Tað lovaða landi - eitt ummæli
Eftir Marna Jacobsen í miðnámsrit 26, oktober 2022
Tað, sum eyðkennir stuttsøguskrivingina hjá Hanusi Kamban, er, at hon letur upp fyri nógvum møguleikum fyri greining. Tí meti eg, at søgurnar eru egnaðar til miðnám og hádeild. Tær eru til tann góða lesaran, lesaran, sum tímir at geva sær far um stuttsøguna. Tað lovaða landið letur upp fyri møguleikanum til at viðgera evni sum kærleika, mørk, menningina hjá dreinginum, mál og samanberingar við onnur tekstsløg sum ævintýr og science-fiction.
Sæla og sársaki
Hanus Kamban hevur endiliga aftur latið eitt savn úr hondum við sínum egnu stuttsøgum. Hetta er sætta stuttsøgusavn frá hansara hond. Ímeðan tað var stutt ímillum søvnini í áttatiárunum, so hava verið størri steðgir ímillum tey seinastu trý. Ikki so at skilja: hann hevur verið sera virkin skribentur alla tíðina – hann hevur ikki verið bangin fyri at geva sínar meiningar til kennar – og tær hava ikki altíð hóvað øllum. Hann er fyrst og fremst kendur sum týðari, ummælari og ævisøguskrivari, men hevur eisini latið hoyrt frá sær av og á í bløðunum, har hann hevur sagt sína erligu meining um alt frá máli, kvinnubókmentum og politikki sum heild.
Tað, sum sermerkir Hanus Kamban ímillum nógvar aðrar føroyskar rithøvundar, er, at hann fer út um okkara egna dunnuhyl og brúkar, serliga Europa og teir tankar, sum hava sín uppruna har, sum leikpall fyri sína skriving. Hann er intellektuellur og eisini sera kensluborin, hann brúkar klassiskan skaldskap sum grund undir sínari egnu skriving. Hann er á ein hátt eitt sindur gamaldags – og tað heldur hesin ummælarin vera bæði stuttligt og áhugavert at lesa. Í sínari skriving er onki tilvildarligt, hann hugsar um sínar orðingar og sítt evni og ger nógv research, umframt at hann liggur inni við stórari vitan um okkara fortíðar søgu, heimspeki og politisku rembingar. Stutt sagt, so er hann ein maður við almennum dannilsi, og tað er kanska nakað, vit øll áttu at lagt okkum eitt sindur meira í geyma.
Hví sigi eg alt hetta, áðrenn eg fari at ummæla? Jú, tí at hetta avspeglast í hesum nýggja savninum Tað lovaða landið.
Í savninum eru seks stuttsøgur. Sonurin Atli Brix Kamban hevur myndprýtt og gjørt permuna, sum fyri mær sær eitt sindur døpur út: Í staðin fyri at fara til lovaða landið, soleiðis sum savnið eitur, eru vit næstan ávegis í helheim. Myndirnar inni í savninum eru ikka allar so daprar, men í øllum førum hóska tær væl til innihaldið.
Tríggjar av stuttsøgunum hava Keypmannahavn og Føroyar sum pall. Tær eru Mótræsin máni, Brákað kerøld og Tað lovaða landið. Eg eri nokkso vís í, at tær byggja á høvundans egna lív. Fyrsta søgan Ricardo og Immacolata fer fram í Italia, Tað bláa ríkið er ein science fiction-søga, meðan triðja søgan Nærri mín Guð til tín hevur vanlukkuna hjá Titanic sum útgangsstøði, men fer fram nøkur ár seinni.
Stuttsøgurnar hava nøkur eyðkenni, sum ganga aftur; tær eru ævintýrkendar og í mongum førum forútsigiligar. Hetta er heilt vist ikki nakað, rithøvundurin ikki veit av. Hann ger tað við vilja, og hetta er nakað, sum mær ikki dámar so væl. Eg haldi, at knappliga snaringin í stuttsøguni, tað óvæntaða, ger stuttsøguna til nakað heilt serligt fyri meg, men so má eg bara í staðin njóta hegnið hjá Hanusi at skriva. Hanus vil hava, at lesarin skal vita, at Ricardo og Immacolata verða eitt, og so vónar hann sjálvandi, at lesarin setir seg inn í týdningin av nøvnum; Carmen í søguni Tað lovaða landið minnir ógvuliga nógv um ta Carmen, sum vit við eitt sindur av almennum dannilsi kenna aftur, søgan Nærri mín Guð til tín, má hava Titanic sum frásøgurammu, lesarin má fáa at vita, at Sniálvur í Mótræsin máni er tikin úr Sniálvs tátti við at brúka eitt ørindi úr táttinum:
so er at líta á jomfrúkinn,
sum droyri drýpur á snjó
Kvinnulýsingarnar í savninum eru nakað heilt fyri seg, nakað, tú ikki ert von við í modernaðari tíð. Helst ikki kvinnutypur, sum siga dagsins ungdómi so nógv, men hinvegin, so haldi eg ikki, at Hanus skrivar til dagsins ungdóm fyrst og fremst. Kvinnan verður sett upp á ein piedestal, hon er ógvuliga vøkur, hábærslig, gløgg, loyndarfull, dragandi: Sum umbroytt av gandi hevði hennara dæmi fingið lit, hennara hár var blivið ývnari, eyguni vóru blivin størri og myndugari, og við tað at hon var einasta genta har um leiðir, sum hevði nomið andans menning, dugdi onnur mál og hevði søguligan kunnleika – umframt at nú kom fyri ein dag, at hon ráddi yvir einum heilt serligum blúgvum og samstundis stílførdum, vakurleika – var úrslitið, at Immacolata týðiliga fór fram um systrar sínar í yndi – og tað máttu øll viðganga – var vakrasta kvinna í býnum. (Ricardo og Immacolata, bls. 31)
Men har er eisini ein onnur kvinnutypa, nevnliga Carmen, sum eg persónurin hevur trupult við at skilja, og er ikki til at fáa fatur á, og so er hon, sum patriarkatið sigur: ein freistarinna og ein narrifisa, sum gevur seg út fyri at vera góð við teg, men sum bara spælir sær við teg.
