Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Undirvísing er leiðsla

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 22, juni 2021

Um ein vil leiða ein annan til eitt ávíst stað, má hann gera sær greitt, at hann má finna hin har, sum hann er, og byrja har.

S. Kierkegaard

At undirvísa er at leiða. Eins og leiðarar kunnu hava ymiskan leiðslu­stíl, kunnu lærarar hava ymiskan undirvísingarstíl. Flestu kanningar um leiðslu leggja dent á at vita, hvussu væl leiðarar duga at ávirka starvsfólk at náa felags mál. Tí er gransking innan leiðslu viðkomandi í undirvísing og læring.[1]Hóast hesa staðfesting møtir tú ofta lærarum, ið ikki síggja seg sjálvar sum leiðarar, men bara sum lærarar. Ein lærari er ein, sum hevur fingið ábyrgdina av einum skeiði ella faki við einum flokki. Eingin ivi kann vera um, at hann hevur leiðsluábyrgd, og er eitt slag av prosjektleiðara. Við ábyrgdini má eisini fylgja frælsi at gera av, hvussu hann skipar undirvísingargongdir, og hvussu hann samskiftir við næmingar. Tað er her, ið myndlar úr ástøði um leiðslu kunnu brúkast. Í høvuðsheitum eru 4 sjónarhorn í at granska effektivitet hjá leiðarum:

  1. Lyndisdrøg hjá leiðarum
  2. Atferð hjá leiðarum
  3. Leiðsla eftir treytum í umstøðunum
  4. Ávirkan frá leiðarum

Nakrir av hesum myndlum verða gjøgnumgingnir í greinini. Síðani koma tveir myndlar, ið serliga eru ætlaðir til undirvísing: TALI-myndilin og myndilin hjá Grasha.

At enda eru tvey dømi um tvørleikar, sum lærarar møta í verki, og sum standast av, at skúlaleiðslur ella myndugleikar taka óhepnar avgerðir, ið skerja frælsið hjá lærarunum, og darva undirvísing og læring.

Lyndisdrøg hjá leiðarum

Her verður roknað við, at leiðarar hava ávísar persónligar eginleikar, sum skilir teir burturúr. Um leiðarar eru føddir leiðarar heldur enn lærdir, so ræður um at finna persónar við teimum røttu eyðkennunum at seta sum leiðarar. Tíðliga í 20. øld royndu granskarar at finna fram til, hvørjir persónligir eginleikar gera, at summi fólk vóru góðir leiðarar. Men sam­bært Northouse eru eingir eginleikar, sum skilja leiðarar frá ikki-leiðarum.

Northouse skilir ímillum eginleikar og førleikar hjá leiðarum. Í tí seinna førinum er hugsanin flutt frá at fokusera á persónligar eginleikar til at leggja dent á førleikar, sum kunnu lærast og mennast. Hetta seinna sjónarmiðið leggur upp til, at neyðugt er at læra og menna førleikar fyri at gerast ein góður leiðari, og førir hetta okkum til sjónarmiðið um atferð hjá leiðarum.

Atferð hjá leiðarum

Ástøði um atferð eru viðkomandi, tí atferð kann broytast. Ein kendur myndil er tann klassiski um tríggjar leiðslustílar í sambandi við at taka avgerðir: autokratisk leiðsla, demokratisk leiðsla og laissez-faire leiðsla.

Ein annar myndil um leiðsluatferð er leiðsluhegnið hjá Robert Blake og Jane Mouton. Hann er í tveimum dimensiónum: umsorgan fyri fólki og tað at skapa úrslit. Her eru í høvuðsheitum 5 leiðslutílar, alt eftir, hvørja umsorgan leiðarar hava fyri fólki, og hvussu ídnir teir eru at skapa úrslit.

Mynd 1: Leiðsluhegnið hjá Blake og Mouton.

