Góðir dagar í Nice
Eftir Kristianna Winther Poulsen í miðnámsrit 26, oktober 2022
Seinastu tvey árini havi eg brúkt eina viku av summarfrítíðini til at vera á skeiði fyri fransklærarar. Skeiðið hevur verið í dreymakenda býnum Nice við Miðjarðarhavið, og hetta hevur gjørt tað sera lætt fyri meg at velja at brúka ein part av summarfrítíðini fakliga, tí á henda hátt kann eg sameina hart tiltrongdan fakligan íblástur við deiligar frítíðarupplivingar.
Francophonia
Á skeiðinum í 2022 hitti eg starvsfelagar úr øllum heiminum, og í ár vóru vit 80 fólk, sum hittust í Nice við ynskinum um at læra meira um okkara arbeiði – at undirvísa í fronskum tungumáli.
Tað er felagsskapurin Francophonia (francophonia.com), sum skipar fyri skeiðinum, og kunnleikan til henda møguleikan fekk eg frá danska felagnum fyri fransklærarar, sum eg havi fingið samband við umvegis Facebook.
Viðvíkjandi tí praktiska syrgdi Francophonia fyri gisting í kollegiukømørum kring í býnum. Standurin var einki at reypa av, men av tí at Nice ikki skal upplivast úr einum kollegiukamari, gekk tað fínt.
Glasir rindaði fyri sjálvt skeiðið og gistingina, umframt at eg fekk dagpengar og løntar tímar fyri skeiðið. Eg rindaði sjálv fyri ferðina.
Ein vika í senn
Skeiðið byrjaði í fyrstu viku í juli og helt fram til seinast í august. Hvørja viku bar til at velja tvey ymisk modul, sum hvørt er í tveir dagar. Harumframt vóru fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni, til dømis læring og franskt sum heimsmál. Tað eru eini 8 ymisk modul at velja í, og flestu luttakararnir vóru á skeiði í minsta lagi tvær vikur.
Við at luttaka í eina viku, kundi eg sostatt velja tvey ymisk evni, sum í ár snúðu seg um at fáa meira dynamikk í floksundirvísingina og at fáa næmingarnar meira virknar í undirvísingini. Stuttligt og gevandi var tað at vera til undirvísing hjá dugnaligu og eldhugaðu Halynu Kutasevych, sum er ættað úr Ukraina.
Meira enn undirvísing
Tað snúði seg ikki bara um undirvísing, og fleiri sosial tiltøk vóru eisini á skránni, til dømis gallakvøld, strandarveitsla á ovurhonds deiligu strondini í Nice, og gongutúrur í gamla býarpartinum, har vit blivu kunnað um alt tað, ið var at síggja. Fastur táttur í skránni var eisini hálvdagstúrur til aðrar býir nærhendis umframt eina dagsútferð til gitna filmsbýin Cannes og við ferju til lítlu dreymaoynna Île Sainte-Marguerite.
Og stundir vóru sjálvsagt eisini til at eta góðan mat tey heitu kvøldini saman við fólki, sum vóru í Nice av júst somu orsøk sum eg sjálv. At læra eitt fremmandamál snýr seg jú um so ómetaliga nógv meira enn tað málsliga; at njóta angan av stórbýi og havi, at smakka góða matin við einum glasi afturvið, at hoyra tónleikin og ljóðini, at uppliva hugnaligu gomlu býarpartarnar við matstovum og barrum og menniskjum, so langt sum eygað rakk. Sansirnir vórðu aktiveraðir, og Nice er av sonnum rætta staðið til eina slíka heildaruppliving.
Franskt í Føroyum
Á Glasi eru vit tvey, sum undirvísa í fronskum, Napoleon Smith og eg sjálv. Har eru í løtuni tríggir flokkar á A-stigi og tveir flokkar á B-stigi. Á Kambsdali er Hallgerð Brim einsamøll um uppgávuna, og hon hevur allar tríggjar árgangirnar.
Ofta er talan um smærri flokkar, og hetta er ein fyrimunur, so at øll kunnu koma til orðanna. At læra franskt og onnur fremmandamál snýr seg í sera stóran mun um at fáa næmingarnar til at leypa útí og tora at tosa. Torføra úttalan kann vera ein forðing fyri, at tey tora at royna seg, men áhaldandi praktiskar venjingar plaga at fáa tey á glið.
Tilgongdin til franskt hevur seinastu árini verið reglulig – sum er, minkar lærugreinin ikki, men hon veksur tíverri heldur ikki. Franskt er eitt av fleiri fremmandamálum, sum næmingarnir kunnu velja.
Førleikamenning og íblástur
Hví velji eg at brúka summarfrítíðina til førleikamenning? Fyri meg sum undirvísara eru reglulig førleikamenning og íblástur gevandi og lívsneyðug, til dømis við skeiðinum í Nice, har samrøðurnar vóru nógvar og meiningsfullar um gleðina og um avbjóðingarnar við at undirvísa í fronskum sum fremmandamáli.
Skalt tú læra teg eitt fremmandamál, far so til eitt land, har tey tosa málið! Hetta sigi eg við mínar næmingar, og hetta eru eisini mínar royndir við at læra fremmandamál – tað allarbesta er at royna seg í landi, har málið verður tosað. Hetta fekk eg enn eitt høvi til í summar, og tað var bæði tíðina og pengarnar vert.
Annars eru nógvir slíkir summarskúlar fyri fransklærarar kring alt Frakland, so møguleikarnir eru ríkir fyri at sameina førleikamenning og frítíð og á tann hátt vitja ymisk støð í vakra og fjølbroytta Fraklandi.