Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Bólkaarbeiði og stillir næmingar

Eftir Jón í Haraldsstovu í miðnámsrit 22, juni 2021

Stillir næmingar eru onkuntíð ein avbjóðing hjá lærarum, tí ilt er at vita, hvussu teir eru fyri, og hvat ið teir læra. Lærarin hevur fleiri arbeiðshættir í hesi avbjóðing. Ein av hesum háttum er bólkaarbeiði. 

Tá ið eg fyri nøkrum árum síðan tók námsfrøðiliga útbúgving og skuldi velja evni at skriva um í ástøðiliga partinum, hugsaði eg um næmingar, sum ikki tosa so nógv.

Eitt, sum eyðkennir hesar næmingar er, at teir sjáldan tosa í tímunum, og summir seta seg longst burtur frá læraranum. Teir hyggja niður, tá ið spurningar verða settir í flokkinum, so tað sær út sum, at teir ikki eru við í undirvísingini. Helst kunnu fleiri lýsingarorð setast á hesar næmingar. Teir kunnu lýsast á ymiskan hátt, men eg havi valt at kalla hesar stillar næmingar.

Eg var sjálvur ein stillur næmingur í fólkaskúlanum og á miðnámi. Eg minnist óttan fyri at verða skutlaður (harpuneraður) í lærugreinunum, sum eg ikki kendi meg sterkan í. Vit eru ymisk sum lærarar, og ymiskt er, hvussu vit undirvísa. Fyri onkrar lærarar er tað natúrligt at vera “ágangandi”, tað vil siga at blíva við at spyrja hesar næmingar. Tá skuldi man trúð, at tað er skjótt at síggja, um teir hava fyrireikað seg. Men har kann vera nógv, sum ikki kemur fram í slíkari støðu. Næmingurin kann ivast ella ikki tora at svara, tí hann heldur, at hinir næmingarnir at flenna ella halda, at hann er býttur, um hann ikki hevur okkurt skilagott at siga. Tá er lættast at siga, at hann veit ikki, tá ið lærarin spyr. Summir næmingar skulu hava longri tíð at umráða seg; tá kann tað henda, at aðrir næmingar svara, ella lærarin kemur við einari loysn, tí at hann er ov ótolin. Lærarin er í teirri støðu, at hann kann ikki bíða alt ov leingi, tí at tímin gongur.

Olav Absalonsen lýsir hesar næmingar í grein í Miðnámsriti nummar 17 “Stillir næmingar”. Hann kemur millum annað inn á, hvussu stillir næmingar kunnu detta niður ímillum, tá ið lærarar skulu meta teir eftir, hvussu teir luttaka í tímunum. Næmingar, sum hava lætt við at taka orðið, eru framfýsnir ella ekstrovertir. Teir sleppa lætt framat, og verða kanska mettir at duga betur enn aðrir næmingar. Eisini kemur Olav inn á ekstrovertu og introvertu næmingatypuna. Introvertu næmingatypurnar lurta oftani meira, enn teir tosa, teir hugsa seg eisini ofta sera væl um, áðrenn teir taka orðið. Summir introvertir næmingar kunnu hava eina atferð, sum líkist smædni, men tað er ikki vist, at teir eru smædnir. Tó eru nógv introvert smæðin, og hetta hevur m.a. við sær, at tey helst eru uppaftur stillari og meira afturhaldandi í tímunum. Smædni valdast eisini umstøðurnar, tí eru hesir næmingar í kendum og tryggum umhvørvi, er smædnið minni enn í ókendum umhvørvi. Í greinini vísir Olav á, at fyrr varð mett, at tey introvertu vóru í minniluta, men kanningar vísa, at býtið er áleið helvt um helvt millum introvert og ekstrovert, so tað at vera introvertur er púra vanligt.[1]

Umframt teir introvertu og ekstrovertu eru eisini næmingar, sum hava aðrar forðingar, sum vit lærarar kanska ikki vita nakað um. Tí hava vit lyndi til bara at nevna teir allar fyri teir “stillu næmingarnar”.

Ein avbjóðing hjá mær og helst eisini øðrum lærarum, sum skulu meta um teir stillu næmingarnar í lærugreinum, sum bara hava eina munnliga dimensjón, er, hvussu vit skulu fáa teir við í tímunum.

