Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Læring millum javnlíkar

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 23, november 2021

Mær dámar væl at læra, men ikki at verða undirvístur.

Winston Churchill                 

Óformlig læring millum javnlíkar

Dagliga læra vit av hvørjum øðrum. Í arbeiði og privat deila vit vitan og geva ráð. Vit leita okkum vitan har, sum vit kunnu fáa fatur á henni. Tað kann vera, at hetta ikki er altíð tann besti mátin at læra, og at hann ikki altíð førir til bestu loysnir ella avgerðir, men hann nøktar sum oftast skjótt og smidliga tann tørv, sum vit hava.

At læra saman og av hvørjum øðrum er eisini vanligt í skúlalærdómi; tað hendir í øllum skúlum millum lærandi á øllum stigum. Næmingar tosa saman um tað, sum tey læra, í skúlastovuni og uttanfyri. Stendur tú fastur í onkrum, er vanligari at spyrja ein annan næming enn læraran. Næmingarnir deila vitan, og tað ger, at tað blívur stuttligari at læra.

Vit lærarar falla ofta fyri freistingini at halda, at tað, sum vit gera, hevur størri týdning í læringini enn tað, sum næmingarnir gera – hóast vit vita betur. Lærarin hevur stóran týdning í læringini, men um vit halda, at vit skulu miðla alt til næmingarnar, sum teir hava tørv á at vita, forða vit teimum í at menna evnini at blíva autonom lærandi og at læra saman og av hvørjum øðrum. Førleikin at útvega sær lærdóm kemur ikki av, at lærarin borðreiðir við vitan, men at næmingarnir sleppa at royna seg í verki.

Nógv er at vinna, um vit brúka tað, sum vit vita um óformliga læring millum javnlíkar, tá ið vit leggja undirvísing til rættis á miðnámi. Tað kann serliga gagna næmingum, sum frammanundan ikki hava eitt netverk, har næmingar læra saman og av hvørjum øðrum. Sambært David Boud er læring millum javnlíkar ein týðandi og neyðugur táttur í undirvísing og læring í øllum skeiðum og útbúgvingum.

Hvat er læring millum javnlíkar?

Mátarnir eru nógvir og ymiskir, sum næmingar kunnu læra saman og av hvørjum øðrum:

  • At næmingar taka seg saman at stuðla hvørjum øðrum
  • At næmingar møtast til kjak
  • Lesiringar
  • Samstarv í prosjektum og øðrum uppgávum
  • Smáprát millum næmingar í fríkorterum

Listin kundi verið longri. Hóast hesi ítøkiligu dømi er læring millum javnlíkar ikki ítøkilig. Hon ber virksemi í sær, har báðir partar fáa gagn av at deila vitan og hugskot og gera felags royndir. Næmingar læra av at greiða frá, spyrja, verða spurdir og svara. Teir mennast í at leggja arbeiði til rættis, arbeiða saman, geva og fáa afturmelding.

Formlig læring millum javnlíkar kann vera eitt gott ískoyti í undirvísing. Hon gevur næmingum møguleika at læra av hvørjum øðrum; hon gevur teimum meiri venjing at taka ábyrgd av egnari læring enn siðbundin undirvísing, um rætt er borið at; og hon stimbrar næmingar at læra at læra. Læring millum javnlíkar kemur ikki í staðin fyri aðra undirvísing, men er eitt ískoyti.

Hvørji eru so javnlíkar í læring millum javnlíkar? Javnlíkar eru í hesum sambandi fólk í somu støðu, har eingin hevur leiklut sum lærari ella lærumeistari. Tey kunnu hava nógvar royndir og nógva vitan ella ikki. Tey hava tað til felags, at tey eru lærandi. Eingin hevur makt yvir øðrum, og eingin hevur størri ábyrgd enn annar. Læring millum javnlíkar er tískil ikki tað sama sum undirvísing millum javnlíkar.

Tað snýr seg um, at næmingar læra saman og av hvørjum øðrum – formliga ella óformliga. Tað avgerandi er prosessin í læringini, eisini tað at tey lærandi stuðla hvørjum øðrum í at læra. Leikluturin hjá tí einstaka er ikki defineraður. Læring millum javnlíkar er ikki ein einstakur háttur at læra, men ein long røð av ymiskum virksemisháttum, sum kunnu verða settir saman eftir tørvi.

David Boud vil vera við, at læring millum javnlíkar kann gera, at næmingar læra líka nógv ella meira við minni íblanding frá lærara. Eisini fáa næmingar aðrar førleikar enn bara teir fakligu, til dømis evni at samskifta sum heild. Og teir menna evnini til at blíva lærandi alt lívið. Eisini verður ført fram, at ávísir hættir í læring millum javnlíkar hóska betur til summar næmingar enn siðbundin undirvísing. Hetta er serliga galdandi fyri kvinnur og næmingar úr mentanum, ið virðismeta samstarv heldur enn kapping.

Bólkaarbeiði?

