Hvussu eftirmeta vit føroyskan stíl?
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 23, november 2021
Í desember í 2020 høvdu Egil Jacobsen og Sanna M. Klein skeið á Glasi fyri lærarar, ið undirvísa í máli og bókmentum. Tey kallaðu skeiðið Rættistrategiir. Eg havi fingið íblástur úr hesum skeiði.
At skriva stíl er gamal siður. Ein miðnámsskúlanæmingur hevur 20 innlatingar í føroyskum í trý ár, meginparturin av hesum eru stílar. Ein stílur er bygdur upp nokk so siðbundið. Fyrst er ein inngangur, síðan ein brúgv millum inngang og viðgerð, har næmingurin skrivar, hvør hevur skrivað tekstin, og nær teksturin er komin út. Eftir hetta koma greining og tulking, perspektivering og endi. Stílurin er ein flótandi eind við ongum yvirskriftum, myndlum ella fótnotum. Ein hóskandi stílur liggur millum 3½ og 4½ síðu. Góðir stílar kunnu vera stuttir, tí at orða seg stutt og greitt er ein dygd; ein vandi við stuttum stílum er, at næmingurin ikki kemur nóg djúpt í evnið. Ein drúgvur stílur kann vera góður, men vandi er fyri, at hann gerst ov dreivutur við nógvum endurtøkum.
Ein næmingur brúkar einar 5 ella 6 tímar til ein stíl á A-stigi. Lærarar í málsligum lærugreinum á miðnámi fáa 24-30 min. til hvønn stíl. Uppi í hesum er tað at gera tilfar, at skriva stílarnar út, um tað er neyðugt, lesa teir, rætta teir og gera viðmerkingar. Hetta er ikki nógv, og tí má tíðin brúkast væl.
Næmingurin skal læra nakað av viðmerkingunum
Tað er ymiskt, hvussu lærarar rætta stílar. Fyrst og fremst mugu teir spyrja, hví teir rætta. Tað er álagt teimum frá myndugleikunum, men høvuðsorsøkin er, at næmingurin skal læra nakað av rættingunum og viðmerkingunum.
Lærarar hyggja ofta eftir trimum høvuðsøkjum, tá ið teir rætta stíl, tey eru málburður, bygnaður og innihald. Teir kunnu t.d. velja at leggja dent á eitt av hesum trimum økjunum í nøkrum stílum, soleiðis at rættingar og viðmerkingar hava fokus á tað økið.
Meðan næmingar fyrireika seg
Lærarin kann geva næmingunum ein kekklista, har teir kunnu seta flugubein við, um teir hava skrivað inngang, samandrátt, persónslýsingar, evni, tema, perspektiverað, rættlisið stílin o.s.fr. Tá ið næmingurin hevur skrivað stílin, kann hann hyggja eftir, um alt er komið við.
Á onkrum miðnámsskúlum eru sokallaðar lektiukaféir, har lærarar vegleiða næmingarnar við t.d. at skriva stíl, men fáir næmingar brúka henda møguleikan. Tað er spell, tí at í hesum forumi kundu teir fingið góða vegleiðing.
Eitt, sum nógvir næmingar gloyma, er at hyggja eftir gomlum stílum, sum teir hava skrivað. Flestu lærarar kenna til, at teir hava rættað somu villur og skrivað somu viðmerkingar aftur og aftur. Um næmingarnir hugdu eftir gomlum innlatingum, kundi nógv verið vunnið. Tá ið lærarar síggja hetta, eru eini ráð at broyta strategi, soleiðis at afturmeldingin tvingar næmingin at gera nakað við hetta.
Hvussu skal stílurin skrivast?
Sum nevnt, skal næmingurin skriva ein inngang til ein stíl. Hetta gevur mongum næmingi høvuðbrýggj. Tað er torført hjá nógvum teirra at skilja, at inngangurin skal vera yvirskipaður og taka útgangsstøði í høvuðsevninum. Her kann lærarin t.d. velja at geva næmingunum eina stuttsøgu og biðja teir bara skriva inngang og einki annað. Síðan lata teir inngangin teldutøkan inn til læraran, sum tekur nøvnini burtur, og setur so øll dømini frá flokkinum inn í eitt skjal, sum verður víst á eini talvu. Hann kann eisini lata næmingarnar rætta inngangirnar; á tann hátt blíva teir tilvitaðir um bæði innihald og mál. Tá ið hetta er gjørt, greiðir hann næmingunum frá, hví ein inngangur er góður ella vánaligur.
Lærarin kann eisini spyrja einar tríggjar næmingar, um hann kann sleppa at lesa inngangin upp fyri øllum, so hinir hoyra, hvussu ein inngangur kann skrivast.
Summir næmingar vita ikki, hvussu teir skulu skriva stíl. Ein máti er, at lærarin vísir teimum dømi um góðar stílar, sum næmingar hava skrivað. Ein annar er, at hann lesur einar tveir góðar stílar upp, tá ið hann gevur teimum stílar aftur. Hann skal sjálvsagt spyrja hesar næmingar um loyvi.
