Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Søgubrot um YF

Eftir Jákup í Gerðinum í miðnámsrit 2, juni 2014

Jákup í Gerðinum er føddur 1936 úti í Gerðinum í Vestmanna, byrjaði á VBV í 1951, preliminerprógv í 1953, studentur í 1955, sivilverkfrøðingur í 1962, arbeiddi á København Belysningsvæsen 1962-64,  lærari í Hoydølum 1964-88. Fyrisitari hjá Føroya Handverksmeistarafelag 1988-99. Síðan tá eftirløntur.

Tórður Johannesarson  hevur biðið meg skriva eina grein til Miðnámsrit um YF við denti á tey fyrstu árini. Herðingar í endurgivnum tekstum eru mínar. Yrkis­­felag studentaskúla- og hf-lærara (YF) varð stovnað 5. apríl 1982. Framman­undan høvdu flestu lærararnir verið limir í Gymnasieskolernes Lærerforening (GL). Sáttmálasettu lærararnir vórðu løntir eftir sáttmála millum GL og Finans­ministeriet. Tænastumenn fingu yvirtíðarløn, samsýningar  og niðursett tímatal eftir GL-sáttmála.

Áðrenn eg fari at greiða frá, hví vit tóku okkum úr GL og stovnaðu YF, haldi eg tað vera hóskandi at nema eitt sindur við lønarviðurskiftini hjá lærarunum fyri 1961, tí hesi hava vist ongantíð áður verið umrødd alment. Petur Martin Rasmussen hevur trivið í studentaskúlasøguna í ársfrágreiðingini frá 1964, men sum hann skrivar: … so gjørdist hetta meira søgan um studentaskúlamálið enn um sjálvan skúlan. Í 50 ára minning­arritinum frá 1987, sum Jógvan Jespersen legði til rættis, verður heldur ikki komið inn á lønarviðurskiftini. Bæði Petur Martin og Jógvan skriva um tey trongu hølis­viður­skiftini. Her kann til stuttleikar skoytast uppí, at Th. Nygaard og Chr. Harald­sen hava verið í Sandavági og hugt at militer­hospitalinum, og í brævi dagf. 5. juli 19441) skriva teir til kommunustýrini í Vágum um sína áskoðan at nýta militer-hospitalið til studentaskúla.

Árini 1937-59

Frá hesum tíðarskeiðnum havi eg funnið ymist tilfar í kjallaranum á Studenta­skúla­num í Hoydølum um lønarviðurskiftini. Eg haldi tey vera so mikið áhuga­verd,  at nøkur av teimum verða endurgivin í heilum líki. Sama kann sigast um skjøl, sum liggja í landsstýrinum. Á Landsskjalasavninum er einki funnið (enn).

Í brævi frá 15. juli 1937 til Undervisningsinspektøren for Gymnasieskolerne Dr. Højberg Christensen 2)greiðir Th. Nygaard frá ætlanini um studenta- og preliminerkeið. Og á ólavsøku í 1937handar Th. Nygaardløgtingsins vinnunevnd Uppskot til tvey ára studentaskeið3). Hesi bæði skrivini eru sjálvandi rættiliga lík. Skeiðið byrjar við einum nýmálsligum fyrsta flokki og einum fyrsta árs fyrireikingarflokki (pre­liminer-flokkur). Flokkarnir hava 32 undirvísingartímar hvør um vikuna ella tilsamans 64 tímar.

Tað er søguliga áhugavert at síggja, hvussu nógv lærararnir tóku á seg fyri at fáa tímatalvuna at ganga upp, tá ið studentaskúlin byrjaði 1. september í 1937. Teir 64 tímarnir vórðu býttir út á lærararnar soleiðis: Erik Petersen, sum var cand. mag. í donskum og musikki, skuldi undirvísa í donskum, føroyskum, geografi, natúru­frøði, natúrulæru, rokning og matematikk í tilsamans 24 tímar um vikuma. Chr. Harald­sen, sum var cand. mag. í fronskum og týskum, skuldi undirvísa í týskum, fronskum, søgu, fornaldarfrøði og føroyskum í tilsamans 24 tímar. Th. Nygaard, sum var cand. mag í enskum og týskum, skuldi undirvísa í enskum í tilsamans 10 tímar. Chr. Lützen, yvirlærari, undirvísti í 2 tímar í matematikk, og Jacob Dahl, próstur, undir­vísti 4 tímar í latíni. Bæði Nygaard og Haraldsen høvdu prógv frá Føroya Lærara­skúla, áðrenn teir fóru niður at lesa.

Um læraralønirnar stendur í uppskotinum:

Av lærarunum fáa Kr. Haraldsen og Erik Petersen, sum einki annað arbeiði hava, hvør 300 kr. um mánaðin við plikt til at undirvísa í 24 tímar um vikuna; fyri yvirtímar verður goldið 4 kr. fyri hvønn undir­vístan tíma. Hinir lærarnir fáa 4 kr. fyri hvønn undir­vísingartíma. Fyristøðumaðurin fær 500 kr. um árið.

Th. Nygaard var framvegis lærari við realskúlan í Havn, og tí fekk hann tímaløn fyri at undirvísa 10 tímar um vikuna. Hugtøk sum skyldugt tímatal og niðursett tímatal fyri at rætta skrivligar uppgávur tykjast ikki at vera til í 1937 og heldur ikki nøkur ár seinni. Og lærararnir hava heldur onga eftirlønarskipan. Í 1938 koma Bergstedt (mat-fys) og Ladegaard Pedersen (søga, latín) á skúlan og verða her til eftir kríggið.

Nygaard sendir løgtinginum eina Frágreiðing um yrki studentaskúlans á hvørjum ári. Í september 19394) skrivar hann m.a.: …Í mai og juni 1939 varð hildin eksamia fyri fyrstu ferð. Tríggir censorar komu niðri frá. Úrslitið var, at allir næming­arnir, sum vóru inn­stillaðir, fingu prógv. So nevnir hann nøvn og úrslit og heldur fram: Úrslitið má soleiðis sigast at vera rættuliga gott samanborið við úrslitini á øðrum studentaskeiðum. Tað gekk soleiðis bara væl, hóast leikmenn undirvístu næmingunum í ávísum lærugreinum.

Í kladdu til skúlans fíggjarætlan fyri 1940-415)  sæst, at fasta lønin er 345 kr. Mánaðar­liga fyri at undirvísa 29 tímar um vikuna. Yvirtíðarlønin er nú 10 kr. um mánaðin fyri hvønn yvirtíma. Fyristøðumaður (Th. Nygaard) undirvísir 21 tímar um vikuna fyri 260 kr. mánaðarliga. Harafturat fær hann 500 kr. árliga fyri at vera fyristøðumaður. Tað er ilt at síggja nakað ávíst lutfall millum tímar og lønir hesi árini. Tað kann hugsast, at lærararnir fáa eina mánaðarløn sum líkist lønini, sum lærararnir við real­skúlan og læraraskúlan fáa. Vit vita, at skúlin fór í gongd uttan nakra løgtings­sam­tykt og uttan nakra peningajáttan. Edward Mitens, sum var formaður í Vinnu­nevnd­ini, tók persónliga ábyrgdina av hesum, eisini ta fíggjarligu. Tað er tí ikki so løgið, at heldur eingin greið lønaravtalað var í 1937.