Ein vanlig misskiljing er, at læring millum javnlíkar bara er at hava bólkaarbeiði í tímunum. Hetta er bara ein háttur av mongum. Nógv læring millum javnlíkar er, at bara tveir næmingar samskifta ella samstarva. Hon er annað enn at arbeiða í bólki, og allir hættir eru ikki líka væl egnaðir til hvønn næming. Barbara Oakley endurgevur hesa søgu frá Paul Blowers um, hvussu hann og ein vinmaður arbeiddu saman, tá ið teir loystu heimauppgávur:

Eg eri introvertur, og mær dámar ikki at arbeiða saman við øðrum. Men tá ið tað ikki gekk so væl í hond hjá mær, meðan eg las verkfrøði (í 1980’unum), gjørdist eg greiður um, at eg hevði brúk fyri tveimum eyka eygum, sjálvt um eg helst vildi arbeiða einsamallur. Tá høvdu vit ikki online-kjatt, so vit skrivaðu seðlar á hurðina hjá hvørjum øðrum á næmingaheiminum, har vit búðu. Vinmaðurin Jeff og eg, sum gingu í sama klassa, høvdu eina avtalu: Eg kundi skrivað ‘1) 1,7 m/s’, ið merkti, at svarið til uppgávu eitt var 1,7 metrar um sekundið. Tá ið eg so hevði verið undir brúsu, sá eg, at Jeff hevði skrivað ‘Nei, 1) 11 m/s.’ Sum svakur fór eg so ígjøgnum alla uppgávuna av nýggjum, og fann ein feil, men nú bleiv úrslitið 8,45 m/s. Eg fór so oman til Jeff, og vit kjakaðust eldhugaðir um báðar loysnirnar. Síðani fóru vit aftur hvør til sítt, og knappliga sá eg, at svarið var 9,37 m/s, og tað gjørdi Jeff eisini, og vit fingu báðir 100% fyri innlatingina. Sum sæst, ber til at arbeiða saman við øðrum við sera lítlum samskifti, um tær ikki dámar at arbeiða í bólkum.

Tað kann vera óheppið at krevja, at allir næmingar skulu arbeiða saman eftir einum ávísum leisti. Vit vita, at vit skulu finna næmingin har, sum hann er, og góðtaka hann, sum hann er. Men viðhvørt knípir at brúka hesa vitan í verki. Susan Cain hevur havt samrøður við nógvar skúlanæmingar um hetta. Ein genta fortaldi henni, at tá ið tey skuldu hava bólkaprosjekt í skúlanum, vildi hon helst koma í bólk við næmingum, ið einki gjørdu, tí so kundi hon gera alt sjálv. Fyri hana var tað ein møguleiki at sleppa at arbeiða sjálvstøðugt – og sleppa undan bólkinum. Fyri hana var hetta ikki bólka­arbeiði, og fyri hini í bólkinum var tað einki arbeiði.

Í øðrum førum síggja vit, at limirnir í bólkinum býta arbeiðið ímillum sín, men samskifta ikki, meðan tey arbeiða, soleiðis at avrikið hongur ikki saman sum ein heild, tí eingin tekur ábyrgdina av at samskipa arbeiðið. Tá virkar bólkaarbeiði ikki sum læring millum javnlíkar. Tí áttu vit at lagt okkum eftir at fáa næmingarnar at samstarva og samskifta á ein hátt, sum er hóskandi fyri hvønn einstakan, og har næmingarnir læra saman og av hvørjum øðrum. Viðhvørt hevur næmingurin bara brúk fyri tveimum eyka eygum, meðan hann arbeiðir sjálvstøðugt.

Møguleikar

Læring millum javnlíkar kann hava ein fyrimun fram um siðbundna undirvísing, at næmingar læra at samstarva og blíva partur av einum felagsskapi. Hon kann elva til størri ábyrgd – bæði av egnari læring og læring hjá javnlíkum. Nógv kann lærast, tá ið næmingar deila royndir, vitan og førleikar. Næmingarnir læra at góðtaka, at vit eru ymisk, og teir menna evnini at samstarva við ymisk fólk.

Vanahugsan fær avbjóðing, tá ið næmingar samvirka, og ymisk sjónarmið møtast. Hetta gevur næmingum møguleika at orða spurningar, heldur enn at svara spurningum, sum lærarin setur. Sambært David Boud mennast evnini at hugsa kritiskt betur í læring millum javnlíkar enn í kjaki, sum lærarin stendur fyri. Læring millum javnlíkar kann, tá ið hon eydnast, gera næmingar eldhugaðar, so teir ikki bara hugsa um, hvussu man lúrir skúlan av fyri at fáa góðar karakterir. Næmingar eru ofta betur førir fyri at reflektera og umhugsa hugskot, tá ið eingin maktpersónur er hjá at ávirka teir. Teir hava lættari við at seta orð á, hvat tey skilja, og at taka ímóti kritikki frá øðrum næmingum.

