Dreymurin um karakterfría skúlan
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 22, juni 2021
Karakterir fylla nógv í føroyska skúlaverkinum. Frá hádeild til miðnám fær ein næmingur fleiri hundrað karakterir. Tað er spell, at karakterir fylla so nógv. Tað er ikki óvanligt at hoyra lærarar suffa um, at teir fáa ikki undirvíst fyri karakterum; gleðin við læring hvørvur, tí at alt bara snýr seg karakterir. Higartil hevur tað verið tabu at kjakast um karakterfría undirvísing.
Kjak um karakterir í miðlum
Tá ið vit lesa í miðlunum, finna vit lítið av kritikki um karaktergeving í fólkaskúlanum. Jeffrei Henriksen skrivar soleiðis í greinini Karaktergevan, sum stóð í Skúlablaðnum í 1951: “Eingin lærari man vera í iva um, at tá ið børn fáa karakter fyri skúlaarbeiðið, fremur hetta arbeiðshug teirra.[1] At lærarar tó kortini sjáldan geva karakter, man hava sína orsøk í tí, at slíkt fremur ósunnan kappingarhug barnanna millum – slíkt sum missunnilsi, illvilja ella beinleiðis hat.” Tað er sera áhugavert at lesa hesar seinastu reglurnar, tí at her hómast ein ávísur hugburður um karakterir millum lærarar í 1951.
Í 1970 hevur Rói Patursson yrking í 14. September, sum hann nevnir Uppgáva skúlans:
Lítli mín –
dugir tú alt uttanat
fært tú góðan karakter!
dugir tú ikki uttanat
fært tú ringan karakter!
at akta
og fáa góðan karakter
er at arbeiða!
ikki at akta
og fáa ringan karakter
er at vera dovin
og/ella dovin
góður karakterur:
klókur – arbeiðssamur!
ringur karakterur
býttur – dovin!
ERGO
tað er rættvíst
at Onassis er ríkur!
tað er rættvíst
at indianarar hungra!
Her sæst hugburðurin hjá einum kritiskum miðnámsnæmingi um karakterir. Í 1972 kunnu vit í 14. September lesa grein, har táverandi rektarin á København Universitet, Mogens Fog, úttalar seg um royndir og karakterir. Hann var við í nevndini, ið kom við tilmæli um 13-stigan í Danmark. Hann mælir til, at karakterir skulu takast av, og ístaðin skulu skrivligar frágreiðingar gerast, har skrivað verður um hvønn einstakan næming. Í 1975 hevur Helgi í Brekkunum eitt áhugavert bókaummæli í Skúlablaðnum. Hann lýsir bókina Udvikling, sprog og opgavelæsning eftir Hans Reizel. Úr hesi bók stavar yvirskriftin hjá Helga Karakterir – lump og lygn! Hans finst hvassliga at karakterum og karaktergeving. Í greinini leggur Helgi upp til kjak í skúlaverkinum.
Í 1987 skrivar ein, sum undirskrivar seg Trygvi, ein stubba í Skúlablaðnum, sum kallast Skúlin 2000. Í greinini endurgevur hann Jesper Florander, sum var farin frá sum skúlalærari. Jesper spáar, at lítið fer at broytast við donsku skúlunum komandi 13 árini, og Trygvi skoytir uppí, at føroyskir skúlamyndugleikar fara nokk at gera tað sama sum danskir skúlamyndugleikar. Jesper spáar, at grundskúlin vil framvegis hava karakterir í 2000, tí at foreldur og næmingar fara at krevja tað. Hetta sama sjónarmiðið er enn at hoyra í 2021.