Sum flest øllum kunnugt, rindaðu næmingarnir 20 krónur um mánaðin fyri skúla­gongdina. Hetta munaði rættiliga væl – yvir 20% – fyrstu árini. Løgtingið tók ikki skúlapeningin av fyrr enn 1. apríl 1955. Aðrar inntøkur hjá studentaskúlanum vóru 1000 kr. frá Havnar býráð, og tilskotið frá statinum var um 400 kr. fyri hvønn studentaskúlanæming og um 140 kr. fyri hvønn preliminarist. Tað skal tó við­merkjast, at ómúgvandi næmingar fingu skúlapeningin aftur sum studning frá løgtinginum/landsstýrinum. Eg haldi meg minnast, at eg fekk 400 kr. árliga, meðan eg gekk á VBV.

Í einum brævi dagf. 25.01.19616) frá Studentaskúlanum til Undervisningministeriet skrivar Haraldsen soleiðis um Lærernes lønforhold:

Efter at kursus´ lærere i nogle år havde været lønnet efter overenskomst, ved­tog Lagtinget i 1941, at lærerne ved kursus skulle lønnes efter samme regler, som gælder for danske gymnasielærere. Denne ordning blev fulgt til 1958.

Eg veit ikki, hvat ið hetta er fyri sáttmáli (overenskomst), sum lærararnir skulu hava verið løntir eftir 1937-41, og í Løgtingstíðindunum fyri 1937-40 stendur einki um, hvussu lærararnir við studentaskúlan skulu lønast. Í teimum brøvum, sum Nygaard sendir løgtinginum í 1940 og 1941, og sum eru endurgivin niðanfyri, bendir alt á, at lønarviðurskiftini eru ógreið.

Í eini kladdu til Frágreiðing um yrki studentaskúlans í skúlaárinum 1939-40 frá 31.08.19407), skrivar Nygaard millum annað:

Eg loyvi mær upp í hesa frágreiðing at skoyta eina umsókn frá øllum lærarunum við skeiðið um eitt dýrtíðartillegg, eins og aðrir, ið eru í løgtingsins ella statins tænastu fáa tað. Framvegis loyva vit lærarar okkum at søkja tingið um, at okkara ansetilsis- og lønarviðurskifti verða skipað á einum tryggari grundarlagi enn higartil, soleiðis at vit kunna vera eins væl stillaðir og lærarar við statsskúlarnar viðvíkjandi ancienniteti, pensión o.ø.. Summir av okkum hava longu virkað við skúlan í 3 ár og áttu soleiðis eftir vanligum lønarreglum at fingið okkara fyrstu lønhækkan.

Nygaard loyvir sær síðan at nema við sína egnu støðu, tí hann torir ikki at sleppa undirvísingini við realskúlan, tí støðan við studentaskúlan er so ótrygg. Hann endar frágreiðingina soleiðis:

Nú sær ikki út til nakra broytan brádliga, og noyðist eg tí at biðja løgtingið um, so skjótt sum tað ber til, annaðhvørt at loysa meg frá studentaskúlanum, ella at tryggja mína støðu soleiðis, at eg kann siga plássið við realskúlan frá mær uttan at líða nakran vansa.

Sambært eini ódagfestari kladdu8), men sum má vera frá aug. 1941 skrivar Nygaard – heldur speiskliga – aftur til løgtingið um lønarviðurskiftini:

Fyri einum ári síðani søkti eg vegna allar lærararnar við studentaskeiðið løgtingið um, at okkara løn- og ansetilsisviðurskiftir vórðu umskipað soleiðis, at vit kundu vera eins væl stillaðir og lærarar við stats­skúlarnar. Úrslitið av hesi umsókn, sum var okkum kunngjørt, eftir at løgtingssetan var endað, var ein skipan, sum, tó at hon í ymsum førum merkir eitt framstig, als ikki er eftir okkara tykki. Eg loyvi mær tí at søkja tingið um, at henda sak verður tikin uppaftur til nýggja viðgerð í hesi tingsetuni.

   Okkara krav er stutt sagt hetta: somu løn og somu vilkor í heila tikið, sum okkara starvsbrøður við studentaskúlarnar í Danmark. Mær tykist hetta krav vera so rímiligt, at tað nýtist ikki at begrundast; men eg skal tó nevna, at um ikki hetta krav verður uppfylt, so skjótt sambandið kemur aftur í lag við Danmark, vilja ið hvussu er summir, kanska allir lærararnir, sum nú eru við hendan skúlan, skjótast møguligt, royna at sleppa sær niður til ein annan skúla, har løn og vilkor eru betri; og teir ið koma í staðin, um nakar fæst, verða neyvan av tí besta slag­num. Tí tykist tað mær, at um tað er løgtingsins ætlan at dríva studentaskúla við undirbetaltum lærarakreftum, og skal tað vera neyðugt, enntá í eini tíð, hvar peningur tykist at tróta minni enn nakrantíð áður, so er tað rættiliga vónleyst at halda fram, og so er betri at leggja henda skúla niður aftur í dag enn í morgin, og síðan at halda fram sum áður við at gráta og syngja um latínskúlan, sum fór fyri bakka, aðru ferð píndur í hel av f.l.

   Eg loyvi mær at nevna eitt enn: Í 1939 beint áðrenn kríggið brast á, kom uppskot frá undirvísingarministeriinum til stovnan av statsskúla. Uttan at vilja siga, hvat ið var rætt ella skeivt, loyvi eg mær at minna á tað faktum, at tað var av løg­tingsins ávum, at einki spurdist burtur úr hesum upp­skoti; og tey sum líða undir tí eru ikki teir løgtingsmenn, sum forkoma upp­skotinum uttan at seta nakað annað og betri í staðin, men lærarar og næming­ar við løgtingsins studenta- og preliminerskeið. Eg sigi lærarar, tí eg haldi tað ikki vera óbeskeðið at trúgva, at vit, sum hava virkað við studenta­skúlan, høvdu fingið loyvi til at hildið fram við tann nýggja skúlan løntir í hvussu er sum adjunktar. Tað er tí ikki meir enn løgtings­ins skylda at skaffa okkum ta løn og tey vilkor, sum tað hevur forðað okkum í at fingið á annan hátt.

Henda skortfleingjan hjálpti, tí løgtingið eftirlíkar kravinum frá lærarunum, og í Løgtingstíðindum frá 1941 sæst, at hetta uppskot verður samtykt 16-0 hin 13. nov.:

  1. Skúlastjóri Nygaard og hinir lærararnir við studentaskúlan verða frá 1. januar 1942 løntir sum adjunktar sambært ta av skúlastjóranum í málinum givnu uppgávu um, hvussu hesir verða løntir. Leiðarasamsýningin verður hækkað skúlastjóranum frá 500 uppí 1.200 kr. um árið.
  2. Tingið játtar studentaskúlanum ókeypis telefon.
  3. Landsnevndin verður heimilað úr økonomiska grunninum at veita ó­múgv­andi studenta- og preliminerskúlanæmingum ein hóskandi studning.

Nú valdar so friður um fastlønarviðurskiftini til 1958, tá ið studentaskúla­lærararnir í Danmark kunnu verða sáttmálasettir í staðin fyri at vera tænastu­menn. Tað vendi eg aftur til niðanfyri.

