Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Er metodufrælsi hótt?

Eftir Jón í Haraldsstovu í miðnámsrit 24, mars 2022

Hvør ger av, hvørji evni verða tikin fram í undirvísingini, og hvussu tey verða viðgjørd? Vanliga verður hildið, at námsætlanin setir karmarnar fyri, hvørji evni skulu røkkast í einstøku lærugreinini. Innan fyri hesar karmar skipa vit sum lærarar undirvísingina, halda vit.

Upplýsing og trúgv

Summi evni eru ella hava verið meira viðkvom at viðgera enn onnur. Fyri ikki so nógvum árum síðani var “kreationisma” eitt evni, sum var frammi. Spurningurin um skapan kontra evolutións-ástøði, og í hvønn mun ein skapari stóð aftanfyri náttúruna, var tá stríðsmálið. Um bæði sjónarmið skulu lýsast heilt stutt, so er annað sjónarmiðið, at heimurin er vorðin til við einum bresti, og síðani er ein evolutión farin fram, har tær verurnar, sum tillaga seg best, yvirliva, meðan aðrar doyggja út. Evolutións-ástøðið hjá Darwin man verða tað ástøðið, sum í hesum samanhanginum hevur staðið sína roynd. Hitt sjónarmiðið er, at ein skapari stendur aftan fyri menningina. Summir næmingar eru trúgvandi og kunnu illa góðtaka sjónarmiðið um, at heimurin er vorðin til í einari tilgongd, har verur laga seg eftir umstøðunum, og kanska serliga, at menniskjan eisini er eitt úrslit av hesari menning. Teirra grundsjónarmið ella lívsáskoðan er, at ein skapari er aftan fyri heimin. Allíkavæl haldi eg ikki, at lærarar kenna seg trýstar ella ávirkaðar í sínari undirvísing, evolutións-ástøðið er ein fastur partur av undirvísingini í m.a. lívfrøði. So vítt eg veit, er ikki stórvegis stríð um henda spurning í dagligari undirvísing. Onkursvegna hevur tað eydnast at skilja vísindaliga fatan og trúgv sundur.

Eg giti, at øll eru samd um, at í lívfrøði og í øðrum lærugreinum skal undirvísast í menningarlæruni, og at nátturuvísindaligur arbeiðsháttur skal lærast og brúkast í undirvísingini. 

Mentanarligir samanbrestir

Um vit flyta okkum yvir til samfelagsligu lærugreinirnar, so eru evni, sum eisini hava skapt og enn skapa stríð. Í 2005 kom Danmark og serliga danska blaðið Jyllands-Posten á allar tíðindapallar runt heimin. Stríðið snúði seg um tekningar av profetinum Muhammed, sum blaðið prentaði tann 30. september 2005. Málið byrjaði við einari ætlan um at gera eina barnabók um lívið hjá Muhammed. Men teknarin vildi ikki leggja navn til tekningarnar í bókini, tí hann óttaðist avleiðingarnar fyri seg og familjuna, um tað kom fram, hvør hevði teknað. Jyllands-Posten loftaði avbjóðingini um vantandi talu- og skrivifrælsi og vildi kanna pástandin, um mann kundi tekna profetin. Felagið Danskir Blaðteknarar vórðu bodnir at senda tekningar inn av Muhammed, “soleiðis sum teir sóu hann”. Í blaðið komu 12 tekningar, og mentanarblaðstjórin Flemming Rose greiddi frá hóttanini móti mentanarlívinum og tað ósambærliga við sensur og fólkaræði, um man ikki tordi at geva hesar tekningar út. Vikur seinni brast á við mótmælum, fyrst í danska islamska umhvørvinum og seinni um allan islamska heimin.

Avleiðingarnar av Muhammed-kreppuni síggjast enn. Fyri stuttum setti ein franskur miðnámslærari sær fyri at vísa Muhammed-tekningarnar í lærugreinini samfelagsfrøði í evninum talufrælsi og blasfemi. Lærarin, Samuel Paty, gjørdi næmingarnar varugar við, at hann ætlaði at vísa tekningarnar í undirvísingini. Vanliga, tá viðkvom evni vórðu tikin upp í undirvísingini, ávaraði Paty næmingarnar og segði við teir, at teir kundu lata eyguni aftur, um teir ikki vildu síggja tekningarnar. Ein genta, sum ikki hevði verið í klassanum[1], segði pápa sínum frá um tekningarnar. Hann sendi so eina kæru til skúlan og jagstraði Paty á sosialu miðlunum. Uppøstur av kjakinum á sosialu miðlunum leyp ein 18 ára gamal tjetjeni á Paty og avhøvdaði hann.

