Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Karakterir og blýggj

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 23, november 2021

Tey, sum einki mistak hava gjørt, hava ongantíð roynt nakað nýtt.

Albert Einstein           

At tosa um karakterfría undirvísing fær ein at hugsa um blýfrítt bensin. Blýggj bleiv fyrr blandað upp í bensinið fyri at økja um oktantalið, men blýggj hevði samstundis skaðiligt árin á umhvørvið og heilsuna hjá fólki. Bensin, har blýggj ikki er blandað uppí, verður enn kallað blýfrítt bensin – sum um at blýggið var ein natúrligur partur av bensini. Tað var tað ikki.

Soleiðis er eisini við karakterum. Vit tosa um karakterfría undirvísing – sum um hon er ónatúrlig, sjálvt um øll undirvísing eigur at verða karakterleys, um læring er evsta endamálið. Karakterir eru skaðiligir fyri læringina, sum blýggj er skaðiligt fyri heilsu og umhvørvi. Munurin er tó, at bensin við blýggi hevur verið bannað í nógv ár, tíbetur; men undirvísing við karakterum ger um seg sum ongantíð fyrr.

Áðrenn børn fara í skúla, læra tey at tosa, ganga og renna; tey fáa motoriskar og sosialar førleikar í spæli og arbeiði; og ikki er sørt, at tey tráa eftir at læra at lesa, tí tey hoyra størri børn og vaksin lesa søgur fyri teimum. Tað vilja tey læra, so tey sjálv kunnu lesa bøkur og annað. Áhugin kemur av, at tey eldru eru fyrimyndir, sum tey herma eftir. Henda herming verður eisini kallað imitatión, sum er grundleggjandi drívmegi í læring.

Tey vaksnu og størri børn tosa við tey smáu, spæla við tey, og leggja teimum lag á. Sjálvt lítil børn duga at meta um egin evni og førleikar. Tey vita, at tey hava nógv at læra av teimum eldru. Eginmeting er ein natúrligur partur í menning teirra. Eingin við síni fullu fimm hevði funnið upp á at geva smábørnum karakterir fyri at fáa tey at taka seg saman, ella fyri at tey skulu vita, hvar tey flóta, sum karakterfjepparar plaga at taka til.

Tá ið børnini eru blivin so stór, at tey fara í skúla, hava vit gjørt av, at tey skulu hava karakterir, soleiðis at tey og foreldrini fáa at vita, hvussu gongur í skúlanum. Fyrstu árini í skúlanum eru kanska karakterleys. Men í sjeynda flokki ella fyrr skulu lærarar seta tøl á næmingarnar. Fá seta spurnartekin við hesa siðvenju og reglu, tí hetta er vani, og allir lærarar hava sjálvir fingið karakterir, tá ið teir gingu í skúla. Um vit grópa í minninum, eru nógv av okkum, sum kunnu fortelja søgur um, hvussu misvísandi summir karakterir vóru, tá ið vit vóru næmingar. Viðhvørt fingu vit betri karakterir, enn uppiborið, og viðhvørt verri, tí lærari ella próvdómari dømdu eftir, hvussu teir upplivdu tað, sum vit gjørdu; og tað, sum teir hildu, samsvaraði ikki altíð við veruleikan – og viðhvørt slett ikki.

Einki bendir á, at tað er blivið betri við tíðini: Tá ið læraraskúlanæmingar fyri nøkrum árum síðani frættu, at Handilsskúlin í Havn hevði gjørt reglur um opinleika um ársmet, vóru tey sera hugtikin av hesi verkætlan, tí teir høvdu stutt frammanundan gingið á miðnámi, har tey høvdu upplivað, at tað var hildið loyniligt, hvussu ársmet blivu til. Tað bar ikki til at fáa at vita ítøkiliga, hví tey høvdu fingið eitt ávíst ársmet, og tað bar ikki til at kæra, tí ársmetini komu onkursvegna úr leysari luft. Eisini vóru tey forvitin at vita, um aðrir skúlar gjørdu tað sama, og um Mentamálaráðið stóð aftanfyri. Fyri tey var hetta ein stórhending. Tey vórðu ovfarin og vónbrotin at hoyra, at aðrir skúlar høvdu ikki slíkar reglur, og Mentamálaráðið hevði ikki givið verkætlanini ans.