Ofta er tað ikki fyrr enn næmingurin verður trýstur og bjóðaður av, at hann dugir at meta um, hvussu væl hann skilir tað, sum hann roynir at læra. Læring millum javnlíkar gevur betri møguleikar fyri hesum enn vanlig undirvísing. Hon gevur møguleika fyri at menna eginmeting og næmingameting á formativan hátt, har næmingar geva hvørjum øðrum afturmelding um tað, tey arbeiða við. Hetta minnir um óformliga meting, sum dagliga hendir í arbeiðslívinum. Eginmeting og meting millum javnlíkar virka ofta betur í arbeiði enn formligar eftirmetingar. Sambært David Boud er tað at læra eginmeting undir ymiskum umstøðum avgerandi fyri at menna førleikar til lívlanga læring.

Er neyðugt at stýra?

Næmingar hava altíð dugað at lært saman og av hvørjum øðrum, men tíðirnar broytast, og nógv bendir á, at henda óformliga læringin er við at dvína. Tí er neyðugt, at skúlar bera so í bandi, at læring millum javnlíkar er ein møguleiki hjá øllum næmingum. Hvussu lærarar skipa læring millum javnlíkar, mugu vit meta um í hvørjum einstøkum føri. David Boud ávarar um, at um vit bara hava hetta sum part av aðrari undirvísing, er vandi fyri, at vit taka ábyrgdina frá næmingunum og undirgrava tað, sum er at vinna við læring millum javnlíkar. Hinvegin mugu vit ansa eftir ikki at sleppa stýringini heilt, soleiðis at einki kemur burturúr.

Møguleikar fyri óformligari læring eru ikki teir somu sum fyrr orsakað av arbeiði, familju, bústaði ella øðrum áhugamálum. Allir næmingar hava heldur ikki somu evni at knýta vinabond í flokkinum, sum er ein treyt fyri óformligari læring millum javnlíkar. Nógvir næmingar hava lønt arbeiði eftir skúlatíð. Og samferðslumøguleikarnir gera, at næmingarnir á miðnámi búgva spjatt um landið. Hugurin at møtast eftir skúlatíð er tískil ikki stórur. Tey, sum kanska hava mesta tørvin á at læra av javnlíkum, hava ofta minst møguleika fyri tí.

Ein onnur orsøk, at óformlig læring millum javnlíkar er blivin minni vanlig, er, at tað eru so nógvir møguleikar fyri valfakum, soleiðis at stammuflokkurin blívur spjaddur í nógv valhold, har næmingar koma úr nógvum ymiskum stammuflokkum. Hetta ger, at næmingarnir missa samband við javnlíkar, sum er ein treyt fyri at læra millum javnlíkar. David Boud vísir á gransking, sum vil vera við, at um næmingar, sum ganga í sama flokki í øllum fakum, ávirkar tað læringina munandi positiva vegin. Tað stóra valfrælsið á miðnámi er helst gjørt við góðari meining, men í veruleiknaum hava vit gjørt næmingunum eina bjarnatænastu við tí.

Jagstranin eftir høgum miðaltølum og tað at kappast við javnlíkar gera, at hugurin at deila vitan gevur ikki meining fyri nógvar næmingar á miðnámi. Og summir næmingar trúgva heldur ikki, at teir kunnu læra nakað nevnivert av javnlíkum; teir vita ikki av, at tað kundi verið gevandi fyri báðar partar.

Sum sæst, eru fleiri orsakir til at halda, at tað er neyðugt at viðurkenna læring millum javnlíkar í formligari undirvísing og læring. Tá ið næmingar hava roynt læring millum javnlíkar, sum lærarin hevur lagt til rættis, duga teir at síggja, at teir hava meira at vinna enn at missa. Tí eiga vit at geva næmingum møguleika fyri hóskandi læring millum javnlíkar í undirvísingini. Og tað skal ikki bara vera bólkakjak inn ímillum klassaundirvísing. Málið má vera at skapa eitt umhvørvi, har næmingar stuðla og hjálpa hvørjum øðrum – eisini uttan fyri skúlastovuna og eftir skúlatíð. Um næmingarnir bara samstarva í klassanum, er lítil møguleiki fyri, at samstarvið heldur fram, tá ið skúlaárið endar. Tí krevst, at skúlin sum stovnur dyrkar og røktar eitt umhvørvi, sum ger, at næmingarnir menna evnini at læra saman og av øðrum – eisini eftir at útbúgvingin er lokin. Lykilin til at fáa læring millum javnlíkar at eydnast er helst, at næmingar sjálvir eru við til at skapa hetta umhvørvið, har tey ikki eru bangin fyri at siga sína hugsan, koma við hugskotum, biðja um og bjóða hjálp. Hetta er avbjóðingin hjá námsfrøðiligum leiðarum og lærarum.

Keldur

Barbara Oakley. A Mind for Numbers: How to Excel at Math and Science, Penguin Books 2014.

David Boud. Peer learning in higher education: learning from & with each other, Kogan Page 2001.

Susan Cain. Quiet Power: Growing up as an Introvert in a World That Can’t Stop Talking, Penguin Books 2016.

Aðrar greinar í miðnámsrit 23