Viðvíkjandi tímaniðurskurði fyri skrivlig heimaarbeiði og samsýning fyri umsjón við søvnum er einki at finna fyrr enn eftir kríggið. Sambært einum ódagfestum skjali9) við yvirskriftini Yvirlit yvir tað eykagjald, sum lærararnir við studentaskúlan sambært “Ministeriets Skrivelse af 29. dec. 1922” eiga til góðar fyri skrivlig heimaarbeiði síðan 1. jan. 1942, tá ið teir eftir løgtingsviðtøku av nov. 1941 vórðu løntir sum adjunktar, og til 31. juli 1946 (útgangin á hesum skúlaári) fáa lærarar nú samsýning fyri skrivlig arbeiði; men soleiðis sum eg lesi nevnda skriv, fáa lærararnir tó í mesta lagi tríggjar tímar saman­lagt fyri skrivligt heimaarbeiði. Í brævi frá 22. september 195010), sum landsstýrið sendir fysikklærara viðvíkjandi eftirgjaldi, verður víst til trý rundskriv frá Kenslu­málaráðnum um skrivlig heimaarbeiði og umsjón við søvnum.  Tey eru frá 05.02.1948,  22.04.1949 og 01.04.1950. Í einum brævi frá 14.11.195611) til landsstýrið vísir Nygaard á, at sambært áðurnevnda rundskrivi frá 05.02.1948 verður í mesta lagi goldið fyri 5 tímar, hóast arbeiðið tekur væl longri tíð. Í sama brævi skrivar hann eisini, at ivaleyst var tað best, um lærararnir ikki høvdu stórvegis fleiri tímar enn teir normalu 27 um vikuna. Her sær út til, at 27 tímar eru tað skylduga tímatalið, sum eisini var nýtt í Danmark til 1958.

Kreppa á Studentaskúlanum 1959-61

Áðurnevnda skriv frá 25.01.19616) til Undervisningsministeriet undirskrivað av Chr. Haraldsen, kst. kursusleder, snýr seg um at fáa Kenslumálaráðið at góðkenna studenta- og preliminerskeiðið sum gymnasium við realdeild, nú undirvísingin á skeiðunum er longd eitt ár. Í tí sambandi verður greitt frá ymsum viðurskiftum m.a. um Lærernes lønforhold:

Efter at kursus´ lærere i nogle år havde været lønnet efter overenskomst, vedtog Lagtinget i 1941, at lærerne ved kursus skulle lønnes efter samme regler, som gælder for danske gymnasielærere. Denne ordning blev fulgt til 1958. Men den danske tjenestemandslov af  7. juni 1958 er ikke trådt i kraft for vort ved­kommende. Vore løndele beregnes stadigvæk efter den forrige lønningslov, og Lagtinget har hidtil nægtet fortsat at yde os samme løn, som vore kolleger i Danmark oppebærer.

   Men sagen er ikke afsluttet endnu. Der er af Lagtinget nedsat et udvalg, som skal udarbejde forslag til ny lønningslov for blandt andre lærerne ved kursus, og Lagtinget skal i indeværende samling tage stilling til denne lov, som bliver så afgørende for vor skoles fremtid. Hvis der nemlig sker det, at man fortsat vil stille os lærere ved Lagtingets studenterkursus lønmæssigt dårligere end vore danske kolleger, så kan vi ikke forvendte at få lærerkræfter fra Danmark, hvad vi nød­vendigvis må have, da vi allerede i næste skoleår må ansætte 2 eller 3 nye cand. mag.er og ikke i øjeblikket har kvalificerede folk herhjemme til disse stillinger. Når dertil kommer, at nogle af vore yngre lærere vil søge bort, hvis lønspørgsmålet ikke bliver bragt i orden, så vil man forstå, at vort kursus vil komme i de største vanske­lig­heder på grund af lærermangel.

Nær fær almenningurin so at vita, at studentaskúlin er í svárum trupulleikum? Tað einasta eg higartil havi funnið í bløðunum, er henda lýsingin frá mai 1960 í sambandi við upptøkuroynd til preliminerskeiðíð og innmelding til studentaskeiðið (mín herðing):

Studentaskúlin

Við tí fyrivarni, at stórur vandi er fyri, at skúlin noyðist at steðga vegna læraratrot, um lønarviðurskiftini ikki koma í rætt lag, verður upptøkuroynd  til preliminerskeiðið …

   Við sama fyrivarni verður eisini tikið móti innmelding til studentaskeiðið …

Th. Nygaard

Tað letur ikki til, at hendan lýsingin fær føroysku bløðini at spyrja Nygaard, hvat ið er á vási. Tá ið eg einki fann í bløðunum um læraratrot ella lønarviðurskifti, var farið í landsstýrið at leita. Elsta skjalið, sum eg havi funnið har úti um hesi viðurskifti, er hetta brævið frá Føroya Lærarafelag12) til landsstýrið dagf. 17.11.59:

Føroya Lærarafelag biður Føroya landsstýrið um at skipa so fyri, at lærararnir við studentaskeið løgtingsins fáa somu løn sum studentaskúlalærarar í Danmark, og at henda skipan fær gildi frá 1/4 1959.

   Um lønarskipanin við studentaskúlan her ikki er á somu hædd sum lønar­skipan­in við studentaskúlarnar í Danmark, verður tað ringt at fáa lærarar til skúlan, og kann tað tí vera væntandi, at skúlin kann koma at mangla kvalificeraðar lærarar.

F.v.

Poul E. Petersen

Føroya Lærarafelag ber helst ótta fyri, at læraratrotið fer at fáa fylgjur fyri Lærara­skúlan, har sum studentaskúlalærararnir eisini undirvísa.

Næsta skjalið er bræv dagfest 25. februar 1960 frá studentaskúlalærarunum til lands­stýrið13):

Undirritaðu lærarar við studentaskúlan kenna tað sum skyldu sína at gera landsstýrið og avvarðandi myndugleikar var við ta støðu, sum okkara hægra undirvísing er komin í.

   Soleiðis sum næmingatalið er vaksið ár undan ári, fer ongin at ivast í, at hesin skúlin er ein veruligur og týðandi táttur í okkara samfelagsligu menning.

   Tað er tí hugstoytt at mega viðganga, at um ikki avgerandi vend kemur í, er størstur vandi fyri, at skúlin fer fyri bakka.-

   Soleiðis sum tað nú liggur fyri, eru tað tvey høvuðsmál, sum mega loysast, um skúlanum skal vera lív lagað: annað er húsaspurningurin, hitt er læraratrotið.-

   Vit eru ikki í iva um, at landsstýrið er sinnað til og heldur seg ført fyri at fremja tær tilætlaðu byggiætlanir sum skjótast. Men nú er ongin tíð út at geva.-

   Læraratrotið er eftir okkara tykki ikki minni átrokandi, og tað slepst ikki undan í bræði.

   Tað er ein veruleiki, at í komandi árum noyðast vit at vissa skúlanum lærarar úr Danmark; men sum landsstýrinum kunnugt, er læraratrotið har ovurhonds stórt. Sambært tær seinastu uppgávurnar vantar í løtuni yvir 500 cand. mag.’ar ella 25% av øllum gymnasiulærarum, og í næstum fer trotið at koma upp móti 1000.

   Ein treyt fyri at vissa okkara skúla ta neyðturviligu tilgongd av forsvarliga útbúnum lærarakreftum er at skapa kappingarfør arbeiðsviðurskiftir og lønarkor. Hvørki er gjørt enn.

