Føroysk samfelagsfrøði - nýggj lærubók á c-stigi
Eftir Sámal Matras Kristiansen í miðnámsrit 23, november 2021
Føroysk samfelagsfrøði er ikki bara samfelagsfrøði á føroyskum. Tað er høvuðshugsanin við bókini “Føroysk samfelagsfrøði – C-stig”. Eitt føroyskt upprunaverk, ið føroyskir lærarar í Føroyum hava skrivað – til føroyskar næmingar – við støði í føroyska samfelagnum – og við støði í føroyskari námsætlan.
Nógv nýtt er í hesi bókini, sum byggir á gott tilfar, ið longu finst á føroyskum. Saman við teimum trimum bókunum í samfelagsfrøði til 7., 8. og 9. flokk, ið Nám hevur givið út, er “Føroysk samfelagsfrøði – C-stig” hent bók á miðnámi. Hava næmingar verið gjøgnum hesar fýra bøkurnar, vita teir rættiliga nógv um føroyska samfelagið – kanska meiri enn flestu føroyingar.
Bókin hevur tí eisini almennan áhuga. Vilt tú fáa eina holla og álítandi heildarmynd av føroyska samfelagnum, skalt tú lesa hesa bókina. Av tí at hon er skrivað til næmingar á fyrsta ári á miðnámi, er hon eisini løtt at les.
sBók, pBók og eBók
“Føroysk samfelagsfrøði – C-stig” kann keypast antin sum sBók ella pBók. Talan um tvær ymiskar útgávur, tí sBókin er meira rúgvismikil enn pBókin. pBókin er ætlað sum kunningarbók, ið skal standa á bókasøvnum kring landið, men er eisini ætlað fólkum, ið eru áhugað í føroyska samfelagnum. sBókin inniheldur hinvegin eina rúgvu av uppgávum og hugtaksvenjingum, ið gera læringina meira fjølbroytta, enn hon er við eini siðbundnari pBók. Og tó, møguliga eru onkrir næmingar, ið læra betur við at lesa á pappíri. Vit vita um einstakar næmingar, ið hava fingið sær bæði pBókina og sBókina.
Hetta er ein fyrimunur, tá tørvur er á at differentiera undirvísingina. Allir næmingar læra ikki á sama hátt ella líka skjótt. Hinvegin er sBókin snildari hjá lesiveikum ella orðblindum. Til dømis er automatiskur lesari bygdur inn í bókina, og til ber at broyta snið, skriftstødd o.a.
Eins og í eini vanligari bók er frágreiðandi tekstur eitt berandi element í bókini. Hetta er egnað til heimalestur, har næmingar kunnu hugdýpa seg. Men eisini eru nógvir meiri ella minni aktuellir dømistekstir, ið leiða til evnið á ein meiri gerandisligan og ítøkiligan hátt. Onkrir næmingar hugsa abstrakt, aðrir meiri ítøkiliga. Ynskið er, at allir næmingar koma á mál, tó at leiðirnar kunnu vera ymiskar.
Eisini er ørgrynna av myndum, modellum, talvum og tølum, ið kunnu fanga ymisk sløg av næmingum. Verður blaðað í pBókini, sæst, at nærum allar síður eru litfagrar. Bert heilt fáar eru fyltar við frágreiðandi teksti. Undirvísingartilfarið er blandað, so til ber hjá lærarum at sekvensera tímarnar og skifta millum ymiskar undirvísingarhættir eftir tørvi. Tú kanst ikki røkka øllum næmingum altíð, men við fjølbroyttari undirvísing ber til at røkka flestum næmingum sum oftast.
