Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 26
Um blaðið
Svøvnur hevur stóran týdning fyri likamliga og sálarliga heilsu. Men eru vit øll greið um, hvussu stóran týdning svøvnur hevur, tá ið tað ræður um at læra og minnast? Les um nýggja føroyska gransking á hesum øki.
Kapping innan læring er vandamikil. Tá ið vit brúka kapping sum námsfrøðiligt amboð, skaða vit læringsumhvørvið, tí tað er bara ein vinnari og nógvir taparar. Skúlin skal vera eitt stað, har øll kenna seg væl, og tað at gera mistøk er liður í læringini.
Fyri lærarar, sum undirvísa í fremmandamáli, er tað gevandi og mennandi at fara á skeið saman við lærarum úr øðrum londum, sum undirvísa í somu lærugrein.
Talgild tøkni broytir treytirnar fyri, hvussu vit arbeiða og læra, og hvussu vit brúka tøkni í undirvísing. Nógv bendir á, at skúlar eru tiknir á bóli av tøkniligu menningini, tí námsfrøðiliga menningin hevur ikki fylgt við tí tøkniligu.
Tímatalvan hjá einum lærara myndar eitt heilt skúlaár, og tí er umráðandi, at hon tekur útgangsstøði í einstaka læraranum. Ein tímatalva kann skapa strongd, um hon ikki er kjølfest í samrøðu millum lærara og leiðslu.
Ein meiriluti av miðnámslærarum heldur arbeiðið geva meining, men samstundis halda mong, at tey ikki fáa løn fyri alt, sum tey gera. Eitt nú vísa tey á eyka arbeiði av “tungum” næmingum og samskifti við foreldur. Tað vísir ein trivnaðarkanning í YF.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit
Svøvnur og tilvitað minni, Anna á Váli Guttesen.
Kapping skal út úr miðnámsskúlunum, Tórður Johannesarson.
Góðir dagar í Nice, Kristianna W. Poulsen.
Hugskot um búgving og talgilda skúlan, Olav Absalonsen.
Tímatalvur kunnu skapa strongd og mistrivnað, Tórður Johannesarson.
Er miðnámsskúlalærarin ein høgguslokkur? Birna Heinesen.
FØROYSK PURISMA – hent bók til undirvísing í føroyskum á miðnámi, Tórður Johannesarson
Tað lovaða landið – eitt ummæli, Marna Jacobsen.
Tak niður sum PDF