Ógvuliga lítið er annars at finna av kritiskum tilfari um karakterir í føroysku miðlunum. Í høvuðsheitum snýr kjakið seg um karakterstigar, og hvussu vit lærarar geva karakterir, hetta seinna fyllir nógv í t.d. Skúlablaðnum. Í áttatiárum gjørdu Tróndur Djurhuus og Bogi Godtfred eitt innslag í Útvarpinum um karkatergeving. Í sendingini verður nevnt, at tað er ógjørligt at koma á mál við felags karaktergeving, tí at lærarar eru so ymiskir, og tí kann eingin niðurstøða gerast. Tað er áhugavert, at karaktergeving fyllir eins nógv nú og í 1987. Skúlaárið 19-20 var ein námsfrøðiligur dagur á einum miðnámsskúla, sum snúði seg um, hvussu vit geva karakter. Bert ein av skeiðsluttakarunum setti í fyrilestri fram, at spurningurin henda dagin var skeivt settur; hann skuldi heldur verið, hví vit geva karakterir. Á hesum sama temadegi upplivdu summir lærarar, at tað var ógjørligt at koma til nakra niðurstøðu, hvussu vit geva karakterir, tí at tað er meiningsleyst at jabba upp í saman um nakað, sum ikki kann loysast. Teir komu til júst somu niðurstøðu sum Tróndur og Bogi í 1987.
Karakterfrí undirvísing á Føroya Handilsskúla
Fyrstu ferð, at eg hoyrdi um karakkterfría undirvísing, var, tá ið vit sum vóru í táverandi HH3-toyminum í 2007 á Føroya Handilsskúla, umrøddu møguleikan ikki at geva karakterir fyri avrik fyrr enn eftir jól hetta skúlaárið. Seinni høvdu vit karakterfría undirvísing fyrsta árið á HH3. Trýstið frá næmingum var stórt; teir vildu hava karakterir fyri øll avrik, tí at soleiðis vóru teir uppaldir. Lærusetningurin var, at teir máttu vita, hvar teir flutu. Toymið og leiðslan skiltu væl næmingarnar, tí at teirra hugsan bygdi á gamla siðvenju. Lærarar hildu á at fortelja teimum, at teir vóru komnir í skúla fyri at læra, og at tað var loyvt at gera mistøk. Tað var tungt hjá teimum at svølgja, men teir skiltu tað so við og við. Tá lærdu vit, at tað hevur týdning, at toymini og leiðslan standa saman, tí trýstið frá næmingum um at fáa karakter var stórt. So við og við bleiv karakterfrí undirvísing eisini brúkt á øllum skúlanum. Sum frá leið, bleiv trýstið frá næmingunum minni og minni, tí teir skiltu grundgevingarnar, og teir sluppu at gera mistøk. Lærarar føldu eisini, at trýstið minkaði, og tí bleiv hugaligari at undirvísa. Karakterir seta upp ein múr millum næming og lærara. Vit staðfestu eisini, at formativa eftirmeting virkar betur, tá ið undirvísingin er karakterfrí. Í staðin fyri at geva met, søgdu vit næmingunum, hvussu teir kundu betra uppgávuna ella framløguna. Hetta kundi gerast í skrift ella við stuttum samrøðum. Tað kravdi eitt sindur av umhugsni, tí ansast skuldi eftir ikki at fella dóm, eins og vit gera, tá ið vit geva karakter. Orðingar sum “hetta er gott, hetta er vánaligt, hetta er sera gott, tú liggur á miðal, tú liggur yvir miðal” o.s.fr. eru líka ringar ella verri enn karakterir, tí hetta eru dómar, sum næmingurin ikki kann brúka til nakað sum helst, og eingin lærdómur er í hesum. Men so við og við vandaðu lærarar sær um orðini. Eftir nøkrum fáum árum fluttu vit ein heilan skúlan. Sjálvsagt hildu vit kunngerðir um støðumet og ársmet á hvørjum ári.
