Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Næmingar, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 23, november 2021

Í september 2021 bleiv kunngjørt, at 31 lærarar frá miðnáms- og fólkaskúlanum úr øllum landinum eru farnir undir at taka diplomútbúgving á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya í føroyskum sum øðrummáli. Fýra av hesum lærarum eru miðnámsskúlalærarar. Heitið á útbúgvingini er “Føroyskt sum annaðmál”.

Alsamt fleiri borgarar í Føroyum hava ikki føroyskt sum móðurmál. Hagtølini vísa, at á nýggjárinum 2021 vóru fólk úr tilsamans 107 londum í Føroyum, og hetta setir nýggj krøv til undirvísingina í skúlaverkinum.

Endamálið er at menna fakliga vitan og førleikar hjá teimum, sum taka hesa diplomútbúgving, til at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum sum øðrummáli fyri ymsar málbólkar og við atliti at einum etos um inkluderandi undirvísing og útbúgving. Hetta seinasta merkir, at tey, sum eru farin undir útbúgvingina, fara at duga at skapa eitt inkluderandi lærurúm, arbeiða í einum millumtjóða samanhangi, virða fjølbroytni og megna at samskifta og samstarva virðiliga við fólk úr ymsum mentanum og samstundis læra tey føroyskt.

Útbúgvingin fevnir um undirvísing við serligum denti á at læra føroyskt sum annaðmál. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi holla fakliga vitan og ástøðiligt innlit í nýggja fakøkið og at geva teimum førleikar í málnámsfrøði, sum tey kunnu brúka í verki. Tað er Mentamálaráðið, sum hevur biðið um útbúgvingina frá Fróðskaparsetrinum. Bergur D. Djurhuus segði, tá ið hann tók ímóti kandidatunum, at vit skulu venja okkum við, at føroyskt ikki einans er móðurmál í Føroyum, men eisini eitt mál, sum fólk mugu læra afturat sínum móðurmáli fyri at kunna klára seg javnt við onnur í føroyska samfelagnum.

Tað er gott, at Mentamálaráðið hevur tikið stig til hesa diplomútbúgving, tí at tey, sum hava føroyskt sum annaðmál, eru aktiv fyri føroyska samfelagið; tey ríka okkum á allan hátt við m.a. teirra fjølbroyttu mentan, siðum og arbeiðsmegi. Hesin samfelagsbólkur hevur í løtuni ikki stórvegis av lærutilfari, sum kann beina tey inn á føroyskt, men tá ið tey hava lært seg málið, liggur alt opið, tí at í fólkaskúlanum er alt lærutilfarið á føroyskum. Í fólkaskúlanum er tilfar til allar lærugreinir á øllum stigum. Vit síggja javnan, at nýtt lærutilfar til fólkaskúlan kemur út.

Undirvísingartilfarið á miðnámi er danskt

Á miðnámi er støðan ein heilt onnur enn í fólkaskúlanum. Lærutilfar vantar í sera nógvum lærugreinunum. Í 2006 til 2009 komu Les 1-3 út; hetta vóru lærubøkur í føroyskum. Í 2017 kom Sýni og Dýpi, sum eisini eru lærubøkur í føroyskum. Í 2016 kom Franskbókin. Í 2021 eru lærubøkur komnar í samfelagsfrøði C og vinnurætti C, og í 2022 kemur bók í ítrótti C. Eftir ætlan kemur nýggj bók út í virkisbúskapi í 2022.

Í 2013 fingu vit nýggjar námsætlanir fyri miðnám. Yvirlit yvir lærugreinir og stig á miðnámi:

Alisfrøði AForritan CLandafrøði CSamfelagsfrøði BStøddfrøði C
Alisfrøði BFotografi CLatín CSamfelagsfrøði CTilfeingi A
Alisfrøði CFranskt ALeiklist BSamskiftistøkni ATøknifrøði A
Altjóða búskapur BFranskt BLeiklist CSamskiftistøkni CTøknifrøði B
Altjóða búskapur AFøroyskt ALestrar-menningSøga ATónleikur A
Átrúnaður CFøroyskt BLívfrøði ASøga BTónleikur B
Danskt AFøroyskt CLívfrøði BSøga CTónleikur C
Enskt AFyriskipan CLívfrøði CSølubúskapur ATýskt A
Enskt BHeimspeki BMentanarfatan BSølubúskapur BTýskt B
Enskt CHeimspeki CMentanarfatan CSølubúskapur CTýskt C
Evnafrøði AHugmyndasøga BMiðlakunnleiki BSpanskt AVinnubúskapur C
Evnafrøði BInnovatión BMiðlakunnleiki CSpanskt BVinnurættur C
Evnafrøði CInnovatión CMyndlist BSpanskt CVirkisbúskapur A
Fígging BÍtróttur BMyndlist CStatikkur og styrkilæra CVirkisbúskapur B
Fígging CÍtróttur CSálarfrøði BStjørnufrøði CVirkisbúskapur C
Fornaldarfrøði CKunningarfrøði CSálarfrøði CStøddfrøði A 
Forritan BLandafrøði BSamfelagsfrøði AStøddfrøði B 

