Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Er miðnámsskúlalærarin ein høgguslokkur?

Eftir Birna Heinesen, forkvinna í Yrkisfelagnum Miðnámi í miðnámsrit 26, oktober 2022

Fyri nøkrum árum síðan varð tosað um at kanna trivnaðin hjá limunum í Yrkisfelagnum Miðnámi, og í 2021 gjørdi felagið eina trivnaðarkanning millum limir felagsins. Her eru nøkur av úrslitunum og hugskot um, hvussu trivnaðurin kann betrast.

Fyri at seta trivnaðin inn í eina størri heild, fari eg fyrst at hugleiða eitt sindur um, hvat undirvísing og læring er:

Hvorfor see Blomsterne saa daarlige ud i dag? (Andersen, 1835, s. 1)

Soleiðis spyr lítla Ida studentin í ævintýrinum Den lille Idas Blomster, sum H.C. Andersen skrivaði í 1835. Studenturin svarar, at hálvfølnaðu blómurnar, sum Ida hentaði í gjár, síggja soleiðis út, tí tær hava verið í veitslu um náttina. Vit síggja, hvussu Ida livir seg inn í frásøgnina hjá unga studentinum, meðan tey eldru í ævintýrinum halda, at tað er fjas at billa gentuni slíkt inn. Síðst í ævintýrinum sigur hon:

og naar siden de norske Fættere kommer herhen, saa skal de være med at begrave Eder ude i Haven, at I til Sommer kan voxe op og blive endnu meget smukkere.! (Andersen, 1835, s. 5)

Gentan lærdi nakað týdningarmikið frá studentinum, hon lærdi nakað um lívið og deyðan; um tað, sum fer, og tað, sum kemur.

Hetta ævintýr sigur okkum, at undirvísing skal læra næmingarnar okkurt. Hon skal vera læring millum javnlíkar, ið síðan skal lyftast upp á eitt hægri fatanarstig. Studenturin í ævintýrinum fór niður á sama stig sum Ida eina løtu, meðan tey vaksnu ristu við høvdinum.

Soleiðis kann tað ofta kennast at vera lærari. Vit eru sum studenturin í søguni, ið er noyddur at laga seg til fatanarstigið hjá Idu. Og hini, sum ikki kenna okkara lærugreinir ella umstøður at arbeiða undir, skilja ikki altíð okkara støðu, hóast mong munnu vera samd um, at tíðin á miðnámi var góð.

Mong sita við kensluni, at vit lærarar eru ósjónligir í samfelagnum. Tað er sjáldan, at okkara arbeiði er viðgjørt millum almenningin. Kanska tí vit nettupp laga okkum eftir umstøðunum og eftir næmingunum, ið hava ymiskan tørv. Alskurin til okkara lærugrein og drívmegin at læra komandi ættarlið tað, sum krevst fyri at sleppa víðari, ger, at vit klára at halda okkum uppundan, eisini úti á djúpum sjógvi, tí soleiðis eru treytirnar í okkara arbeiði.

Tí stúri eg fyri, hvussu langt út hin einstaki lærarin svimur fyri at røkka málinum. Hyggja vit at broytingunum, sum hava verið, síðan vit fingu nýggja miðnámsskúlaskipan, har endamálið var at spara landskassanum pengar, er svarið, at miðnámsskúlalærarin er noyddur at fara sera langt fyri at røkka endamálinum.

Trivnaðarkanningin

Yrkisfelagið Miðnám setti sær fyri nøkrum árum síðan fyri at skipa fyri einari trivnaðarkanning. Henda kanningin var á veg eina tíð. Í 2020 varð avtala gjørd við Anniku Helgadóttur Davidsen sálarfrøðing og granskara um at gera kanningina.

Kanningin bygdi í høvuðsheitum á valideraðar spurningar, sum vóru brúktir í líknandi kanningum í øðrum londum og innan mong ymisk arbeiðsøki.

Kanningin varð løgd fram á limatiltaki, sum fakfelagið skipaði fyri á Glasi í apríl 2022, har rektarar og fólk úr Undirvísingarstýrinum og Uttanríkis- og mentamálaráðnum vóru boðin við. Hetta varð gjørt, tí at vit mettu, at avbjóðingar í trivnaðinum kunnu vit sum fakfelag ikki loysa einsamøll saman við okkara limum, men mugu eisini  loysast saman við leiðslum og ikki minst embætisverkinum og politisku skipanini.

