FØROYSK PURISMA - hent bók til undirvísing í føroyskum á miðnám.
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 26, oktober 2022
Í 2021 kom bók út, sum eitur FØROYSK PURISMA. Rithøvundur er málfrøðingurin Jógvan í Lon Jacobsen. Eingin føroyskur málfrøðingur man hava granskað meir í føroyskari purismu enn hann. Bókin er skipað í tríggjar kapitlar við niðurstøðu og keldulista.
Í fororðunum skrivar Jógvan, at hann altíð hevur havt áhuga í purismu og hevur undirvíst í evninum, og hetta merkist eisini á tekstinum. Gjøgnum bókina merkir tú eisini, at Jógvan er vísindamaður, hann leggur fram sjónarmið fyri lesaran uttan at vera subjektivur.
Hann nevnir, at hetta ikki er søgan um føroyska purismu, men hansara søga um purismu. Bókin er heldur ikki føroysk málsøga, men hon viðger ein týðandi tátt í føroyskari málsøgu, nevniliga orðfeingið.
Fyrsti kapittul – søgulig gjøgnumgongd
Hann leggur út við at nevna, at logiska avleiðingin av purismu er, at fleiri orð eru at velja í, til dømis tónleikur og musikkur, støddfrøði og matematikk. Í kapitlinum kemur hann m.a. inn á ymiskar skilmarkingar av purismu, t.d. at hon vendir sær móti orðum av útlendskum uppruna, móti ávísum óynsktum eindum í standardmálinum, t.d. bygdarmálsorðum í sama máli. Ein granskari sigur m.a., at hon umframt at útihýsa óhepnum málsligum eindum, eisini verjir tær eindirnar í málinum, sum eru av slíkum slag, at tær eru verdar at varðveita.
Ein rættiliga áhugaverd eygleiðing hjá Jógvani er: Orðagerð, føroysk stavseting og føroyskar bendingar hava stóran áhuga millum føroyingar, meðan framburður og setningsbygnaður hinvegin hava lítlan áhuga millum fólk. Føroyingum dámar betur at kjakast um orð enn um onnur málslig viðurskifti. Hetta munnu vit lærarar í føroyskum eisini sanna; næmingar hava serliga áhuga í orðum. Summir kunnu vinda seg upp, tá ið teir fyrstu ferð hoyra okkurt orð, sum teir ikki kenna. Teir kunnu t.d. brúka orð sum grótføroyskt ella íslendskt. Aðrir kunnu vísa áhuga, hví eitur tað soleiðis og soleiðis. Mínar royndir eru, at næmingarnir hava áhuga fyri orðum og uppruna. Havi í mong ár eisini hugsað, at tað er spell, at vit ikki hava fingið eina upprunafrøðiliga orðabók sum t.d. Fremmedordbogen og íslendska Orðsyvjaorðabókin.
Jógvan sigur, at í miðlunum verður hugburður til málrøkt ofta gjørdur til ein spurning um antin/ella. Antin ert tú puristur ella ert tú liberalistur. Hetta og mangt annað verður tikið fram í fyrsta kapitli. Eisini verður komið inn á málsøgu sum heild. Ein hugleiðing er um orð sum málrøkt, reintungustevnu og onnur hugtøk, sum hava samband við purismu. Jógvan kemur eisini við dømum um føroyskar orðasmiðir. Eisini verður komið inn á evropeiska purismu ella norðurlendska purismu. Hann dregur fram gomul tøkuorð í føroyskum, kemur við dømum úr t.d. Seyðabrævinum og Húsvíkarbrøvunum. Eisini vísir hann til keltisk og ensk orð í føroyskum. Har nevnir hann m.a. dømi úr doktararitgerðini hjá Tórði Jóanssyni um ensk lánorð í føroyskum. Eg havi sjálvur tikið nøkur av hesum orðum og víst tey á Powerpoint í sambandi við tvørfakliga undirvísingargongd í føroyskum og eingilskum. Næmingunum dámdi hetta sera væl og teir gjørdust forvitnir.
Ein nokk so drúgvur partur av fyrsta kapitli er um málreinsing í 1800-árunum, har hann kemur við dømum um bíbliutýðingar. Har eru áhugaverdar talvur við góðum dømum um, hvussu t.d. Schrøter, Jákup Dahl og Victor Danielsen brúka nýggj orð. Talvurnar eru pedagogiskt settar upp. Eisini verður komið inn á føroysku bløðini fyri og eftir aldarskiftið 1800-1900. Hann nevnir eisini dømi um Útvarpið, sum í 1957 royndi at leggja ein standard við t.d. at lesa upp tøl millum 20 og 90 við tíggjarum og eittarum. Her kundi lærarin spælt dømi úr savni Útvarpsins, sum liggja úti á heimasíðuni, ella kundi fingið dømi úr bandasavni Útvarpsins. Hetta er eisini eitt fínt evni at taka upp í undirvísingini, har hesin hátturin er nógv meira logiskur og námsfrøðiliga betur grundaður enn danski háttin við eittarum og tíggjarum ella tjúgutølum.
Jógvan skrivar eisini um puristar í 20. øld, m.a. Jakob Jakobsen, sum týddi Álmanakkan hjá Keypmannahavnar Universiteti. Jakob valdi at smíða fleiri orð í hesum sambandi, orð sum vit í dag brúka púra natúrliga. Hann dregur eisini fram Christian Matras og kemur við dømum um orð, sum hann hevur smíðað. Tann triði málfrøðingurin, sum umboðar purismu er Jóan Hendrik Winther Poulsen. Har verða drigin fram dømi um nýsmíðað orð í bókini Mál í mæti, sum er ein heiðursbók ognað Jóhan Hendriki Winther Poulsen. Havi onkuntíð í undirvísing tikið nøkur av teimum 500 orðunum, sum Jóhan Hendrik hevur smíðað, og greitt næmingum frá uppruna og øðrum. Síðani fingu vit eitt fínt kjak um, hví summi av hesum orðum liva, og hví onnur ikki hava yvirlivað.