Sambært námsætlanum fyri miðnám eru 45 ymiskar lærugreinir. Hesar eru á ymiskum stigum frá C-stigi til A-stig, so tilsamans eru um 83 námsætlanir. Tað eru føroyskar lærubøkur til umleið 10 av hesum námsætlanum, og tað vil siga, at bara 12% av lærubókunum á miðnámi eru á føroyskum. Í fleiri greinum í Miðnámsriti hava vit víst á trupulleikar av, at vit ikki hava føroyskt lærutilfar. Eins og hjá teimum, sum hava føroyskt sum fyrsta mál, er danska lærutilfarið ein málslig og námsfrøðilig avbjóðing. Royndir frá Handilsskúlanum og Glasi vísa, at tey, sum hava føroyskt sum annað ella triðja mál hava einki ímóti føroyskum og enskum lærutilfari, men danskt er ein stór avbjóðing, tí at hetta mál er teimum so fremmant.

Næmingar, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, eru fyri mismuni

Fleiri av hesum fólkum og børn teirra hava eitt brennandi ynski um at fáa sær eina miðnámsútbúgving. Hetta er lættari sagt enn gjørt, tí at málið er ein stór avbjóðing. Í § 34 í kunngerð um gymnasialar útbúgvingar stendur m.a., at høvuðsmálið í undirvísingini er føroyskt. Í verki merkir hetta, at vit í stóran mun brúka tilfar, sum ikki er føroyskt – serliga danskt tilfar. Dømi hava verið um næmingar, ið hava havt stórar avbjóðingar í sambandi við próvtøkur á miðnámi. Tað blívur kravt av hesum næmingum, at teir skulu skriva á føroyskum til próvtøku í lærugreinum, har alt tilfarið er danskt. Næmingarnir duga rímiliga væl føroyskt, men føroyskt er triðja málið, og danskt duga teir als ikki. Tí eru teir noyddir at brúka Google Translate. Í lærugreinum, har tilfarið er á føroyskum, eru ongir trupulleikar at skriva á føroyskum til próvtøkuna. Paradoksið er, at skúlarnir ikki útvega hesum næmingum tilfar á einum máli, sum teir skilja, men krevja, at teir skulu skriva á føroyskum til próvtøkuna, hóast undirvísingarmálið ikki er føroyskt. Onkur næmingur hevur kært til Mentamálaráðið og fingið viðhald. Hetta eru bert nakrar av teimum avbjóðingum, sum hesir næmingar hava. Tað er sera óheppið, at teir skulu brúka tíð og orku upp á at kæra ístaðin fyri at læra. Tíverri eru miðnámsskúlarnir ikki nóg væl fyri at taka ímóti hesum næmingum. Vit eru noydd til at taka málið um lærutilfarið í størri álvara. Til dømis kundi fakfelagið hjá miðnámslærarum tikið málið upp. Á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum stóð grein 26/10 2021, sum eitur 5 milliónir krónur til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hesar fimm milliónirnar fara allar til fólkaskúlan – ikki eitt oyra til miðnám. Tað er at fegnast um, at ráðið vil játta hesar pengar til næmingar í fólkaskúlanum, men hvat ætlar Mentamálaráðið at gera við hesar næmingar, tá ið teir ganga á miðnámi ella hava ætlanir um at fara á miðnám?       

Um útbúgvingin skal eydnast

Um hendan nýggja útbúgvingin, sum Mentamálaráðið hevur sett í verk, skal eydnast, er ráðið samstundis noytt til at seta ferð á at gera føroyskt lærutilfar til miðnám. Tingini mugu hanga saman; tað nyttar lítið at seta slíka útbúgving í gongd, tá ið tað málsliga ikki fylgir við. Mál er drívmegin í allari námsfrøði. Umframt námsfrøðiligar fyrimunir eru eisini fíggjarligir fyrimunir av, at vit gera føroyskt lærutilfar til miðnám. Bæði tey, sum gera tilfarið, og tey, sum skulu seta bøkurnar upp, fáa løn og gjalda skatt. Í løtuni ríka føroyskir miðnámsskúlanæmingar donsk forløg við eini 8 milliónum krónum á hvørjum ári. Allir hesir pengarnir kundu heldur farið til at ment føroyskt lærutilfar, og á tann hátt hevði nýggja útbúgvingin, sum Mentamálaráðið hevur sett í gongd, komið til sín fulla rætt.

Keldur

31 taka diplom í føroyskum sum øðrummáli, setur.fo (13/9-2021).

5 milliónir krónur til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, Skúlablaðið (26/10- 2021).

Aðrar greinar í miðnámsrit 23