Búskaparbreytin á Glasi – fyrsta árið er karakterfrí undirvísing
Búskaparbreytin á fyrsta ári á Glasi hevur valt at ganga somu leið sum Handilsskúlin. Á miðnámi er annars ikki undirtøka í løtuni at royna karakterfría undirvísing. Ein av grundgevingum hjá summum føroyskum miðnámslærarum hevur verið, at í Danmark geva tey karakterir á t.d. fyrsta ári; tí mugu vit gera tað sama. Hatta kann sjálvsagt ikki brúkast sum grundgeving. Tað er áhugavert, at Føroya Handilsskúli var nógv fyrr enn donsku skúlarnir, og fleiri og fleiri danskir skúlar gera tað sama sum Handilsskúlin gjørdi.
Í nógvum greinum í Miðnámsriti hava vit víst á fyrimunir við at flyta fokus frá karakterum til læring. Í hesum greinum og kjaki millum lærarar og leiðslu eru tað altíð tey, sum eru móti karaktergeving, ið hava próvbyrðuna. Vit skulu grundgeva fyri, hví vit skulu flyta fokus frá karakterum til læring. Nú havi eg fylgt við í, hvat hendir innan hetta økið, serliga í Danmark. Eg havi leitað eftir gransking um karakterir í samband við læring seinastu 15 árini. Eg havi ikki funnið eina grein ella vísindaliga ritgerð, har kanningar vísa, at tað er rætt at seta fokus á karakterir í samband við læring. Tað sama skrivaði Rógvi Thomsen í Miðnámsriti 7, 2015:
Øll gransking vísir, at ætla vit at motivera til læring, er ikki nógv gagn í karakterum, sum máta avrik og ikki arbeiðsgongdir. Ein ávís meining kann vera í at geva endaligar karakterir, men verður dentur ikki samstundis lagdur á konstruktivar afturmeldingar, vísir øll gransking og allar royndir, at næmingarnir fáa nógv meira burturúr at fáa afturmeldingar enn bert at fáa karakterir.
Granskingin vísir samstundis, at karakterir taka uppmerksemi og fokus frá tí, ið ætlanin er við teimum: eitt høgt fakligt støði, og gerast eitt mál í sær sjálvum. Heldur eiga vit at menna eina lærumentan, har fyritaksemi, framtakshugur og læruprosessir verða stimbrað og lønt.
Tí liggur próvbyrðan á teimum, ið vilja varðveita karaktergeving í undirvísingini.
Viðmerkjast kann, at ein facebook-bólkur, ið eitur Teachers Throwing Out Grades (TTOG), hevur 11 túsund limir. Ein annar, ið eitur Teachers Going Gradeless (TG2), hevur 6 túsund limir. Hetta eru lærarar, ið gera uppreistur móti tí, sum fer fram í løtuni. Hesir bólkar verða stovnaðir, tí tað verður torført at fáa undirvísing karakterfría, um lærarar ikki fylkjast.
Karakterfríi fólkaskúlin – ein upplagdur møguleiki
Eg havi spurt fleiri lærarar, sum hava gingið á Læraraskúla, um teir lesa tilfar ella kjakast um at flyta fokus frá karakterum til læring og um karakterfría undirvísing. Svarið er, at hetta fyllir millum lítið og einki í útbúgvingini; tí er kanska ikki so løgið, at kjakið fyllir so lítið millum lærarar á hádeild.
Fólkaskúlin átti at verið eitt upplagt øki at havt karakterfría undirvísing. Í seks ár síggja næmingar í fólkaskúlanum ikki nakran karakter, men í hádeild byrja lærarar at geva karakterir. Vit kunnu spyrja, hví lærarar í fólkaskúlanum skulu geva karakterir. Svarið er tað sama sum HH3-toymið á Handilsskúlanum fekk, at næmingarnir skulu vita, hvar teir flóta. Hetta er ráðandi próvgrundin í føroyska skúlaverkinum í løtuni. Í veruleikanum er hetta ikki nøkur grundgeving, tí at ein karakterur sigur einki um, hvar ið næmingurin flýtur; hann er bara eitt tal, sum er givið av einum lærara og eini skúlaskipan, sum ikki tímir at geva næmingunum aðra eftirmeting. Fleiri lærarar føra fram, at lærarar kunnu bæði geva viðmerkingar og karakterir. Í greinum í Miðnámsriti hava vit víst á, at alt arbeiðið við afturmelding er burturspilt, tá ið karakterur eisini verður givin. Tað er væl dokumenterað í gransking.
