu eftirmeta vit føroyskan stíl? Tórður Johannesarson

Karakterir og blýggj, Olav Absalonsen

Avrik og karakterir, Hans Pauli Tórgarð

Næmingar, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, Tórður Johannesarson

Føroysk samfelagsfrøði – nýggj lærubók á C-stigi, Sámal Matras Kristiansen

Tak niður sum PDF