Talan var um stóra og drúgva kanning, sum vísti, at limir felagsins hava nógv at tosa um og at siga við leiðslur og Undirvísingarstýrið. Her fari eg at nevna nøkur fá punkt, sum kanska eru serlig fyri okkara øki, og har tølini vístu, at vit mugu vera á varðhaldi.

Um tey sum hava svarað

Í kanningini vóru 93 fólk, ið er eitt sindur minni enn helvtin av limatalinum. Tey, sum svaraðu, vóru 45,2% menn og 54,8% kvinnur. Miðalaldurin var 49,2 ár, og tey høvdu í miðal undirvíst á miðnámi í 15,7 ár. Av teimum, sum svaraðu, arbeiddu 54% fulla tíð, 27% arbeiddu meira enn fulla tíð, og 19% arbeiddu minni enn fulla tíð.

Hvørji munnu tey so vera, ið ikki hava svarað, og hvat høvdu tey svarað? Hesum fáa vit illa svarað, men hyggja vit at miðalaldri og starvsaldri, ber helst til at siga, at tey við drúgvum royndum eru væl umboðað í kanningini.

Í kanningini varð spurt, nær arbeiðsbyrðan er størst, har til bar at velja fleiri mánaðir. Teir 4 mánaðir, ið flest svaraðu, vóru januar 44,1%, mai 43%, februar 36,6 og juni 35,6%. Hetta bendir á, at januar/februar og mai/juni eru tíðarskeið, sum limirnir merkja, at arbeiðsbyrðan er tyngst. Kanningin varð gjørd í mai, og tískil kann høga arbeiðsbyrðan hesa tíðina vera ein av orsøkunum til, at fleiri ikki hava svarað. Hugsast kann, at tey, sum ikki hava starvast so leingi á økinum, kenna hesi tíðarskeið uppaftur tyngri, og hava tískil ikki svarað. Hetta verða tó bert gitingar.

Mest og minst krevjandi uppgávur

Í kanningini varð spurt, hvørjar uppgávur limirnir kendu mest krevjandi, krevjandi, minni krevjandi og minst krevjandi. Millum mest krevjandi uppgávur eru:

  • at rætta uppgávur
  • at áseta met/próvmet
  • at skráseta

Harafturat verða eitt nú hesar uppgávur nevndar sum krevjandi:

  • breytarverkætlan
  • relatiónsarbeiði
  • foreldrasamstarv
  • at motivera næmingar
  • prát við útsettar næmingar, ið krevja meira enn aðrir
  • at fyrireika seg til próvtøku og føra næmingar upp
  • samskifti við leiðslu
  • fundarvirksemi
  • fyrireiking
  • at undirvísa blandaðum holdum
  • at náa alt tað kravda í undirvísingini
  • at røkka nøktandi dygd
  • tíðarfreistir
  • formligar uppgávur
  • at fylgja við lønarviðurskiftum

Hesar uppgávur eru nevndar sum minni krevjandi:

  • próvtøkur
  • at fara á skeið
  • at luttaka á fakligum fundum
  • at áseta próvtøl
  • at føra fráveru

Minst krevjandi uppgávur eru hesar:

  • undirvísing
  • fyrireiking av undirvísing
  • fundarvirksemi

Av tí at limirnir hava svarað í fríum teksti, og øll eru ikki á einum máli um alt, eru summar uppgávur nevndar fleiri ferðir, til dømis bæði sum krevjandi og sum minst krevjandi. Ein stórur partur av limunum kenna undirvísing sum minst krevjandi, meðan tað eru tær uppgávur, sum liggja afturat undirvísingini, sum kennast krevjandi. Undirvísing byggir á bæði tað fakliga og á relatiónir við næmingar, og tískil fyllir hetta nógv millum mest krevjandi uppgávur. Vert er at leggja merki til foreldrasamstarv. Hetta var ikki so vanligt fyrr, men nú er mangur miðnámsskúlalærari noyddur at samskifta við foreldur at næmingum. Hetta er ein stór broyting, ið eisini er sera tíðarkrevjandi.

Fært tú løn fyri tað arbeiðið, tú gert?

