Samstarv í undirvísing og læring
Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 24, mars 2022
Læring er sum eitt torn – tað má byggjast í stigum.
Lev S. Vygotsky
Tá ið vit tosa um, hvussu vit samstarva, tá ið vit læra og deila vitan, er viðkomandi at skilja ímillum samstarv sum kooperatión og samstarv sum kollaboratión. Hesi bæði orðini fyri samstarv eru fremmand og ikki vanlig á føroyskum, men eru í hesum sambandi lænt úr eingilskum fyri at skilja ímillum tvey ymisk sløg av samstarvi.
Í kooperativum samstarvi verður læring fatað sum tað at taka ímóti vitan og bera hana víðari, men í kollaborativum samstarvi verður læring fatað sum tað, at vit í felag finna ella skapa nýggja vitan. Tískil er kollaboratión vanliga læring á hægri stigi enn kooperatión. Henda grein kann lesast sum framhald av greinini Læring millum javnlíkar í Miðnámsriti 23.
Kooperativt ella kollaborativt samstarv
Í kooperativum arbeiði verða arbeiðsuppgávurnar býttar út millum tey, sum gera arbeiðið, har hvør einstakur hevur ábyrgd av tí, sum hann skal gera. Í kollaboratión eru luttakararnir við í einum samskipaðum arbeiði til at loysa uppgávuna í felag. Munurin liggur í, hvussu uppgávan er býtt. Í kooperativum samstarvi verður uppgávan býtt sundur í smærri uppgávur, sum eru leysar av hvørji aðrari. Í kollaborativum arbeiði eru tær tvinnaðar saman í eina.
Tá ið samstarvið er kooperativt, er ikki neyðugt hjá luttakarunum at vita, hvat hini takast við. Tá ið øll eru liðug við tað, sum tey skuldu gera, er heildaruppgávan loyst. Hetta krevur, at arbeiðsuppgávurnar verða samskipaðar. Tí er neyðugt, at øll ábyrgdarøkini eru væl lýst.
Kollaboratión er hinvegin eitt samstarv, har luttakararnir hava eina felags arbeiðsuppgávu at loysa. Øll eru bundin til at arbeiða saman – og ikki í sjálvdrátti. Øll eru við í einum felagsskapi, og øll vita tað sama. Tey hava eina felags fatan av arbeiðsuppgávuni og felags ábyrgd. Tí krevst, at samskiftið í felagsskapinum virkar, og at arbeiðið verður samskipað so hvørt.
Í arbeiðslívinum finna vit bæði kooperativt samstarv og kollaborativt. Áðrenn hópframleiðsla til goymslu bleiv vanlig, gjørdu handverkarar vørur eftir bílegging. Men við ídnaðarkollveltingini bleiv arbeiðsbýtið meira kooperativt við taylorismuni[1] og fordismuni[2]. Tann einstaki arbeiðsmaðurin, sum ger ein lítlan part av heildini, hevur ikki fyri neyðini at vita, hvussu lidna vøran sær út. Leiðslan leggur arbeiðsgongdina til rættis. Men ikki alt arbeiði kann skipast eftir taylorismuni. Stovnar sum sjúkhús og skúlar krevja eitt annað slag av samstarvi millum fólk við ymiskum førleikum. Her krevst kollaboratión.
Vit kunnu samanbera hetta við liðítrótt. Ein stafettkapping í renning ella svimjing líkist hópframleiðslu, har hvør einstakur kýtir seg einsamallur fyri liðið. Men sjúkhús og skúlar – og eisini ymisk sløg av framleiðslu – minna meira um fótbólt og hondbólt, har hvør einstakur skal duga at lesa spælið og taka avgerðir eftir, hvat onnur á liðinum gera.
Bæði kooperatión og kollaboratión eru sostatt viðkomandi í arbeiðslívinum. Tað er slagið av arbeiði, ið ger av, hvat slag av samstarvi er betur egnað. Eisini skal havast í huga, at tað er ikki antin ella, men eitt samfelt samband ímillum kooperatión og kollaboratión. Ein vitanartung framleiðsla hevur størri tørv á kollaborativum samstarvi. Snýr tað seg um at læra – í arbeiði ella skúla – tosa vit um at menna vitan, og tá skal samstarv við onnur vera eftir kollaborativum treytum.
Kooperativ vitanardeiling er sostatt, at ein gevur øðrum vitan, og tekur ímóti vitan frá øðrum. Og kollaborativ vitanardeiling er, at ein í samstarvinum við onnur tekur tey við í hugsanir, hugskot og ætlanir, meðan arbeitt verður. Kooperatión og kollaboratión eru tískil ikki reinir formar fyri samstarv. Í staðin kann samstarvið vera meiri og minni kooperativt ella kollaborativt. Vit kunnu síggja hetta sum eina samfelda gongd frá at arbeiða sjálvstøðugt umvegis kooperativt samstarv til at samstarva kollaborativt.
