Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Støddfrøði er komin í ringt orð

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 24, mars 2022

Tað er umráðandi, at vit ansa eftir, hvussu vit tosa um støddfrøði. Vit hava sum samfelag fortalt og fortelja eina mytu, at støddfrøði er trupult at læra.  

Nógvir lærarar í støddfrøði kæra seg um, at stigið í støddfrøði er ov lágt hjá næmingunum. Fyri stuttum kom fram, at ein rúgva av næmingum, ið ganga á CBS (Copenhagen Business School) taka eyka skeið í støddfrøði, tí at teir megna ikki at fylgja við í undirvísingini. Spurningurin er, hví tað man vera so. Ein orsøk kundi verið, at fólk eru von við at tosa um støddfrøði sum nakað, ið er sera torført.

Maria Østergaard undirvísti í støddfrøði í fólkaskúlanum í nøkur ár. Hon upplivdi, at tað var eitt slag av mótvilja ímóti støddfrøði. Tá ið hon tosaði við fólk og nevndi, at hon undirvísti í lærugreinini, søgdu fleiri: “gott, at tað ikki eri eg!”. Tá ið hon er úti á matstovu og etur saman við vinkonunum, og rokningin skal býtast, mæla tær ofta skemtandi til, at Maria má taka sær av høvuðrokningini. 

Tað undrar Mariu, at hetta er so, tí at støddfrøði er sera nógv brúkt, og er ein nýtilig vísindagrein, sum byggir á logiskar skipanir. Hon er sum heild so neutral, sum nakað kann vera, og er í veruleikanum ein av hornasteinunum í okkara siðmenning, sum gongur líka aftur til gamla Grikkaland. Maria setti sær fyri at kanna, hví fólk hava so stóran mótvilja móti støddfrøði. Eftir at hava undirvíst í fólkaskúlanum gjørdi hon av at fara at lesa á universitetinum. Tað endaði við, at hon skrivaði eina bók, sum viðgjørdi evnið um ótta fyri støddfrøði. 

Maria sigur, at tað sum heild er sosialt góðtikið, at tað er torført at læra støddfrøði og hava mótvilja ímóti lærugreinini. Sjálvt um óttin fyri støddfrøði ikki er ein læknalig diagnosa, sum heilivágur skal gevast fyri, er hann rættiliga útbreiddur og viðurkendur. Hesin óttin kann gera, at fólk verða virkislamin, tá ið tey sita við eini uppgávu í støddfrøði. Summi geva rættiliga skjótt upp, onnur blíva ill, og uppaftur onnur nokta at taka móti hjálp.

Óttin fyri støddfrøði byggir ofta á, at fólk halda, at vísindagreinin er torfør. Men nógv bendir á, at evnini eru ikki tey somu at læra støddfrøði, sum tey vóru fyri heilt fáum árum síðan. Í januar í 2020 kom fram, at fleiri túsund næmingar á CBS taka eyka skeið í støddfrøði. Lektarin í mikrobúskapi, Leslie Christensen, segði við Berlingske Tidende, at 70-80% av næmingunum á fyrsta ári ikki duga nóg væl støddfrøði. Teir eru stutt sagt ikki førir fyri at skilja eina búskaparliga lærubók, tí at teir ikki eru nóg stinnir at rokna. Í eini frágreiðing frá danska kenslumálaráðnum blivu fleiri hundrað fólkaskúlalærarar, miðnámsskúlalærarar og lærarar á universitetunum bidnir um at meta um stigið hjá næmingunum, og um tað er týðiliga lægri nú enn fyrr. Á miðnámi søgdu 38% av lærarunum, at stigið var greitt lægri nú enn fyrr. Og 47% av lærarunum á universitetunum søgdu, at stigið var greitt lægri hjá næmingum, tá ið teir byrja.         

Hví duga tey ungu ikki so væl støddfrøði? Hví er mótstøðan móti hesi lærugrein so útbreidd? Eingin gransking vísir, at støddfrøði er verri at læra enn alt møguligt annað. Har mugu vera aðrar orsakir, og tað eru tað eisini. Tað snýr seg um talfatan, lummaroknarar og siðvenjur at undirvísa í lærugreinini. Tað snýr seg eisini um mentan, tí at tað snýr seg um, hvørjar søgur verða sagdar um støddfrøði.  

Professarin á Keypmannahavnar Universiteti, Carl Winsløw, sigur, at hesar kanningar benda greitt á, at grundleggjandi vitan um støddfrøði hjá donskum børnum er minkandi, og at tað gongur skeiva vegin. Orsakirnar til hetta eru fleiri.

Hví duga næmingarnir so illa at rokna?

Næmingarnir duga væl at skilja úrslitið í einum roknistykki, men duga ikki so væl at rokna út, hvat liggur aftanfyri. Trý viðurskifti verða kannað: um teir duga at seta eitt roknistykki upp, so teir kunnu loysa eina uppgávu, um teir duga at rokna sjálvt roknistykkið, og at enda, um teir megna at tulka stykkið. Teir duga væl at tulka roknistykkið, tað er, at teir duga at finna útav, hvat úrslitið merkir. Teir duga næstbest at seta sjálvt roknistykkið upp. Teir duga ringast at rokna roknistykkið út.  

Trupulleikin stingur seg serliga upp, tá ið teir skulu rokna brot ella loysa líkningar við stavum (algebra). Hetta merkir, at ungdómurin hevur trupulleikar at skilja mekanismunar í grundliggjandi roknimetodum. Professarin Uffe Jankvist lýsir tað við einum dømi um eina líkning, sum kundi sæð soleiðis út:

2x = 4

Teir skulu finna útav, hvat x er í líkningini. Tað týdningarmikla er, hvussu næmingarnir koma fram til úrslitið. Skilja teir sjálva metoduna? Tað er har, sum tað haltar, sigur Uffe.

