Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Kappingin skal út úr miðnámsskúlunum

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 26, oktober 2022

Í bókini No Contest: The Case Against Competition skrivar Alfie Kohn m.a. soleiðis: Ikki at stríðast við onnur er evsta atfinning at kapping. Beint ímóti góðkendum vísdómi er kapping ikki natúrlig; hon forpestar sambandið við onnur og heldur okkum aftur at gera tað besta. Í bókini grundgevur høvundurin fyri, hvussu strembanin eftir at vinna ger okkum øll til taparar.

Tann 28. august í ár var eitt áhugavert prát við Per Schultz Jørgensen í Deadline í Danmarks Radio í sambandi við, at hann gav sína seinastu bók út, sum kallast Vendepunkt. Hann hevur skrivað yvir 60 bøkur um m.a. umstøður hjá børnum í vælferðarsamfelagnum. Í prátinum kom hann inn á, hví ungdómurin hevur so ilt í sálini. Ein av orsøkunum sigur hann vera, at í dagsins vælferðarsamfelag er alt gjøgnumseyrað av kapping. Børn og ung eru í kapping av øllum møguligum slagi alla tíð.

Tá ið eg gekk í fólkaskúla, var eisini kapping í skúlanum. Minnist millum annað, at tá ið vit í fimleiki skuldu sparka fótbólt ella spæla høvdingabólt, var kappingin fremri enn tað at røra seg. Til dømis sluppu tveir teir bestu dreingirnir at velja sín part, ein og ein blivu peikaðir út. Tann vánaligasti bleiv valdur síðst. Síðan skuldu vit kappast um, hvør vann í fimleiki tann dagin. Hesin lærarin visti ikki betur, og hevur neyvan hugsað um, hví hann gjørdi tað. Hann hevur helst hugsað, at partarnir skulu vera so javnir sum gjørligt. Hann hevur neyvan hugsað um tað sálarliga ella tað námsfrøðiliga, tí at aðaltátturin var kapping.

Minnist eisini, tá ið eg byrjaði sum lærari á miðnámi, at tað var ógvuliga vanligt á summum miðnámsskúlum at velja ársins lærara. Helst hevur hetta verið sera stuttligt undirhald, men tað kann neyvan hava kenst væl hvørki fyri vinnaran ella tapararnar. Eisini var vanligt til veitslur at velja ársins sprund, ársins nørd, ársins hetta og hatta, tíbetur er alt hetta farið í søguna, og vit vita øll, hví so er. 

Á miðnámsskúlunum er kappingin sera stór, næmingar kappast t.d. um at hava vakrastu klæðini, snildastu telefonirnar, vakrasta kroppin og hægsta miðaltal í flokkinum. Kapping um karakterir kann í ringasta føri gera, at næmingarnir gerast kappingarneytar ella fíggindar. Teir gevast at býta vitan sína millum, tí at teir kappast um at blíva bestir. Onkrir miðnámsskúlar skipa eisini fyri samkomu, har tað verður kunngjørt, hvør næmingur á hesari og hasari breytini hava hægsta miðaltal í próvnum. Løgið, at leiðslur ikki vita, at eitt miðaltal sigur hvørki eitt ella annað.         

Tá ið vit koma til lærugreinir, so kemur tað eisini fyri, at í onkrari lærugrein er kapping ein drívmegi. Har skulu næmingar kappast um, hvør kann vinna og koma víðari út í heim. Teir sita í mánaðir og fyrireika okkurt produkt, sum so er partur av eini kapping. Stórur partur av skúlaárinum verður bygdur upp til hetta stóra brakið.   

Mentamálaráðið skipar onkuntíð fyri kappingum um m.a. umhvørvi, mál og annað. Á hvørjum ári er danska Georg Mohr-kappingin, sum er ein kapping í støddfrøði. Henda kapping eins og kappingar hjá mentamálaráðnum liggur uttanfyri undirvísing. Í Georg Mohr kunnu næmingar tekna seg til, um teir hava hug til kappast við næmingar í Føroyum, Grønlandi og Danmark.   