Kooperativ og kollaborativ læring
Í eingilskmæltum londum, serliga í Norður-Amerika, eru kooperativ læring og kollaborativ læring kend hugtøk frá undirvísing í verki. Lærarin hevur stóran leiklut í kooperativari læring, sum verður lítið brúkt á hægri námi. Kooperativ læring er sprottin úr kognitivari menningarsálarfrøði. Undirvísingin byggir á, at lærarin er myndugleiki og serfrøðingur; og dentur verður lagdur á at náa ávís læringsmál. Lærarin stýrir og setir mál, og hann metir um, hvussu gongur. Virksemið er skipað soleiðis, at javnvág er ímillum at læra at arbeiða saman og at ogna sær førleika og vitan.
Kollaborativ læring verður meira brúkt í hægri útbúgvingum. Spurningar eru ofta opnir, og dentur er á, at tey lærandi arbeiða saman at loysa teir. Lærarar áseta karmar um virksemið, men hvussu tey lærandi arbeiða saman, gera tey sjálv av. Størri dentur er á læring enn á útbúgving. Lærarin er fasilitator, ið tosar við tey lærandi um læring og eftirmeting. Innihaldið í kollaborativari læring er til dømis: at hugsa kritiskt, loysa vandamál, taka støðu til hvat gevur meining, at mennast persónliga, at skapa vitan sosialt, granska og kjakast. Hetta er treytað av, at vaksin fólk hava meiri royndir sosialt og eru helst meira beinleiðis motiverað, soleiðis at tey eru før fyri at vera við í kollaborativari læring. At duga at vera ósamd og seta spurnartekin við tað, sum onnur halda, er ein neyðugur partur av kollaborativari læring.
Um miðnám skal byggja brúgv millum grundnám og hægri nám, er uppgávan at fáa næmingarnar at menna samstarv frá kooperativari læring til kollaborativa læring, har fakmørkini ikki eru knívskorin, spurningarnir meira opnir, og svarini ikki altíð røtt ella skeiv.
Teoriir um læring
Nógvar teoriir eru um læring. Í høvuðsheitum kunnu vit tosa um behaviorismu, kognitivismu og konstruktivismu. Flestu teoriir eru frábrigdi av hesum trimum. Behaviorisma leggur, sum orðið sigur, dent á at fáa næmingar at hava ávísa atferð. Endamálið við undirvísingini er, at læringin skal síggjast. SOR-myndilin (stimulus, organism, response) er galdandi her: Lærarin stýrir næminginum ein ávísan veg. Undirvísingin er tí merkt av at løna ella rósa næminginum, tá ið hann ger okkurt rætt, og revsa hann, tá ið hann ger okkurt skeivt. Eisini kann hon vera merkt av at fáa næmingin at avrika, soleiðis at avrikini blíva betri. Undirvísingin er merkt av venjingum og óbeinleiðis motivatión.
Kognitivisma fer longri enn behaviorisma og sær ikki tey lærandi sum óskrivað bløð, men sum einstaklingar við egnum hugsanum, royndum og egnari vitan; og tað skal undirvísingin byggja á til at møta tí einstaka, sum hann er. Meðan behaviorisma sær læraran sum serfrøðing, ið ber vitan víðari til óvitandi næmingar, sær kognitivisma læraran sum ein, ið leiðbeinir og byggir brúgv ímillum tað, sum tann lærandi veit, og tað, sum hann skal læra. Lærarin stuðlar næmingunum at søkja nýggja vitan og førleikar, sum teir kunnu brúka at laga teirra fatan og hugsan eftir. Kognitivisma er eisini eitt mótmæli ímóti behaviorismu, ið einans sær læring sum tað, at næmingurin fær ávísa atferð, og gloymir, at tey lærandi eisini kunnu hugsa sjálv, viðgera, meta um og skapa vitan. Og læring kann tískil eisini vera ósjónlig. Jørgen Bang og Christian Dalsgaard seta kognitivismu í samband við kooperativa læring, hóast kognitivisma ikki er treytað av samstarvi. Teir vísa á, at kooperativt samstarv kann styrkja kognitiva læring, soleiðis at vitan verður móttikin, viðgjørd, organiserað, goymd og deild.
Konstruktivisma byggir á kognitivismu, men hevur nøkur eyðkenni, ið bróta frá. Kognitivisma byggir á logiska hugsan, har kenslur ikki hava nakran týdning. Men konstruktivisma samansjóðar logiskan og humanistiskan hugsanarhátt, har tann einstaki sjálvur tulkar informatión frá øðrum, og har fólk læra saman, meðan tey eygleiða, hvussu onnur bera seg at. Sosial konstruktivisma er eitt frábrigdi við denti á sosiala samvirkan og mentan, tá ið vitan verður til. Sambært hesum er vitan ein sosial konstruktión. Tí fer læring fram í sosialum samanhangi, og vitanin er bundin at sosialum samanhangi. Jørgen Bang og Christian Dalsgaard seta kollaborativa læring í samband við sosiala konstruktivismu, har tey lærandi í felag byggja nakað upp.