Á Batley Grammar School í Batley stutt frá Bradford í Onglandi, vórðu ein lærari og starvsfólk 1. apríl 2021 loyst úr starvi eina tíð. Lærarin, sum undirvísti í  evninum blasfemi í religión, vísti næmingunum eina mynd av Muhammed úr satiriska blaðnum Charlie Hebdo. Ein stórur partur av næmingunum á skúlanum eru muslimar av suður-asiatiskum etniskum uppruna. Foreldur mótmæltu, stuðlað av mentanarligum og átrúnaðarligum feløgum, at tilfarið varð brúkt í undirvísingini. Skúlaleiðslan lat seg trýsta og suspenderaði læraran. Hóast Ongland strikaði blasfemi-lógirnar í 2008, so feldu Muhammed-tekningarnar enn ein lærara.

Ein mannarættindasakførari sigur í greinini um stríðið á Batley Grammar School, at tvey perspektiv eru frammi her. Annað er rættindini hjá muslimsku foreldrunum, sum vóru ill og tóku sær nær, at mann hevði víst tekningar av Muhammed fyri børnum teirra, og kendu seg særd av, at tey høvdu sæð tekningarnar. Hitt er progressiva sjónarmiðið um, at í einum samfelag, sum er multi-kulturelt og við stórum ymiskleika, mugu spurningar um religión viðgerast eins og aðrir spurningar. Leiðslan í skúlanum stuðlaði tó ikki rættinum hjá lærarunum at undirvísa og brúka tað tilfar, sum lærarin metti vera hóskandi í hesum evni.

Í kjalarvørrinum av hendingunum í Fraklandi og morðinum á Paty gjørdi blaðið Informatión eina spurnakanning millum søgu- og samfelagslærarar í danska fólkaskúlanum. Í kanningini kom fram, at 34 prosent av lærarunum óttaðust at taka Muhammed-tekningarnar fram í undirvísingini. Í aðrari kanning, sum DR gjørdi millum miðnámslærarar, vóru einans 16 prosent av lærarunum, sum søgdu seg ikki tora at taka tekningarnar fram í undirvísingini. Funnist varð at kanningini, sum ikki varð mett at vera eftirfarandi, tí einans 227 lærarar høvdu svarað.

Tíbetur hava vit, sum undirvísa í Føroyum, ikki somu avbjóðingar av blasfemi og framsøgufrælsi í undirvísingini. Føroyskir lærarar aftra seg ikki við at taka Muhammed-tekningarnar fram í undirvísingini, giti eg.

Samanbrestir millum ættarlið

Uppreistur ímóti skúlaskipanini og samfelagnum annars er ikki nakað nýtt. Serliga seinna partin av 1960’unum settu ungdómar runt í Evropa og USA seg upp ímóti undirvísingarskipanum og samfelagnum annars og royndu at gera vart við sína ónøgd við avoldaðu undirvísingarskipanina – eftir teirra meining. Kanska kann tað stríðið lýsast sum eina uppgerð við stirvnar konservativar normar og virði hjá eldra ættarliðinum, har studentarnir vildu hava eitt meira frílynt samfelag, har tey sjálv kundu gera av, hvørjir normar og hvørji virði skuldu vera galdandi. Uppreistrarhugurin rakk eisini til Føroya, har m.a. stríðið um føroyskt ella danskt sum undirvísingar- og próvtøkumál á miðnámi var frammi. Hetta stríðið var kanska líka nógv eitt tjóðskaparstríð, men at studentar settu seg upp ímóti skipanini, kann tulkast sum avleiðing av uppreistrarrákinum úti í heimi.

Seinastu árini hava næmingar á amerikanskum high schools og colleges funnist at námsætlanum og tilfari, sum lærarar hava brúkt í undirvísingini. Um 2013 komu fram hendingar, har næmingar vístu á  “triggering”-tilfar, sum teir hildu skuldi takast av pensum. Orðið “triggering” merkir, at bøkur, tekstir og tilfar annars kunnu skapa ótrygd og gera, at tey kenna seg hótt ella ósikkur.

Nakrir næmingar á Columbia University skrivaðu í næmingablaðnum á skúlanum, at næmingar mugu kenna seg tryggar í skúlastovuni, men fleiri tekstir vóru fullir av søgum og frásøgnum um at útihýsa og kúga og øðrum ágangandi og ódámligum tilfari, sum niðurgjørdi samleikan hjá summum næmingum í flokkinum.

Í greinini førdu næmingarnir fram, at lærarin átti at havt at ávarað (“triggerwarning”) næmingarnar skrivliga um, at tilfarið kundi vera skelkandi. Eisini gjørdist meira vanligt, at framsøgufólk, sum leiðslan hevði boðið at hava framløgur á universitetum, vórðu boykottað av næmingunum, tí tey høvdu sjónarmið, sum næmingum ikki dámdi.