   Vit halda tað vera óráð, at longur verður drálað við at seta ta lønarligu nýskipan í verk, sum framd var í Danmark í farna ári. Tað er púra greitt, at hesum slepst ikki undan, soleiðis sum viðurskiftini eru, og vit mæla til, at lønarspurningurin verður greiddur sum skjótast.

   Vit loyva okkum at vísa til, at fólkaskúlalærarnir her á landi hava fingið lønar­krøv síni framd sambært danskar lønarreglur. So mikið meira umráðandi er tað, at lærarar studentaskúlans fáa somu sømdir.

   Vit vóna, at landsstýrið hevur eina fatan av, hvussu týdningarmikið tað er at fáa loyst henda spurning sum skjótast, og vit eru altíð fúsir at samráðast við lands­stýrið um hetta mál.

Th. Nygaard                            Erik Petersen                                 Sofus Joensen

Arnbjørn Mortensen              Andrias Højgård                            Chr. Lützen                                                             Chr. Haraldsen

Hin 13. juni 196018) svarar landsstýrið studentaskúlalærarunum soleiðis aftur:

   Í skrivi frá 19. f.m. hava lærararnir á studentaskúlanum heitt á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið spurningin um lønarviðurskifti læraranna.

   Sostatt verður hervið sagt frá, at tað ikki bar landsstýrinum til at leggja fram undir eykatingsetuni, men landsstýrið vil leggja fram uppskot fyri ólavsøkutingið um, at tænastumenn landsins fáa somu lønarsømdir sum ríkisins tænstumenn hava fingið.

Um kvøldið 10. august 1960 hevur landsstýrismaðurin Niels Winther Poulsen fund við Nygaard, Haraldsen, Mortensen, Chr. Lützen, A. Højgård og Sofus Joensen. Í fundarfrásøgnini19) skrivar J. P. Ellendersen, flt.  m.a.:

   Nygaard segði, at hann helt fast við sína støðu viðvíkjandi stjórastarvinum, tí hann dugdi ikki at síggja, hvussu skúlin kundi halda fram, uttan at lønar­viður­skiftini vóru tey somu sum aðrastaðni, men hann vildi ikki siga seg undan um neyðugt at taka tímar á skúlanum, men tók fyrivarni viðv. yvirtímalønini.

   Mortensen hevði ikki sagt upp og vildi byrja aftur á skúlanum, men ætlaði sær at søkja burtur. Hann vildi tó helst steðga, til tingið hevði tikið avgerð í málinum.

   Haraldsen hevði ongan hug at siga upp, men tók undir við Nygaard í tí, at hann helt ikki at skúlin kundi halda fram, um lønarviðurskiftini ikki komu í lag.

   Højgaard helt fram, at hann faktiskt var leysur, við tað at hansara aspiranttíð var úti 1. august í ár, og hann helt fast við tað, sum hann hevði greitt N. W. Poulsen frá í juni mánað í ár, at hann ikki ynskti at gerast tænastumaður uttan mun til hvørjar lønarreglur tingið viðtók, men ynskti at verða settur við sáttmála.

   Sofus Joensen hevði somu støðu sum A. Højgaard. Tó at hansara aspiranttíð ikki var úti, kendi hann seg leysan, við tað at hann longu í juni mánað í ár hevði boðað landsstýrismanninum frá, at hann ikki kundi halda fram undir núverandi lønar­korum, men ynskti at verða sáttmálasettur.

   Landsstýrismaður segði, at hann var glaður um, at tað vísti seg, at nú vóru líkindir til at halda fram við skúlanum m. a. tí at landsstýrið møguliga saman við fíggjarnevndini átti at hava heilmild til at gera sáttmála við teir báðar Højgaard og Joensen.

   Aftan á fyrispurning frá landsstýrismanninum søgdu Højgaard og Joensen, at teir ikki vóru sinnaðir til at byrja aftur, fyrr enn sáttmálin var í lagi.

Skúlin helt fram, og Chr. Haraldsen varð settur sum fyribils skúlastjóri. Tá ið skúlin søkir eftir lærarum til skúlaárið 1961/62, og lærararnir framvegis ikki hava fingið nýggja lønarskipan, noktar GL limum sínum at søkja. Vegna lærararnar skrivar Andrias hin 16. juni 1961 til GL20):

   Lad mig først på lærerkollegiets vegne udtrykke vores påskønnelse af, at GL ønsker at varetage eller i det mindste med interesse følger den lønmæssige ud­vikling for lærerne ved Lagtingets studenterkursus.

Andrias vísir so á, at løgtingið hevur samtykt nýggja lønarlóg fyri tænastumenn og sendir GL eitt eintak av lógini og vísir á greinar, sum lærararnir ikki eru nøgdir við. Og víðari skrivar hann:

   Reaktionen fra GL kom ikke uventet. Vi vil håbe, at de antydede for­handlinger mellem GL og landsstyret må føre til en endelig klaring af sagen og skabe ro om lønproblemet.

   Såvidt vi har forstået, påtænker GL at fraråde sine medlemmer at søge opslåede stillinger. Lærerkollegiet ønsker i denne forbindelse at udtale, at vi ikke mener at kunne tage stilling til den påtænkte “blokade”. Sagen har for vores vedkommende andre sider end de rent lønmæssige, og der er mange hensyn at tage i betragtning. For øjeblikket anser vi det for mest formålstjenligt at afvente den videre udvikling i sagen. Vi håber, at GL er indforstået med, at vi, under de foreliggende omstændigheder, indtager en sådan holdning.

Lærararnir biðja um at vera kunnaðir um gongdina í málinum, og enda brævið við at vóna, at henda ósemjan skjótt verður loyst nøktandi fyri allar partar.

Blokadan hjá GL noyddi landsstýrið at samráðast við GL. Samráðingar eru í Havn, og 14. juli 1961 skriva Petur Mohr Dam og Niels W. Poulsen fyri landsstýrið og Bernard Baunsgaard fyri GL undir hesa avtaluna:

Det pligtige timetal og overbetalingen følger reglerne i Danmark med tilbage­regulering til 1. oktober 1960.

(so eru eisini onnur punkt í avtaluni, sum gjøllari greina fastar lønir o.a.)

   Såsnart lagtinget kaldes sammen, forelægges normeringsspørgsmålet for lag­tinget  og søges gennemført hurtigst muligt.

   Såsnart vedtagelse foreligger, ophæves blokaden (mín herðing).

Løgtingið samtykti semjuna, men tó ikki fyrr enn eftir, at skúlaárið byrjaði 21. august. Vit síggja her, at í 1961 hevur GL tikið sera virknan lut í lønartrupul­leiku­num hjá studentaskúlalærarunum, hóast teir hvørki vóru limir í GL og heldur ikki hava biðið GL lagt uppí. Eftir hesa semjuna verða teir limir í GL, sum samstundis tykist at missa áhugan fyri limunum í Føroyum. Tað vendi eg aftur til seinni.

