Brot úr søguni um Lærarafelag Handilsskúlans
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 2, juni 2014
LH verður stovnað
1. januar 1988 bleiv danski statsstuðulin til Føroyar til blokkstuðul. Inntil tá vóru danskar reglur og danskir sáttmálar galdandi á yrkisskúlunum. Men við blokkstuðlinum skuldi føroyskir myndugleikar standa fyri, hvussu blokkstuðulin bleiv brúktur. Ein avleiðing av hesum var, at landsstýrið vildi hava føroyskar sáttmálar, og tað vildi ikki samráðast við donsk fakfeløg. Hetta hevur helst gjørt sítt til, at LH varð stovnað. Nakrir handilsskúlalærarar høvdu frammanundan verið limir í danska felagnum HL.
LH bleiv stovnað 19. mai 1989. Á stovnandi aðalfundinum vóru Olav Absalonsen, Holger Arnbjerg, Bo Warberg, Anfinnur Zachariassen, Ragnar Magnussen, Sonja á Oyrabø, Terji á Lakjuni, Gloria Kalsø, Katrin Zachariassen, Mina Reinert, Klæmint Olsen, Martha Dalsgaard, Niklas Rasmussen. Árant Olsen og Tórður Jóansson vóru ikki á fundinum; men teir skrivaðu undir aftaná, og tað var galdandi sum innliman.
Limirnir komu úr handilsskúlunum í Havn og í Eysturoy. Í Havn hevði dagskúli verið eina tíð. Deildin í Fuglafirði fór at virka sum dagskúli í august 1989. Bygningurin á Kambsdali var ikki liðugur tá, og tey fluttu út á Dal eftir nýggjár 1990. Tríggir av lærarunum har høvdu starvast í Havn og vóru limir frammanundan. Og nýggir lærarar komu uppí so hvørt.
Olav Absalonsen skrivaði eitt uppskot um viðtøkur, sum bleiv lagað til eftir ráðgeving frá øðrum, eitt nú Klæminti Olsen, sum altíð var kritiskur og góður í ráðum, og frá Tórði Jóanssyni, ið hevði avgjørdar, men væl undirbygdar meiningar um, hvat skuldi standa í slíkum viðtøkum. Viðtøkurnar vóru einmælt samtyktar á stovnandi aðalfundinum.
Í fyrstu nevndini vóru Terji, Katrin og Olav. Í byrjanini vóru bara trý í nevndini, seinni bleiv nevndin víðkað til 4 limir. Olav Absalonsen var fyrsti formaðurin í LH. Heilt frá byrjan varð tosað um samanlegging av YF og LH. Fleiri fundir vóru eisini í nítiárunum um samanlegging millum YF og LH; men tíðin var ikki búgvin tá um samstarv.
Samráðingarrætturin kom at standa sína roynd
Samráðingarrætturin var ikki nakar trupulleiki tey fyrstu árini. Spurningurin um samráðingarrættin kom at standa sína roynd á heysti í 1996, tí at Føroya Handilsskúli royndi at seta lærara í starv eftir sáttmála, ið hinir lærararnir ikki gingu eftir. Tíbetur sat ein sterk nevnd í LH. Klæmint Olsen sáli var formaður hesa tíðina. Hann var fakfelagsmaður um ein háls. Hann var bæði gløggur og treiskur. Saman við Olavi, Fritleifi og øðrum, sum eisini sótu í nevndini, vardi hann borg. Støðan var ikki sørt ørkymlandi fyri allar lærarar. Nevndin fyri Føroya Handilsskúla (tá sat ein nevnd, ikki sum nú eitt stýri) setti lærarar í starv sambært reglugerð skúlans. Men nevndin hevði útdelegerað hesa heimild til eina starvsnevnd, sum síðani hevði útdelegerað hana til stjóran. Motivið fyri hesi framferð var, at so fekk starvsfólkaumboðið í nevndini einki at vita um, hvat gekk fyri seg, og hevði ongan møguleika at tala at. Men starvsfólkini høvdu eitt vakið umboð, sum eisini var í LH-nevndini. Hann legði til merkis, at starvssetanir vóru ikki á skránni í nevndini, og heldur ikki í starvsnevndini, tí fundarfrágreiðingar frá starvsnevndini skuldu lesast upp í høvuðsnevndini, og har hevði einki verið nevnt um tað.