Teir fimm leiðslustílarnir kunnu verða lýstir soleiðis:

  • Avmergjað leiðsla (1,1): Hesir leiðarar liggja lágt í báðum dimensiónum. Teir  leggja hvørki í, um starvsfólk trívast, ella um nakað kemur frá hondini, og ein avleiðing av hesum er misnøgd og mistreysti.
  • Uppgávuleiðsla (9,1): Her hugsa leiðarar meira um úrslit enn um fólk. Starvsfólk eru í teirra eygum bara amboð at náa málunum. Hesin stílurin kann geva úrslit her og nú, men ikki í longdini.
  • Millumvegurin (5,5): Hesin stílur er at royna at finna javnvág ímillum málini hjá fyritøkuni og tørvin hjá starvsfólkum, men er ikki so effektivur, sum hann kann tykjast. Neyðloysnirnar gera, at hvørki avrik ella tørvur hjá starvsfólkum verða frægari enn miðal.
  • Hugnaklubburin (1,9): Hesin stílur leggur lítlan dent á uppgávur og stóran dent á, at starvsfólk hava tað gott og trívast undir hugnaligum umstøðum í vón um, at hetta kann motivera fólk. Men ov lítið fokus á uppgávurnar ger, at úrslitið verður vánaligt.
  • Toymisleiðsla (9,9): Hesir leiðarar leggja stóran dent á bæði fólk og uppgávur. Teir skapa eitt umhvørvi av felagsskapi við at vera fyrimyndir, seta stór krøv til sín sjálvs og vísa fólki álit og virðing.

*

PAEI-myndilin hjá Ichak Adizes minnir um leiðsluhegnið, men í staðin fyri tvær hevur hann 4 dimensiónir, sum Adizes kallar leiklutir hjá leiðarum: P er produsenturin, A er administratorurin, E er entreprenørurin, og I er integratorurin. P og I líkjast dimensión­unum í leiðsluhegninum, men A og E eru ikki við í leiðsluhegninum. Tí eru nógv fleiri leiðslustílar í PAEI-myndlinum enn í leiðsluhegninum. Smáir bókstavir (paei) verða nýttir, tá ið leiðarin megnar leiklutin hampiliga, og stórir (PAEI), tá ið leiðarin megnar leiklutin heilt væl. Um leiðarin er eiðasørur til ein leiklut, stendur bara (-) fyri tann leiklutin:

  • Produsenturin (Paei)
  • Tann einsamalli úlvurin (P—)
  • Administratorurin (pAei)
  • Bureaukraturin (-A–)
  • Tann skapandi (paEi)
  • Entreprenørurin (PaEi)
  • Brennivargurin (–E-)
  • Integratorurin (paeI)
  • Fylgisneytin (—I)
  • Nullarin (—-)

Hetta eru bara nøkur av teimum kendastu dømunum um leiðslustílir eftir PAEI-myndli­num. Adizes hevur fleiri onnur dømi um leiðarar við tveimum ella trimum sterkum leik­lutum, men sum miseydnast sum leiðarar, tí at teir eru sera veikir í einum ella tveimum øðrum leiklutum.

Leiðsla eftir treytum í umstøðunum

Hesi ástøðini leggja upp til, at leiðarar laga atferðina eftir umstøðunum, ella at teir verða settir í størv, sum hóska til leiðslustílin hjá tí einstaka. Summir av myndlunum koma inn á spurningin, hvussu leiðari kann vera við til at menna starvsfólk persónliga og til at blíva dugnaligari í arbeiðnum. Tað skuldi verið viðkomandi í undirvísing. Samfeldismyndilin hjá Robert Tannenbaum og Warren Schmidt er vístur í mynd 2.

Mynd 2: Samfeldismyndilin fyri atferð hjá leiðarum

Navnið kemur av, at frá vinstru til høgru er ein samfeld gongd frá, at leiðarin tekur avgerðir einsamallur, til hann letur meiri yvir til starvsfólkið at gera av. Henda hugsan er ikki ókend í sambandi við undirvísing, har lærarin gevur næmingum størri frælsi so hvørt, sum teir mennast.[2]

*

Leið-mál teoriin hjá Robert House og Terence Mitchell leggur dent á, at ein leiðari skal hjálpa og stuðla fólkum og motivera tey at náa ásett mál. Í hesum ástøði eru serliga 4 leiðslustílar nevndir:

  1. Stuðlandi leiðsla
  2. Stýrandi leiðsla
  3. Luttakandi leiðsla
  4. Avrikssinnað leiðsla

Hvør stílur er best egnaður, er treytað av arbeiðsfólkunum og umstøðunum. Leið-mál teoriin er teoretiskt ógreið, men eisini pragmatisk. Hetta eru nøkur tilmæli um, hvussu leiðslustílar verða brúktir eftir treytum hjá starvsfólkum og í umstøðunum. Í verki skal hetta síggjast aftur í, hvussu leiðarar kunnu hjálpa starvsfólkum at gera eitt gott arbeiði, sum tey sjálv eru nøgd við. Eins og samfeldismyndilin er leið-mál teroiin viðkomandi í undirvísing.

Mynd 3: Leið-mál myndilin

*

Umstøðugrundað leiðsla hjá Paul Hersey og Kenneth Blanchard hevur eitt meira avmarkað hugtak um umstøður enn leið-mál teoriin, og hon hevur í høvuðsheitum 4 leiðslustílar.

Mynd 4: Umstøðugrundað leiðsla

Í mynd 4 eru leiðslustílirnir kallaðir S1, S2, S3 og S4, og verða teir brúktir eftir treytum hjá starvsfólkum, og hvørjum menningarstigi tey eru á:

  1. S1, stýring: leiðarar siga fólkum, hvat tey skulu gera og hvussu. Her er nógv stýring og lítil stuðul.
  2. S2, leiðbeining: leiðarar geva fólkum informatión og leiðbeining um arbeiðið, sum skal gerast. Her er bæði nógv stýring og nógvur stuðul.
  3. S3, luttøka: leiðarar leggja størri dent á viðurskifti við fólk enn á, hvussu tey gera arbeiðið. Her er minni stýring og nógvur stuðul.
  4. S4, delegering: leiðarar lata tað mesta av ábyrgdini frá sær til fólk ella toymi. Her er lítil stýring og lítl stuðul.

Umstøðugrundað leiðsla er gjørd út frá tí hugsan, at starvsfólk flyta seg aftur og fram í menningini. Fyri leiðaran er avbjóðingin at gera av, hvar starvsfólkini eru í menningini, og at laga leiðslustílin eftir tí. Í mynd 4 eita menningarstigini  D1, D2, D3 og D4. Hetta minnir um støðuna, sum lærarar ofta eru í, tá ið teir skulu laga undirvísing og leiðslu eftir, hvar næmingurin er í læringini.

Ávirkan frá leiðarum

Teoriir um, hvussu leiðarar ávirka starvsfólk, eru í høvuðsheitum um tvey sløg av leiðslu sambært James MacGregor Burns: Transaktiónsleiðsla og transformatiónsleiðsla. Í transaktiónsleiðslu eru tveir faktorar, hvussu leiðarar motivera fylgjarar. Leiðarin motiverar við at lova løn, eygleiða avrikini og gera av, hvussu avrikini skulu lønast. Effektiv leiðsla er transaktiónin av lyfti um løn fyri gott avrik og hóttan um revsing fyri vánaligt avrik. Eitt dømi um transaktiónsleiðslu í undirvísing er at geva næmingum karakterir fyri avrik.

Transformatiónsleiðsla er, tá ið leiðarin roynir at menna og inspirera fólk og bjóða teimum av. Í hesum er ein treyt, at leiðari og fylgjarar hava somu fatan av visjón, enda­málum og málsetningum. Leiðarar kunnu hava ymiskan leiðslustíl:

  1. Tann karismatiski leiðarin skapar visión, virðing, álit, stoltleika og miðvísi, og deilir ein og hvønn heiður.
  2. Tann inspirerandi leiðarin spjaðir optimismu og væntar nógv av fylgjarum, og setir orð á málsetningar.
  3. Tann intellektuelt stimulerandi leiðarin eggjar til intelligenta hugsan, rationalitet og umhugsan, áðrenn avgerðir verða tiknar.
  4. Tann individuelt hugsandi leiðarin hevur umsorgan fyri tí einstaka og fer við honum ella henni individuelt, og roynir at menna fólk við coaching/mentoring.