At rætta málsliga
Tað málsliga hevur nógv at siga, men summir næmingar undirmeta hetta, teir halda, at tað bara snýr seg um innihaldið. Tað er sera týdningarmikið, at lærarin til hvørja innlating ger sær sjálvum greitt, hvat ið hann vil røkka við málsligu viðmerkingunum. Næmingar eru ymiskt fyri málsliga. Tey seinastu árini eru alt fleiri næmingar komnir inn á miðnám, og hetta ger, at fleiri hava málsligar avbjóðingar enn fyrr. Tað er ikki óvanligt, at í einum flokki eru fleiri næmingar, ið hava millum 100 og 200 villur á trimum síðum. Hesar villur kunnu vera av ymiskum slagi. Tað nyttar lítið at rætta allar villur, tí at tað kann kennast ikki sørt eyðmýkjandi fyri næmingin, og er í veruleikanum meiningsleyst arbeiði. Hvar skal ein næmingur byrja, tá ið hann sær allar hesar rættingar? Hesi seinnu árini hava fleiri lærarar valt bara at rætta málsliga eina hálva til eina síðu av stílinum, tí at henda síðan sýnir sum heild, hvørjar málsligar avbjóðingar eru, t.d. teknseting, -ð, komma, setningsbygnaður og slávillur. Ein miðnámsskúlanæmingur skal lata einar 20 stílar í føroyskum inn í trý ár, og tí er góð tíð at lúka nokkso nógvar villur burtur, um næmingurin hevur hug og vilja. Nógvar slávillur og skeiv staving kunnu lúkast burtur við at brúka rættstavaran, men føroyski rættstavarin fremur leti og má brúkast við skili, tí at hann t.d. ikki rættar bendingar og setningsbygnað, og heldur ikki skeivt stavað orð, sum stavast øðrvísi í øðrum bendingum ella týdningum. Summir næmingar halda, at stílurin er málsliga góður og rættur, tá ið rættstavarin ikki vísir slávillur og annað. Vit mugu vóna, at rættstavarin fer at duga at rætta mállæru á føroyskum, sum hann ger á øðrum málum.
Lærarin kann saman við einstaka næminginum leggja eina ætlan fyri, hvussu villurnar kunnu fáast burtur. Hann kann t.d. siga við næmingin, at í komandi stíli fari eg at leggja dent á komma, seinni kundi dentur verið lagdur á setningsbygnað o.s.fr. Kanska er bitin tá ikki so stórur at svølgja hjá næminginum. Næmingurin kann kappast við seg sjálvan, har lærarin biður hann um at telja villur, býta tær sundur, t.d. í setningsbygnað, komma, punktum, -ð og bendingar. So kann hann gera hagtøl, so hann sær, at hann mennir seg málsliga stíl fyri stíl. Eitt, sum er vanligt at brúka í sambandi við tað málsliga, er, at lærarin tekur tær vanligu villurnar á talvuna. Hann kann t.d. taka dømi um villur úr stílunum og biðja næmingarnar rætta. Síðan tekur lærarin villurnar í felag saman við næmingunum.
Ein møguleiki er, at lærarin í summum stílum velur als ikki at rætta nakað málsligt, men leggur bara dent á tað innihaldsliga.
Eftirmeting av stílum
Vanliga fær ein næmingur stílin aftur eina ella tvær vikur eftir, at hann var latin inn. Gransking vísir, at næmingurin er farin víðari, tá ið hann fær uppgávuna aftur so seint, og er tí ikki so móttakiligur fyri rættingum og viðmerkingum. Tí er best, at lærarin gevur afturmeldingar so hvørt, sum uppgávurnar koma inn, men hetta er lættari sagt enn gjørt, tí at lærarin hevur undirvísing og fyrireiking, sum eisini skulu sampakka við rættingar og viðmerkingar. Hann kundi sjálvsagt rættað og gjørt viðmerkingar í tímanum, og givið næmingunum hesar aftur so hvørt, meðan næmingarnir arbeiddu sjálvstøðugt við onkrum øðrum.
Tað vanliga, tá ið næmingar fáa stíl aftur, er, at lærarin tekur stílaheftið ella tekstir, sum næmingarnir viðgjørdu, ígjøgnum á talvuni. Hann greiðir frá, hvat ið teir áttu at lagt dent á í viðgerðini, og hvat nógv hava gloymt. Síðan fáa næmingarnir stílarnar aftur við rættingum og viðmerkingum.
Summir lærarar skriva nógvar viðmerkingar til næmingin um tað innihaldsliga, hetta er púra óneyðugt. Hjá summum lærarum er hetta tungt, tað er ikki lætt at geva dygdargóðar afturmeldingar, har dygdarkriteriið er læring og framstig. Summir lærarar síggja tað sum sína skyldu at geva drúgvar afturmeldingar, og halda, at nøgdin er tekin um góðsku. Hetta er ikki rætt, tí at summar viðmerkingar kunnu ørkymla næmingarnar. Lærarin skal geva neyvar og greiðar afturmeldingar, so næmingurin veit akkurát, hvat hann skal arbeiða víðari við.
