Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Kreativitetur í undirvísing

Eftir Paula Gaard í miðnámsrit 23, november 2021

Henda grein tekur støði í fyrilestri, sum eg helt fyri lærarum á Glasi í august 2021. Hon er framhald av grein í Miðnámsriti nr. 10, 2016 “Tann vakri váðin í útbúgving”, hvørs yvirskrift var beinleiðis umseting av heitinum á bókini hjá hollendska námsvísindagranskaranum Gert Biesta (f. 1957) The Beautiful Risk of Education (2013). Í bókini setir hann seg upp ímóti hugsanum um at tryggja góðskuna í undirvísing. Fleiri av okkum, sum undirvísa dagliga, uppliva eina andsøgn millum tað, vit síggja sum okkara fremsta endamál, og tey krøv, ið verða bygd inn í tær skipanir, vit eru partur av og mugu lýða, alt fyri at góðskutryggja okkara arbeiði. Men líka so væl sum tað ljóðar at góðskutryggja undirvísingina á einum skúla, líka so vist er tað, at tað, tá til stykkis kemur, ikki letur seg gera. Tvørturímóti forðar slík hugsan um góðskutrygging fyri, at verulig útbúgving yvirhøvur kann fara fram, tí kjarnin í undirvísing hevur ikki við trygging og slíka styrki og slíkt vald at gera, men við veikleika og váða. Okkurt má setast upp á spæl, um veruligt úrslit skal spyrjast burtur úr undirvísing og útbúgving. Tað er í øllum førum tað, Biesta førir fram. Hann nýtir myndamál í sínari lýsing av undirvísingarstøðuni, tá hann sigur, at undirvísing snýr seg ikki um at fylla spannir – altso ikki bara um at bera vitan víðari – men at kynda bál. At skapa okkurt; seta gongd í okkurt, sum mennist og kann fara vegir, tú ikki gáaði um frammanundan. Undirvísing snýr seg um at tora at váða nakað í vónini um, at okkurt annað kemur burturúr enn bara tað, tú sjálv ella sjálvur hevur ført inn í undirvísingina.

Tað er ikki tilvildarligt, at henda greinin eitur “Kreativitetur í undirvísing”, altso undirvísing í óbundnum formi, tí hon snýr seg ikki um kreativitet í teirri einstøku undirvísingarstøðuni, soleiðis at skilja, at hon kemur við góðum hugskotum um, hvussu vit skulu ella kunnu vera meira kreativ í undirvísingini, hóast tað sjálvsagt hevði verið nýtiligt og gott evni at viðgjørt. Greinin snýr seg um tann kreativitet, sum liggur í leiklutinum hjá okkum sum undirvísarum – í tí virksemi, vit sum undirvísarar hava.

Í Weekendavisen 29. juli 2021 lýsir blaðstjórin Martin Krasnik tað sum eina tjóðarkreppu og sum okkurt, ið átti at fingið danskarar at farið í panikk, at tað er so lítil áhugi fyri undirvísingaryrkinummillum umsóknirnar til tær hægru útbúgvingarnar í Danmark í 2021. Umsøkjaratølini til læraraútbúgvingina og námsfrøðiútbúgvingina eru metlág. Tað sigur okkum, at tað er ikki í undirvísingaryrkinum, at status er at heinta í samfelagnum í dag. Tað vistu vit, sum undirvísa dagliga í miðnámsskúlanum, longu. Vit kenna tað á okkum, hóast vit eisini vita, at vit hava eina stóra og týðandi uppgávu í samfelagnum at útbúgva tann føroyska ungdómin, og við henni fylgir stór ábyrgd.

Henda støðan ger tørvin á at lýsa og røkja tann leiklut, sum undirvísarin hevur at menna og menta børn og ung í samfelagnum í dag, ikki minni. Og eftir mínum tykki er kreativitetur eitt lykilorð í tilgongdini at vinna yrkinum størri tign. Hesin kreativitetur snýr seg ikki um at kunna koma við hugskotum um, hvussu vit kunnu vera meira spennandi sum undirvísarar, men er meira yvirskipað ein lýsing av tí kreativiteti, sum liggur í okkara uppgávu sum undirvísarar. Hann hevur einki við undirvísingarhættir at gera og er líka nógv partur av undirvísingini í til dømis mállæru, støddfrøði og búskaparfrøði, sum hann er partur av undirvísingini í til dømis málningalist, seyming og smíði, sum annars ofta verða umrøddar sum kreativar lærugreinar. Hesin kreativitetur er líka nógv partur av klassiskari talvuundirvísing, sum hann er partur av upplæring í sokallaðu kreativu lærugreinunum. Kreativitetur í hesari fatanini er partur av allari undirvísing. Skapan er partur av allari undirvísing.