Í námsætlanini í søgu verður nevnt: at samskifta í søgu snýr seg um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa … At bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga snýr seg í søgu um at greiða frá nútíðarhendingum og viðurskiftum, at nýta allýsingar, hugtøk, ástøði og yrkismál til at greiða frá orsøkum og ávirkanum í samfelagnum.[2]

Við øðrum orðum skulu næmingarnir læra at samskifta munnliga. Spurningurin er, hvussu vit í undirvísingini kunnu skipa so fyri, at teir stillu næmingarnir koma betur við í sokallaðu munnligu lærugreinunum. Ein háttur er sjálvandi at “skutla” teir, men tað er ikki mín stílur. So hvussu kann man skipa undirvísingina, har man mennir munnligu samskiftisførleikarnar hjá hesum næmingum?

Bólkaarbeiði við framløgum

Eg spurdi einaferð ein starvsfelaga, hvussu hon gjørdi í samband við framløgur á fyrsta ári hjá teimum næmingum, ið høvdu avbjóðingar at leggja fram. Hon svaraði, at tá ið næmingarnir skuldu leggja fram, heftir hon eitt blað við uppgávuni, har næmingarnir seta kross við, um teir vilja leggja fram fyri flokkinum ella bara fram fyri henni. Ein annar starvsfelagi kom við tí hugskoti, at næmingarnir kundu gera eina ljóðfílu, har teir tosaðu inn eina tekstagreining. Hetta eru fínir mátar at geva teimum stillu næmingunum møguleika fyri at menna sínar munnligu førleikar í lærugreinini, tí at teir sita trygt í kendum umhvørvi og hava fingið tíð til at hugsavna seg um spurningar og svar.

Hóast hetta eru fín uppskot at nýta í verki, hugsi eg, um tað ikki ber til at menna munnligu førleikarnar hjá næmingunum stigvíst, so teir gerast meira vanir við at leggja fram.

Ein háttur at geva stillum næmingum møguleika at gerast sjónligir er bólkaarbeiði, tí har mugu næmingarnir samstarva og samskifta um uppgávuna. Eisini eru teir tvingaðir at taka lut í bólkinum, serliga um bólkurin er lítil. Hetta er ikki eitt negativt trýst, men tann sosiala støðan leggur upp til, at næmingurin er noyddur at luttaka. Um lærarin skipar bólkin við tveimum ella trimum í hvørjum bólki, má næmingurin luttaka, tí tað gerst sjónligt fyri lærara og hinum næmingunum, um viðkomandi ikki er virkin. Eisini er støðan nógv tryggari enn floksundirvísing, tí næmingurin kann sleppa at gera mistøk, ið bara eru sjónlig fyri hini í bólkinum.

Dømi um bólkaarbeiði, sum kann fáa stillu næmingarnar at vera sjónligar, er kooperativ læring – bólkaarbeiði, sum leggur dent á næmingaaktivering og samstarv.[3] Ein háttur at skipa fyri hesum er at viðgera eitt evni, ið næmingarnir hava fingið fyri til blokkin. Lærarin hevur til blokkin gjørt spurningar, sum eru á einum stigi, at teir kunnu svarast eftir 5 minuttum. Næmingarnir verða skipaðir í pør, har teir skiftast at svara spurningum. Eitt slíkt spurninga- og svarark kann vera hetta dømi úr lærubók í samfelagsfrøði.[4]

Mynd 1. Uppgáva í búskaparligum hugtøkum: para útsøgn og svar.

ÚtsøgnÚrslitSvar
Føroyar eru – eins og m.a. Benelux-londini – ein Tænastujavnanum
Vanligasta máti fyri støddini á búskapinum er Handilsjavnin
Samlaðu inntøkurnar til Føroya nevnast Vørujavnanum
Líkningin Y = C + I + G + (X-M) nevnist Inntøkuflytingar
Føroyar hava seinastu áratíggjuni havt undirskot á? Veitingarjavnin
Føroyar hava sveiggjandi yvirskot og undirskot á? Bruttotjóðarúrtøka (BTÚ)
Lønir fyri at arbeiða uttanlands nevnast Rakstrarflytingar
Mest støðuføsta inntøkurnar hjá Føroyum eru Gjaldsjavnainntøkur tils.
Vøru- og tænastujavnin tilsamans nevnist Opin búskapur

Báðir næmingarnir skiftast um at spyrja og svara. Á henda hátt verða hugtøk terpað, og báðir næmingarnir sleppa at svara munnliga.

Eftir eitt umfar verður skift til ein annan næming við nýggjum spurningum og nýggjum svarum.  Hesin arbeiðsháttur kann vera góður at brúka ta fyrstu tíðina, so næmingarnir koma at kenna hvønn annan og fyri at venja stillu næmingarnar at spyrja og svara í smáum bólkum.