Mótmæli og boykott hoyra bæði ungdómi og universitetum til, og eru jú ein partur av teimum amboðum, sum kunnu brúkast til at gera upp við ella seta seg upp í móti sjónarmiðum, mann ikki tekur undir við.

Roynt varð á universitetum at seta reglur í gildi fyri sokallaðar “speechcodes”, sum settu mark fyri, hvussu ógvuslig orð mann kundi brúka, orð, sum vóru mett at vera rasistisk ella sexistisk. Men hóast reglurnar og avlýsingar av talarum og framsøgufólkum hildu mótmælini fram.

Tann stóra broytingin, sambært Lukonoff og Haidt, er, at næmingar nú siga seg verða hóttar av orðum og talu, sum hevur við sær, at tey missa førleikar og kenna seg ótrygg. Fyri at tey kunnu kenna seg trygg, skulu lærarar ávara tey um ágangandi tilfar í pensum, soleiðis at skúlin verður eitt trygt umhvørvi fyri tey. Broytingin, sum er farin fram millum tey ungu, er sambært høvundunum sera óheppin, tí ein mentan (ungdómsmentan) ella sannføring, har tryggleiki verður raðfestur og hevur størsta týdning, skapar ein ungdóm, sum er viðkvæmur og ikki klárar at standa ímóti teimum avbjóðingunum, sum tey møta seinni í lívinum.

Men hvat hevur ein ótryggur og viðkvæmur amerikanskur ungdómur við okkum í Føroyum at gera? Sum evropearar og norðbúgvar hava vit vanliga eitt kritiskt eyga vent ímóti tí, sum hendir hinumegin Atlantshavið, og sum heild má man bara rista við høvdinum um tað, sum hendir har.

Á heysti 2021 høvdu vit á Glasi trivnaðardag um rúsevni og misnýtslu, og høvdu vit valt at vísa ein íslendskan film “Lat meg falla”. Vit vóru nøkur, sum høvdu sæð filmin í Norðurlandahúsinum, og hann rørdi okkum djúpt. Skjótt kunnu vit verða samd um, at tá mann skipar fyri einum trivnaðardegi, so liggur oftast í kortinum, at tað skal vera hugnaligt, so næmingarnar kunnu sosialiserast og hava ein hugnaligan dag. Vit kunnu eisini verða samd um, at hetta varð ikki ein tílíkur dagur. Eg haldi sjálvur, at dagurin var væl eydnaður út frá einum læringssjónarhorni, har næmingarnir fóru til hús við onkrum at hugsa um. Eingin ivi er um, at filmurin varð ógvusligur. Vit høvdu kannað aldursmarkið, sum var 15 ár. Sagt var eisini frá, áðrenn filmurin byrjaði, at hann var ógvusligur – ikki minni enn tvær ferðir.

Tá filmurin var liðugur, og pallborðsfundur skuldi verða um rúsevnismisnýtslu, tók ein næmingur orðið og spurdi, hví vit ikki høvdu givið eina “triggerwarning” um, at filmurin var so ógvusligur. Hetta var orðið, ið varð brúkt. Tað vil siga, at orðið, sum varð brúkt millum næmingar á lærustovnum í USA, eisini hevði fest seg millum næmingar í Føroyum – sjálvandi.

Sum Lukianoff og Haidt vísa á, so siga næmingar seg gerast illa fyri kroppsliga av at lesa tekstir ella hoyra talu, sum skelkar ella stoytir teir; tey kenna seg ikki trygg. Eitt dømi um hesa kenslu kom fram herfyri á einum skúla í Føroyum. Ein lærari hevði biðið næmingarnar lata stílar inn, har eitt viðkvæmt samfelagsevni skuldi viðgerast. Evni, ið verða viðgjørd í hugvísindum og samfelagsvísindum kunnu vera viðkvom, men tey eru týdningarmikil og neyðug at viðgera. Lærarin fær tá at vita frá einum næmingi, at ikki bar til hjá sær at lata stíl inn í hesum evninum, tí tað ávirkaði sálarheilsuna at viðgera slíkt evni.

Sjálvandi kunnu persónligar orsakir vera til, at ein næmingur ikki kann ella ikki megnar at viðgera viðkvom evni, og tað er í so máta ikki ein trupulleiki. Næmingurin kann lata vera við at lata inn, ella spyrja læraran, um hann kann skriva um okkurt annað evni. Men er hetta dømi um ta gongd, sum Lukianoff og Haidt gera vart við?