Í áður nevndu bókini The Beautiful Risk of Education tosar Biesta um, at undirvísing snýr seg ikki um at tryggja nakað, men um at tora at vága nakað, og hetta er sambært honum ein grundleggjandi og týðandi partur av tí at undirvísa. Hann samanber undirvísing við tað, sum hendir í skapanarsøguni. Sagt sera einfalt, sigur Biesta, at undirvísing snýr seg um at skapa. Ikki um at skapa í sterkari metafysiskari merking, har skaparin hevur vald og eftirlit og kann tryggja tað, sum kemur burturúr, men um at skapa í veikari eksistentiellari merking. Hann ber undirvísing saman við skapan, sum skal framkalla subjektivitet. Undirvísing snýr seg ikki um at skapa eina veran, men at kalla ella vekja eina veran til lívs. Skapanin er ikki skapan frá einari “ikki-veran” til veran, men frá veran til “tað góða”, og tá henda skapan verður skilmarkað sum veik eksistentiell skapan, er tað tí, at skaparin – ella undirvísarin – ikki hevur vald at fullføra hendingina at skapa subjektivitet, men kallar og útvelur eina veru til at taka ábyrgd og skapar møguleikan fyri, at subjektivitetur verður framkallaður. Undirvísarin kann ikki tryggja henda subjektivitet, men bert syrgja fyri, at tann opna støðan altíð er til staðar, sum kann føra til, at subjektivitetur verður framkallaður, og útbúgving í sínum sanna formi kann fara fram. Henda tilgongd kann altíð miseydnast, og tað er tað, sum ger undirvísingarstøðuna veika, tí hon er treytað av einstaklinginum. Samstundis er tað eisini tað, sum ger hana inniliga vakra, tí undirvísarin ikki hevur vald ella eftirlit og hvørki kann ella má tryggja úrtøkuna. Hon skal jú helst kunna vera okkurt heilt annað enn tað, undirvísarin yvirhøvur dugdi at ímynda sær.

Hetta kreativa virksemi, sum undirvísing er, er sostatt annað og meir enn spurningurin um, hvussu tú sum undirvísari á bestan hátt skipar tína undirvísing við kreativum íkasti, við sekvenseringum og ymiskum undirvísingarháttum, ið vit sum undirvísarar kenna, og sum sjálvandi eru partur av tí, vit gera.

Men er tað so líkamikið, hvussu umstøðurnar eru? Kann útbúgving fara fram undir øllum umstøðum? Í prinsippinum ja, sjálvandi. Men sjálvandi eru teir karmar og tær rammur, sum hetta kreativa virksemi skal virka innan fyri, avgerandi fyri, hvussu undirvísing og útbúgving hepnast. Og tað er her, at eg haldi, at okkara áherðsla á kreativitet í undirvísing mangan er misskilt. Misskilt sum, at kreativitetur og skapandi virksemi eru okkurt, ið skal stýrast uttanífrá ella úr erva, t.d. við kreativari innrætting av undirvísingarhølum og umstøðum, sum skulu eitast at ala fram kreativitet.

Eg gloymi ikki, tá eg varð sett at undirvísa í einari undirvísingarstovu á Glasi, har eingi borð eru til næmingarnar, eingir stólar og eingin hurð. Eg visti ikki, áðrenn tímin byrjaði, at stovan sá soleiðis út, so eg hevði ikki fyrireikað alternativa undirvísing. Úrslitið av tí undirvísingartímanum var øgiliga kreativt. Tað endaði við, at onkur spældi dart (ein dartskiva hongur uppi í hølunum!) og onkur spældi bil við einum skrivstovustóli og fór koyrandi eftir gongini. Sera kreativt, men endamálið – mín skapandi leiklutur sum undirvísari í føroyskum – var alt annað enn rokkið í hesum tímanum. Eg skammaðist av skilinum og hugsaði, hvat tey, sum sótu inni á lærarastovuni við síðuna av, mundu hugsa um meg og mína undirvísing. Tá eg kom inn á lærarastovuna aftaná at suffa, sat ein starvsfelagi har og segði so herliga turrisliga og ironiskt: “Hvat feilar tær? Ein hurð í einum undirvísingarhøli? Tað er sterkt yvirmett.” Ja, hvat skulu vit hava hurðar til? Og hvat skulu vit hava borð og stólar til? Eru vit ikki meira kreativt hugsandi menniskju enn so, at vit kunnu hevja okkara undirvísing upp um hesi gerandisligu tingini?

Men akkurát her er tað, at eg haldi, at tankin um, hvat “kreativitetur í undirvísing” er, er farin av sporinum, og fyri mín part má eg siga, at ein hurð, fýra veggir og eitt borð og ein stólur til hvønn næming eru sterkt undirmett – fyri at nýta orðingina hjá mínum starvsfelaga – í tí grundleggjandi kreativa virksemi, sum undirvísing er. Ljóðar tað ótíðarhóskandi? Ljóðar tað sum ov strammar rammur, ið kunnu drepa allan kreativitet? Ikki í mínum oyrum, og eg vil fegin koma við nøkrum grundgevingum úr mínum fakøki um, at tað ofta eru teir føstu og viðhvørt enntá næstan læstu karmarnir, sum dríva kreativt virksemi.