Hesin spurningur átti at verið lættur at svara, og sæð við fakfelagsbrillum skuldi svarið verið ja. Tó eru 25% av teimum spurdu, ið siga, at tey ikki fáa løn fyri alt, sum tey gera.

Dømi um uppgávur, sum limirnir halda vera óløntar, eru: at rætta uppgávur (góðska mótvegis tal á/rúmd av uppgávum), at fyrireika undirvísing, sambandið við næmingar; t.d. hjálp uttan fyri skúlatíð, vegleiðing og annað samskifti, ”tungir” næmingar, skráseting og samstarv við aðrar lærarar. Hetta siga lærarar, hóast ein umsitingarfaktorur (U) er í sáttmálanum, og hóast samstarv er partur av fyrireiking sum heild.

Her er aftur ymiskt uttan fyri undirvísingina, sum limirnir halda vera ólønt. Víst hava vit ein fyrireikingarfaktor (F) í sáttmálanum, men her er tað serliga tað, at næmingar eru “tungir” og skulu hava vegleiðing ella eyka hjálp, sum fyllir nógv. Eisini tað at rætta uppgávur, sum vit í vissan mun fáa løn fyri við rættifaktori (R) í sáttmálanum. Hesi tøl eru komin inn í skipanina og sáttmálan í 2013, men spurningurin er, um tað kann vera rætt, at okkara løn verður roknað eftir, hvussu nógva tíð partarnir í 2013 hildu, at miðalnæmingurin brúkti at loysa eina skrivliga uppgávu.

Leiðsla og starvsfelagar

Spurt varð, hvussu limirnir síggja leiðslu og starvsfelagar. Sí talvu 1. Her verða stig roknað millum 0 og 100, og leiðslurnar á føroyska miðnámsskúlunum liggja um 60 í kanningini. Sosialur stuðul frá leiðara og samband við leiðara liggja ávikavist á 63,8 og 63,5. Her er tað næsti leiðari, talan er um. Leiðslugóðskan er 58,8, og limirnir geva rættvísi og viðurkenning á arbeiðsplássinum ávikavist 59,3 og 57,3. Lægsta talið er í spurningunum um at taka starvsfólk við í avgerðir – talið er 47,6.

Talva 1. Hvussu limirnir síggja leiðslu og starvsfelagar.

SpurningurMiðaltal
Sosialur stuðul frá leiðara63,8
Samband við leiðara63,5
Leiðslugóðska58,8
Rættvísi á arbeiðsplássinum59,3
Viðurkenning á arbeiðsplássinum57,3
Hvussu nógv verða starvsfólk tikin við í avgerðir47,6
Álit á starvsfelagar72,7
Sosialur stuðul frá starvsfeløgum69,9

YF Miðnám fer at taka hetta upp við leiðslurnar og koma við nøkrum hugskotum um, hvussu tað kann gerast betur. Í Danmark er leiðslugóðska í sambandi við stuðul og samband við leiðara á 56,9, so á hesum øki er leiðslugóðskan í Føroyum sambært hesi kanning betri, men tá hægsta talið er hundrað, er rúm fyri betringum.

Í mun til starvsfelagar, har sami útrokningarleistur er brúktur, er talið fyri álit á starvsfelagar 72,7, meðan sosialur stuðul frá starvsfeløgum er 69,9. Hóast limirnir fyri tað mesta starvast einsamallir í einum flokshøli, sær út til, at sambandið við starvsfelagar er betri enn sambandið við næstu leiðslu.

Í samband við hesar spurningar var eisini ein opin spurningur um, hvat leiðslan kundi gjørt betur. Har eru svarini m.a. betri samskifti og samstarv og tað at verða hoyrd sum starvsfólk.

Hóttanir, happing og mismunur

Í arbeiðinum sum lærari á miðnámi hava 15,1% upplivað hóttanir, 14,0% hava upplivað happing, og 10,8% hava upplivað mismun á arbeiðsplássinum. 6,5 % siga seg hava upplivað kynsliga happing, og somuleiðis siga 6,5% seg hava upplivað chikanu. Kanningin útgreinar ikki, hvat slag av hóttanum, happing, mismuni ella chikanu talan er um, men at hetta fer fram í sambandi við arbeiðið, er ein stórur trupulleiki. Tað verður heldur ikki útgreinað, hvør fremur hesar gerðir, um tað eru starvsfelagar, leiðsla ella næmingar/avvarðandi hjá næmingum.