So hvørt relatiónirnar verða styrktar í flokkinum, og ein góð floksmentan er bygd upp, kann lærarin fara til næsta stig, har næmingarnir arbeiða við størri uppgávum, og enda í undirvísingargongdina, har bólkarnir leggja fram fyri hvørjum øðrum. Niðanfyri er dømi í søgu, har evnið er Sovjetsamveldið (1920-1930).

Mynd 2: Uppgáva um Sovjetsamveldið 1920-1930

BólkarEvniUppgávuætlan – framløgur og kelduviðgerð – framløgur 10 min. hvør.
1 ) Jan, Jana, JanniStalin, Lenin, TrotskijGera framløgu, viðgera keldu. Leggja framløgu og kelduviðgerð á eina felags stevnu, leggja fram fyri bólki (2)
2) Ólavur, Oluffa, ÓluvaGulag legurnarGera framløgu, viðgera keldu B, leggja fram fyri bólki (3)
3) Finn, Finngerð, Fía5-ára búskaparætlanirnarGera framløgu, viðgera keldu C, leggja fram fyri bólki (4)
4) Mikkjal, Mikala, MikalSovjetisk propagandaGera framløgu, viðgera keldu D, leggja fram fyri bólki (5)
5) Gunnar, Guðrun, GunnhildKulakarGera framløgu, viðgera keldu E, Leggja fram fyri bólki (1)
Allir bólkar leggja framløgur og kelduviðgerð á felagsstevnu dagin fyri framløgudagin. Allir bólkar lesa framløgurnar hjá hvørjum øðrum. Eftir fyrsta umfar leggja allir bólkar fram fyri næsta bólki, soleiðis at eftir 5. umfar, hava allir bólkar lagt fram fyri hvørjum øðrum.
At leggja fram bólk fyri bólk er ikki so avbjóðandi sum at leggja fram fyri øllum flokkinum. Harafturat gevur bólk fyri bólk framløgan møguleika at venja næmingar at leggja fram fram fyri øðrum. Rotatiónsskipanin ger, at næmingurin leggur fram fleiri ferðir, og tí verður lættari at bera faklig evni fram í lærugreinini.

Henda undirvísingarætlan kann vera næsta stig eftir arbeiðsháttin Cooperative learning. Her er uppgávan størri, og framløgan longri fyri einstaka næmingin, men hetta er eitt felagsarbeiði og einans ein bólkur í senn er at leggja fram fyri. Næmingurin sleppur at venja framløgurnar fleiri ferðir fyri skiftandi bólkum. Hetta er tíðarkrevjandi, og oftani fer ein heilur blokkur við framløgum, tí allir bólkar skulu leggja fram fyri hvørjum øðrum. Fakliga støði kann gerast høgt, tí góð tíð er brúkt at viðgera evnið, næmingarnir kenna seg sterkar í evninum, og vinningurin er, at allir næmingar sleppa til orðanna.

Næsta stig kann vera at leggja fram fyri flokkinum í bólki. Stóra avbjóðingin at enda er at leggja fram fyri flokkinum einsæris, og man kann so siga, at tá hevur lærarin stigvíst hjálpt næminginum at gerast sjónligari í undirvísingini.

Her er dømi um eina stigvísa tilgongd, har stillu næmingarnir fáa fleiri avbjóðingar:

Mynd 3: Bólkaarbeiði við stigvísari menning

NæmingastøðaSlag av bólkaarbeiði
Fyrsta stig: Stilli næmingurin gerst vanur við at samskifta við ein annan næming um evnið.Cooperative learning 1-1 í rotatión. Til 2 og 2 í rotatión. Tilsamans ½ tími av blokkinum fer til spurningar/svar- arbeiðsháttin, sí mynd 1 um dømi í samfelagsfrøði um tjóðarbúskaparlig hugtøk. Tílík dømi kunnu eisini gerast í søgu.
Annað stig: Bólkaframløgur er ein heldur størri avbjóðing í mun til 2 og 2.Bólkaarbeiði við størri uppgávum við trimum næmingum í bólkinum. Ymisk evni verða viðgjørd. Framløgur bólk fyri bólk í rotatión.
Triðja stig: Stilli næmingurin leggur fram fyri trimum ella fýra øðrum og hevur ábyrgd fyri sínum evni.Framløgu einsæris býtt í bólkar. Tað vil siga, at allir bólkar verða býttir av nýggjum, og næmingurin situr so einsamallur í nýggjum bólki og leggur fram fyri hinum, sum eisini eru nýggj í bólkinum.
Fjórða stig: Næststørsta avbjóðingin er at leggja fram fyri flokkinum saman við sínum bólki.Bólkaarbeiði, sum endar við uppgávu og framløgu í bólki fyri øllum flokkinum.
Fimta stig: Hægsta stig er at leggja fram einsamallur fyri øllum flokkinum.Leggja fram einsæris fyri flokkinum. Væntandi er, at summir stillir næmingar ongantíð røkka hesum máli.