Í sBókini er harumframt nógv eyka tilfar. Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur eru til hvønn kapittul, soleiðis at til ber at brúka part av undirvísingini til bólkaarbeiði, pararbeiði, einstaklingsarbeiði ella kjak í flokkinum. Hesar uppgávur eru sniðgivnar soleiðis, at til ber at menna ymiskar førleikar hjá næmingunum – bæði av kvalitativum og kvantitativum slag. Í hesum sambandi hevur tað týdning, at samfelagsfrøði C eisini fær eina hóskandi mongd av næmingatíð, soleiðis at til ber at gera einstakar uppgávur heima. Samfelagsfrøði C leggur grundina undir B-stig og A-stig, og tí er umráðandi, at arbeiðslagið verður ment longu á fyrsta ári á miðnámi. Av hesi orsøk verða somu spyrjiorð brúkt á C-stigi, sum tey fara at síggja aftur á B-stigi – og til skrivligar próvtøkur á A-stigi.
Eisini eru hugtaksvenjingar, har næmingar kunnu para útsagnir við hugtøk. Hetta er ein annar háttur at læra hugtøkini. Í staðin fyri at gita seg fram, mugu næmingarnir meta um hvørjar paringar hóska best, eisini hóast summi hugtøk kunnu liggja nær upp at hvørjum øðrum. Samfelagsfrøði snýr seg ikki bert um at minnast hugtøk, men um at brúka hugtøk sum amboð til at hugsa um samfelagið. Hinvegin hava hugtøk ein berandi týdning á einum fakøki, tí tey fungera sum “knakar” hjá næmingunum at heingja aðra vitan upp á. Hugtaksvenjingar eru eitt sterkt amboð, tí til ber bæði at brúka tær til einstaklingsarbeiði, pararbeiði, bólkaarbeiði ella at taka tær upp á stórskíggja og kjakast um í flokkinum.
Í sBókini ber harumframt til at skriva viðmerkingar beinleiðis í bókina. Heldur enn at skriva notur í blokkar ella word-skjøl, verður alt skrivað og goymt har, tað er viðkomandi. Og skal næmingurin til próvtøku, kann hann bæði taka sBókina niður sum eBók og taka viðmerkingarnar niður við tilsipingum til staðið, har viðmerkingin varð skrivað.
Eisini eru aðrar snildar funktiónir innbygdar í bókina, m.a. roknimaskina og grafteknari, ið kunnu brúkast, meðan bókin er opin.
Ein dynamisk bók
Trupulleikin við bókum í samfelagsfrøði er, at tær vanliga eru ov gamlar tann dagin, tær koma út. Tær eru ofta væl brúkiligar tey fyrstu árini, men eftir nøkrum árum virka tær gamlar. Hesum slepst undan við hesi bókini. Til ber at skifta gomul dømi út við nýggj, aktuell dømi, og tøl og talvur kunnu dagførast við nýggjastu vitanini.
Fáar dagar eftir útgávuna varð sBókin dagførd. Magnus Rasmussen varð settur inn í listan yvir landsstýrisfólk í staðin fyri Helga Abrahamsen. Til ber at gera smærri rættingar í árinum. Størri broytingar ella umskipingar eiga tó at verða gjørdar einaferð um árið – meðan skúlarnir hava summarfrí.
sBókin er sostatt ein dynamisk bók, og pBókin partvíst eisini. pBókin er ein úrdráttur úr sBókini, ið verður settur upp í einum bókaforriti og síðani sendur víðari til eina prentsmiðju. Heldur enn at prenta tveytúsund bøkur í ár og selja tær næstu tíggju árini, ber til at prenta 200 eintøk í ár og 200 dagførd eintøk næsta ár. Verða fyrstu 200 eintøkini útseld, skal bara eitt músaklikk til at bíleggja 50 ella 100 eintøk afturat. Við digitalum prenti ber til at prenta so nógv, sum tørvur er á. Sostatt slepst undan stórari goymslu, og einki verður koyrt burtur. Hetta er eisini gott fyri umhvørvið.
Vit vóru spent at síggja, hvussu nógv fóru at brúka sBókina, og hvussu nógv fóru at brúka pBókina. Fyrsta upplagið varð útselt eftir fáum døgum, og tí máttu fleiri bøkur prentast. Nógvir lærarar og næmingar hava sostatt keypt pBókina, men helst hava eisini nógv onnur keypt bókina av áhuga. sBókin kann nógv meira enn pBókin, men lærarar og næmingar kunnu kenna seg tryggari við siðbundnu papírloysnini. Hinvegin hevur ein lærari angrað, at hann keypti pBókina. Hon er dýrari, og man fær minni tilfar fyri pengarnar. Kanska ein ábending um, at sBókin framyvir fer at gerast betur umtókt enn pBókin?
