Námsfrøðiliga útbúgvingin - ein føroysk avbjóðing
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 2, juni 2014
Hanna Jensen hevur sett mentamálaráðharranum fyrispurning um t.d. námsfrøðiliga útbúgving í Føroyum. Í svarinum sæst, at eingin ætlan er um at flyta útbúgvingina til Føroya beint nú. Seinastu árini eru lærarar frá Syddansk Universitet komnir til Føroya at hava ástøðiliga partin í NÚ. Tann verkligi parturin av NÚ verður í høvuðsheitum tikin í Danmark.
NIS – námsfrøðiliga innleiðsluskeiðið
Lærarar, ið byrja á einum miðnámsskúla, skulu á eitt námsfrøðiligt skeið, sum MMR skipar fyri. Talan er um eitt námsfrøðiligt innleiðsluskeið, ið tekur tríggjar dagar. Lærarin fær nøkur ráð um didaktikk og námsfrøði. Seinastu 15 árini eru tvey fólk komin til Føroya úr Danmark at hava skeiðið. Hesi eru knýtt at Syddansk Universitet. Spurningurin tó, um Fróðskaparsetur Føroya ikki kundi tikið sær av NIS?
Námsfrøðiliga útbúgvingin
Tá ið ein lærari er settur í fast starv á einum miðnámsskúla, skal hann innan tvey ár hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum er býtt sundur í ein ástøðiligan og ein verkligan part. Tey seinastu árini eru nógvir lærarar sendir at luttaka í ástøðiliga partinum, men tað kunnu ganga upp í 10 ár, áðrenn verkligi parturin verður tikin.
Tann ástøðiligi parturin
Annaðhvørt ár hava umleið 20 lærarar tikið ástøðiliga partin í námsfrøði. Kandidatarnir taka skeiðið upp á eitt ár. Tað eru leiðslurnar á skúlunum, ið senda teir á skeiðið. Tað eru bæði lærarar í føstum starvi og tímalærarar, ið fara. Skeiðið er skipað í modul. Tað eru tveir lærarar frá Syddansk Universitet, ið koma til Føroya at hava hesi. Teir koma higar umleið fýra ferðir um árið. Á skeiðnum fáa kandidatarnir gott innlit í námsfrøðilig ástøði og háttaløg. Tað er sera læruríkt hjá teimum at koma saman at skifta orð um námsfrøðiligar, didaktiskar og praktiskar royndir í góðum og friðarligum umhvørvi.
Í ástøðiliga partinum skal kandidaturin eygleiða undirvísing á egnum skúla og á øðrum skúlum, umleið 40 tímar. Hetta er ein sera mennandi gongd, har teir sleppa at uppliva, hvussu aðrir lærarar gera. Hetta má metast at vera ein styrki í núverandi skipan.
Í mai mánaði skulu teir skriva eina uppgávu, sum skal verjast í juni. Uppgávan kann antin skrivast á føroyskum ella donskum. Eftir at hava lokið ástøðiliga partin, skal verkligi parturin takast.
Tann verkligi parturin
Næstan uttan undantak eru kandidatar farnir til Danmarkar. Onkur einstakur er farin til Skotlands. Í Danmark skal kandidaturin undirvísa á einum gymnasialum skúla. Hann skal m.a. luttaka á námsfrøðiligum tiltøkum, lærararáðsfundum, toymisfundum og øðrum. Lærarin sleppur eisini at eygleiða undirvísing á danska skúlanum, áðrenn hann sjálvur skal undirvísa. Hetta tekur umleið 9 vikur. Hjá summum kann tað kennast møtimikið at skula undirvísa á fremmandum máli. Onkur kandidatur følir, at tað námsfrøðiliga verður køvt, tí at so stór orka verður løgd í umseting. Málið er týdningarmesta amboðið í allari námsfrøði. Hjá summum er lítil vinningur í verkliga partinum, tá ið ræður um námsfrøði.
Tá ið 5 vikur eru farnar, skal kandidaturin til eina ávegis eftirmeting. Tá kemur umboð fyri danska Kenslumálaráðið at hyggja eftir og eftirmeta undirvísingina. Tá ið tær 9 vikurnar eru farnar, skal lærarin endaliga eygleiðast. Tá koma t.d. rektarin á skúlanum, vegleiðarar, toymissamskipari og ein uttanhýsis eygleiðari at meta um undirvísingina. Síðan fær hann eina endaliga eftirmeting. Í allari gongdini eru danskir vegleiðarar knýttir at námsfrøðiligu útbúgvingini hjá føroysku kandidatunum.
Lærarar í føroyskum – einastu vegleiðarar í miðnámskúlaøkinum
Tað eru bert lærarar í føroyskum, ið kunnu taka námsfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum. Hesir eru teir einastu, ið kunnu vera vegleiðarar hjá kandidatum, ið taka NÚ. Samstundis eru føroysklærarar teir einastu á miðnámi, ið kunnu mennast sum vegleiðarar. Tað er spell, at aðrir lærarar ikki fáa sama møguleika.
Verkligi parturin í námsfrøði – 100.000 kr.
Tað er sera dýrt hjá MMR at senda ein lærara uttanlands í 9 vikur at taka verkliga partin. Meðan hann er burtur, fær hann sína løn, sum man liggja um 70.000 kr. Hann fær umleið 15.000 kr. fyri kost og uppihald. Skúlin skal finna avloysarar fyri kandidatin – har fara aðrar 70.000 kr. – og síðani koma aðrar útreiðslur. Í meðal “kostar” ein kandidatur 100.000 kr.
Hví ikki lata Fróðskaparsetur Føroya yvirtaka NÚ? Fróðskaparsetur Føroya hevur starvsfólk, ið fakliga eru før fyri at taka sær av námsfrøðiligu útbúgvingini fyri miðnám. Námsvísindadeildin kundi staðið fyri útbúgvingini og lagt ein part út til skúlarnar. Við at taka tað besta úr núverandi NÚ og við at ment eina føroyskan skipan, kundu vit fingið eina útbúgving, sum er lagað til okkara samfelag. Vinnararnir høvdu verið Fróðskaparsetur Føroya, føroyska undirvísingarverkið, landskassin, skúlarnir og lærararnir.