Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Etiskar reglur fyri lærarar?

Eftir Alex Ocampo, Erla Bech Nolsøe týddi í miðnámsrit 2, juni 2014

Hvar byrjar tú, um tú vilt stýra kroppum, sálum og sinnum í einum landi? Ein grein, ið kallaðist “How Dictatorships Brainwash Children” frá NewsViewz@aol.com 3. juli 1997, kom við teirri hugsan, at við atburðinum hjá undanfarnum einaveldum í huga er enn møguligt hjá einari stjórn at heila­vaska borgarar nú á døgum. Hon byrjar heilt einfalt við teimum, sum eru mest viðkvom og lættast at ávirka í samfelagnum: børnunum.

Fyri at fremja tílík svikaráð vísir greinin á, at stjórnin má fyrst fáa fult vald á undir­vísingarskipanini fyri tey ungu. Tey fyrstu árini hava mest at siga at mynda tey ungu sinnini eftir teirra ætlan. Síðani verður teirra egna tilfar nýtt í undir­vísingini og undir­­vísingargongdir, sum tey sjálv hava lagt til rættis, soleiðis at næmingarnir læra virðini, sum stjórnin hevur ásett. Soleiðis verða lærarar, sum verða hildnir at vera vitanarbrunnar, sjálvvirkandi og sjónligir stuðlar í hesum svikaráðum.

Hóast tað er torført at góðtaka, mugu vit viðurkenna tað stóra valdið, ið lærarar hava at mynda framtíðina hjá einum samfelagi. Næmingar eru í skúla ein triðing av degn­um, og lærarar kunnu alla hesa tíðina brúka teirra myndugleika at ávirka barna­sinnini, sum teimum lystir. Um ein lærari vil fylla tey ungu sinnini við dragsli, kann hann gera tað. Og um foreldur ætla at taka myndugleika frá lærara­num, kann tað tykjast skelkandi, at ein amerikanskur dómstólur eina ferð hevur givið  skúlanum viðhald ímóti foreldrum, sum vilja blanda seg uppí undirvísing­ar­tilfarið. Í 2005 vórðu bæði foreldur og politikarar skelkað, tá ið ein rættur gjørdi av, at grund­leggjandi rætturin hjá foreldrum at uppala børn síni “ikki náddi inn um dyr skúlans: Ein kommunalur skúli hevur rætt til at veita næmingum ta vitan, sum hann ynskir – kynsliga ella aðra” (Ninth Circuit Decision Denies Parents’ Rights, 2005). Í grundini hava foreldur onga heimild at taka myndugleikan frá almenna skúlanum at velja, hvat børnini fáa at vita. Foreldur og alt samfelagið eru máttleys móti hesum  almáttuga persóninum í samfelagnum – læraranum.

Hvat kann samfelagið gera við hetta? Skulu foreldur tiga, meðan tey óvirkin yvir­geva rættin til børn teirra til ein persón, sum tey als ikki kenna? Avgjørt ikki! Um lærarar skulu hava sosialu ábyrgdina at menna sinni og eginleikar hjá okkara ung­dómi, so er alneyðugt við siðfrøðiligum (etiskum) reglum, sum kunnu skipa myndug­leikan hjá læraranum. Sum lærari sjálvur kenni eg ikki tørvin at prógva fyri samfelagnum, at vit eru ábyrgdarfullir einstaklingar. Eg síggi tørvin at hava eina høvuðsvegleiðing til dagligar avgerðir, eina, sum kann hjálpa mær at skilja, hvussu eg skal bera meg at í ávísum umstøðum. Tílíkar reglur avspegla eldhugan fyri okkara arbeiði. Við ábyrgdini av okkara yngstu borgarum fylgir skyldan at verja tey ímóti valdsmisnýtslu. Tá ið vit vita, at fleiri børn fáa ov lítla umsorgan, skylda vit teimum at seta reglur í verk um atburðin hjá læraranum.

Av hesum orsøkum er kjakið um tørvin á reglum nyttuleyst. Siðfrøðiligar reglur við ásetingum um atburðin hjá læraranum eru treyt fyri, at lærarin kann virka ábyrgdar­fult. Síðani er spurningurin bara, um vit sum lærarar vilja lata okkara sosialt ásetta vald frá okkum til siðfrøðiligar reglur, sum vit mugu svara fyri. Eru vit lærarar sinnaðir at geva okkum undir tílíkar reglur?

At enda mugu vit hava í huga, at vit bara eru lærarar frá 8 til 16. Flestu okkara gerast síðani aftur foreldur, sum ynskja einki minni enn tað besta fyri børn okkara. Og fara vit sum foreldur at himprast við at siga, at vit ynskja børn okkara vard ímóti vill­leið­andi sjálvútnevndum einaræðisharrum í føroysku skúlaflokkunum? Um svarið er nei, mugu vit í øllum førum seta siðfrøðiligar reglur fyri lærarar í verk.

Keldur

Ninth Circuit Decision Denies Parents’ Rights. (2005, December). Retrieved from Eagle Forum. “Education Reporter”: http://www.eagleforum.org/educate/2005/dec05/9th-circuit.html

Aðrar greinar í miðnámsrit 2