Tað hevur stóran týdning, at viðmerkingarnar til næmingarnar bæði eru kritiskar og stuðlandi. Í øllum stílum hevur næmingurin gjørt sumt rætt, og hetta skal hann eisini fáa at vita.
Næmingum dámar umframt skrivligu eftirmetingarnar eisini væl at tosa við læraran um stílin. Á henda hátt læra lærarin og næmingurin nógv; lærarin kann fáa nøkur góð hugskot gjøgnum samrøðuna, hvussu næmingurin hugsar. Næmingurin kann eisini fáa fortalt upp á ein annan máta, hvat ið hann skal arbeiða við. Ein avbjóðing við hesum er, at so fer allur tímin og partur av næsta tíma, men har kundi hann sett næmingarnar at arbeiða sjálvstøðugt við eini uppgávu, meðan hann tosar við teir ein og ein. Lærarar, ið brúka henda háttin, lata væl at.
Hann kann eisini geva teimum pappír ella skriva greiningina og tulkingina á talvuna við stikkorðum. So kann næmingurin sjálvur meta um og síggja, hvat ið hann hevur gjørt rætt ella skeivt. Tá sleppur lærarin undan at skriva somu viðmerkingar aftur og aftur. Hann kann eisini skriva viðmerkingar til allan flokkin á talvuna, men ikki vegleiðandi viðmerkingar.
Eitt annað, sum lærarin kann gera, er, at lata næmingin eftirmeta seg sjálvan, hann kann t.d. senda stílin inn saman við eini eftirmeting, har hann er kritiskur mótvegis egnum teksti. Lærarin kann eisini skipa soleiðis fyri, at næmingar eftirmeta hvønn annan, t.d. tveir og tveir. Eginmeting og næmingameting kunnu næmingar læra nógv av. Her er eitt dømi um lærara, sum fann upp á ráð fyri at fáa næmingarnar at fyrihalda seg til viðmerkingarnar:
Flokkurin hjá henni hevði skrivað eina uppgávu um ein sjónleik, sum tey høvdu lisið. Næmingarnir høvdu latið uppgávurnar inn, og í staðin fyri at skriva viðmerkingar í uppgávurnar sjálvar, skrivaði lærarin viðmerkingarnar á seðlar. Í næsta tíma varð flokkurin býttur í bólkar við 4 næmingum í hvørjum, og hvør bólkur fekk so 4 seðlar við viðmerkingum til uppgávurnar hjá teimum 4. Bólkurin skuldi so gera av, hvør seðil við viðmerkingum var til hvørja uppgávu.
Lærarin kann eisini velja at brúka prossesskriving, sum kann vera gevandi. Fyrst skrivar næmingurin ein stíl, sum lærarin ger viðmerkingar til. So arbeiðir næmingurin við stílinum og letur hann inn av nýggjum. Hetta kann vera rættiliga gevandi fyri næmingin. Lærarar hava havt góðar royndir av hesum, men royndir hjá summum lærarum eru, at næmingurin fyri tað mesta bara ger rættingar, og dugir ikki yvirskipað at broyta tað, sum lærarin mælir til, t.d. at skriva ein inngang ella seta tekstin í frásjón.
Sum heild
Millum granskarar er ein niðurstøða, at tað ikki bara er ein rættur máti at rætta í skrivligum, tað vísti skeiðið eisini. Tað týdningarmesta er, at lærarin er tilvitaður um egna rættistrategi. Men nakrar meginreglur eru altíð galdandi, so sum: at afturmeldingin er neyv og greið og hevur fokus, og um afturmelding skal muna, skal næmingurin sum móttakari hava meiri arbeiði av henni, enn lærain hevur havt.
Um øll gransking um afturmeldingar skuldi verið søgd í einum setningi, so hevði tað verið, at afturmeldingarnar skulu fáa næmingin at hugsa heldur enn at reagera kensluliga.
Keldur og annar lesnaður
Kirsten Brix, Kvalitativ eftirmeting, Miðnásmrit 7, 2015.
Olav Absalonsen, Meting í undirvísing og læring, Miðnámsrit 3, 2014.
Olav Absalonsen, Afturmeldingar at menna læring, Miðnámsrit 15, 2018.
Olav Absalonsen, Stillir næmingar, Miðnámsrit 17, 2018.
Olav Absalonsen, Karakterfrí undirvísing – við læring fyri eyga, Miðnámsrit 18, 2020.
Olav Absalonsen, Hugskot um meting í læring, Miðnámsrit 19, 2020.
Tórður Johannesarson, Próvtøl køva læringina í skúlunum, Miðnámsrit 10, 2015.