Kooperativ og kollaborativ undirvísing
Sundurbýtingin millum kooperativa og kollaborativa læring elvir til at miða eftir kollaborativum samstarvi í undirvísing og læring. Men hetta ynski setir krøv til, hvussu skúlaverkið er skipað. Verandi skúlaskipan á miðnámi stuðlar upp undir kognitivismu og kooperativa læring. Lærarar á bæði gymnasialum og yrkisligum miðnámi eru fakligir serfrøðingar, og námsætlanir í hvørjum faki áseta, hvat næmingarnir skulu vita og duga í viðkomandi faki. Henda skipan leggur upp til at bera vitan víðari til næmingar, sum skulu viðgera, goyma og deila hesa vitan. Kollaborativt samstarv setir onnur og øðrvísi krøv til, hvussu vit skipa samstarv millum lærarar á miðnámi.
Hugskotið um konstruktivismu og kollaborativa læring skuldi helst fingið lærarar, sum hava sama skúlaflokk, at arbeitt saman kollaborativt, soleiðis at læringin ikki bara verður bygd upp í hvørjari lærugrein, men at hon eisini byggir brýr ímillum lærugreinir. Tí læring snýr seg ikki bara um at goyma vitan og duga at endurgeva, men eisini at duga at viðgera vitan og brúka hana í einum dynamiskum samanhangi tvørtur um fakmørkini, sum eru ásett í útbúgvingarkunngerðum.
Jørgen Bang og Christian Dalsgaard vísa á royndir í einum fólkaskúla, har lærarar brúktu felags loggbøkur, sum allir lærarar í toyminum skrivaðu í so hvørt, soleiðis at teir í felag skaptu eitt samstarv um undirvísing. Henda verkætlanin vísti, at tað at deila vitan ikki bara eigur at vera at deila lidnar undirvísingargongdir, men at tað er at deila hana konstruktivt við samskifti og samstarvi millum lærarar. Hetta krevur arbeiðsgongdir, har lærarar ikki bara brúka amboð frá hvørjum øðrum (hugskot, hugsanir, tilfar, uppgávur, royndir og annað), men eisini meta um hugskot hjá hinum og kjakast um hesi amboð.
Í verki kunnu vit tosa um, at samstarvið millum lærarar kann vera fakligt, og lærarar í sama faki skapa eitt kollaborativt samstarv; tá er tað sjálvt fakið, ið samstarvið snýr seg um. Men vit kunnu eisini tosa um tvørfakligt samstarv millum lærarar, sum hava sama flokk; og tá snýr samstarvið seg um næmingarnar í flokkinum. Tað seinna samstarvið millum lærarar hevur tvørfakliga læring sum mál, men eisini kollaborativt samstarv millum næmingar í flokkinum. Á miðnámi skulu vit byggja brúgv millum fólkaskúla og víðari útbúgving, og tí er alneyðugt, at samstarvið millum næmingar á miðnámi verður minni kooperativt og meiri kollaborativt.
Keldur
David Boud. Peer learning in higher education: learning from & with each other. Kogan Page 2001.
Diana Skoradal. Relatiónir millum lærara og næming. Miðnámsrit 23, 2021.
Jógvan Fríðriksson. Skerdur fuglur vitjar sjáldan høgar hæddir. Miðnámsrit 18, 2020.
Jørgen Bang og Christian Dalsgaard. Samarbejde – kooperation eller kollaboration? Tidsskrift for universiteternes efter- og videreuddannelse, nr. 5, 2005.
Leif Strandberg. Vygotskij í verki. Forlagið Ítriv 2013. Týdd úr svenskum: Vygotskij i praktiken. Norsteds Akademiska Förlag 2006.
Mortan Ó. Vang. “Kenn tína ávirkan” – um sjónliga læring og John Hattie. Miðnámsrit 11, 2016.
Olav Absalonsen. At læra fakliga og tvørfakliga. Miðnámsrit 16, 2018.
Olav Absalonsen. Læring millum javnlíkar. Miðnámsrit 23, 2021.
Paula Gaard. Tann vakri váðin í útbúgving. Miðnámsrit 10, 2016.
Paula Gaard. Kreativitetur í undirvísing. Miðnámsrit 23, 2021.
Tina Rasmussen. Samstarv millum næmingar fremur læring. Miðnámsrit 21, 2021.
[1] Scientific Management: framleiðsluháttur við denti á at býta framleiðslugongdina sundur í nógv smá stig fyri at økja um produktivitetin, uppkallaður eftir Frederick Taylor.
[2] Framleiðsluháttur við samlibandi, uppkallaður eftir Henry Ford.