Arbeiðið við bókini
Tað var Ragnar Árnason Joensen, ið legði lunnar undir hesa útgávuna á sumri 2016. Av tí at samfelagsfrøði C var vorðin kravd lærugrein nøkur ár frammanundan, var stórur tørvur á føroyskum tilfari, og Ragnar legði í vaðið og skrivaði nógv tilfar – serliga í sosiologi, men við fulltíðararbeiði sum miðnámslærari var torført at fáa framdrift í arbeiðið.
Í 2018 yvirtók eg verkætlanina, og hevur síðani verið ein síðuverkætlan hjá mær, samstundis sum aðrar verkætlanir hava verið gjørdar, m.a. samfelagsfrøðibøkurnar til fólkaskúlan. Várið 2021 arbeiddi eg tó burturav við at gera bókina lidna. Eitt stórarbeiði hevur verið at finna myndir, gera talmyndir, modell og finna tíðarhóskandi dømi, og gera uppgávur og venjingar. Alt hetta ger bókina nútíðarliga og viðkomandi.
Eg hevði sjálvur tilfar liggjandi frá míni tíð sum miðnámsskúlalærari, ið kundi brúkast beinleiðis, men annars byrjaði øll verkætlanin við at gera bókina lidna og at útbyggja teir kapitlar, ið Ragnar hevði skrivað. Í hesum arbeiði var Ragnar sparringspartnari. Ragnar helt fram at skriva og hevur eisini skrivað nakað búskaparligt tilfar.
Í 2018 kom eisini Christian Ihlen – “the grand old man” – við. Hann hevði tilfar um politikk liggjandi, ið eg síðan ritstjórnaði. Seinni kom Christian eisini við búskaparligum tilfari.
Í 2019 kom Martha Hjalmarsdóttir Mýri við í verkætlanina við tilfari um vælferð og arbeiðsmarknað, og í 2020 játtaði Regin Berg at skriva tilfar um kommunurnar.
Bókin varð spakuliga lagað soleiðis, at so hvørt sum ein kapittul var liðugur, varð hann lagdur út í fyribilsbókina, ið allir miðnámslærarar – og eisini øll onnur – hava havt atgongd til. At enda sótu vit við meiri enn ivaleyst av tilfari til bókina. Sumt er tí flutt yvir í eina nýggja verkætlan: Samfelagsfrøði B. Her vil eg nevna, at Búgvi Poulsen eisini hevur verið við í verkætlanini, men hansara tilfar um fiskivinnu er flutt yvir í B-stigs-bókina, ið eisini liggur opin fyri almenninginum, meðan hon er í gerð.
Av tí at bókin hevur ligið opin á netinum, hava lærarar havt høvi at royna bókina, meðan hon hevur verið í gerð, og har hevur verið møguligt at fanga feilir, ivamál o.a. – bæði av fakligum og didaktiskum slag. Viðmerkingar frá lærarum, næmingum, fakfólkum og øðrum hava verið kærkomnar. Vit hava fingið alt frá smáum málsligum viðmerkingum til stórar innihaldsligar viðmerkingar. Eingin ivi er um, at bøkur ikki bert eru eitt samskifti frá høvundi yvir ritstjóra til lesara. Tað er avgerandi, at bøkur verða skaptar í tøttum samskifti við allar partar – og at øll duga væl at lurta eftir hugskotum. Opinleiki hevur nógv fleiri fyrimunir enn vansar.
Hevur onkur okkurt hugskot, ið kann brúkast í bókini, so er bara at venda sær til mín.
Her eru beinleiðis leinki til bøkurnar:
Føroysk samfelagsfrøði – C-stig: https://samfelagsfrodi.sbok.nam.fo/ Føroysk samfelagsfrøði – B-stig: https://samfelagsfrodi-b.sbok.nam.fo/