Ástøðið um, at sex krevur samtykki, kann fara heim at leggja seg, tí tú, sum ikki dugir at lesa teknini, verður so koyrdur upp í skúm, at tú missir tamarhaldið og gert teg inn á hana av tí sama. Tí hvør drongur/maður í sínum blómandi ungdómi, har seksuellu kenslurnar hava so nógv at siga, kann brúka hetta til nakað, at ein genta sigur seg vera góða við teg, men so bara meinar, at hon heldur teg vera góðan at tosa við.
Forteljarin er í flestu av søgunum sera nærverandi. Í teimum báðu fyrstu er hann ikki beinleiðis til staðar, tó at temað í søgunum er eitt, sum liggur forteljaranum ógvuliga nær. Einsrættingin, hetta at tú ikki sleppur at liva lívið, sum tú vilt, men noyðist at boyggja teg fyri púra idiotiskum reglum: Øll samrøða snúði seg, sum natúrligt var, um tað smáa og ítøkiliga og um staklutir. Benny sá til, at Reglugerðin um Orðaskamt og Orðalongd varð hildin eins og Lógin móti Fløktum Setningum og Lógin móti Hugtøkum og Lógin móti Sangi og Søgu. men hvør hevði brúk fyri at tala um Trúskap og Vakurleika ella Sannleika og Samanhald. (Tað bláa ríkið bls. 42)
Men tað hevur Korak í søguni Tað bláa ríkið, sum, eg haldi, er besta søgan í savninum. Hetta er ein søga, ið minnir mest um science fiction, sum er ein yndað genra hjá rithøvundanum, og eg haldi, hann kemur væl frá henni. Korak orkar ikki meira smalltalk og snarar øvutan veg av øllum hinum fólkunum fyri at sleppa at uppliva júst tað, sum tey ikki hava loyvi at uppliva.
Sum ein rættur Harry Potter stýrir hann beint inn í tær tjúkku tvíbýttu stálhurðarnar, sum geva seg mjúkt og ómakaleyst til viks. Her var knappliga snaringin, sum kanska ikki var óvæntað, men vónað var hon!
Flestu søgurnar bera onkursvegna brá av sorg og trega, av onkrum undirliggjandi hendingum, sum tú bert við tær alt títt lív, okkurt tú ikki fært at javnviga í lívinum.
Deyðin, bæði tann, sum mátti koma, og tann, sum tú valdi av kærleika, ósvaraður kærleiki og so hetta, at tú verður drigin upp í okkurt, sum órógvar títt lív, serliga títt skapandi virki.
Tað er helst eisini av møðini av tómum frasumakaríi og fyri at sleppa undan eini køvandi og mangan óndskapsligum umgangstóna: Í tí sálarliga veðurlagnum í hansara egna høvuðsstaði var eina tíð skerpingur. Dømir vóru um, at fólk úr bókmentahaganum og teirra avvarðandi ella vinir ofta ikki heilsaðu, um ein møtti teimum á gøtuni. (Brákað kerøld, bls. 110)
Og man tað ikki vera tí, at Lorenz og Hulda í søguni Brákað kerøld keypa sær hús longri uppi í býnum, har tey úr stovuvindeyganum síggja oman yvir tann vakra býin. Har kann Lorenz liva væl og frælsur, tí álvar smugu millum trøini og dísar vardu hann. Sum ein William í sínum fílabeinstorni.
Samanumtikið vil eg siga, at stuttsøgurnar lata upp fyri so ómetaliga nógvum tonkum, tær eru, umframt at verða lisnar á miðnámi og hádeild, uttan iva væl egnaðar sum tilfar í skaldskapi á hægri lesnaði.
Nakað annað er so tað, sum eg fái aftrat, av tí at eg eri – kanska ikki um sama aldur sum høvundin – men tætt við: eg kenni so ómetaliga nógv aftur, eg haldi meg vita, hvønn hann skrivar um, samstundis sum eg veit, at hetta als ikki hevur týdning fyri ein nútímans lesara, sum ikki dvaldist á teimum døgum, tá: Vit vóru ung, vit høvdu drukkið vín, nýggjar bókmentir, nýggj ástøði og nýggjur tónleikur – eitt nýtt lívsmynstur – dæmt av leiki, litum og ekstasu – har allir partar av tilveruni vórðu skilmarkaðir av nýggjum – (Mótræsin máni, bls. 66)
Tað lovaða landið kann vera tað, sum Sinbad ongantíð sleppur at uppliva saman við Carmen, ekstasan, á øllum teimum sjey (sjó)ferðunum/pørtunum, tað kann eisini vera húsið ovast uppi í býnum, ella er bara hetta at sleppa at skriva í frið í tí lovaða landinum.