Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Námsfrøðiligt tiltak á Føroya Handilsskúla

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 2, juni 2014

Lærarar á Føroya Handilsskúli hava í fimm ár havt námsfrøðilig tiltøk á skúlanum   

HH3 – ein royndarskipan

Í 2007 byrjaðu lærarar á Føroya Handilsskúla í Havn og á Kambsdali eina royndar­skipan, ið kallaðist HH3. Hendan nýggja skipanin var ein gymnasial skipan, har næmingar fingu møguleika at taka hægri handilsprógv upp á trý ár. Nú seks ár seinni hava vit fingið Búskaparbreytina, sum líkist nógv gomlu HH3-skipanini.

Hugskotið um námsfrøðiliga tiltakið sprettur í HH3 í 2007

Áðrenn vit byrjaðu skúlaárið í 2007-08, hevði toymið á Føroya Handilsskúla í Havn, ið skuldi hava fyrsta flokkin, nógvar fyrireikingarfundir um nýggju royndar­skipan­ina. Tey løgdu eina við, at skipanin skuldi roynast í orðsins sanna týdningi, nevniliga sum ein roynd. Tey settu seg saman og kjakaðust um, hvat vantaði í gomlu HH-skipan­ini. Toymið kom m.a. fram til, at tað var neyðugt at hava opinleika um ársmet. Somuleiðis átti tað námsfrøðiliga at verið raðfest høgt.

Kjakast var um m.a. tvørfakligt samstarv, undirvísingargongdir, hvat riggaði væl og minni væl í undirvísingini, hvussu vit kundu taka útgangsstøði í einstaka næmingi­num o.s.fr. Olav Absalonsen kom tá við hugskotinum um at hava eitt námsfrøðiligt tiltak, har lærarar kundu hava upplegg og kjakast um námsfrøðiligar spurningar. Tað gekk eitt heilt ár, áðrenn fyrsta tiltakið gjørdist veruleiki.

Í november í 2008 brast fyri nevi

Tað var av stórum týdningi, at tað ikki skuldi vera møtiskylda til fundirnar. Tiltakið skuldi liggja uttan fyri vanliga undirvísing. Toymið var samt um, at samsýning ikki skuldi latast.

Tann 28. november í 2008 bleiv kallað inn til fyrsta námsfrøðiliga tiltakið. Olav hevði fyrsta uppleggið í desember í 2008. Hann hevði í 2006 skrivað ritgerð á Robert Gordon universitetinum um Føroya Handilsskúla. Har kom hann millum annað inn á næmingar og ymiskleika. Tað var tí natúrligt at hava upplegg um hetta. Í fyrsta upplegginum var ein framløga, sum var umleið 30-40 min. Síðan var kjak millum áhoyrarar um evnið í ein góðan tíma. Fyrsta tiltakið riggaði so mikið væl, at leisturin hevur verið hin sami. Summi av evnunum hava verið rættiliga ástøðilig, meðan onnur hava verið meira gerandislig, um t.d. um nýtslu av teldum í undirvísingini, at rætta uppgávur, undirvísingargongdir o.s.fr. Sum dømi um upplegg kunnu nevnast  Classroom Management, deduktiv/induktiv læring, verkligi parturin í námsfrøði­ligu útbúgvingini, Cooperativ Learning, toymisarbeiði í undirvísingini, stillu næmingarnir – hvussu røkka vit teimum?, meting í undirvísing o.s.fr. Lærarar á skúlanum hava tikið væl ímóti tiltakinum. Í hesum forumi hava teir kunnað kjakast og fingið góð hugskot til undirvísingina. Uppmøtingin hevur verið ómetaliga góð hesi fimm árini. Tað hevur ikki staðið á hjá fyriskiparunum at fingið lærarar at hava upplegg.

Uppleggið hjá Alex Ocampo Í apríl 2014 hevði Alex Ocampo eitt upplegg, sum hann kallaði Code of Ethics. Hann legði m.a. upp til kjak, hvørt lærarar á miðnámi kundu taka ímóti gávum ella til­boðum frá næmingum, ið hava arbeiði í síni frítíð. Í Danmark er eitt kjak, um tað er etiskt rætt, at námsfrøðingar taka ímóti gávum, tí at foreldur vilja vísa nøgdsemi. Tað er ikki óvanligt, at lærarar á miðnámi hava næmingar, ið arbeiða í t.d. handlum ella mat­stovum. Kunnu lærarar loyva sær at taka ímóti avslátri frá hesum næmingum? Alex hevur skrivað eina grein um hetta evnið. Erla Bech Nolsøe hevur týtt greinina, sum er prentað niðanfyri.

Aðrar greinar í miðnámsrit 2