Aftur til greinina hjá Olavi um stillar næmingar, sum endar við nøkrum góðum ráðum til stillar næmingar. Eg hefti meg serliga við hetta ráðið í samband við bólkaarbeiði:

Ert tú í bólki, so finn ein leiklut, ið er hóskandi til tín. Um ein bólkur skal virka, skal onkur skriva, onkur skal gera kanningar, onkur skal lurta og eygleiða, onkur skal vera kritiskur, og onkur skal samskipa. Ger títt til at fáa bólkin at virka, og hav í huga, at í einum bólki hevur tað, sum hendir handan leiktjøldini minst líka stóran týdning sum tað, ið hendir, tá ið bólkurin er saman. Minn hini í bólkinum á, at tað eru aðrir samskiftishættir enn at fundast”.[5]

Samanumtøka

Vit lærarar mugu hjálpa teimum stillu næmingunum, so vit fáa teir at siga meira í undirvísingini. Tað er grundleggjandi at styðja upp undir eina floksmentan, sum loyvir og góðtekur manglar og mistøk, ið ikki kennast sum eitt permanent spjaldur hjá næminginum. Fyri at røkka førleikamálini, sum nevnd eru í námsætlaninini um munnligu førleikarnar, kann stigvíst bólkaarbeiði við munnligum avrikum, sum ein partur av bólkaarbeiðinum, verða eitt av teimum amboðunum, vit kunnu brúka fyri at hjálpa næminginum at mennast. Har kann bólkaarbeiði við tveimum ella trimum næmingum vera mest hóskiligt í byrjanini, tí at óttin fyri at gera mistøk er minni, jú minni bólkurin er. Samansetingin av bólkunum hevur stóran týdning, og krevur, at lærarin frammanundan hevur eina ávísa fatan av, hvussu kemiin er millum næmingarnar. Sum undirvísari eigur tú at vera til reiðar at sleppa stýringini av øllum flokkinum fyri at kunna brúka eyka tíð og uppmerksemi til bólkarnar við stillum næmingum. Ein gongd leið er at brúka undirvísingargongdir, sum eru grundaðar á Cooperative learning. Hetta krevur høga sosiala stýring fyri at styrkja samstarvið millum næmingarnar. Hóast Co-learning ikki leggur upp til at fordjúping í fakligum evnum, ber væl til at brúka henda arbeiðshátt ein part av blokkinum. Høvuðsmálið er ikki í hesum førinum einans fakligt, men eisini sosialt og relationelt, so næmingarnir venja seg við at vera “munnliga aktivir”. Sum talvurnar leggja upp til, kann lærarin stigvíst menna bólkaarbeiði, so hvørt sum stillu næmingarnir verða styrktir í munnliga partinum.

Keldur

Absalonsen, Olav: Stillir næmingar, Miðnámsrit nr. 17, 2018.

Spencer Kagan & Jette Stenlev , Alinea, Cooperativ learning – Undervisning med samarbejdsstrukturer, 2009.

https://namsaetlanir.fo/midnam/laerugreinar/soega/soega-a/

http://www.co-operation.org/what-is-cooperative-learning

https://samfelagsfrodi.sbok.nam.fo/


[1] https://www.glasir.fo/wp-content/uploads/2018/06/Mi%C3%B0n%C3%A1msrit-17.pdf

[2] https://namsaetlanir.fo/midnam/laerugreinar/soega/soega-a/

[3] http://www.co-operation.org/what-is-cooperative-learning

[4]https://samfelagsfrodi.sbok.nam.fo/?id=274  (bókin er í gerð, og tí kann síðan verða broytt – síðani vitjan 11-5-2021).

[5] https://www.glasir.fo/wp-content/uploads/2018/06/Mi%C3%B0n%C3%A1msrit-17.pdf, s. 10.

Aðrar greinar í miðnámsrit 22