Á hvørjum ári skipa miðnámsskúlar fyri innleiðslu fyri nýggjar næmingar. Á skránni eru ymiskir aktivitetir, tað er m.a. ikki óvanligt, at næmingar ella bólkar skulu gera okkurt saman, t.d. byggja eitt torn, og har skal ein vinnari finnast. Longu her kemur kappingarelementið inn frá fyrsta degi á miðnámi. Eisini er vanligt, at skúlar skipa fyri ítróttadegi, har kappast verður millum flokkar. Ein stórur meiriluti av næmingunum heldur, at hetta er stuttligt, men vit hava altso eisini ein stóran minniluta, sum als ikki eru áhugaður í at luttaka á hesum degi, tað kunnu t.d. vera, at tey ikki ynskja at vísa sín kropp fram, orka ikki fyri slíkum kappingum, tí at tey vita frammanundan, at teirra flokkur fer at tapa. Tey vita t.d., at BMI-ið í flokkinum er ov høgt, at í flokkinum eru bara gentur, at tey ikki eru nóg sterk o.s.fr. Havi fleiri ferðir upplivað hjartkiptar næmingar bøna og biðja meg um sleppa undan at luttaka á hesum degi. Tað er ikki óvanligt at síggja myndir á heimasíðum hjá skúlunum av næmingum, ið vunnu á ítróttadegnum. Tá ið tú hyggur at myndunum, so sært tú og skilir tú eisini, hví júst hesin flokkurin vann.

Tey, sum varða av næmingum á miðnámi, eiga um ikki annað at taka upp kjak og reflektera yvir, um dagsins skúli ikki er blivin til ein skúla, har kapping er blivin ein púra natúrligur partur av undirvísingini.

Mær dámar væl kapping, men mær dámar als ikki kapping innan skúlans gátt, tí at í kapping er ein vinnari og ein stór fjøld av taparum. Skúlin eigur at verja taparar. Í mínum eygum eigur skúlin at vera eitt alternativ til nakað, sum næmingar ikki kenna til. Fleiri næmingar hava nógvar royndir av at tapa, skúlin skal ikki vera eitt forum, har næmingar í hópatali eru taparar. Kapping í skúlum stríðir móti allari námsfrøði. Í fleiri greinum í Miðnámsriti verður heldur mælt til samstarv og góðar relatiónir, til dømis í grein hjá Tinu Rasmussen og Dianu Skoradal. Og í nr. 24 var ein grein um samstarv í undirvísing og læring (sum framhald av Læring millum javnlíkar).

Um vit lærarar kaga í okkara gomlu námsfrøðiligu lærubøkur ella leita fram greinir og úrslit um kapping og skúlaskap, so finna vit ikki ein tann einasta granskara, ið grundgevur námsfrøðiliga fyri, at kapping í skúla er sunn. Skúlin eigur at ganga á odda og vísa veg. Hann eigur at senda ein boðskap út, at øll skulu kenna seg væl, at øll eru vinnarar. Hann skal hava sum aðalmál, at alt slag kapping skal út um skúlans gátt.  

Keldur

Alfie Kohn No Contest: The Case Against Competition, 1992.

Anette Scharling Konkurrence skaber manglende trivsel i klassen, folkeskolen.dk, 2.8 2020.

Danmarks Radio, Deadline: Per Schultz Jørgensen gør status, 28/8-2022.

Diana Skoradal Relatiónir millum lærara og næming, Miðnámsrit nr. 23.

Olav Absalonsen Hugskot um meting í læring, Miðnámsrit nr. 20.

Olav Absalonsen Læring millum javnlíkar, Miðnámsrit nr. 23.

Olav Absalonsen Samstarv í undirvísing og læring, Miðnámsrit nr. 24.

Tina Rasmussen Samstarv millum næmingar fremur læring, Miðnámsrit nr. 21.

Aðrar greinar í miðnámsrit 26