Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Føroya Tekniska Lærarafelag

Eftir Eyðgunn Samuelsen í miðnámsrit 2, juni 2014

Forsøgan til, at lærararnir á teknisku skúlunum í 1997 settu á stovn Føroya Tekniska Lærarafelag, er nær tengd at skúlasøguni og gongdini í viðurskiftunum millum Før­oyar og Danmark.

Undirvísing av handverkslærlingum var til fyrst í 1960’unum kring landið. Frálæran var um kvøldið eftir arbeiðstíð.

Í 1960-62 avgjørdu donsku skúlamyndugleikarnir, at tað bert skuldu vera tveir tekniskir skúlar í Føroyum. Um sama mundið varð byrjað at skipa skúlarnar sum dagskúlar. Henda skipan varð fult útbygd í 1964. Skipanin við forskúla til lærlingar kom í 1968/69.

Skipanin gjørdi, at tørvur var á lærarum í fullum starvi. Áðrenn hetta vóru undir­vísararnir tímalærarar úr vinnuni.

Tann fyrsti lærarin, ið bleiv settur í fast starv í Klaksvík, var Fischer Hansen. Hann byrjaði á skúlanum í 1971 og fekk fast starv í 1973. Setanin var sambært sáttmála við DTL, t.e. Dansk Teknisk Lærerforening. Skúlin var limur í Dansk Skolelederforening. Í 1975 vórðu Eyolv Joensen og Pól Kristian Henriksen settir í fast starv.

Tað, at skúlarnir vórðu skipaðir á henda hátt, við føstum lærarum og dag­undir­vísing, gjørdi, at tørvur varð á skipaðum fakfelagsarbeiði. Lærararnir á Tekniska skúla í Klaksvík stovnaðu 3. mars 1979 lokalfelagið KTL (Klaksvíkar Tekniska Lærara­felag), ið var eitt lokalfelag undir DTL. Felagið var virkið til 1985. Í trý ár var einki virksemi; men 5. februar 1988 var aðalfundur í KTL, har nýggj nevnd varð vald. Eyðgunn Samuelsen gjørdist forkvinna, Hans Jacob á Kósini næstformaður og Bjørn Kastalag kassameistari. Nakað seinni kom eisini lokal­felagið í Havn, ið nevnist TTL.

Faklærarnir á skúlunum vóru limir á lokalu feløgunum, ið høvdu eina nevnd, ið hevði samskiftið við DTL um hendi. Limatalið í hesum báðum feløgum taldi til­samans 24 limir, ávikavist 9 í Klaksvík og 15 í Havn.

Blokkstuðulin

1. januar 1988 kom blokkstuðulin í gildi. Hetta gjørdi, at broytingar komu í sam­bandi við setanarmyndugleika og pensiónsviðurskiftunum. Frá 1988 og frameftir vórðu lærarar settir í starv av Landsskúlafyrisitingini. Pensjónin skuldi gjaldast av Føroya Landsstýri. Higartil vóru lærarnir løntir sambært danska sáttmálanum og vóru limir í Erhvervsskolernes pensionskasse.

Samgongan frá 1990 til 1994 hevði ta støðu, at hon ynskti ikki at samráðast um lønar- og sáttmálaviðurskifti við eina rúgvu av donskum fakfeløgum.

Hetta gjørdi, at deildirnar hjá DTL í Føroyum máttu brynja seg út til at átaka sær hesa uppgávu. Lokalu feløgini KTL og TTL fóru undir eitt meira miðvíst samstarv. Nevndarlimirnir í feløgunum fingu álitismannaútbúgving hjá móðurfelagnum í Danmark. Vald varð ein samráðingarnevnd við 4 fólkum, formanni og næst­for­manni úr KTL og TTL, hesi vóru: Eyðgunn Samuelsen og Hans Jacob á Kósini úr KTL og Petur Hentze og Herluf Simonsen úr TTL.

Nýggj skúlaskipan

Samstundis setti táverandi landsstýriskvinnan í mentamálum, Marita Petersen, út í kortið, at skipast skuldu fleiri útbúgvingar á teknisku skúlunum. Støðis­út­búgving innan tøkni, SIT,  byrjaði í 1993. Árið eftir byrjaði hægri tøknilig út­búgving, HT. Arbeiðið við at skipa bygnað og innihald í hesum útbúgvingum var við til at gera, at samstarvið millum lærararnar á báðum skúlunum bleiv munandi tættari enn áður. Hetta arbeiðið var eisini við til at styrkja fakfelagið. Løn og arbeiðsviðurskifti máttu skilmarkast av nýggjum. Í Danmark vóru teknisku skúlarnir farnir yvir til eina nýggja skipan við ársnormi, meðan lærararnir í Føroyum fylgdu gamla sáttmálanum.