Árini 1964-81

Eg byrjaði at starvast sum lærari í Hoydølum í august 1964. Tá var Povl Skårup um­boð fyri GL. Umboðið skuldi syrgja fyri, at lærarar gjørdust limir í GL, og krevja limagjald frá teimum. Skårup fór aftur til Danmarkar í 1967, og eg gjørdist síðan GL-umboð. Sum umboðsmaður skilti eg rættiliga skjótt, at okkara lima­skapur í GL var ikki til so nógva nyttu. Vendi eg mær skrivliga til GL við onkrum trupulleika, fekk eg sjáldan nakað svar og noyddist tí at ringja niður. Men GL vildi ongantíð átaka sær at loysa nakað mál fyri okkum. Eg var eisini inni á gólvinum hjá GL og fekk at vita, at Statsministeriið hevði álagt teimum bara at ráðgeva limunum í Føroyum og annars ikki leggja seg út í viðurskiftini í Føroyum. Tú kanst so spyrja, hví vit so ikki bara meldaðu okkum úr GL. Svarið er helst, at vit hava kent ein ávísan tryggleika við limaskapinum, hóast vit fingu lítla og onga hjálp frá GL. Og tá – í seinnu helvt av 60-unum – vóru vit bara eini 10 lærarafólk, sum vóru limir í GL og tískil í so fáment at stovna eitt yrkisfelag.

Mær vitandi hava studentaskúlalærararnir ikki havt í umbúna at stovna yrkisfelag fyrr enn í 1975, tá ið vit fingu bræv dagfest 3. mars 1975 frá nývalda lands­stýri­num við Atla P. Dam sum løgmanni, har tað verður boðað okkum frá, at avtalan um at verða løntur eftir GL-sáttmála fer úr gildi 1.oktober 1975. Hetta var ein fylgja av sam­gonguskjalinum, ið m.a. segði, at landsstýrið bert vildi samráðast og gera sátt­málar við føroysk fakfeløg. Hesa avgerðina hjá landsstýrinum tóku lærarar­nir fult og heilt undir við. Men longu 22. september sama ár boðar lands­stýrið frá, at tað hevur sam­tykt at framleingja lønaravtaluna til serligur føroyskur lønarsáttmáli ella lønarregla eru gjørdar fyri tykkara stætt, sum landsstýrið mál­ber seg tá. Henda avtalan, sum landsstýrið sipar til í brævinum frá 1975, er helst tann avtalan, sum varð undir­skrivað hin 14.07.1961 av P. M. Dam og Niels W. Poulsen vegna landsstýrið og B. Baunsgaard vegna GL. Eg boðaði beinanvegin GL frá hesi landsstýrisavgerð og spurdi, hvussu vit ruddiligast endaðu lima­skapin í GL. Sum vant ønti GL okkum ikki aftur. Hóast fleiri áminningar svarar GL um­síðir í september 1976 og mælir okkum til at velja eina nevnd, sum skal ráðgeva GL í samráðingum við landsstýrið. Tað kundu vit als ikki góðtaka. Tvey ár seinni, í september 1978, gevist eg sum GL-umboð, og Katrin Thomassen tekur við.

Brævaskiftið millum GL og umboð tess í Føroyum fram til 1982 er tíverri ikki at finna, hvørki á YF-skrivstovuni ella í Hoydølum. Tað ber kortini til at gera sær eina mynd av samskiftinum, tí í YF-gerðabókini eru brøv umrødd. Við gerða­bókini, formansfrágreiðingum og tí, sum eg og onnur kunnu ørminnast, ber til at siga, at meirlutin av lærarunum vildu bíða við at taka støðu, til landsstýrið spældi útaftur. GL helt tað vera óðamannaverk av okkum at stovna yrkisfelag, tí vit vóru so fáment og vildu harvið standa sera veik í samráðingum við landsstýrið.  GL mælti okkum heldur til at verða verandi í GL og velja eina nevnd, sum skuldi ráðgeva GL um okkara áhugamál.

GL fær øði í okkum

Tá ið skúlin byrjar aftur eftir jólafrítíðina í 1981/82, boðar okkara GL-umboð frá, at vit skulu rinda 1000 kr. eyka til GL fyri at styrkja verkfalsgrunnin hjá teimum. Tá var ovboðið hjá mær og øðrum við. Tveir dagar seinni boðaðu Arnbjørn Mortensen, Róland í Skorini og eg frá við uppslagi á lærarastovuni, at vit meldaðu okkum úr GL, og Gunvør Hoydal, Pól Jespersen og Hans Jacob Debes skrivaðu seg á sama lista og vildu eisini melda seg úr GL. Okkara GL-umboð fær okkum tó at útseta útmeld­ing­ina – fyrst til 1. februar, og síðan til 1. mars, so stundir kundu vera til at seta seg í samband við GL og møguliga fáa greiðu á okkara fakfelags­ligu støðu. Ein nevnd verður niðursett at kanna viðurskiftini. Hetta eykagjaldið var kanska ikki júst ein virðilig umbering fyri at melda seg úr GL, men var kortini tað lítla skumpið, sum skuldi til, fyri at vit av álvara tóku okkum saman og fóru undir at stovna okkara egna yrkisfelag. Og lat tað ikki verða gloymt, at tey nógvu lærarafólkini, sum ikki høvdu føroyskt sum móðurmál, tóku undir við okkum, sum gingu á odda, og møttu eisini á stovnandi aðalfundinum.

Hin 08.02.1982 varð hetta skrivið sett upp á lærarastovunum:

Til

lærararnar við studentaskúlan og hf-skeiðini

Viðvíkjandi GL

Undirritaðu, ið enn eru limir í GL, vilja hervið gera vart við okkara støðu nú ein nevnd er vald at kanna okkara fakfelagsviðurskifti og tilknýti til GL, og nú GL-umboðið hevur boðað frá, at limir í GL-stjórnini eru altráir eftir at koma higar fyri at varðveita okkum sum limir.

Hvussu úrslitið enn verður, sum nevndin kemur til ella fær fleirtal fyri, so halda vit fast við, at vit eiga at stovna eitt felag fyri lærarar við studentaskúlar og hf-skeið. Hetta felag skal ikki vera nøkur deild av GL, men so longi vit fáa lærarar úr Danmark, sum eru GL-limir, verður neyðugt við einari samstarvs­avtalu. Og møgu­liga skulu eisini gerast avtalur við hini norðurlondini.

Grundirnar til, at vit meina, at eitt føroyskt  felag við heimstaði í Føroyum er tað einasta rætta, eru

  1. at Føroya Landsstýri bert vil gera sáttmála við eitt føroyskt felag,
  2. at vit eru ivaleysa nógvir til at stovna eitt felag og longu áttu at havt gjørt tað,
  3. at okkara viðurskifti á mangan hátt eru ólík teimum donsku,
  4. at vit ongantíð kunnu fáa fulla nyttu av einum felag, ið hevur heimstað heilt suðuri í Keypmannahavn,
  5. at vit hava dømi um, at GL ongan áhuga hevur havt fyri at loysa okkara trupul­leikar, hvørki hjá einstaklingum ella okkum sum heild,
  6. at vit blíva meira fakfelagsmeðvitandi, tá vit hava okkara egna felag og sjálvir skulu stríðast fyri okkara áhugamálum.

Tað, sum ikki má henda, er, at vit koma í ta støðu, at vit, sum eru millum tey hægstløntu her á landi, verða tvungin til at gera eitt felag, tí tað danska felagið, sum vit ikki vildu sleppa, ikki kann hjálpa okkum longur. Hetta hevði verið stór skomm.

