Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Miðnámsskúlaútbúgvingin má endurskoðast

Eftir Birna Heinesen í miðnámsrit 24, mars 2022

Birna Heinesen varð forkvinna í YF í februar 2022. Frá barnsbeini hevur hon havt áhuga í fakfelagsarbeiði. Pápi hennara arbeiddi í einum fakfelag, og hon var hugtikin av, hvussu sterkt og meiningsfult eitt fakfelag virkar. Tað kundi hjálpa limum at fáa viðurskifti í rætt lag. So ella so hevur tað ávirkað at vaksa upp í einum umhvørvi, har fakfelagsarbeiði fylti nógv. Birna hevur harumframt sitið í stýrum, nevndum, áhugabólkum og øðrum síðan hon var tannáringur. Hon sigur seg vilja verja rættvísi, og eri ikki bangin fyri at siga sína hugsan, og samstundis royna at finna semjur við tey, sum hava eina aðra hugsan.

Vit mugu verja vunnin rættindi

Stýrið og forfólk í YF hava øll árini vart vunnin rættindi. Tað hevur stóran týdning, at vit halda fram við hesum. Vit skulu samstundis royna at fáa betri sømdir í samráðingum. Tað er umráðandi, at YF og onnur fakfeløg seta dagsskránna í samfelagskjakinum og upplýsa um fakið, sum viðkomandi felag varðar av. Til at seta dagsskránna mugu vit sum fakfelag vera sjónlig og tosa um okkara fak, sum er námsfrøði, læring, undirvísing og eftirmeting, og hví tað hevur so stóran týdning. Um vit ikki gera tað, kunnu vit vera vís í, at eingin annar ger tað fyri okkum.

Serliga týdningarmikið er, at fólk sum heild síggja, hvussu fjølbroytt okkara fak er, og ikki minst, hvussu týdningarmikil liður tað er í samfelagnum. Í einum vitanarsamfelag eiga vit at brúka orku og pengar til útbúgving.

Í danskari bókmentasøgu undirvísa vit í bókmentum frá víkingatíð – vit tosa um eina bókmentasøgu í meir enn 1.000 ár. Eitt tíðarskeið í hesi søgu er Nýbrotið, ið fevnir um 30 ár í 19. øld, men sum hevur broytt sera nógv í teimum tonkum, vit hava um bókmentir og samfelagið sum heild. Nýbrotið gjørdi upp við romantikkin, m.a. vórðu orð sett á sosiala neyð, umstøður hjá kvinnum, lygn og kávalæti. Dupultmoralur í heimalívi og handilslívi skuldi avdúkast. Eitt nýtt samfelag skuldi byggjast upp.    

Eg síggi tíðina, sum tey ungu brúka í miðnámsskúla, sum eitt Nýbrot. Næmingarnir ganga her í 2-3 ár, av teimum 83 árunum, tey í miðal liva, men hesi árini eru sera týdningarmikil og grundleggjandi fyri teirra útbúgvingarligu og menniskjasligu menning.

Vit lærarar eru tey, sum vísa teimum nýggjar heimar bæði í skúlastovuni og uttan fyri hana. Miðnámsskúlin ger tey klár til lívsins útbúgvingarligu ferð og hevur avgerandi týdning fyri restina av lívinum. Eg haldi tískil, at tíðin er komin til, at vit gerast meira sjónlig, so vanligi føroyingurin og politikarar síggja og virðismeta, hvønn týdning vit hava sum fakbólkur.

Avbjóðingar á miðnámi

Størstu avbjóðingarnar á økinum eru, at vit sum samfelag eiga at halda fast í teimum gymnasialu virðunum. Vit liva í einari tíð, har alt gongur við nógvari ferð, men vit gloyma ofta, at skalt tú duga okkurt, mást tú brúka tíð til at fordjúpa teg í tað. Tað krevur sveittabrot og nógvar tímar við terping at læra truplar formlar, at læra nýggj mál, at greina samfelagslig viðurskifti, at tulka bókmentir o.s.fr.

Síðani 2013, tá ið vit fingu nýggja miðnámsskúlakipan og nýggjan sáttmála, hava lærarar verið noyddir at renna skjótari fyri somu løn. Nýggi sáttmálin varð gjørdur fyri at spara samfelagnum pengar, men spurningurin er, hvussu nógv tú sparir, tá ið tú vilt hava ”meira fyri minni”?

At venda aftur til tað gamla er helst ikki ein gongd leið, men spurningurin er, um tíðin ikki er búgvin, at vit endurskoða skipanina við einum politiskum vilja til at gera teir batar, sum ein tílík endurskoðan kemur fram til.

Í 2018 var ein bólkur settur at eftirmeta gymnasialu skipanina, men vit, sum starvast á økinum, hava ikki sæð serligan politiskan vilja til at brúka eftirmetingina at endurskoða skipanina. At einstøk landsstýrisfólk vilja okkara øki væl, flytur so lítið, tí broytingar innan útbúgvingarøkið krevja breiðar politiskar semjur, sum halda leingi.

Avbjóðingar hjá miðnámsskúlalærarum

Hjá miðnámsskúlalærarum er størsta avbjóðingin vantandi virðing fyri yrkinum. Eg haldi ikki, at politikarar og fólk sum heild vita, hvussu tung byrða okkara er, og hvussu týdningarmikil samfelagsuppgávan er, vit varða av.

Næmingar broytast, samstundis sum tíðirnar broytast, og har mugu vit fylgja við. Krøvini til einstaka læraran eru økt munandi, samstundis sum at vit fáa fleiri og fleiri næmingar við fakligum, persónligum ella sosialum avbjóðingum.

Í undirvísingarstøðuni stendur tú sum lærari á tveimum beinum – tú hevur tína fakligheit (í lærugreinum og námsfrøði), og harafturat hevur tú sambandið við næmingarnar og flokkarnar.

Talið á næmingum við avbjóðingum er vaksandi, og tey hava í størri mun tørv á ein-til-ein sambandi við læraran, og tíðum hendir tað, at foreldur seta seg í samband við lærarar. Hetta sást tú ikki fyri bara nøkrum fáum árum síðan. Arbeiðsbyrðan hjá lestrarvegleiðingini og lærarum er økt munandi í hesum sambandi. Hvørki lestrarvegleiðarar ella lærarar fáa hægri samsýning fyri hesa øktu arbeiðsbyrðu. Hetta mugu vit sum fakfelag gera nakað við. 

Læraraleikluturin flytur seg sostatt á sama hátt, sum umstøðurnar rundan um okkum broytast, men regluverk og sáttmáli fylgja ikki altíð við, og hetta er ein tann størsta avbjóðingin hjá okkum.

Tí kunnu vit siga, at um politiska skipanin ikki skjótt fer at fáa eyguni upp fyri, at eitt vitanarsamfelag krevur sera høga raðfesting av undirvísing, verður samfelagið sum ein bókmentasøga við ongum Nýbroti.

Aðrar greinar í miðnámsrit 24