Handilskúlin – móttøka 5. mars 2014
Eftir Heðin Samuelsen í miðnámsrit 2, juni 2014
Røða: Heðin Samuelsen
Sum ein, sum hevði ein lítlan leiklut í, at hesin skúlin varð bygdur, nýti eg høvið til at siga eitt lítið sindur um forsøguna.
Í hondini havi eg eitt lítið, ljósareytt rit, dagfest 7. november 1973: Mål, strategi og byggeplaner for 70’erne, sum varð sent føroysku myndugleikunum o.ø. og tí treka danska direktoratinum fyri vinnuútbúgvingar.
Tað var undirskrivað av hesum nevndarlimum: Jógvan Sundstein, formanni, Petur Christiansen, Klaus Hermann, Hanna Lisberg, Karl Jacobsen, Hans Hansen, Andreas Restorff, Sam Hansen, Páll á Dul, Knút Olsen, Hans Andr. Jacobsen, Ditleif Eldevig og Georg Thomsen – umframt deildarleiðarunum: Arnhold Abrahamsen, Jóhannes Enni, Tóri Skaalum og Hanus undir Leitinum.
Hetta ritið var støðið undir bæði hesum bygninginum, skúlanum á Kambsdali og – meiri óbeinleiðis – nýggja Marknagilsdeplinum – vil eg í hvussu so er halda.
Nevndu persónar umframt lærararnir á handilskúladeildunum um alt landið møttust í november 1973 til ein ógvuliga týdningarmiklan fund við Áir, ið vardi tveir dagar, at viðgera støðuna og framtíðina.
Úrslitið var hetta ritið, sum, burtursæð frá støðulýsing, málsetningi, tørvsmetingum o.ø. fevnir um:
Nýtt virksemi, m.a. at fara undir FHS (HH fingu vit longu í 1978 í Fiskasølu- bygninginum) og merkomútbúgvingar.
Skúlabygging: Fyrst í Havn (standa liðugur í august 1975), so í/á Kambsdali (standa liðugur í august 1976) og síðani í Suðuroy. Eg minnist at talan var á fundinum um at byggja hann í Hovi. Umframt skuldi skúlaheim byggjast til hesar skúlar.
Kann ikki lata vera við at umrøða ein lítlan tilburð, sum mær var fyri á vári 1975 (stendur í bókini “Handilsskúlin, hálvrunnin øld”, sum eg skrivaði við góðari hjálp frá Poul Johs. Lindberg):
Poul E. Petersen, kendi lærarin og ítróttaráðgevin og eisini hissini lærari á handils- skúlanum, stendur við reyðmálaðu hús síni við Perskonugøtu og klývur rabarbu- røtur. Komi framvið. Báðir steðga á til eitt lítið kurteisisprát: “Hvussu gongst við handilsskúlanum”? spyr Pól. “Ikki veit eg” var svarið, “eg væntaði so vist, at tað skuldi ikki taka meiri enn eitt ár at fáa gongd á at byggja, men enn røkist ikki fyri nøkrum, og soleiðis er við so mongum øðrum málum eisini”.
“Mínar royndir siga mær”, svarar Pól, “at frá tí, tú fært eitt hugskot, til tað gerst veru- leiki, ganga 30 ár í miðal. Tí mást tú ikki gevast, men brynja teg við toli!” Meiri var ikki talað, men kanska hugsað.
Tankin um at byggja og hava dagskúla var ikki nýggjur, tí føroyingar vóru leingi tey einastu í kongaríkinum, sum bara høvdu kvøldskúla. Meðan Djóni í Geil var skúla- stjóri, bjóðaði kommunan soleiðis skúlanum í 1963 eitt byggilendi sunnanvert plantaguna. Helst var tað rivalisering millum Havnina og hinar handilsskúlarnar í Føroyum, sum forðaði fyri, at ikki varð komið víðari við at byggja. Tann sundur- drátturin varð loystur í 1968, tá ið allir skúlarnir skipaðu seg sum Føroya Handilsskúli.
Rembingarnar á vinnuskúlaøkinum seinast í 60-árunum og 70-árunum vóru ógvisligar:
Tekniskir skúlar og skúlaheim skuldu byggjast bæði í Havn og Klaksvík. Skúla- heimið í Havn stóð liðugt 1975 og fekk kommunan í lag í 1978, at TS kundi hýsast fyribils í hallum við Velbastaðvegin. Danir vildu hava, at bert ein felags vinnuskúli var í Føroyum. Tað gjørdi sítt til, at stígur kom í.
Maskinskúlin vildi eina tíð eisini sleppa at byggja saman við Tekniska Skúla og Handilsskúlanum á matriklinum, sum kommunan hevði ætlað øllum skúlunum, men sum TS nú vildi hava fyri seg sjálvan. Mikið stríð stóðst av hesum, men eftir at Egon gjørdist stjóri, og TS og HS byrjaðu at spæla fótbólt móti hvørjum øðrum, gjørdist samstarvið rættiliga gott.
Í 70-árunum vóru álit eftir álit skrivað í øllum ælabogalitum um byggimál og skúla- strukturar v.m. sum ov leingi og fløkjasligt er at greiða frá her. Tað var eisini í hesum árunum at tankin um at yvirtaka umsitingina av øllum skúlamálum og hugsanin um samanrenningina av miðnámsskúlunum kom fram.