Tað er upplagt, at fólkaskúlin fer undir karakterfría undirvísing í hádeild. Veruleikin er, at eitt fólkaskúlaprógv kann bara brúkast til at søkja arbeiði í vinnuni, til lærupláss ella inn á miðnám. Um vit hyggja eftir vinnuni, so fer ein leiðari í t.d. einum handli ella byggifyritøku neyvan at hyggja eftir fólkaskúlakarakterum, tí hvat skal hann brúka teir til? Teir vilja hava fólk, sum arbeiða, eru hugagóð, hugsa og gera sína skyldu. Tað er ivaleyst hjá hesum at síggja, at næmingurin hevur staðið ella ikki staðið fólkaskúlan. Um vit hyggja eftir miðnámi, so sleppa næstan allir næmingar inn á miðnám. Av teimum næmingum, sum sluppu inn á miðnám, fingu bara 11 avslag, sum merkir, at 97-98% av teimum, sum søktu, sluppu inn. Hetta vísir, at eingin kapping er at sleppa inn á miðnám; tí er eitt prógv við karakterum óneyðugt. Tað er upplagt, at fólkaskúlin fer undir at geva metini staðið og ikki staðið, tá ið støðumet og ársmet verða givin. Ein annar møguleiki er loggbók, sum vísir, hvat næmingurin hevur arbeitt við, og frágreiðingar, sum Mogens Fog mælti til í 1972. Um miðnámskúlarnir ivast í, um onkur næmingur skal takast upp, so kunnu teir hava upptøkuroyndir. Tað hevði verið eitt frambrot fyri alt skúlaøkið, um vit øll stóðu saman frá hádeild og líka upp til miðnám á seinast ári. Tað nyttar lítið, at tríggir miðnámsflokkar í Føroyum hava karakaterfría undirvísing í eitt ár; tað flytur alt ov lítið. Nógv hevði verið vunnið, um vit tordu at ganga ta karakterfríu leiðina. Men fyri at náa hesum máli eru vit noydd at taka kjak um karakterfría undirvísing á øllum stigum. Hetta kjak má lyftast upp á eitt vísindaligt stig. Hvat lærarar halda, er óviðkomandi, og at næmingarnir vilja hava karkaterir, er eisini óviðkomandi. Granskingin vil og skal hava mótspæl – men bara kvalifiserað mótspæl. Um komast skal á mál, so mugu Mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya, fólkaskúlalærarar, miðnámsskúlalærar og leiðslur tora at viðgera tabuevnið – karakterfrí undirvísing.
Keldur
Burtur við royndum og karakterum, 14. September 25/8-1972.
Helgi í Brekkunum Karakterir – lump og lygn!, Skúlablaðið, 1975.
Jeffrei Henriksen Karaktergevan, Skúlablaðið, 1951.
Rógvi Thomsen Undirvísing ella læring? Læring hjá teimum ungu í tí seinmodernaða samfelagnum, Miðnámsrit nr. 7, 2015.
Rói Patursson Uppgáva skúlans, 14. September, 29/1-1970. Trygvi Skúlin 2000, Skúlablaðið, 1987.
[1] Tá ið Jeffrei Henriksen skrivar í 1951, at karakterir fremja arbeiðshugin hjá børnum, hevur hann rætt á tann hátt, at tað sær soleiðis út, men tað, sum hann helst ikki visti, og sum vit vita í dag, er, at karakterir fremja hugin hjá børnum at gera tað, sum skal til fyri at fáa góðar karakterir. Men samstundis drepa karakterir beinleiðis arbeiðshugin hjá teimum lærandi.