Nú ið Handilsskúlin er lagdur saman við aðrar miðnámsskúlar, eru reglurnar um opinleika um ársmet dotnar niðurímillum. Lærarar frá gamla Handilsskúlanum brúka tær kanska enn, men tað er einki krav – bara onkur áheitan so hissini frá leiðsluni, ið minnir um koronutilmælini frá landsstýrinum.

Lærarar, sum eru ímóti at fortelja næmingum frammanundan, hvussu ársmet verða givin, kenna tað sum, at teir útflýggja eina loyniliga uppskrift – ella hava teir einki ítøkiligt at útflýggja? Aðrir grundgeva við at siga, at so gevur tú næmingunum eina vegleiðing um, hvat teir skulu gera fyri at fáa gott ársmet, og so tíma teir ikki at gera nakað, sum ikki stendur í vegleiðingini.

Hesar undanførslur fær ein at hugsa um orðatakið ‘betri er ill hurð enn eingin’. Skúlin er ikki fullkomin, og tað verður hann helst ongantíð. Men tað kann ikki vera ein umbering fyri ikki at gera ábøtur, tá ið tað ber til, tá ið tað einki kostar, og tá ið ábøturnar eru skilagóðar. Skúlin hevur skyldu til at menna næmingarnar etiskt, men hvussu eru vit sum fyrimynd á hesum øki, um vit ikki vilja fortelja næmingunum, hvussu ársmet verða givin?

Skúlamyndugleikarnir hava eisini svikið á hesum øki. Eitt 3-ára gymnasialt miðnámsprógv er samansett av umleið 20 ársmetum og 9 próvtøkumetum, og eitt miðaltal er roknað av øllum hesum metum. Tá ið talan er um próvtøkumet hava vit nógvar skrivaðar reglur: har er ein próvtøkukunngerð um, hvussu próvtøkur verða skipaðar og mangt annað í sambandi við próvtøkuna; og í hvørjari lærugrein eru væl lýstar orðingar um, hvussu próvtøkan fer fram. Tað vil siga, at vit hava einki ímóti at geva næmingunum uppskriftir og vegleiðingar um, hvussu teir skulu bera seg at við at fáa góð próvtøkumet. Men um ársmet eru ongar skrivaðar reglur – bara hesin setningur: Ársmet er eitt støðumet, sum lýsir fakligu støðu næmingsins við undirvísingarlok. Næmingurin, sum strembar eftir einum høgum miðaltali, má undrast á, at til nøkur av metunum, sum telja í miðaltalinum, fær hann eina vegleiðing at ganga eftir, men til hini metini fær hann onga við tí grundgeving, at tað hevði verið skeivt – sum ikki er nøkur verulig grundgeving.

Avleiðingin av hesum verður viðhvørt til eitt myrkaspæl, har summir næmingarnir royna at gita seg fram til, hvussu hvør lærari gevur ársmet, og lærarin hinvegin kann brúka ársmetið sum amboð at útinna vald, sjálvt um eingin vil vera við tað; men tá ið man tosar við næmingar um hetta, kemur fram, at teir ræðast læraran, tí hann hevur hetta vald. Aðrir næmingar tíma ikki at spæla við í hesum myrkaspæli. Tað kemur fram, tá ið lærarar tosa saman um, hvussu teir geva støðumet og ársmet. Ein kann siga: hesin næmingurin sigur einki, so eg fái ikki givið honum meir. Tað vil siga, at næmingurin má vísa læraranum, hvat hann dugir. Um lærarin sigur tað við flokkin, hevur hann givið næmingunum eina ábending. Men hevur lærarin ikki eisini ábyrgdina at finna út av, hvat stillir næmingar duga? Og tað at tosa í tímanum eigur ikki bara at snúgva seg um at vísa læraranum, hvat ein dugir. Tað snýr seg líka nógv og meir um at koma við góðum – og kritiskum – spurningum, sum øll kunnu læra av.