LH kærdi skúlan til Landsskúlafyrisitingina, sum tók ta støðu, at starvssetanir, sum vóru útdelegeraðar, vóru ólógligar: Tá ið tað stendur positivt í viðtøkunum, at nevndin setir lærarar, kann henda heimild ikki útdelegerast. Setanirnar máttu tí gerast av nýggjum, men skúlaárið var meira enn hálvrunnið, og tey settu vóru helst í góðari trúgv. Tí bleiv henda viðgerð eitt sindur surrealistisk, men eftir hetta var eingin, sum ivaðist um samráðingarrættin hjá LH.
Henda hendingin vísir, hvussu umráðandi tað er, at hava starvsfólkaumboð í stýrinum (tað, sum fyrr kallaðist nevnd) uttan atkvøðurætt fyri at skapa opinleika um tað, sum fer fram. At starvsfólkaumboðið fekk atkvøðurætt í 1999 var eitt stórt afturstig, tí tað gjørdi, at umboðið fór upp í stýrið sum vanligur limur, og høvuðsendamálið við starvsfólkaumboðnum at skapa opinleika og gjøgnumskygni fánaði burtur.
Sáttmáli við Fíggjarmálastýrið – eitt drúgt stríð
Tað gekk felagnum sera striltið at fáa sáttmála í lag við Fíggjarmálastýrið. Einaferð undir kreppuni fyrst í 90’unum varð nevndin boðin á fund úti í Tinganesi. Nevndarlimirnir blivu spurdir, um teir eins og hini feløgini vildu fara 8% niður í løn. Nevndin segði nei takk, tí at pensiónirnar hjá lærarunum vóru ikki komnar upp á pláss, og at spurningarnir áttu at verið viðgjørdir í rættari røð. Tí var eingin meining at siga ja til tilboðið. So hendi ikki meira í tí umfarinum. Eftir nøkur ár í bíðistøðu, har landsstýrið ikki hevði tíð ella orku at samráðast, hevði nevndin fyrsta samráðingarumfar mitt í 90árum. Lítið kom burturúr, tí mótparturin visti ikki, hvat var galdandi, og hann hevði krav um, at limir í LH skuldu byrja frá null, og at teir ikki frammanundan høvdu rætt til pensión. Í 1996 var tó avtalað, at LH skuldi gera eitt uppskot til sáttmála, og at landsstýrið skuldi fáa pensiónirnar upp á pláss. Uppskot til sáttmála fekk Fíggjarmálastýrið í februar 1998, men tað vísti seg, at tey høvdu einki gjørt við pensiónsspurningin. Partarnir samráddust kortini við støði í uppskotinum hjá LH.
Á heysti 1999 trúðu nevndarlimirnir, at semja var komin undir land, tó at mótparturin framvegis einki hevði gjørt við pensiónirnar, sum annars var ein treyt frá LH. Tá krevur mótparturin knappliga stórar broytingar í arbeiðsviðurskiftum hjá limum felagsins við nýggjum arbeiðstíðarreglum. Nevndin mælti frá hesum, tí tað hevði stóran týdning at fáa staðfest verandi viðurskifti. Í byrjanini av 2000 fekk nevndin eitt uppskot sendandi, sum hvørki var fuglur ella fiskur, til dømis lønarniðurskurð upp á 20-30% – helst fyri at fáa pláss til pensiónirnar. Eftir at hava víst á, at limir í LH ikki kundu góðtaka uppskotið, boðaði nevndin frá, at samráðingarumstøðurnar nú vóru so nógv broyttar, at hendi einki á pensiónsøkinum, fór felagið at stevna eftir pensiónunum. Einki hendi, og nevndin stevndi fyri teir limirnar, sum eftir blokkin vóru settir í tænastumannalíknandi størv sambært kunngerð.