Transformatiónsleiðsla hevur nógv eyðkenni, sum minna um undirvísing, til dømis tað at menna næmingin til at blíva ein autonomt lærandi, sum ber í sær at menna evnini at meta um, hvat kann góðtakast moralskt, og at duga at velja ímillum áhugamál, sum eru í stríð við hvørt annað.

Yvirlit yvir hugsanarhátt um leiðaraskap

Mynd 5 lýsir hugsanir um leiðaraskap og sambandið teirra millum. Vit byrja við lyndisdrøgum ovast til høgru og fara við klokkuni. Fyrr var vanligt at halda, at leiðarar vóru føddir, men um atferð hjá leiðarum hevur týdning, kann skilagóð atferð helst lærast. Síðani taka vit umstøðurnar við, tí skilagóð atferð er treytað av umstøðunum. Hugsanir um ávirkan hava lutir frá hugsanum um lyndisdrøg, til dømis útstráling, integritet og moral, og eru ein ábending um, at lyndisdrøg alt hava týdning, hóast nógv kann lærast. Ringrásin lýsir eina søguliga gongd um hugsanir um leiðaraskap. Tá ið hugsanir um ávirkan eru tiknar við, eru vit komin runt í ringrásini, men vit eru eisini komin víðari.

Mynd 5: Hugsanarhættir um leiðaraskap

Leiðsluteoriir, sum eru umtalaðar omanfyri, eru settar inn í talvu 1. Í talvuni eru lyndis­drøg ikki við, tí atferð kann lærast, tó at hon er treytað av persónligum eginleikum, og at meta um umstøðurnar kann eisini lærast. Leiðsluhegnið og PAEI-myndilin hava tað til felags, at leiðarin skal hava ávísar eginleikar sum leiðari fyri at fáa tað at eydnast. PAEI-myndilin er eitt víðkað leiðsluhegn við fleiri dimensiónum, og kann tí ikki teknast á pappír á sama hátt sum leiðsluhegnið. Báðir myndlarnir hava dømi um miseydnaða leiðslu. Tað áhugaverda er, at toymisleiðsla í leiðsluhegninum hevur okkurt til felags við trans­formatiónsleiðslu.

Talva 1: Leiðsluteoriir, ið eru viðkomandi í undirvísing

Atferð hjá leiðarumTreytir í umstøðunumLeiðsla sum ávirkan
Leiðsluhegnið PAEI-myndilinSamfeldismyndilin Leið-mál myndilin Umstøðugrundað leiðslaTransaktiónsleiðsla Transformatiónsleiðsla

Tær tríggjar teoriirnar, ið eru nevndar undir treytum í umstøðunum, hava tað til felags, at tær taka atlit at menningarstignum hjá starvsfólkum ella næmingum. Tí eru tær viðkomandi í undirvísing. Í tráð við Søren Kierkegaard mást tú finna næmingin har, sum hann er, og byrja har.

Sum framhald av hesum kemur ávirkan inn. Hvussu motivera vit næmingin fram á leið? Transaktiónsleiðsla byggir á óbeinleiðis motivatión, sum í longdini ikki er egnað til fólk. Til dømis tað at geva næmingum karakterir fyri avrik líkist tí, sum vísindafólk brúka í royndum við rottum og øðrum kríatúrum fyri at fáa tær og tey at hava eina ávísa atferð. Tað, sum er serliga óheppið við óbeinleiðis motivatión, er, at hon kvalir beinleiðis motivatión. Nógvar sálarfrøðiligar kanningar vísa, at um vit siga við fólk – børn ella vaksin – at um tú gert hetta, so fært tú hatta, er avleiðingin, at tey fara at halda, at orsøkin til at vit lova teimum hatta má vera, at hetta er keðiligt. Og sostatt taka vit tann veruliga hugin at læra frá næmingum. Óbeinleiðis motivatión er sostatt meira manipulatión enn verulig motivatión. Transformatiónsleiðsla er ein øðrvísi filosofi og sálarfrøði, ið skapar visión, spjaðir optimismu, eggjar næmingum til, og hevur umsorgan fyri tí einstaka.