Tað er vorðið meira vanligt, at vit sum lærarar lata okkum ávirka av, at næmingar eru viðkvæmir, tá vit skulu brúka og viðgera evni og tilfar í undirvísingini. Ein starvsfelagi skuldi í religión viðgera “sóldansin”, sum var eitt “rite de passage” ritual hjá norðuramerikansku indianarum. Í ritualinum verða tvey hol skorin gjøgnum húðina í bringuni á tí manni, sum skal ígjøgnum ritualið. Ein pinnur verður stungin ígjøgnum hvørt hol og band bundið um, og síðani verður maðurin hálaður upp, so hann hongur leysur. Sjáldan sæst hetta á filmi, men ein western-filmur “A Man Called Horse” frá 1970 við Richard Harris í høvuðsleiklutinum, vísir hetta ritualið. Lærarin velur at brúka brotið úr filmunum, fyri at næmingarnir skulu skilja, hvat hendir undir sóldansinum. Í lýsingini av filmsbrotinum, sum lærarin leggur út, velur hann at ávara næmingarnar. Lærarin skrivar til næmingarnar, at brotið vísir ógvusligar myndir, og at teir næmingar, sum ikki klára at síggja sovorðið, kunnu lata eyguni aftur ta løtuna, brotið verður víst. Forrestin tað sama, sum Paty segði við sínari næmingar.

Hetta, sum lýst er omanfyri, er dømi um “triggerwarning”. Vit eru eisini ávirkað av tí ímyndaðu sálarligu støðuni, sum vit halda, at summir næmingar eru í. Vit royna at skapa eitt frírúm, tí vit kenna á okkum, at í næmingahópinum eru næmingar, sum møguliga kenna seg ótryggar og viðkvæmar, og royna vit tí at verja teir við at lata teir sleppa undan tí, sum er teimum ovboðið.

Eisini er komið fyri, at stovnur uttan fyri skúlan er komin við “triggerwarning”. Skúlin hevur fingið áheitan frá stovni um ikki at viðgera ávís viðbrekin evni, tí tað kann skaða sálarheilsuna hjá summum næmingum. Henda áheitanin um at skapa eitt frírúm fyri viðbreknar næmingar, vísir, at uttan fyri skúlan er tann fatan, at summir av okkara næmingum eru so viðbreknir, at teir ikki eru førir fyri at viðgera viðkvom evni. Tað vil siga, at henda sálarliga ella mentala støðan, sum fyrr nevndu høvundar hava eygleitt millum næmingar á amerikanskum lærustovnum, og hvørjar avleiðingarnar eru, allarhelst eisini er at síggja hjá okkum.

Um vit venda aftur til Lukianoff og Haidt, so vísa teir á, at hetta rákið, sum er íkomið, ikki er gott fyri samfelagið, og serliga ikki fyri tey ungu. Umframt at verða boðin av fakliga og sosialt í skúlanum verða tey ungu í dag útsett fyri ágangi, plágum, háðanum og kapping av øllum slag á sosialu miðlunum. Tí nyttar tað einki, sambært høvundunum, at foreldur og stovnar, sum eru um tey ungu, balla tey inn og verja tey ímóti avbjóðingum. Heldur eiga stovnar og foreldur at stimbra næmingarnar, so teir kunna standa ímóti teimum avbjóðingum, sum tey við vissu fara at renna seg í og stríðast við gjøgnum lívið.

Sum lærarar hava vit metodufrælsi innan fyri karmarnar í námsætlanum, har vit gera av, hvussu vit undirvísa og í hvørjum, og mugu vit verja hetta frælsið, sum er undir trýsti av mentanarligum og hugsjónarligum samanbrestum og frá stovnum, sum meta, at ikki allir næmingar eru mentalt førir fyri at viðgera harðskap, misnýtslu, sjálvmorð, vanlukkur og onnur óhugnalig evni, sum eru verulig í samfelagnum.

Keldur

Bók:

Lukianoff,Greg/Haidt,Jonathan:(2018) “ The coddling of the American Mind”. How good intentions and bad ideas are setting up a generation for failure. Penguin Press.

Grein:

jyllands-posten.org/skoleelever/muhammed.php

Heimasíður:

https://gymnasieskolen.dk/laerere-drabet-i-frankrig-maa-ikke-aendre-vores-undervisning

https://www.bbc.com/news/world-europe-56325254

https://www.bbc.com/news/uk-england-leeds-56590417


[1] Gentan hevði sagt við pápa sín, at Paty bað næmingar, sum ikki vildu síggja tekningarnar, fara út. Men hon skulkaði henda dagin. So hon sá ikki tekningarnar sjálv, men hoyrdi um tær frá øðrum næmingum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 24