Ein politisk bumba
Tíðliga á heysti 2001 gjørdi nevndin við Olavi á odda av at fara til hægsta myndugleika og bóðu um fund við løgmann fyri at vísa á, at limir felagsins í áravís hava roynt at fáa ein einfaldan sáttmála, men til fánýtis. Nevndin hevði alla tíðina víst góðan vilja, men mótparturin útsetti og útsetti. Nevndarlimirnir vístu á, at teir høvdu víst tol og høvdu ikki hug at leypa framav, men at mark var fyri, hvussu leingi nevndin kundi sannføra limirnar um, at hon var á rættari kós. Á fundinum við løgmann var yvirtøkan av handilsskúlanum til umrøðu, sum nevndin metti at vera sjusk. Lønar- og setanarøkið var ikki tikið í álvara, og pensiónsmálið var vorðið risastórt – einar 15 milliónir máttu útvegast. Talan var sostatt um eina politiska og fíggjarliga bumbu. Løgmaður ásannaði hetta, og ætlaði hann at tosa við avvarðandi landsstýrismann. Eisini segði hann, at sjálvsagt átti handilsskúlin í minsta lagi at fylgja starvsfólkapolitikki landsins.
Tiltøk verða sett í verk
Í november 2001 var ein rokmikil aðalfundur í LH. Tað var líkasum, at nú var tolið hjá limunum uppi. Felagið hevði ikki nakran sáttmála við landsstýrið, og síðani fyrst í 1990-unum vóru starvssetanirnar ógreiðar, serliga við pensiónsviðurskiftunum. Myndugleikarnir høvdu viðurkent pensiónsrættindi til tey, sum høvdu ógreiðar setanir; men so søgdu teir knappliga, at hetta var ein samráðingarspurningur. Hetta síðsta var ein stór avbjóðing fyri báðar samráðingarpartarnar. Lærarar høvdu í mong ár arbeitt uttan pensiónsgjøld, og um hetta skuldi fáast í lag við afturvirkandi kraft, skuldi eykajáttan til.
Skúlaárið 2001-2002 var ein hørð tíð hjá nevndarlimunum í LH. Nevndin hevði sera gott arbeiðslag og legði dent á, at ósemjur millum nevndarlimir vóru viðgjørdar í nevndini, og tá ið ein avgerð var tikin, fóru tey út sum ein maður. Loyalitetur var ein sjálvfylgja. Kalpana Vijayavarathan kom upp í nevndina í november 2001. Hon var full í orku og áræði, og tað gav nevndini handlikraft, sum var neyðug hesa tíðina við áhaldandi ágangi móti limunum í felagnum.
Av tí at felagið einki hoyrdi frá Fíggjarmálastýrinum, setti nevndin tiltøk í verk í desember 2001, tá ið hon sendi kæru til løgmann og fíggjarmálaráðharra um álitisbrot í samráðingunum. Í januar 2002 noktaði nevndin limunum, sum vóru í uppgávunevndum, at útflýggja uppgávurnar til Mentamálastýrið. Somuleiðis varð noktað limunum at vera próvdómarar til próvtøkur í árshálvuni januar-juni 2002. Vanliga arbeiðið bleiv ikki niðurlagt. Samstundis stevndi LH landsstýrið eftir pensiónum til tey, sum vóru sett í tænastumannlíknandi størv eftir 1. januar 1988 (sokallaði 13-bandin).
Undir arbeiðssteðginum hildu samráðingarnar fram, og hóast lagið var heldur øðrvísi enn áður, so var kravið frá mótpartinum framvegis nýggjar arbeiðstíðarreglur, men samstundis hevði Fíggjarmálastýrið einki gjørt við pensiónirnar. Tá ið ein tíð var liðin á vári 2002, boðar Fíggjarmálastýrið knappliga frá, at pensiónirnar skulu fáast upp á pláss við løgtingslóg, men tá var freistin at leggja uppskot fyri tingið júst farin.
Nokta at hátíðarhalda yvirtøku av skúlaverkinum
Í mars 2002 skrivaði landsstýrismaðurin í mentamálum til skúlarnar um at hátíðarhalda yvirtøkuna av skúlaverkinum. Hetta fall saman við, at val skuldi vera í apríl 2002. Møguliga royndi táverandi landsstýrissamgonga at profilera seg við hesum. Hetta var meðan arbeiðssteðgurin hjá LH var, og nevndin nýtti hetta høvi at gera vart við sína ónøgd, tí tað vóru júst hesar sokallaðu yvirtøkur, ið høvdu ført lærarar á handilsskúlunum út í óføri, tí tær vóru ikki nóg væl frágingnar. LH-nevndin sendi tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, sum endaði soleiðis:
Heimastýrið yvirtók blokkin og sveik sínar skyldur, og tað ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum, at handilsskúlalærarar skulu hátíðarhalda. Men tað verður av ongum!