Námsfrøðilig leiðsla og didaktikk

Í Miðnámsriti 5 (2015) var grein um námsfrøðiliga leiðslu, har eg býtti hesa leiðslu sundur í trý stig: makro, meso og mikro. Undirvísing er á mikro-stigi, har samvirkanin millum næmingar og lærara er. Tá ið lærarin skal útinna leiðslu í skúlastovuni, er hon treytað av avgerðum, sum eru og verða tiknar á hægri stigum. Hugtakið didaktikk, ið er læran um undirvísing, er viðkomandi her. Í avmarkaðum týdningi snýr hon seg um, hvussu vit undirvísa. Men vit hava eisini ein víðan týdning av orðinum, sum ikki bara snýr seg um, hvussu vit undirvísa, men eisini um, hvat vit undirvísa, og hví vit undirvísa, sum vit gera, og í tí, sum vit gera.

Spurningurin um hvat, hvussu og hví kunnu tó ikki skiljast sundur, og hóast lærarar á miðnámi eru tvingaðir at fylgja neyvum námsætlanum, hava teir frælsi – og helst eisini skyldu – til at fara út um námsætlanir og tvørtur um fakmørk, tí læringin á miðnámi skal helst miða longri enn til næstu próvtøku. Annars er ikki talan um veruligt miðnám. Og tá ið næmingar spyrja, hví teir skulu læra hetta ella hatta, er ikki nóg mikið at svara, at tað er tí, at tað stendur í einari námsætlan. Næmingurin hevur rætt til at fáa at vita, hví tað stendur har.

Undirvísingarstílar eftir TALI-myndlinum

Meðan undirvísingarhættir snúgva seg um, hvussu lærarin velur at fáa tey lærandi at ogna sær nýggja vitan (deduktivt ella induktivt), snýr undirvísingarstílur seg meira um, hvussu lærarin er sum leiðari. George Baker og fleiri (1990) settu sær spurningin, hvussu lærarar, ið skara framúr, bera seg at, og hvussu onnur kunnu læra av teimum. Úrslitið av hesum var TALI-myndilin (teaching as leading inventory), har lærarar kunnu verða býttir sundur í fýra undirvísingarstílar, har teir brúktu myndilin hjá David Kolb um læring og ymisk ástøði um leiðslu, sí mynd 6.

Mynd 6: Undirvísingarstílar sum leiðsla

Stuðlarar og teoretikarar umboðaðu 12% hvør av øllum hesum lærarum, fremjarar 26%, og ávirkarar 50%. Næstan allir hesir lærarar lógu nær miðjuni á báðum ásum, sum ber boð um, at hesir úrmælingar hava lætt við at skifta og laga undirvísingarstílin eftir umstøðunum. Hetta er tað, sum í stuttum eyðkennir teir fýra stílarnar:

  • Stuðlarar lurta eftir næmingunum, teir eru sensitivir um kenslurnar hjá næmingunum, og teir eru eisini greiðir um lívsvirði, ið næmingar hava.
  • Teoretikarar leggja seg eftir at skapa góðar karmar og umstøður fyri læring, soleiðis at innsatsur hjá næmingunum førir til avrik.
  • Fremjarar royna støðugt at fáa betri úrslit, og teir seta mál fyri næmingarnar, meta um framstig, og velja loysnir, sum virka.
  • Ávirkarar royna støðugt at fáa tey lærandi at trúgva, at arbeiði teirra førir til avrik, og at góð avrik gera, at tey verða betur nøgd við seg sjálvan.

Myndilin varð skaptur við at spyrja: Hvussu bera heiðraðir lærarar seg at við at gera tað rætta? Og hvussu kunnu onnur læra av teimum? Høvundarnir mæla til, at teir fýra stílarnir verða sæddir sum ein ringrás í undirvísing og læring, har førleiki og áhugi hjá teimum lærandi verða havd í huga. Tann stuðlandi stílurin virkar best, tá ið næmingarnir ikki eru klárir ella áhugaðir. Tá ið tey lærandi hava fingið nakað av áhuga, er tíðin búgvin at brúka stílin hjá teoretikaranum. So hvørt sum tey lærandi vísa størri ídni og førleika, eru umstøðurnar til undirvísingarstílin hjá fremjarum. Um næmingarnir fáa sera stóran áhuga, kann vera hóskandi at brúka undirvísingarstílin hjá ávirkarum.