Fyrsti føroyski sáttmálin við ársnormi

1. januar 1994 undirskrivaðu vit okkara fyrsta føroyska sáttmála. Sáttmálin var gald­andi fyri allar leiðarar og lærarar á teknisku skúlunum. Tað vil siga, at felagið eisini hevði samráðingarrættin fyri akademisku størvini, ið komu, tí at skúlarnir fóru undir SIT og HT útbúgvingingarnar. DTL hevði tá, sum nú, bert sam­ráðing­arrætt fyri fak­lærarar (handverkarar) og leiðslu á teknisku skúlunum.

Vit mettu tað hava stóran týdning, at vit vóru savnað í sama felag, bæði fyri styrkina í felagnum og at løn og arbeiðstíð fylgdu somu meginreglum uttan mun til, um ein var handverkari, verkfrøðingur ella hevði aðra akademiska útbúgving. Í Danmark var støðan tann á teknisku skúlunum, at DTL hevði samráðingarrættin fyri fak­lærarar­nar, meðan AC (Akademikernes Centralorganisation) samráddist vegna akademikararnar.

Meginreglur í sáttmálanum

Sáttmálin var bygdur upp eftir leistinum við ársnormi. Tað vil siga, at í høvuðs­heitum verða allar arbeiðsuppgávur skilmarkaðar og hava við sær tímar at útinna arbeiðs­upp­gávurnar. Arbeiðstíðin var sett til 2080 arbeiðstímar (klokkutímar), og tá ið frítíðin var drigin frá, var ársnormurin 1814 tímar. Í dag er hann 1790 arbeiðs­tímar (3 eyka frídagar).

Í prinsippinum vóru 230 tímar pr. lærara avsettir til aðrar uppgávur enn undir­vísing. Hesir tímar vórðu býttir soleiðis, at teir 100 tímarnir áttu allir lærarar til lærarafundir og aðrar uppgávur, ið ikki skuldu skjalprógvast. Hartil fekk skúlin so 130 tímar pr. ársverk. Hesir vórðu ikki lutaðir út til hvønn einstakan lærara, men skuldu nýtast til ymiskar defineraðar arbeiðsuppgávur, og tí kundu teir falla ymiskt. Endamálið við hesum var, at lærarar, ið høvdu hug til at arbeiða meira við øðrum námsfrøðiligum uppgávum enn beinleiðis undirvísing, kundu fáa meira enn 130 tímar av hesi pulju, meðan teir, ið ”bert” ynsktu at undirvísa, undirvístu tað meir.

Viðvíkjandi setanum, so lat sáttmálin upp fyri, at øll framtíðarstørv vórðu sátt­mála­sett við 15% eftirløn, ið kom omaná lønina. Higartil vóru allar setanir tænastu­manna­líknandi við eftirløn í Erhvervsskolernes pensionskasse.

Tá ið sáttmálin varð undirskrivaður, fingu vit borið so í bandi, at samráðingar­nevnd­in og lønardeildin fóru í felag gjøgnum sáttmálan á fundi, har tey samdust um, hvussu sáttmálin skuldi umsitast. Hetta stig hevur uttan iva verið við til, at so fáar ósemjur hava verið øll árini um sáttmálan. Sáttmálin er í høvuðsheitum óbroyttur enn í dag.

Onnur viðurskifti í sambandi við nýggja sáttmálan

Fyrst í áttatiárum varð setanarsteðgur settur í verk á teknisku skúlunum í Dan­mark. Hetta hevði havt við sær, at fleiri lærarar í Føroyum heldur ikki kundu setast í fast starv og tískil heldur ikki fáa nakra eftirløn.

Í sambandi við samráðingar um føroyskan sáttmála var eitt krav hjá okkum, at hesir lærarar fingu skipað viðurskifti. Sum ein partur av semjuni um sáttmála, gjørdist úrslitið, at teir fingu setanarbræv og eftirløn eins og lærarar í føstum starvi. Hetta skuldi koma í gildi frá tí degi, ið teir byrjaðu at undirvísa á skúlanum.

Verkfall í tríggjar vikur

Hin 1. januar 1993 hevði felagið saman við flestu feløgunum á almenna arbeiðs­marknaði­num gjørt avtalu við landsstýrið um ein lønarniðurskurð á 8,5%. Henda avtala skuldi vara árið út, men landsstýrið longdi avtaluna við lóg at galda til 1. mars 1995.