Dagin eftir valið, sum Sambandsflokkurin kom væl frá, gav ein rithøvundur ilt av sær í bløðunum og spurdi, hvør vann valið. Hann svaraði sjálvur og langaði út eftir ymsum samfelagsbólkum. Ein av hesum vóru lærararnir á handilsskúlunum, sum ikki vildu hátíðarhalda yvirtøkuna: “Tey krapylini vunnu valið!”, skrivaði hann.
Næmingar mótmæla
Á vári í 2002 mótmæltu næmingarnir, ið skuldu hava endaligt HH-prógv. Av ókendum orsøkum vóru næmingar á Kambsdali illir inn á LH, og teir møttu upp á einum limafundi, sum LH helt í Havn, at mótmæla, men eingir næmingar í Havn vóru har, hóast fundurin varð hildin í hølunum hjá Føroya Handilsskúla. Hinvegin høvdu næmingarnir í Havn verið úti í Fíggjarmálastýrinum á Argjum og handað landsstýrismanninum eitt mótmæli. Kanska var hetta seinna við til at loysa málið?
Trýstið økist
So hvørt sum próvtøkan nærkaðist, øktist trýstið á allar partar, og tað var ikki sørt, at fjáltur kom á fólk. Tíðindi bórust um hóttanir um hópuppsagnir av øllum lærarum; men tað gjørdi, at nevndarlimirnir blivu bara meira avgjørdir í, at arbeiðssteðgurin skuldi halda fram.
Í tøkum tíma fyri próvtøkuna fekst semja millum felagið og Fíggjarmálastýrið; tað var 3. mai 2002. Løgtingsval hevði verið fáar dagar frammanundan, og politiska skipanin var sett undir trýst, tí vandi var fyri, at nógvir handilsskúlanæmingar ikki fóru at fáa HH-prógv.
Í semjuni bant landsstýrið seg til, at lærarar, sum annars lúka treytirnar í komandi sáttmála fyri at fáa eftirlønargjald, fáa hetta við afturvirkandi kraft frá setan, og harumframt viðurkendi landsstýrismaðurin eftirlønarrættin hjá 13 navngivnum persónum, og landsstýrismaðurin skuldi skipa fyri, at hesin eftirlønarrættur varð teimum tryggjaður við fyrivarni fyri, at neyðug lóggáva varð samtykt. Felagið játtaði afturfyri at steðga sakarmálinum móti landsstýrinum og at fara í gongd við at gera próvtøkuuppgávurnar, sum skuldu brúkast í mai/juni sama summar.
Nýggjur sáttmáli í 2004
Í 2004 varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður. Táverandi nevnd gjørdi semju við landsstýrið um, at pensiónsgjaldið skuldi vera 5% við afturvirkandi kraft frá 1. januar 1988; men frá 1. august 2004 skuldi tað vera 15,8%. Ein kann siga, at nógv var givið eftir av tí, sum sambært semjuni í 2002 skuldi vera ein pensión eftir komandi sáttmála. Tá ið vanliga pensónsgjaldið bleiv 15,8%, eru 5% afturvirkandi ikki nógv. Við hesum mistu nakrir limir umleið 5,7 milliónir í pensiónsgjøldum, sum teir høvdu vunnið.
LH tikið av
Sum sagt, so høvdu fundir verið í fleiri umførum síðani 1990 millum YF og LH um samanlegging; men tíðin var ikki búgvin fyrr enn í 2012. Samstundis varð LH tikið av. Nú eru flestu lærarar á studentaskúlunum, fiskivinnuskúlanum og handilsskúlunum limir í YF miðnám.
Keldur
Skjøl frá fyrrverandi nevndarlimum í LH
Samrøður við fyrrverandi nevndarlimir í LH