Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Tímatalvur kunnu skapa strongd og mistrivnað

Eftir Torður Johannesarson í miðnámsrit 26, oktober 2022

Danski granskarin í strongd Helle Hegn sigur í  samrøðu gymnaskieskolen.dk í greinini Skemalæggeren, at ein góð tímatalva kann fyribyrgja strongd. Hon sigur millum annað: Eg havi ofta hoyrt miðnámslærarar siga, at teir ikki hava tíð til hetta og hatta, meðan leiðarar siga, at teir ikki kunnu geva teimum meiri frí. Eg haldi tó, at summi av ynskjunum kundu verið gingin á møti, um alt bleiv lagt betur til rættis. Um tú  hevur eina tímatalvu, har einki pláss er fyri reflektión, har tú alla tíðina verður órógvað/ur av einum starvsfelaga ella fundi, so kennist gerandisdagurin brotkendur, og hetta kann skapa strongd. Tað hevur stóran týdning, at starvsfólk í arbeiði, sum krevur vitan og fokusering, fáa tíð til at reflektera og hugsa djúpt.    

Lærarar á miðnámi sita spentir á hvørjum ári og bíða eftir, hvussu tímatalvan verður næsta skúlaár. Tað er ikki uttan orsøk, tí at tímatalvan kemur at mynda bæði privatlív og skúlalív eitt heilt ár. Tað er kanska eitt sindur løgið, at tað er soleiðis, tí at lærarar í føstum starvi skulu vera sinnaðir at vera á arbeiðsplássinum frá kl. 8 til 16, men hetta krevja leiðslurnar á miðnámi tíbetur ikki.

Tá ið eg byrjaði sum miðnámslærari, vóru tímarnir skipaðir í 45 minuttir. Hetta gjørdi, at tímatalvan var rættiliga óflexibul, men skjótt var farið yvir til sokallaðar blokkar á 90 minuttir; hetta gjørdi, at undirvísingin bleiv meira samanhangandi, og lærarin kundi gera hana meira næmingastýrda.

Hvat er ein góð tímatalva?

Tað er sjálvsagt ein spurningur, sum er upp til hvønn einstakan. Summir lærarar vilja hava ein undirvísingarfrídag mánadagar, aðrir ein mikudag og aðrir ein fríggjadag. Summir ynskja at undirvísa fyrr á degi, og aðrir ynskja tímar seint á degi. Summir lærarar ynskja at vera væl fyri til næsta tíma, so teir til dømis kunnu sita í skúlanum og rætta og at fyrireika seg til næsta blokk, meðan aðrir ynskja at hava allar tímarnar út í eitt, tí at ov nógv tíð fer til spillis til transport og annað. Fært tú tímarnar samlaðar, sparir tú tíð, er ein grundgeving.

Men felags fyri teir flestu miðnámslærarar er helst, at teir ynskja at hava ein undirvísingarfrídag um vikuna, har teir kunnu rætta og leggja sær undirvísingina til rættis. Hetta er serliga galdandi fyri lærarar, ið hava rættingar. Tað er ikki altíð líka lætt hjá skemaleggjarum at ganga hesum ynski á møti av fleiri orsøkum.

Lærarar í summum lærugreinum fáa eina keðiliga tímatalvu av natúrligum orsøkum

Tað er ójavnt, hvussu nógv lærarar í ymisku lærugreinunum á miðnámi hava av undirvísing á tímatalvuni. Í summum lærugreinum er ein skrivlig dimensjón, sum ger, at teir ikki hava so nógvar útbúgvingartímar. Í øðrum lærugreinum er eingin, og hesir mugu tí hava fleiri tímar í tímatalvuni. Spennið millum hesar lærugreinir er sera vítt, t.d. skal onkur lærari hava 16 tímar um vikuna, meðan aðrir lærarar skulu hava upp í 25 tímar. Í skipanini, sum kom í 2015 og er galdandi enn, skulu summir lærarar hava nógv fleiri tímar, enn teir skuldu hava fyri 2015; fleiri mugu hava upp í 25% meir í mun til 2014. Tí er tað ógvuliga sannlíkt, at ein lærari við ongari rætting fær eina “keðiliga” tímatalvu. Alt hetta við rætting og hvussu nógv lærarar skulu undirvísa er sjálvsagt ein fakfelagsspurningur, sum má takast upp í einum fakfelag. Lærarar í til dømis søgu, religión og samfelagsfrøði eru noyddir at fleiri tímar enn lærarar í støddfrøði og føroyskum, tí at hesir seinnu hava rættingar. Her er fakfelagið noytt at endurhugsa okkurt, so ójavnin minkar millum limirnar.

