Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Námsfrøðiliga útbúgvingin

Eftir Búgvi Poulsen, Føroya Studentaskúli & HF-skeið í miðnámsrit 2, juni 2014

Ein pína. Soleiðis hava mong óivað hugsað um hesa vælsignaðu námsfrøðiligu út­búgving, í dagligari talu pedagogikum – bæði verkliga og ástøðiliga partin. Sjálvur helt eg lítið um ástøðiliga partin at byrja við. Ikki minst tí talan var um stein oman á byrðu. Lutfalsliga nýútbúgvin, studentaskúlalærari á øðrum ári, at enda liðugur á universitetinum og teimum nærum óteljandi pensumlistunum á fleiri túsund síður. Nú skuldi arbeiðast, ikki lesast.

Ástøðiligi parturin

Eitt er ynskidreymur, annað er veruleikin. Fyrsta dagin av pedagogikum á Hotel Vágum fingu vit ein pensumlista á góðar túsund síður – ikki gott! Hesar góðar túsund síður skuldu lesast, samstundis sum arbeitt varð fulla tíð í Hoydølum. Og sum flestum kunnugt, er nógv at gera fyrstu árini sum miðnámsskúlalærari. Og at enda skuldi ein uppgáva latast inn, sum skuldi skrivast í próvtøkutíðini hjá næming­unum hjá mær – tá eg í veruleikanum átti at fyrireika próvtøkurnar. Úrslitið var, at eg var ‘afturút’ allan mai og juni mánað og ikki sørt smástressaður. Knýtt afturat ástøðiliga partinum vóru eisini 40 eygleiðingartímar, sum skuldu fáast frá hondini, áðrenn farið varð í jólafrí.

Meg minnist ikki at hava møtt nøkrum starvsfelaga, sum helt, at pedogogikummið var kærkomin biti. Gamaní, øll skiltu tankarnar aftanfyri, men kringumstøðurnar vóru ikki tær bestu. Øll vóru undirdýkt í arbeiði framman­undan, so tíðin til re­fleksión var sera avmarkað. Og tað er stórt spell, tí tey evni, sum verða tikin upp, eru viðkomandi fyri okkara gerandisdag sum undirvísarar, og ástøðini kunnu faktiskt nýtast í undirvísingini eftir ávísa jótran.

Tað stutta av tí langa er, at um vit skulu fáa fult burturúr hesi týðandi og kostnaðar­miklu eftirútbúgving, má atlit takast til, at kandidatarnir fáa tíð til at arbeiða og hugsa um ástøði og didaktikk.

Verkligi parturin

Summi síggja fram til verkliga partin. Onnur fara nærum grátandi av landinum. Tveir mánaðir burturi frá familju og vinum. Bæði fyrimunir og vansar eru við at fara til Danmarkar at taka verkliga partin. Í Danmark eru nógv fleiri miðnáms­skúlar við fleiri ymiskum pedagogiskum profilum. Allir starvsfelagarnir, ið hava verið á verk­liga partinum, eg havi tosað við, hava gjørt sær ymsar royndir. Onkur teirra fer ongan­tíð aftur at undirvísa induktivt, tað riggar ikki! Onkur annar fann út av, at lærarastýrdari talvuundirvísing faktiskt eisini er lív lagað í nýggju donsku skipanini. Flestu hava nokk funnið út av, at vanligu donsku miðnáms­skúlarnir ikki eru so nógv øðrvísi enn teir føroysku. Men danir hava betri møgu­leikar at gera ymsar royndir, eitt nú á Ørestadsgymnasium, sum er kent frá fjøl­miðlunum fyri sín serliga peda­gogikk, og Høje Taastrup, sum hevur serflokkar fyri næmingar við asberger syn­dromi.

Nógvar av royndunum kunnu vit eins væl gera okkum í føroysku miðnáms­skúla­skipanini, men møguleiki má eisini vera fyri at sleppa á onkran av donsku mið­námsskúlunum, sum hava serlig fokusøki uttanfyri tað, vit síggja í Føroyum.

Sjálvur haldi eg, at eitt pedagogikum, har ástøðiligi og verkligi parturin hanga náttúr­liga saman, er besta loysnin. At pedagogikum-kandidatarnir fáa tíð og høvi at royna at fáa samanhang í undirvísingina hjá sær við stuðli av royndum lærara, ljóðar sum ein dreymur. Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum, er pedagogikum ein dýr skipan. Ein skipan, sum vit í veruleikanum neyvan hava fingið fult burturúr, sum er. Við nýggja YF-sáttmálanum kann útbúgvingin leggjast øðrvísi til rættis. Møguligt verður at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Hóast alt, havi eg verið glaður fyri bæði ástøðiliga og verkliga partin av peda­gogikum. Eg fekk nógv burturúr skrivligu uppgávuni, har eg kundi fara til botns í evninum, og refleksiónin slapp framat.  Eisini verkliga partinum í Sønder­borg fekk eg nógv gott burturúr, ikki minst teimum góðu vegleiðarunum, sum eg hevði á Alssundsgymnasiet. Men eg haldi bara, at tað eigur at vera upp aftur betri.

Aðrar greinar í miðnámsrit 2