Annars er gongdin tann, at fleiri og fleiri taka seg úr donskum felagsskapum og stovna føroysk feløg. Føroya Arbeiðarafelag tók seg úr De Samvirkende Fag­for­bund í 1955. Føroya Lærarafelag tók seg úr Danmarks Lærerforening í 1980. So fáir sum 8 socialráðgevarar tóku seg í 1979 úr Dansk Social­råd­giver­forening og stovnaðu sítt egna felag, og nú frættist, at pedagogarnir ætla at taka seg úr Socialpædagogernes Landsforening. Orsøkirnar eru tær somu:  a)samráðing­ar­rætturin og  b)at serstøk føroysk viðurskifti hava lítlan og ongan áhuga í Keyp­mannahavn.

Vit halda tí onga grund vera til at fáa limir úr GL-stjórnini higar, fyrrenn vit eru klárir við einum uppskoti um samstarvsavtalu.

Hoydalar 8/2 – 1982

Jákup í Gerðinum                      Hans J. Debes                            Pól Jespersen

Zakarias Wang                                      Róland í Skorini

Ikki GL-limur, men stuðli tankanum um fø. felag: Jonhard Mikkelsen

Onnur, ið stuðla okkum, kunnu venda sær til Jákup í G.

Tað verður ov drúgt at greiða frá øllum fundarvirkseminum, sum fór fram í tíðini til stovningardagin 5. apríl 1982. Ein kanning millum limirnar vísti, at tey flestu vóru fyri, at vit stovnaðu okkara egna felag, tó treytað av eini samstarvsavtalu við GL. Á fundi 15. mars varð ein nevnd vald, sum skuldi samráðast við GL og fyri­reika sjálv­støðugt fakfelag. Í hana komu Gunvør Hoydal, Zakarias Wang, Sámal í Skorini, John Mortensen og eg. Tveir mans frá GL – Erik Steensgaard, næstfor­maður í GL, og Henrik Hoffmann, fulltrúi, komu til Føroyar eftir umbøn frá okkara GL-umboði. Fundur var við hesar hin 26. mars, og umboðaðu Gunvør, John og Zakarias fyri­reikingarnevndina. Eg var sjúkur og kundi ikki møta. GL-umboðini hildu, at áhuga­málini hjá GL’s limum í Føroyum vóru best vard innan fyri GL, og at teir stóðu við tey lyfti, sum teir høvdu sett fram í brævi frá 5.12.1980 um, at vit kunnu fáa eina nevnd til at taka sær av ráðgeving viðvíkjandi okkara áhugamálum. Men samráðing­ar­rætturin kundi ikki leggjast til hesa nevndina, tí myndugleikin til at seta á verk­fals­grunnin var hjá GL-stýrinum. Gunvør, John og Zakarias førdu fram, at ein og hvør loysn, sum bar við sær, at samráðingar­rætturin lá hjá einum donskum felag, vildi eisini hava við sær, at vit sum ráð­gevandi nevnd ongantíð kundu standa sum ein eind úteftir mótvegis øllum teimum ymsu myndugleikum, sum vit skuldu samráðast við. GL-umboðini søgdu, at vit sjálvandi høvdu frælsi til at stovna okkara egna felag, um limirnir ynsktu tað, men tað hevði rættiliga stóran týdning fyri einum góðum samstarvi við GL framyvir, at vit fylgdu teirra reglum fyri útmelding. Vit máttu melda okkum út hvør sær, og limaskapurin í GL vardi til 31. juli.

Fyrireikingarnevndin, sum var vald á fundi 15. mars, fór beinanvegn til verka at gera uppskot til felagslóg og kundi longu 30. mars boða til stovnandi aðalfund mánadagin 5. apríl 1982, kl.14, í skúlanum í Hoydølum. Hetta var í dymbil­dagavikuni.

Í hondskrivaðu gerðabókini hjá YF stendur:

Ár 1982, mánadagin tann 5. apríl kl. 14, komu vit undirritaðu limir saman á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum og samtyktu har at stovna eitt felag fyri lærarar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði og samtyktu lógir felags­­ins, tó so at orðingin av grein 2, stk. 4 og stk. 5, skuldi endaliga sam­tykkjast á fundi hósdagin 15. apríl 1982 kl. 16 í Hoydølum, har eisini stýrið skal veljast.

Tey 32, sum møttu, hava undirskrivað gerðabók felagsins í hesi røð:

            Jákup í Gerðinum                                                    Bergljót Joensen

            Birta Jacobsen                                                           Ulf Timmermann

            Jákup Reinert                                                            Hans Pauli Joensen

            Hanus A. Samuelsen                                               Andru M. Magnussen

            Pól Jespersen                                                            Kári Nolsøe Olsen

            Svanna Hanusardóttir                                             Finnur Lützen

            Niels Gjerding                                                          Róland í Skorini

            Inger Flø Jørgensen                                                 Hans J. Debes

            Valdemar Dalsgaard                                               Malan Johannesen

            Jette Hoydal                                                              Zakarias Wang

            Bozena Rasmussen                                                  Snorri Fjalsbak

            Hanne Jacobsen                                                        Mads A. Winther

            Kirsten Brix                                                               Sámal í Skorini

            Zacharias Sørensen                                                  Gunvør Hoydal

            Kjartan Danielsen                                                    Ole Laursen

            André Niclasen                                                        Hanne Amiri

Lærararnir, sum ikki vóru á aðalfundi, meldaðu seg eftir páskaferiuna so við og við í felagið, og dagin eftir eykaaðalfundin vóru 49 limir í YF. Limatalið vaks støðugt og var komið upp á 100, áðrenn eg gavst í 1988. Á eykaaðalfundinum 15. apríl varð lóg felagsins samtykt. Carl V. Weihe varð valdur til grannskoðara, og hann skuldi skipa fyri stýrisvalinum, sum fór skrivliga fram. Hin 8. juni 1982 kunngjørdi Carl Vilhelm úrslitið av fyrsta stýrisvalinum. Tað komu 40 atkvøðuseðlar inn, og í stýrið vórðu hesi vald: Jákup í Gerðinum, Pól Jespersen, Gunvør Hoydal, John Mortensen og Sámal í Skorini. Tiltakslimir: Bozena Rasmussen, Ole Laursen og Bent Ole Christensen.

Yrkisfelagið var bara fyri lærarar, sum undirvístu við studentaskúlar ella hf-skeið. Hóast vit vóru fáment, vildu vit t.d. ikki hava akademikararnar á Læraraskúlanum ella á Fróðskaparsetrinum við, tí hetta, hildu vit, fór at seinka samráðingunum við landsstýrið um lønarsáttmála. Tá ið YF varð stovnað, vóru trý lestrarstøð, nevniliga Studentaskúlin- og HF-skeiðið í Hoydølum, HF í Klaksvík og HF í Suðuroy. Hin 28. apríl 1982 samtykti løgtingið at stovnseta Studentaskúla- og HF-skeið í Eysturoynni, men framvegis vóru í YF høpi bara trý lestrarstøð, tí HF í Klaksvík og skúlin í Eystur­oynni vórðu roknað sum eitt lestrarstað. Í lógini varð ásett, at stýrið skuldi hava 5 limir og tríggjar tiltakslimir, har ið hvørt lestrarstað í minsta lagi skuldi hava ein lim og ein tiltakslim. Stýrið skipar seg við formanni, næstformanni (nf.), skrivara (skr.) og kassameistara (ksm.). Lógin er sjálvandi broytt fleiri ferðir, og m.a. er reglan um, at øll lestrarstøðini skulu verða umboðað í stýrinum, ikki galdandi longur.