Undirvísingarstílar sambært Grasha

Anthony F. Grasha hevur lýst 5 eginleikar um undirvísingarstíl:

  1. Serfrøðingur: hevur vitan og serfrøði, sum hann vil bera víðari
  2. Formligur myndugleiki: hevur høgan status millum næmingar, og krevur, at arbeitt verður eftir settum mannagongdum
  3. Persónlig fyrimynd: undirvísir við myndamáli og beinleiðis dømum, eggjar næmingum at eygleiða og kopiera tað, sum lærarin ger
  4. Fasilitator: Vegleiðir og leiðbeinir við at seta spurningar, kanna møguleikar, og mæla til alternativ
  5. Delegator: Leggur doyðin á, at næmingarnir menna evnini at virka autonomt

Flestu lærarar hava onkrar av hesum eginleikum. Grasha fann fram til fýra samansetingar av undirvísingarstílum, ið eru mest vanligir. Eginleikin serfrøðingur er í øllum fýra. Til hvørja samanseting mælir Grasha at laga undirvísingarstíl eftir læristílum hjá næmingum. Teir fýra undirvísingarstílirnir eru:

  1. Serfrøðingur/Formligur myndugleiki
  2. Persónlig fyrimynd/Serfrøðingur/Formligur myndugleiki
  3. Fasilitator/Persónlig fyrimynd/Serfrøðingur
  4. Delegator/Fasilitator/Serfrøðingur

Nr. 1 hjá Grasha  minnir um teoretikaran í TALI, og nr. 4 hjá Grasha líkist ávirkaranum í TALI. Men stuðlarin og fremjarin í TALI eru ikki sambærligir við nakran stíl í myndlinum hjá Grasha, tí tilgongdirnar í báðum myndlunum eru so ymiskar. TALI-myndilin er ein teoretiseraður myndil, og undirvísingarstílirnir verða lagaðir eftir, hvussu áhugaðir næmingarnir eru, og hvussu teir eru fyri fakliga. Hjá Grasha eru undirvísingarstílarnir hinvegin blivnir til av empiriskum kanningum, og teir skulu brúkast til ávísar læristílar, har næmingar eru:

  • Antin samstarvssinnaðir ella kappingarhugaðir
  • Antin ikki við ella luttakandi
  • Antin sjálvstøðigir ella ósjálvstøðigir

Tann mest týðandi eginleikin er nevndur fyrst. Sí talvu 2. Allir fýra læristílarnir hava tann luttakandi eginleikan, sum merkir, at ikki verður roknað við næmingum, sum ikki eru við – helst tí at hesir hoyra ikki heima í hægri útbúgvingum. Grasha-myndilin minnir um samfeldis­myndilin í leiðslu og klassisku teoriina um at taka avgerðir, tá ið vit fara frá samanseting 1, ið er tann mest autokratiski stílurin, til samanseting 4, ið er tann mest demokratiski, so hvørt sum næmingar blíva meira búnir og autonomir. TALI-myndilin líkist meira leiðsluteorium eftir treytum í umstøðunum.

Talva 2: Undirvísingarstílar og læristílar hjá Grasha.