Í sambandi við sáttmálasamráðingar í 1995 vóru vit ein sjálvstøðugur partur av fak­felags­samstarvinum. Tað vóru tá 21 feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hóast vit sam­ráddust sjálv, so hildu vit okkum til tey krøv, ið hesi feløg høvdu. Høvuðskravið hjá øllum feløgunum var at fáa lønarniðurskurðin frá 1993 aftur. Landsstýrið kravdi hinvegin, at lønarniðurskurðurin helt fram.

Úrslitið var, at vit fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, fóru í verkfall á vári 1995 saman við hinum fakfeløgunum. Hetta gjørdu vit, hóast meginparturin av okkara limum vóru í tænastamannalíknandi starvi. Í praksis var hetta loyst við, at hesir lærarar møttu til arbeiðis, meðan sáttmálasettu lærararnir vóru í verkfalli. Tískil var skúlin stongdur tær tríggjar vikurnar, ið verkfallið vardi.

Hetta, at vit lýstu verkfall, hóast meginparturin av liminum vóru í tænastu­manna­líknandi størvum, hevði eitt sindur av tvídrátti við sær millum samráðingar­nevndina í Føroyum og móðurfelagið DTL. Tvídrátturin var um lønarendurgjald í sambandi við verkfallið. Tað eydnaðist tó at finna eina semju, so at allir limir fingu sama út­gjald.

Í kjalarvørrinum av verkfallinum gjørdi felagið eina avtalu við Mentamálaráðið um, hvussu undirvísingartímarnir í verkfalstíðini vórðu lisnir innaftur, og hvussu hesir tímar skuldu samsýnast. Hetta varð gjørt á tann hátt, at próvtøkurnar kundu haldast sama summar.

Hóttanir um hópuppsagnir á TST

Eitt annað stríðsmál, ið samráðingarnevndin kom at standa á odda fyri at loysa í tøtt­um samstarvi við DTL, var fráboðan frá stjóranum á Tekniska skúla í Havn um upp­søgn av 7 lærarum í 1993. Grundgevingin fyri hesar hópuppsagnir var sam­bært leiðslu skúlans minkandi virksemi á skúlanum.

Felagið samráddist við stýri og leiðslu skúlans. DTL stóð fyri samráðingunum. Tað eydnaðist at fáa leiðslu skúlans at taka allar uppsagnirnar aftur, tí vit kundu prógva, at virksemið ikki var minkað so nógv, at hesir lærarar máttu fara úr starvi.

Stovnanin av FTL

Eftir, at vit høvdu fingið føroyskan sáttmála, kjakaðust vit leingi um, hvussu okkara felag skuldi skipast frameftir. Tosað var um at loysa heilt við DTL og fáa okkara part av verk­falsgrunninum við í nýggja felagið á sama hátt, sum studenta­skúlalærarnir høvdu gjørt, tá ið YF varð stovnað. Flestu limir ynsktu eitt sjálv­støðugt felag; men hildu samstundis, at felagið bleiv ov lítið og veikt í mun til arbeiðsgevaran, um felagið kvetti heilt við DTL.

Endin var, at samtykt varð at stovna FTL 20. september 1997 og at gera eina sam­starvsavtalu við DTL. Lógin fyri FTL ásetti, at nevndin skuldi setast saman so­leiðis, at formaður og næstformaður í KTL og TTL skuldu manna nevndina í FTL. Í fyrstu nevndini í FTL vóru hesi vald:  Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, Petur Z. Hentze næstformaður. Jákup Pauli Joensen og Herluf Simonsen vóru nevndar­limir.

Samstarvsavtalan merkti, at limirnir í FTL varðveittu eitt slag av hvílandi lima­skapi í DTL. FTL skuldi gjalda eina ávísa upphædd pr. lim til DTL, afturfyri kundi nevndin í FTL fáa juridiska og aðra hjálp frá DTL, eins og limir tess framvegis vóru partur av verkfals­kassanum hjá DTL.

Samstarvsavtalan, ið varð undirskrivað í 1997, er dagførd nakrar ferðir; men er fram­vegis galdandi í dag. Í dag er DTL lagt saman við fleiri feløgum, ið tilsamans nevnist Uddannelses­for­bundet. Limatalið í DTL var 3.500. Uddannelsesforbundet telur 10.500 limir.  Sam­starvsavtalan millum FTL og DTL er nú millum FTL og nýggja felagið tann sama sum við DTL (3.500 limir nú 10.500). Í dag eru  65 limir í FTL. Nevndin í felagnum er henda: Jørgin Vágslíð formaður og Jeffri Olsen er næstformaður. Hini eru: Sjúrður Sólstein, Hanna Z. Hansen, Sigurd Vatnhamar og Jógvan Martin Djurhuus.

Aðrar greinar í miðnámsrit 2