Tey 6 árini, eg var í stýrinum, vóru altíð tríggir stýrislimir úr Hoydølum, ein úr Klaks­vík/Eysturoy og ein úr Suðuroy. Eg var formaður øll árini. Hini stýrislimirnir vóru:

1982/83: Gunvør Hoydal (skr.) og Pól Jespersen (ksm.) úr Hoydølum. Sámal í Skorini úr Klaksvík/Eysturoy og John Mortensen (nf.) úr Suðuroy.

1983/84: Gunvør Hoydal (skr.) og Pól Jespersen (ksm.) úr Hoydølum. Hóraldur Joensen úr Klaksvík/Eysturoy og John Mortensen (nf.) úr Suðuroy.

1984/85: Pól Jespersen (ksm.) og Snorri Fjallsbak (skr.) úr Hoydølum. Hans Andrias Joensen úr Klaksvík/Eysturoy og John Mortensen (nf.) úr Suðuroy.

1985/86: Pól Jespersen (ksm.) og Snorri Fjallsbak (skr.). Jógvan Mørkøre (nf.) úr Klaksvík/Eysturoy og Ole Laursen úr Suðuroy

1986/87: Hendrik Dahl (ksm.) og Malan Johannesen úr Hoydølum. Jógvan Mørkøre (skr.) og Ole Laursen (nf.).

1987/88: Hendrik Dahl (ksm.) og Jógvan Mørkøre (skr.) úr Hoydølum. Hans Andrias Joensen (nf.) úr Klaksvík/Eysturoy og Ole Laursen.

Formenn fyrstu árini:

            1982-88: Jákup í                                                        1990-92: John

            Gerðinum                                                                  Mortensen

            1988-90: Jógvan                                                        1992-94: Hans Andrias

            Mørkøre                                                                    Joensen

Samstarvið við GL og hini norðanlondini

Útmeldingin úr GL gekk væl, og í juni undirskrivaðu YF og GL eina samstarvs­avtalu. Av tí at vit steðgaðu at rinda limagjald til GL, snúði avtalan seg mest um, hvussu eftir­støðurnar í limagjaldi skuldu avgreiðast. GL lovaði at stuðla YF at gerast limur í Nord-Lär (Nordiska Lärerrådet), sum var ein felagsskapur av lærarafeløgum úr øllum norðanlondum. YF gjørdust limur longu um heystið 1982 við viðmæli frá GL, og luttóku vit eisini á fundinum í Helsinki í mars 1983. Einir tríggir lærarar fóru aftur til Danmarkar, tá ið skúlaárið endaði í 1982, og teir høvdu ongar trupulleikar at venda aftur til GL, hvørki til nýtt arbeiði ella til arbeiðsloysi21).

Tað løgna var, at meðan vit vóru limir í GL, kendu vit ongan har, men tá ið vit gjørd­ust sjálvstøðug og komu at kenna oddafiskarnar í feløgunum í Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi, komu vit eisini at kenna GL-stýrið nógv betur. Nú eru yvir 30 ár síðan, eg kom at kenna formenninar í hinum 5 norðurlendsku feløgunum, og gjørdust vit vinmenn. Vit hava eisini hitst av og á, eftir at vit fóru frá. Og seinasta summar vóru vit saman eitt langt vikuskifti í fjallasmáttuni hjá norska for­manni­num. Nú er ikki ætlanin, at greinin skal vera politisk, men eg havi ongantíð skilt, hví  aftur­haldskreftirnar her á landi altíð ávara í móti vandanum fyri isolatión, hvørja ferð tosað verður um meira sjálvsræði. Eg kann ikki bara mær at nevna, hvat ein eldri lærari segði á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í 1980, tá ið tað tók seg úr Dan­marks Lærerforening: Man skal vera góður við sítt land, men ikki steingja seg burtur frá øðrum22). Eg havi ongantíð skilt, hví nakar  steingir seg úti við at standa á egnum beinum.

YF fer til arbeiðis

Tá ið stýrið varð valt 6. juni, fór tað beinanvegin til arbeiðis. Fleiri fundir – eisini ein limafundur – vóru, áðrenn vit hildu summarfrí. Fríggjadag seinnapart var fastur fund­ardagur, og tað er hann framvegis, skilst. Umframt stýrisfund einar tríggjar ferðir um mánaðin, vóru arbeiðsfundir, telefon-, lima-, aðal-, eykaaðal- og sam­ráð­ing­arfundir. Tað var sjáldan nøkur vika fundarfrí, tá var heldur vanligari við fleiri fundum í somu viku. Stýrislimirnir fingu ikki aðra samsýning enn frían limaskap í YF.

Landsskúlafyrisitingin

Sum nevnt fekk YF beinanvegin gott samstarv við GL og hini norðurlendsku feløg­ini. Men á heimavølli gekk heldur trekari. Landsskúlafyrisitingin, ið var tann stovnur, sum vit skuldu samskifta mest við, hevði sera ilt við at góðtaka, at eitt lærarafelag var komið afturat, sum eisini vildi hava ávirkan á og vildi verða hoyrt um viðurskifti, sum viðvíktu limum tess. Men so við og við vandist Lands­skúla­fyrisitingin við YF, og samskiftið kom í eina natúrliga legu.

Rektaramálið

Longu á jóansøku í 1982 mátti YF hvessa frá sær, tá ið rektari skuldi setast við ný­stovnaða studentaskúlan í Eysturoynni, og mótmælið frá YF gjørdi óivað sítt til, at ein, sum leyk treytirnar í lýsingini, varð settur í starv. Hetta var eitt keðiligt mál, og kom eg persónliga at merkja, hvat tað vil siga at vera formaður og harvið verða gjørdur eitt við felagið.

Sáttmálar við landsstýrið

Ein av fyrstu uppgávunum hjá stýrinum var at gera eitt uppskot um sáttmála við landsstýrið. Longu í november sendu vit landsstýrinum eitt uppskot og bóðu um samráðingarfund. Fyrsti samráðingarfundurin varð longu 9. des. 1982 við ein full­trúa, sum tó beinanvegin legði dent á, at einki av tí hann segði var bindandi fyri landsstýrið, t.e. hann hevði ikki fulltrú at gera bindandi avtalur við okkum. Hóast fulltrúin ikki hevði fulltrú, hildu samráðingarnar fram, og á 8. fundinum hin 25.02.1983 vóru vit samd um eitt uppskot, sum fulltrúin skuldi leggja fyri lands­stýrið. Landsstýrið vrakaði uppskotið. Tað var serliga arbeiðstíðin og yvirtíðarlønir, sum ikki hóvaðu landsstýrinum. Hereftir vildu vit sjálvandi bert samráðast bein­leiðis við løgmann ella landsstýrismenn. Pauli Ellefsen var løgmaður og umsat arbeiðs­viður­skifti. Eilif Samuelsen var landsstýrismaður í skúlamálum, og Torbjørn Poulsen umsat fíggjarmál. Hóast Pauli hevði lønarmál, læt hann fyri tað mesta Eilif taka sær av sáttmálasamráðingunum. Sum formaður í Føroya Lærarafelag í 12 ár var Eilif vanur við lønarsamráðingar. Vit fundaðust javnan til skúlaárið endaði í juni 1983, tó uttan nakað úrslit.