 1234
Undirvísingar-stílurSerfrøðingur Formligur myndugleikiPersónlig fyrimynd Serfrøðingur Formligur myndugleikiFasilitator Persónlig fyrimynd SerfrøðingurDelegator Fasilitator Serfrøðingur
LæristílurÓsjálvstøðigur Luttakandi Kappingar-hugaðurLuttakandi Ósjálvstøðigur Kappingar-hugaðurSamstarvs-sinnaður Luttakandi SjálvstøðigurSjálvstøðigur Samstarvs-sinnaður Luttakandi

Tvørleikar í verki

Teoretiskir myndlar eru góðir at hava, men undirvísing í verki er ofta ein avbjóðing – fyri ikki at siga trupulleiki. Ein avbjóðing á miðnámi, sum er størri enn fyri fáum árum síðani, er, at so at siga allir umsøkjarar verða tiknir inn – eisini teir, sum ikki duga at lesa, skriva ella rokna. Um lærarin – sambært Kierkegaard – skal finna næmingin har, sum hann er, hevur hann eina ómøguliga uppgávu, tí næmingarnir í flokkinum eru so langt frá hvørjum øðrum. So skulu vit differentiera undirvísingina, verður sagt. Men tá ið nógvir næmingar mangla grundleggjandi førleikar, sum eru ein treyt fyri at ganga á miðnámi, er differentieringin so ógvuslig, at eingin knógvar byrðuna. Henda avbjóðing kann ikki loysast í skúlaflokkinum. Loysnin er sera einføld: gevið næmingunum, sum ikki megna miðnám enn, eitt annað tilboð. Bjóðið teimum eitt ár, har teir fyrireika seg til miðnám. Hetta hevur verið gjørt fyrr, og hevur eydnast væl. Í grannalondum okkara gera tey hetta, men í Føroyum eru vit nú farin frá hesum. Ístaðin sópa vit problemið yvir á lærararnar, ið eru leiðarar á mikro stigi, har avbjóðingin blívur til ein trupulleika, sum ikki kann loysast har.

Ein onnur avbjóðing í undirvísing og læring er jagstranin eftir góðum karakterum. Lítið og einki verður gjørt við hesa jagstran, ið ger um seg sum ongantíð fyrr. Javnan hoyra vit lærarar gremja seg um, at næmingar hava so nógv fokus á karakterir, at tað darvar undirvísing og læring. Hetta er ein ómentað siðvenja, og avvenjing skal til. Um vit brúka myndina hjá Kierkegaard um at leiða ein annan til eitt ávíst stað, ger karaktergevingin, at veruliga málið verður mist úr eygsjón, og næmingarnir vilja heldur rúsast við karakterum.

At øll skúlaskipanin hevur karakterir sum grundvøll, ger ikki støðuna betri. Fyri at sleppa inn á hægri útbúgvingar eru í summum londum krøv um ávís miðaltøl, hóast miðaltøl geva lítla ella onga meining í hesum sambandi. Men sum so ofta kemur letin fram um vit og skil. Hægri lærustovnar tíma ikki at viðgera umsóknir, men taka næmingar inn á ein hátt, sum eitt telduforrit kundi gjørt. So leingi hetta er støðan, eru hyggjuráðini, at vit á miðnámi taka allar karakterir av, sum ikki eru kravdir við lóg ella kunngerð – og í staðin geva næmingunum dygdargóðar afturmeldingar, sum føra til samskifti og menning, og næmingurin hevur veruliga málið fyri eyga: at læra.

Keldur

Anthony F. Grasha, Teaching with Style: A Practical Guide to Enhancing Learning by Understanding Teaching and Learning Styles, Alliance Publishers, 1996.

G. Baker, J. Roueche, J. Gillett-Karam. Teaching as Leading: Profiles of Excellence in The Open Door College, Washington D.C, The Community College Press, 1990.

Herbert G. Hicks og C. Ray Gullett, Organizations: Theory and Behavior, McGraw-Hill 1975.

Ichak K. Adizes, How to Solve the Mismanagement Crisis, MDOR Institute 1979. Donsk týðing: Lederens faldgruber, Børsen 1999.

Olav Absalonsen, Námsfrøðilig leiðsla, Miðnámsrit 5, 2015.

Olav Absalonsen, Næmingar og ymiskleiki, Miðnámsrit 6, 2015.

Peter G. Northouse, Leadership: Theory and Practice, 4th edition, Sage Publications, 2007.


[1] Sí grein í Miðnámsriti 5, 2015: Námsfrøðilig leiðsla.

[2] Sí grein í Miðnámsriti 6, 2015: Næmingar og ymiskleiki.

Aðrar greinar í miðnámsrit 22