Eitt dømi um, at fastur formur kann eggja til kreativitet, er tann árhundraða langa siðvenjan hjá yrkingini við sonettuni sum dømi. Turið Sigurðardóttir kemur óbeinleiðis inn á tað, sum eg hugsi um her, tá hon ummælir yrkingasavnið Tímar og Rek (1997) eftir Carl Jóhan Jensen og ger burturúr sonettuforminum, sum helvtin av savninum er skipað sum. Sonettan er yrking, ið hevur fastan form. Hon er yrkingaformur við sterkari hevd og er ein tann virdasti yrkingaformurin í evropeiskari skaldskaparhevd. Italska sonettan er 14 reglur, býttar sundur í tvey fýraregluørindi (kvartettir) og tvey tríregluørindi (tersettir). Hvør regla hevur 11 stavilsi og enda áherðsluveikt, og rímskipanin er føst: oftast abba, abba, cdc, dcd. Í samsvari við sundurbýtingina í kvartettir og tersettir er evnisviðgerðin tvíbýtt. Seinni eru ymisk fráfrigdi av italsku sonnettuni vaksin fram í ymiskum londum og hevdum, t.d. Shakespeare-sonettan, sum hevur tríggjar kvartettir og eitt tvíregluørindi.

Tá Turið Sigurðardóttir ummælir savnið hjá Carl Jóhan Jensen, vísir hon á, at hann hevur valt at lata allar sínar ørindisreglur enda við kallrími – altso við rímandi orðum, sum øll enda herðingarsterkt. Hon vísir á, at við tí valinum liggur ein avmarking, sum í sjálvum sær útihýsir nógvum orðamøguleikum í føroyskum, t.d. teimum vanligastu bendu formunum av navnorðum, lýsingarorðum og sagnorðum, men afturfyri gevur tað høvi til at royna aðrar møguleikar til lítar. Og tað er har, at hon óbeinleiðis sigur, at við strammu karmunum og avmarkingini, verður kreativitetur skaptur og skaldið finnur nýggjar møguleikar til at nýta tað føroyska málið.

Onnur dømi um, at rithøvundar spæla sær við fastar formar fyri at eggja til kreativt virksemi, eru Katrin Ottarsdóttir við stuttsøgusavninum 43 bagatellir (2018), har allar stuttsøgurnar eru neyvt 300 orð til longdar og franski Georges Perec, ið skrivaði eina heila skaldsøgu upp á 300 síður, skaldsøguna La disparition (1969) uttan bókstavin “e” og eina langa stuttsøgu Les revenentes (1972), sum eingi onnur sjálvljóð hevði enn “e”.

Nú endaði eg hóast alt við at koma við góðum hugskotum um, hvussu vit kunnu skapa kreativitet í undirvísingini, t.d. við at royna okkurt av hesum, sum er nevnt omanfyri: geva næmingunum meira bundnar uppgávur enn gott er, mundi eg sagt, fyri at noyða teir út í støður, sum gera, at teir mugu vera kreativir. Og eg ivist ikki í, at fleiri av okkum gera tað í størri og minni mun. Vit vita jú, at avmarkingar ofta virka frígerandi fyri næmingar, tí tær geva teimum okkurt útgangsstøði, eins og tær geva teimum rammur antin at arbeiða innanfyri ella at bróta.

Hetta eru bara dømi um, at tað ikki er so, at fastar rammur drepa kreativitet. Tær kunnu eins væl skapa hann, eins og sokallaðar kreativar umstøður kunnu eggja til kreativitet ella drepa hann. 

Tann kreativitetur í undirvísing, sum dentur er lagdur á í hesari grein, er ikki tongdur at undirvísingarháttum, men at einum serstøkum sambandi, sum uppstendur millum menniskju í undirvísingarstøðuni. Undirvísingin er fullkomiliga treytað av einstaklinginum og kann ikki tryggjast gjøgnum rammur, karmar og reglur. Framkallingin av tí subjektiviteti, sum verður skaptur og tekur ábyrgd í undirvísingarstøðuni, er og verður veik. Hon kann ikki við valdi tryggja úrtøku, men letur upp rúmið, sum gevur møguleika fyri skapan og møguleika fyri subjektiviteti, altíð tó við teirri treyt, at vandin fyri, at tað kann miseydnast, er til staðar. Tað er júst har, vakurleikin í undirvísingini liggur. Í tí váða, sum er fortreyt fyri allari útbúgving.

Keldur

Biesta, Gert. 2014. Den smukke risiko i uddannelse og pædagogik. Klim.

Jensen, Carl Jóhan. 1997. Tímar og rek. Mentunargrunnur studentafelagsins.

Krasnik, Martin. 2021. ”Studier og status”. Weekendavisen 29. juli.

Sigurðardóttir, Turið. 1998. “…Okkurt ið eingin enn hevur sagt”. Sosialurin nr. 19. 30 januar.

Aðrar greinar í miðnámsrit 23