Føroya Lærarafelag, sum hevði sáttmálasamráðingar um heystið 1983, kravdi eisini skylduga tímatalið sett niður, og tað eydnaðist. Vit sendu landsstýrinum nýtt upp­skot 24.11.1983 við krøvum, sum líktust teimum, sum fólkaskúlalærarar høvdu fingið. Nakrir fundir skuldu til afturat, og loksins varð okkara fyrsti sáttmáli undir­skrivaður sjálvan grækarismessudag 1984. Tað tók soleiðis 15 fundir og 15 mánaðir at fáa okkara fyrsta sáttmála við landsstýrið til høldar. Samanborið við í dag var tað kanska ikki so galið, tí nú fáa yrkisfeløgini sjáldan nýggjan sáttmála við landsstýrið, fyrr enn eitt ár ella longur aftan á, at tann gamli gekk út. Sáttmálan fekk gildi frá 01.03.1984 og kundi sigast upp til 01.10.1985. Vit vóru nøgd við sáttmálan, m.a. tí hann var betri enn GL-sáttmálin. Nú fingu bókavørðar, umsjónarfólk, umsitingar­leiðarar og dagligir leiðarar tímaniðurskurð í staðin fyri viðbót. Og lærarar, sum ferð­aðust millum fleiri undirvísingarstøð, fingu nú ferðatíðina roknaða inn í arbeiðs­tíð­ina.

Fyrsti sáttmálin varð sagdur upp at fara úr gildi 01.10.1985. Vit høvdu eingi bein­leiðis høvuðskrøv til næsta sáttmála, men heldur at kalla nakrar stillingar til fyrsta sáttmálan. Og eftir bara fýra fundir varð nýggjur tvey ára sáttmáli undirskrivaður av Atla P. Dam løgmanni hin 25.10.1985.

Samráðingarnar um triðja sáttmálan í 1987 vórðu bæði drúgvar og truplar. Og hesa ferð mátti semingsmaður uppí. Okkara høvuðskrav var at fáa arbeiðstíðina setta ein tíma niður, tí Føroya Lærarafelag hevði fingið arbeiðstíðina niðursetta bæði í 1984 og í 1986 við tilsamans 1½ tíma, og harafturat hevði arbeiðsmarknaðurin fingið eina viku afturat í frítíð uttan lønarniðurskurð. Landsstýrið segði kortanei til, at longd frítíð á arbeiðsmarknaðinum skuldi ávirka okkara arbeiðstíð. Í skrivi til løgmann 10. november boðaðu vit frá, at vit vóru fúsir at koma aftur til samráðingar, um lands­stýrið vildi játta at samráðast um kompensatión fyri 5. feriuvikuna í rímiligari góðari tíð innan 01.08.1989, ella at spurningurin verður lagdur fyri ein gerðarrætt. Vit vildu hava svar innan 6 dagar, og landsstýrið varð eisini kunnað um okkara tiltøk. Tá ið einki svar kom frá landsstýrinum til ásettu tíðina, vórðu hesi tiltøk sett í verk:

  1. 2. ársuppgávuvegleiðingin varð niðurløgd.
  2. Alt nevndararbeiði, t.d. í próvtøkuuppgávunevndum, varð niðurlagt.
  3. Eingir terminskarakterir vórðu skrivaðir.
  4. Terminsroyndaruppgávur vórðu hvørki gjørdar ella rættaðar
  5. Eingin átók sær vaktarhald við terminsroyndina.
  6. Eingin átók sær fleiri undirvísingartímar, t.d. vikartímar.

Fyri ikki at forða næmingunum í at gera tiltøk, samtykti stýrið, at fráverur næming­anna ikki skuldu førast. Á limafundi 14. desember var stórur meirluti fyri at fara í verkfall 4. januar 1988. Sama dag skrivaðu vit til landsstýrið og skutu upp at lata semingsmenn koma upp í samráðingarnar. Og 16. desember samdust partarnir um at velja Carl V. Weihe og Árna Absalonsen til semingsmenn. Seinnapartin dagin eftir byrjaði semingsfundurin. Hetta var ein hósdag og longu fríggjamorgunin kl. 6 eydnað­­ist at fáa semju um ein tvey ára sáttmála. Í semjuni vóru trý protokollat, har eitt viðvíkti arbeiðstíðini. Ein nevnd skuldi setast at greiða spurningin, og hon skuldi verða liðug við arbeiðið, áðrenn sáttmálin gekk út. Hesa uppgávuna greiddi nevnd­in. Men hetta hevur kanska ikki stóran áhuga longur, tí nú verður arbeitt við einum ársnormi.

Felagshús

YF var ikki gamalt, tá ið vit fóru at hugsa um at útvega okkum eini felagshús. Aftan á fleiri royndir eydnaðist í mai 1986 at keypa húsini hjá Hanusi í Skálavík frá arving­um Jenny og Jóannesi Simonsen. Húsini í Havn vóru eisini dýr tá, og kostaðu tey 1.020.000 kr. Handil hevði verið í kjallaranum, so høgt var til loftið. Í 1989/90 vóru húsini umvæld fyri 1 mió. og vóru sum nýggj. Frá november 1986 var húsið opið mána-, miku- og fríggjadag klokkan 15 – 17, men limirnir nýttu ikki hendan møgu­leika so nógv. Samskifti millum limir og stýrið gekk fyri tað mesta fyri seg í skúlu­num. Henda fasta skrivstovutíðin varð tí skjótt tikin av, og hevur felagið ongantíð havt fast skrivstovufólk.

Onnur mál,

sum stýrið og arbeiðsbólkar tókust við tey fyrstu árini, vóru t.d.: starvsfelaga­við­tøkur, tryggingarspurningar, pedagogikum, at ummæla ymiss álit, at velja lim í Skúlabókagrunnin og setanarreglur fyri ikki-føroyingar. Eg haldi, at vit fingu nógv av skafti tey fyrstu 6 árini, men øll mál vóru sjálvandi ikki loyst, sum vit arbeiddu við, tá ið eg gavst í 1988.

Yrkisfelagið Miðnám

Við Løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar fóru studenta­skúlar og hf-skeið í søguna saman við handilskúlunum og Fiskivinnu­skúlanum. YF fór ikki beinleiðis í søguna, men í 2012 kastaðu Yrkisfelag studentaskúla- og hf-lærara og Lærarafelag Handilsskúlans saman í Yrkisfelagið Miðnám. Hetta var skila­gott, og vil eg enda við at ynskja nýggja felagnum alt tað besta.

Keldur (í tekstinum verður víst til hesi skjøl soleiðis: 1) 2) 3) …)

Í kjallaranum í Hoydølum:

a) Svørt arkivmappa (25 x 35 cm) við 12 brævbjálvum við áskriftini Dokumenter: 1), 2), 3), 4),              5), 6), 7), 8), 9),15)

b) Lummi (charteque) við áskriftini Brævaskiftið við landsstýrið: 11), 18)

Úr skjalasavninum hjá løgmansskrivstovuni: 10), 12), 13),14), 16), 17), 19), 20)

Løgtingstíðindi 1941

Løgtingstíðindi 1961

Gerðabøkur, Kunningar og Formansfrágreiðingar hjá YF

Kunning frá Flemming Petersen í brævi dagf. 05.05.198221). Skúlablaðið 198022)

Aðrar greinar í miðnámsrit 2