Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 22
Um blaðið
Karakterir stuðla ikki undir læring, tí talið verður eitt mál í sær sjálvum. Talið sigur bert nakað um, hvørjar kvalifikatiónir næmingarnir hava, og ikki, hvørjar kompetansur teir kunnu rúma. Tí eiga vit at sleppa karaktergeving í hádeild í fólkaskúlanum og á fyrsta ári á miðnámi – og heldur ikki geva nøkrum næmingum karakterir í eini læringsgongd.
Skiftandi taksonomiskar hugsanir hava trupulleikar við sær, tá ið breytarverkætlanir skulu dømast. Uppgávuspurningar mugu tí orðast soleiðis, at næmingurin ger tað, sum krevst.
At undirvísa er at leiða. Eins og leiðarar kunnu hava ymiskan leiðslustíl, hava lærarar ymiskan undirvísingarstíl. Tí er gransking í leiðslu viðkomandi í undirvísing og læring.
Í 2021 vórðu 98% av teimum, sum søktu inn á miðnám, tikin inn. Fleiri teirra eru ikki búgvin til 1.s enn, men í løtuni er einki annað tilboð til hesar næmingar.
Stillir næmingar kunnu vera ein avbjóðing hjá lærarum, tí ilt er at vita, hvussu teir eru fyri, og hvat teir læra. Bólkaarbeiði kann møguliga loysa upp fyri hesum.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit:
Dreymurin um karkaterfría skúlan, Tórður Johannesarson.
Meting, afturmelding og læring á miðnámi, Trygvi Olsen.
Breytarverkætlanir á miðnámi – hava vit mist stevið? Christian N. Ihlen.
Undirvísing er leiðsla, Olav Absalonsen.
Fyrireiking til miðnám eigur at vera eitt tilboð, Tórður Johannesarson.
Bólkaarbeiði og stillir næmingar, Jón í Haraldsstovu.
Tak niður sum PDF