Aftur til Poul hjá Elinborg ella summa summarum: Tað tók 20 ár at fyrireika og byggja fyrsta handilsskúlan. Tað verða 50 ár farin, tá ið Tekniski skúlin væntuliga fær síni ynski uppfylt og 35-40 ár at mýkja eina bygnaðarliga samanrenning av TS, HS og studentaskúlanum. Nevniliga við Marknagilsdeplinum. Sig so tað!
Eg kann nevna trý viðurskifti, hví tað gekst lutvíst skjótt, hóast nógva mótgongd frá danskari og aðrari síðu, og stríð hjá Handilsskúlanum, at sleppa at fara undir bygging:
- Vit høvdu eina virkuliga visionera, virkna og væl virkandi nevnd.
- Vit høvdu myndugleikarnir við okkum: Landsstýrið, Løgtingið, Ríkisumboðið, Landsskúlafyrisitingina og Tórshavnar kommunu umframt deildir skúlans uttan fyri Havnina.
- Og so nøkur frímerki eisini, billi eg mær inn.
Tað gekk soleiðis fyri seg: Á einum fundi fyri danskar handilsskúlar á vári 1981 (haldi eg tað var) í Køge var eisini ein íðin frímerkjasavnari, sum var formaður fyri HK og “Bygge- og strukturudvalget” hjá danska direktoratinum, sum m.a. umsat byggimál. Haðani høvdu vit fingið at vita, at tað lá illa fyri við okkara umsókn. Nú vóru góð ráð dýr. Eg fann tí uppá at hava nøkur frímerkir, sum pápi mín hevði savnað, við mær, setti meg við barrdiskin soleiðis av tilvild við síðina av Benzon – soleiðis æt hann – og setti meg at kanna hesi frímerki, uttan annars at gera vart við meg. Við eitt sigur Benzon. “Må jeg se?”. “Gerne!” var svarið. “Meget interessant”, var tað næsta hann segði. “Vil du ha dem?” sigi eg. “Må jeg virkelig?” “Ja, ta’ dem bare. Dem har jeg ikke forstand på alligevel”. Viku seinni fekk eg takkarbræv saman við einari forvitnisligari bók. Og tríggjar vikur eftir hevði Bygge- og strukturudvalget givið donsku fíggjarnevndini tilmæli um bygging av hesum skúla.
Spakin varð settur í 4. januar 1982 og 17. august 1983 byrjaði skúlagongdin. Og 29. oktober sama ár handaði formaðurin fyri bygginevndina, Bernd Johansen, dugnaliga formanninum fyri skúlanum, Jógvani Sundstein, symbolskt lykil til skúlan við eftir- fylgjandi glæsiligari móttøku og veitslu, har Eilif Samuelsen, landsstýrismaðurin, sum dugnaði skúlanum so væl á mangan hátt, eisini var millum tey 300 innbodnu. Hann (altso skúlin – ikki Eilif) kostaði 18 mill. kr., sum ætlað. Kortini leyp ein 1/2 mill. av, við tað at vit bíðaðu eitt sindur við at selja kredittfelagsobligatiónirnar, sum upprunaliga vóru mettar til kurs 65, til kursurin kom uppá 105,57, sum man vera eindømi.
Byggiráðgevar vóru Árni Winther, Preben Hansen, Sofus M. Jacobsen og Viggo Akraberg Hansen. Ov langrøkjut verður at nevna arbeiðstakararnar. Men byggingin var eitt satt fyridømi um gott arbeiðslag og væla arbeiði. Sagt verður t.d., at tað, sum leyp av frá timburarbeiðinum, rúmtist í einari trillubøru.
Ein sjafførur, sum skuldi koyra meg oman í býin, hevði hesa viðmerking til útsjónd- ina av bygninginum hjá Árna: “Tann, sum hevur ábyrgdina av hasum bygninginum, átti at verið hongdur. Hatta er ljótasti bygningur í landinum. Nei, kanska er SMS ljótari.” Hann bráðtagdi, tá ið eg fortaldi honum um mín lut í miséruni.
Tað er gott, at øll onnur og danska arkitektablaðið høvdu eina aðra meining.
Eg minnist við takksemi øll tey nevndu og fleiri, sum eg ikki havi nevnt. Eg minnist serliga við takksemi idealistisku lærararnar, sum fylgdu við frá gamla handilsskúla- num. Og inspektørarnar Leiv Harryson og Ragnar Magnussen fyri teirra fantastiska ídni og dugnaskap at fáa gerandisdagin at glíða so lætt, eftir at vit fluttu inn, og øll hini fyri tað sama, eitt nú fyrsti húsavørðurin og fryntligu damurnar í køkinum og vaskikonurnar. Og annars allar nýkomnu lærararnar. Og eg minnist við takksemi teir næmingar, sum eg lærdi at kenna. Ongin skal billa mær inn, at tað finnast truplir næmingar.
Takk fyri innbjóðingina og fyri, at tit lurtaðu. Gævi framtíð skúlans verður Bjørt. Hetta seinasta var eisini reklama fyri dóttrini.