Tað kann vera, at teir fáa rætta úrslitið, men teir koma fram til tað, tí at teir gita, at x má vera 2, tí at tvær ferðir tvey er 4. Teir kenna ikki metodurnar, duga ikki at grundgeva støddfrøðiliga. Hetta vísir, at teir duga at tulka úrslit, men duga ikki at rokna seg fram til tað.

Og tað hjálpir ikki, at vit fáa meira og meira hjálp frá lummaroknaranum. Tað er vorðin ein siðvenja á miðnámi at brúka elektronisk hjálpitól at loysa líkningar og annað, hetta kann vera ein lummaroknari ella eitt telduforrit. Hesi hjálpitól verða eisini meir og meir brúkt í fólkaskúlanum.  

Onkursvegna er samfelagið á vandakós. Nýggj tøkni er komin, sum hevur yvirtikið eitt gamalt handverk. Spurningurin er, um hetta aldagamla handverkið er við at fara fyri bakka. Vit kunnu spyrja, um tað er snilt at lata tøknina taka yvir. Um vit velja tað, so mugu vit gera okkum greitt, hvat fyri uppgávu tøknin ger fyri okkum, vit mugu vera tilvitað um grundleggjandi fatan av tølum og rokniteknikki, sigur Uffe at enda.

Undirvísing og lærutilfar

Tá ið vit skulu læra støddfrøði, er týdningarmikið at leggja eitt rætt grundarlag so skjótt sum gjørligt, og har er fólkaskúlin ein grundarsteinur. Dømi eru úr japanskari undirvísing í støddfrøði; tey hava ikki klassiska tíman, har næmingurin fær eitt pappír frá læraranum og skal sita og rokna nakrar standarauppgávur. Ístaðin arbeiða teir við einari stórari uppgávu ein heilan skúlatíma, sum teir skulu loysa. Japanskir lærarar arbeiða sera nógv saman, leggja í felag undirvísingina til rættis, eygleiða undirvísing hjá hvør øðrum og reflektera í felag um undirvísingina.

Nakað tað sama verður gjørt í Singapor, har undirvísingin í støddfrøði er meira “stramm” enn í Norðurlondum. Í Singapor hongur alt tað, ið lærarin ger í triðja flokki, saman við tí, sum næmingarnir skulu læra í fjórða flokki o.s.fr.

Í Danmark er ein av trupulleikunum, at námsætlanirnar eru fullar av orðum, sum eingin skilir, hesi orð eru heldur ikki serliga neyv. Carl Winsløw sigur, at danir áttu at havt eina strategi fyri tøl, sum rakk frá fyrsta flokki og til 3.s á miðnámi. Samstundis áttu lærubøkurnar at verið tillagaðar. Hann nevnir sum dømi, at einir 30-40 rithøvundar hava skrivað lærubøkurnar til japansk børn og ung. Ein skipað og áhaldandi eftirmeting fer fram, so tær alla tíðina verða betraðar.

Støddfrøði – umdømið

Vit mugu eisini hugsa okkum betur um, hvussu vit tosa um støddfrøði. Neiligar hugsanir um lærugreinina kunnu blíva sjálvstyrkjandi. Hesar framsetingar kunnu ávirka avrikini hjá næmingunum. Tað skal tó eisini ein vilji til, tí at í støddfrøði er ein rúgva av reglum, sum skulu goymast í minninum og skulu lærast uttanat. Hetta er kanska ikki stuttligt, men tað er neyðugt.

At næmingar, sum ganga á CBS tosa um støddfrøði sum nakað, ið teir helst vilja sleppa undan, kemur ikki óvart á Mariu Østergaard. Hon plagar at hava fyrilestrar um ótta fyri støddfrøði, og til hesi tiltøk vísir hon t.d. eitt brot úr einari sjónvarpssending, har mamma og dóttir baka og flennandi greiða frá, at tær duga ikki støddfrøði. Eitt annað dømi er um eina Barbie-dukku, ið bara dugir at siga “Math class is tough!” 

Hvat kann gerast?

Hetta sama, sum verður ført fram, munnu vit eisini kenna aftur í Føroyum. Danir hava tikið trupulleikan í stórum álvara. Danska kenslumálaráðið stovnaði í 2020 ein depil, har fólk sita saman og royna at finn út av, hvussu undirvísingin í støddfrøði kann mennast. Málið er at fáa betri undirvísing á øllum útbúgvingarstigum. Teir byrja við børnum frá null til seks ára aldur fyri at tryggja grundleggjandi støddfrøðiligt dannilsi. Tað kundi verið eitt hugskot, at vit gjørdu tað sama í Føroyum.

Keldur

Gitte Klein. Ávegis til talgildan demens, Miðnámsrit 6, 2015.

Jenny Anderson. Øll kunnu læra at rokna, Miðnámsrit 17, 2018.

Olav Absalonsen. Hví duga børn í Eystur-Asia betur at rokna enn børn í Vesturlondum, Miðnámsrit 9, 2016.

Sidsel Hoe. Danskernes matematik-kompleks har fået lidt for godt fat. Det er på tide med et opgør, zetland.dk 5/2 í 2020.

Tórður Johannesarson. Støddfrøði á føroyskum, Miðnámsrit 3, 2014.

Aðrar greinar í miðnámsrit 24