Ein sera áhugaverdur partur í fyrsta kapitli er um purismu í føroyskum orðabókum; her kemur Jógvan við góðum dømum og hugburði til purismu. Eisini her eru onkrar talvur, sum gera tað lætt at skilja. Fólkanøvn og staðarnøvn verða eisini viðgjørd í sambandi við purismu. Mínar royndir sum lærari eru, at hesi nøvn fanga áhugan hjá næmingunum, og aftur her verða talvur brúktar.
Sum heild er hesin fyrsti kapittulin um tað søguliga og ástøðiliga baksýnið rættiliga drúgvur, men Jógvan greiðir so væl frá, at lætt er at lesa, og summir partar av tekstinum kundi lærarin væl givið næmingunum at lesa, tí at málið er so livandi. Parturin er næstan 160 síður til longdar – og bulurin í verkinum.
Annar kapittul – ein samtíðarlig gjøgnumgongd
Í hesum partinum hevur Jógvan kannað purismuna sum samtíðarligt fyribrigdi. Har verður komið inn á hugburð til í purismu í byrjanini í 21. øld. Hann leggur út við at nevna, at teldubræv hevur ikki megnað at avloyst mail, men at teldubræv verður tikið fram í formligum samskifti, meðan meylur er vanligari í óformligum gerandismáli. Í hesum sambandi kemur hann inn á málvariatión, og hvussu slíkar variatiónir koma til sjóndar í málsamfelgnum, tá ið málbrúkarar hava fleiri orð at velja í. Hann vísir til eina norðurlendska kanning ella verkætlan, sum kallaðist MIN-verkætlanin (Modern importord i språka i Norden), sum var frá umleið 2000 til 2012, har føroyskt eisini var við. Har bleiv m.a. kannað um nøgd, nýtslu og hugburð til ensk tøkuorð í norðurlandamálum. Í bókini eru fleiri av hesum úrslitum víst í talvum. Í sama kapitli er eisini ein stubbi um hugburðkanning til purismu, sum svenskur málfrøðingur gjørdi í seinnu helvt av sjeytiárunum, og eina kanning, sum Kristbjørg Djurhuus gjørdi í 2007. Jógvan gjørdi eisini sjálvur kanning um hugburð til purismu, sum kom út í 2012. Hesi tølini eru eisini við, sum m.a. snúgva seg um nøgd og nýtslu, úrslit av kanningini hjá Jógvani verður m.a. lýst við talvum. Hesin kapittul er umleið 60 síður til longdar.
Triði kapittul – ástøði
Í triðja og seinasta parti verður roynt at seta orðapurismuna inn í ein ástøðiligan samanhang. Tá ið fólk hava tvey ella fleiri orð at velja í um sama fyribrigdi, kunnu vit vænta, at bæði orðini verða brúkt í hvussu er í eina tíð, í summum førum í langa tíð. Her verður m.a. komið inn á normar, og hví vit læna. At enda verða tríggjar útvarpssendingar greinaðar. Tann fyrsta var samrøða við fiskasjúkuserfrøðing, sum tosar um skaploysing ella amøbu. Ein yvirlækni tosar um kvikil ella peysmeykara. Síðan hevur útvarpsmaður samrøður við fýra fólk um skateboard. Samrøðurnar vísa, hvussu málvariatión kann koma til sjóndar í útvarpssamrøðum. Har verður m.a. í talvum lýst um nýtslu av ymiskum orðum. Parturin er ikki so drúgvur, er bara 25 síður. Bókin endar við einari niðurstøðu og einum keldulista.
Hvussu kunnu vit brúka bókina?
Nú á døgum er nokkso vanligt, at lærarar í føroyskum arbeiða við evnum, og evnið purisma er upplagt at taka upp í undirvísingini. Bókin er ein fongur fyri lærarar í føroyskum, tá ið vit skulu í málsøgu lýsa og viðgera henda part av føroyskari málsøgu. Verkið kann brúkast sum bakgrundsvitan ella sum tekstur, sum lærarar kunnu geva næmingunum. Málið er sera lætt at lesa. Í bókini eru góðar talvur, sum eru settar upp pedagogiskt. Nógvir næmingar hava eina meining um purismu. Tað er ógvuliga lætt at fanga teir, tí at áhugin fyri máli millum tey ungu er sera stórur. Tey eru ung og vilja fegin kenna upprunan til orð. Bókin kann eisini brúkast sum mótvekt til aðrar bøkur ella brot úr bókum, har kann t.d. nevnast bókin Kveikt og kannað hjá Hanusi Kamban um Rikard Long, sum var kristiskur mótvegis purismu, og bókin hjá André Niclasen, Føroya mál á manna munni. Í bókini hjá André eru nógvar greinir, sum lýsa hansara hugsan og hugburð til purismu. Eisini er ein rúgva av greinum at lesa í føroysku bløðunum um hetta áhugaverda evnið. Jógvan hevur ein sera lættan penn, hann hevur dugað at latið bókina í ein lættlesiligan málbúna, har øll kunnu lesa og fata innihaldið. Hon er bæði vísindalig og fólkslig hvørt um annað, tí riggar hon so væl til miðnám. Tá ið lærarar hava lisið bókina, eru teir væl ílatnir at viðgera evnið purisma.