Hetta er nakað, sum er vert at kanna nærri, men í fyrstu syftu er neyðugt, at vit sum fakfelag harðliga mótmæla tílíkum atburði, tí hann hoyrir ikki heima, hvørki á lærarastovu, í flokshølunum, á gongini, á alnótini ella aðrastaðni. Hetta mugu vit gera saman við leiðslunum, har vit finna eitt felags stev, hvussu vit handfara tílíkan atburð.

Arbeiðið sum heild

Í kanningini verður eisini spurt um krøvini til arbeiðið sum heild. Sí talvu 2.

Talva 2. Arbeiði sum heild.

SpurningurMiðaltal
Kognitiv krøv73,4
Krøv um at fjala kenslur64,9
Arbeiðið sum miðnámslærari gevur meining70,2
Arbeiðið gevur sjálvsálit og gleði68,0

Á einum stiga millum 0 og 100 eru kognitivu krøvini 73,4, og krøvini um at fjala kenslur eru 64,9. Hetta eru stór krøv til okkara, tí at vit hava við menniskju at gera, og vit eru faklig og menniskjaslig fyridømi. Av teimum, sum hava svarað, halda 70,2%, at arbeiðið sum miðnámsskúlalærari gevur meining, ið er eitt høgt tal. Tá ið spurt verður um arbeiðið gevur sjálvsálit og gleði, er talið 68,0, meðan talið í Danmark er 77,0. Hetta er stórur munur, og tað er ikki sørt órógvandi.

Hvussu betra vit trivnaðin?

Hevði onkur dugað at svarað hesum spurningi stutt og greitt, var eingin avbjóðing. Tískil er neyðugt, at vit greina støðurnar nærri. Hetta mugu vit gera saman við bæði leiðslum og politiska myndugleikanum. Hvussu gera vit tað? Tað gera vit við at boða frá, at vit ikki gera sum høgguslokkurin, ið kann goyma seg millum onnur djór og plantur í havinum, men at vit steðga á og rópa hart, tá ið arbeiðsbyrðan gerst ov tung, ella tá ið vit halda, at vit arbeiða meir enn vit fáa løn fyri. Vit hava ikki 8 armar sum høgguslokkurin. Vit hava bert tveir, og vit hava bert eitt høvd og eitt lív.

Okkara dygd er okkara fakligheit og okkara evni at laga okkum til ymiskar forfatanir, ið næmingarnir hava, tá ið teir koma á miðnám, men vit mugu eisini ansa eftir okkum og siga til, tá ið tað, sum ikki er kjarnuuppgávan, fer at fylla ov nógv, ella tá ið onkur starvsfelagi, leiðsla ella onkur næmingur ella avvarðandi hjá næmingum gongur okkum ov nær, so ella so!

Í kanningini síggja vit, at tað eru serliga høg kenslulig krøv, óløntar uppgávur, neiligur atburður, strongd og tað, at limir ikki kenna seg hoyrdar, sum eru stórar avbjóðingar.

Ein stórur meiriluti av limum felagsins føla, at arbeiði teirra gevur meining, men samstundis halda mong, at tey ikki fáa løn fyri alt, sum tey gera. Hetta kann fyri summi kennast sum eitt  tvíeggjað svør; vit stríðast fyri okkara faki og fyri miðnámsøkinum sum heild, hóast politiski myndugleikin ikki vil gjalda tað, sum tað veruliga kostar í tímum, krónum og oyrum.

Felagið fer at brúka kanningina, soleiðis at hesi viðurskifti verða bøtt. Tað kann vera lættari at siga enn at fremja í verki, men venda vit aftur til søguna um Idu og studentin, so broyttist fatanin hjá Idu av lívsins viðurskiftum, hóast hini í søguni ikki skiltu samanhangin og ristu við høvdinum.

Soleiðis er eisini týdningarmikið at halda fast í okkara læriháttum í einstøku lærugreinunum og økinum sum heild, og vísa á úrslitini: nýklaktar pisur, sum eru klárar at taka lut í samfelagnum, tá ið vit hava slept teimum á flog!

Tí er okkara arbeiði týdningarmikið, vert at virðismeta og ikki minst at varpa ljós á!

Aðrar greinar í miðnámsrit 26