Ynski um ta góðu tímatalvuna skapa bindingar

Summir lærarar søkja um at fáa fleiri undirvísingarfrídagar, tí at teir fyrireika seg ella rætta. Onkur kann eisini taka útbúgving, sum tænir skúlanum, skriva lærutilfar ella gera okkurt mentanarligt, sum tænir samfelagnum. Her royna leiðslur og skemaleggjarar av øllum alvi at geva teimum tímatalvur, ið passa til tørvin.

Tað er tí ikki altíð so lætt hjá teimum, sum gera tímatalvurnar at gera øllum til vildar. Fleiri lærarar hava ymisk ynski, fleiri ynskini eru, fleiri bindingar eru hjá skemaleggjarunum. Tað kann tí enda við, at um øll ynskini hjá einum lærara verða gingin á møti, so er ógvuliga sannlíkt, at fleiri aðrir lærarar fáa eina “keðiliga” tímatalvu. Tað er tí ikki altíð lætt hjá skemaleggjarum, sum fáa nógv oman yvir seg, tí at summir lærarar antin av røttum ella órøttum kenna seg órættvíst viðfarnar. Seinastu árini hava onkrir miðnámsskúlar lagt fundir av ymiskum slagi inn í tímatalvuna, so sleppast kann undan at hava fundir eftir undirvísing kl. 15.30 ella so. Hetta er sjálvsagt gott, men leggur aftur binding á tey, sum gera tímatalvurnar. Kanska kundi eitt hugskot verið, at summir fundir vórðu lagdir eftir vanliga undirvísing, t.d. toymisfundir. Men sker tú meg her, so missir tú meg har. 

Uppskot til betringar

Tey, sum leggja tímatalvurnar, mugu ansa eftir, at tímatalvurnar taka útgangsstøði í einstaka læraranum. T.d. hevði tað ikki verið heppið at givið einum lærara, sum átti eitt 1-3 ára gamalt barn, 4 blokkar ein mánadag. Tá var hesin noyddur at sita ein heilan leygardag og sunnudag og fyrireika seg til ein so drúgvan undirvísingardag og arbeiðsviku sum heild í eitt heilt skúlaár. Slíkt kann skapa strongd.

Tað kundi eisini verið eitt hugskot, at leiðslurnar vóru nógv meira drignar við í arbeiðið í sambandi tímatalvurnar. Í starvsfólkasamrøðum kundi lærarin tosað við sín leiðara um, hvat slag av tímatalvu, ið hann kundi hugsað sær og hví. Tað vil siga, at ynski um tímatalvurnar blivu ikki sendar til skemleggjarar, men til leiðaran at viðmæla, og teir í felag kundu fingið tað frægasta burturúr, og at leiðarin sá tímatalvuna, áðrenn hon bleiv løgd fram fyri einstaka læraran.      

Á fleiri skúlum arbeiða skemaleggjarar av øllum alvi at fáa tímatalvurnar lidnar, áðrenn lærarar fara í summarfrí. Tey, sum fáa góðar tímatalvur, fara hjartans fegin í summarfrí við góðum vónum og áræði, meðan tey, sum fáa eina keðiliga tímatalvu fara í summarfrí ill, vónbrotin, stúrin og byrja nýggja skúlaárið við strongd, tí at tey spyrja seg sjálv, hvussu tey skulu fáa gerandisdagin at hanga saman. Frægast man tí vera, at lærarar fáa tímatalvuna, tá ið teir møta til fyrstu arbeiðsdagarnar eftir summarfrítíðina, eisini tí at tað altíð eru broytingar í summarfrítíðini. Tað hevði verið gott, at skemaleggjarar fyrst vístu leiðslunum tímatalvurnar, áðrenn tær blíva leysgivnar, tí at hesir kenna síni starvsfólk, kenna tørvin, ynskini og kunnu vísa á loysnir, so øll fáa eina tímatalvu, sum tekur útgangsstøði í ynskjunum hjá einstaka læraranum.

Eitt annað uppskot kundi verið at havt rullandi tímatalvur. Tá ið eg tók verkliga partin í námsfrøðiligari útbúgving í Hjørring í Danmark, gjørdu tey nýggjar tímatalvur sættu hvørja viku. Á tann hátt kundu tey laga undirvísingina til umstøðurnar, t.d. um ein tvørfaklig verkætlan var á skrá, sum kravdi, at næmingar og lærarar sluppu at arbeiða samanhangandi og hava fokus í nakrar vikur. Ein onnur orsøk var eisini, at hetta vildi útjavnað tað soleiðis, at tað upp á eitt ár bleiv meira rættvíst. Tað kann kennast møtimikið hjá einum lærara at hava somu tímatalvu, sum hann heldur vera keðiliga, eitt heilt skúlaár.

Aðrar greinar í miðnámsrit 26