Kanningar um allan heim – eisini í Føroyum – hava víst, at taka vit karakterjagstranina úr dagligu undirvísingini, skapa við eitt betri læringsumhvørvi. Næmingarnir eru tá ikki bangnir fyri at gera mistøk ella siga okkurt býtt, tí teir vita, at daglig undirvísing er ikki próvtøka, men hevur læring sum mál. At gera mistøk er ein partur av at læra. Taka vit møguleikan at gera mistøk burtur, minka møguleikarnir hjá næminginum at mennast. Lata vit tey hinvegin gera feilir, fara tey aftur til natúrliga mátan at læra, sum tá ið tey vóru smábørn og lærdu at ganga. Tað ger einki, um man snávar ella dettur. Tað skal nokk lærast.

Tað er greitt, at vit sleppa ikki undan at geva met, sum eru ásett við lóg, so sum ársmet og møguliga støðumet. Tí er neyðugt, at vit hava opinleika um ársmet, soleiðis at gitingar um ársmet ikki órógva dagligu undirvísingina – og læringina. Allir aðrir karakterir fyri avrik av ymsum slag kunnu takast av. Spurningurin er, um vit vilja næmingunum væl. Tað er upp til einstaka læraran, ið hevur frælsi at gera, sum hann vil. Men royndir hava víst, at um allir lærarar í einum flokki semjast um karakterleysa undirvísing í flokkinum, verður tað ein synergieffekt í læringini.

Keldur og annar lesnaður um evnið

Meting í undirvísing og læring, Miðnámsrit 3, 2014.

Ársmet og opinleiki, Miðnámsrit 4, 2014.

Námsfrøðilig leiðsla, Miðnámsrit 5, 2015.

Kvalitativ eftirmeting, Miðnámsrit 7, 2015.

Undirvísing ella læring, Miðnámsrit 7, 2015.

Tann vakri váðin í útbúgving, Miðnámsrit 10, 2016.

Próvtøl køva læringina í skúlanum, Miðnámsrti 10, 2016

Kenn tína ávirkan – um sjónliga læring og John Hattie, Miðnámsrit 11, 2016.

Etikkur í undirvísingini, Miðnámsrit 11, 2016.

Undirvísing ella læring, Miðnámsrit 11, 2016.

Próvtalsjagstran oyðileggur fakligheitina, Miðnámsrit 14, 2017.

Afturmeldingar at menna læring, Miðnámsrit 15, 2018.

At geva met – spurningurin er ikki hvussu men hví, Miðnámsrit 15, 2018.

Suðuroy sum karakterfrítt øki, Miðnámsrit 16, 2018.

Stillir næmingar, Miðnámsrit 17, 2018.

Karakterøðin í føroysku skúlunum, Miðnámsrit 18, 2020.

Karakterfrí undirvísing við læring fyri eyga, Miðnámsrit 18, 2020.

Hugskot um meting í læring, Miðnámsrit 19, 2020.

Hví hava vit karakterstigar? Miðnámsrit 20, 2020.

Karakterfundir eru frá eini farnari tíð, Miðnámsrit 20, 2020.

Samstarv millum næmingar og lærarar fremur læring, Miðnámsrit 21, 2021.

Dreymurin um karakterfría skúlan, Miðnámsrit 22, 2021

Meting, afturmelding og læring á miðnámi, Miðnámsrit 22, 2021.

Undirvísing er leiðsla, Miðnámsrit 22, 2021.

Aðrar greinar í miðnámsrit 23